Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Tað kom ein maður og gjørdi eina bygnaðar- broyting. Hann fekk góða løn, og so fór hann avstað aftur. Eftir standa 45.000 føroyingar við eini verkætlan, sum eingin vil kennast við, tí tey siga, at hon kann ikki brúkast. Men politikarar teirra hava góðtikið og sett verk- ætlanina í verk, hóast teir sjálvir siga hana vera ónýtiliga. Søgan ljóðar rímiliga kend. Tað var einaferð ein danskur frásøgumaður, sum segði frá eini søgu um ein keisara, sum skuldi hava nýggjan búna. Og tá skræddararnir bert bóru seg at og tosaðu nóg fínt, fingu teir fólk at trúgva og góðtaka hvat sum helst. Og líkt er til, at søgan hevur lyndi at endurtaka seg. Í okkara søgu er bara tann munur, at Føroya Landsstýri sjálvt hevur boðið skræddaranum at seyma búnan. Tað bar til hjá einum føroyskum løgmanni, saman við einum donskum ráðgeva, at av- høvda alla føroysku fyrisitingina og seta okkurt í staðin, sum sambært føroyskum embætis- monnum als ikki hóskar til føroysk viðurskifti. Tað er stutt sagt ov vánaligt, at føroyskir politikarar í dag reka eina beinleiðis »heksa- jagstran« mótvegis danska ráðgevanum per- sónliga, tá tað í veruleikanum eru teir sjálvir, sum hava selt Føroya framtíð fyri egnan poli- tiskan vinning. Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísir í dag øllum spurningum frá sær við teirri grundgeving, at hann sat í andstøðu, tá fyrireikingarnar til bygnaðarbroytingarnar vórðu gjørdar. Men hann gloymir at svara uppá, hví hann ikki steðgaði verkætlanini, tá hann tók við sum fíggjarmálaráðharri tveir mánaðar fyri, at verk- ætlanin varð sett í verk av tí landsstýri, hann sjálvur sat í. Og Jóannes Eidesgaard umber seg við, at har vóru ikki aðrir valmøguleikar, og at tað longu vóru brúktir so nógvir pengar, at teir vóru noyddir at taka tað, sum var. Tað gjørdu politikararnir so, men loyva sær kortini seinni at finnast at ráðgevanum fyri hansara vánaliga arbeiði. Tað er ov vánaligt av politikarunum. Eftir stendur so, at føroyski skattaborgarin hevur goldið einastaðni millum eina og hálva- aðru millión í løn til ein danskan ráðgeva, sum hevur latið eina vøru, sum serliga før- oyskir politikarar elska at hata. Í dagligari talu verður tosað um Finn Norman Christensen verkætlanina, eins og tað var hann, sum einsamallur fullførdi hana. Veruleikin er tó, at tað var Føroya Landsstýri, sum bað um og setti í gildi verkætlanina. Finn Norman Christensen hevur ikki avgjørt eitt einasta petti í øllum hesum leiki. Tú liggur sum tú hevur reitt Tveir nýggir partar av starvsfólkapolitikkinum eru nú settir í gildi. Partarnir eru um Arbeiðsumhvørvispoli- tikk og Bygnaðarbroyting- ar. Parturin um Arbeiðsum- hvørvispolitikk snýr seg um kringumstøðurnar á ar- beiðsplássum, tað verið seg tær fysisku og tær sálarligu. Í arbeiðsumhvørvispolitikk- inum verður eisini mint á at halda galdandi reglur og á- setingar á økinum. Parturin um Bygnaðar- broytingar snýr seg um starvsfólkaluttøku í sam- bandi við avgerðandi broyt- ingar á arbeiðsplássinum. Tað er alt meira vanligt í Føroyum, og ikki minst í londunum rundan um okk- um, at gera broytingar og tillagingar á arbeiðsplássu- nunum. Á fleiri arbeiðsplássum, kanska serliga á privata ar- beiðsmarknaðinum, verður tað sett sum eitt av fremstu krøvum, at hava liðiligar ar- beiðsumstøður og skjótt kunna tillaga viðurskiftini, til tess at náa sett mál. Tað er eyðsæð, at kunning og luttøka frá starvsfólksins síðu, er avgerðandi fyri í hvønn mun leiðslur fáa góð úrslit, við teim broytingum og tillagingum, tær gera. Í partinum um bygnaðar- broytingar verður víst á hesi viðurskifti. Starvsfólkapolitikkbólk- urin arbeiðir framhaldandi við at orða ymsu partarnir av starvsfólkapolitikkinum. Í løtuni verður arbeitt við rúsevnapolitikki, roykipoli- tikki, eldrapolitikki og fam- iljupolitikki. Harumframt, verður ar- beitt við at gera leiðreglur fyri umsjón við starvsfólk- apolitikkinum. Ætlanin er so líðandi at fara undir at fremja umsjón við starvs- fólkapolitikkinum seinni í Starvsfólkapolitikkur ár. Starvsfólkapolitikkurin er sendur stovnum í fyrisiting- ini og yrkisfeløgunum. Allir partarnir, sum eru settir í gildi, liggja á heimasíðuni hjá landsstýrinum, á www.fl.fo Ringbind við galdandi starvsfólkapolitikki fáast á Løgmansskrivstovuni, Ný- skipanardeildini fyri 34,- kr, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Suðuroyingar brúka orðið óviti — eitt gott føroyskt orð. Ein óviti merkir ein unglingi, sum ikki hevur sama vit, sum ein tilkomin, ein vaksin ella ein mynd- ugur, persónur. Ert tú ein óviti, ja so ert tú antin ein smágenta, ein smádrongur ella hálvvaksin. Men sum frálíður verður tú einaferð vaksin og eisini myndugur, og tá ert tú ikki longur nakar óviti. Alt vent á høvdið Men nú hevur Høgni Hoy- dal, sum hevur vavt før- oyskan politikk upp í ein ellubita, vent øllum hesum á høvdið. Hann hevur upp í saman, bæði í skrift og talu, lýst allar føroyingar sum ver- andi óvitar. Hann sigur, at vit gerast ikki myndug fyrr enn vit hava fingið fullveldi. Okkara høga Løgting, okkara lóggevandi vald, landsstýrið og øll tess um- siting, er sambært Høgna Hoydal mannað við ó- myndugum fólkum - t. v. s. óvitum. Við hesum sera løgna málburði hevur Høgni Hoy- dal ikki bara skírt allar sínar egnu landsmenn sum ó- myndug fólk, nei hann hev- ur eisini lýst allar skotar, all- ar álendingar, allar týskarar og øll í USA sum óvitar, og ómyndug. Sakligt orðaskifti ella hurlivasi? Hví er tað so neyðugt at gera loysingina og alt full- veldismjarrið til ein stóran hurlivasa ? Er tað ikki júst Høgni Hoydal, sum ferð eft- ir ferð hevur biðið um eitt meira sakligt orðaskifti ? 1. Er tað so sakligt, at bólka sínar landsmenn upp í ring- ar og góðar føroyingar? 2. Er tað sakligt, at lýsa allar føroyingar sum búgvandi í einum húsi, har danir hava alt ræðið, men har føroying- ar kunnu fáa loyvi til at búgva í kjallaranum og kanska eisini sleppa at mála kamarið ? 3. Er tað sakligt at brúka internetið — heimasíðuna hjá landsstýrinum til at vill- leiða føroyingar og allan heimin um tað positiva við loysing og fullveldi ? 4. Er tað sakligt at lýsa munin millum andstøðuna og samgonguna, sum hjálp- arloysi ella sjálvbjargni, ser- liga tá hugsað verður um at andstøðan hevur eitt nógv tryggari og betri uppskot um at menna okkara sjálv- bjargni og fíggjarliga frælsi hjá tí einstaka føroyingi- num? 5. Er tað sakligt ikki at svara skilagóða spurninginum um fólkatingslógir, sum Helgi Abrahamsen, floksskrivari Sambandsfloksins setti í bløðunum hósdagin 2. mars í ár? 6. Er tað sakligt, at sam- gongan kann brúka fleiri Eru allir føroyingar óvitar? milliónir og alla sína um- siting til sína loysingarher- ferð, meðan andstøðan ikki fær somu fíggjarligu møg- uleikar fyri at verja seg? 7. Er tað sakligt, at saman- bera komandi samráðingar við danir við ein dyst, har tann eini parturin vinnur og hin liggur eftirá ? Tórshavn tann 10. 03. 2000 Trygvi F. Guttesen Føroya Lærarafelag undrar seg stórliga tá Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og menta- málum, sigur, at lærarar skulu fáa samsýning fyri meiri álagt arbeiði. Føroya Lærarafelag hev- ur ikki kravt samsýning fyri meira álagda arbeiðið. Vit hava heldur ikki kravt løn fyri hetta meiri álagda ar- beiðið. Føroya Lærarafelag krev- ur, at lærararnir í føroyska fólkaskúlanum skulu fáa tíð at gera tað arbeiðið, sum okkum er álagt í nýggju fólkaskúlalógini. Føroya Lærarafelag undr- ar seg eisini stórliga á, at Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður í undirvísingar- og mentamálum, sigur, at ar- beitt verður við ymsum út- rokningum í samband við arbeiðsósemjuna, sam- stundis, sum Tummas Magnussen úr Fíggjarmál- astýrinum sigur, at teir als einki gera við málið. Hvør meinar nú hvat? Enn einaferð sæst, hvussu tvinni aðalstýri hjá Føroya Landsstýri ikki arbeiða saman. Hvussu skal nakað spyrj- ast burtur úr samráðingum, tá slík viðurskifti valda? Men her snýr tað seg ikki bara um lønarsamráðingar, men um ein nýggjan og góðan fólkaskúla, ið tæna skal Føroya Fólki. Hetta kostar. So, Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjar- málum, skal ikki halda á at tvinna løn og meirkostna saman. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at føroyskir lærarar undirvísa færri tímar enn lærarar í Norðurlondum annars. Hesum kann Føroya Lær- arafelag afturvísa. Føroyskir lærarar undir- vísa umleið 4 klokkutímar meira enn bæði íslendskir og danskir lærarar, sigur Føroya Lærarafelag í tíð- indaskrivi. Undirvísa fýra tímar meira enn aðrir Fegnast um blíðskapin Ferðafólk eru spurd um, hvat teimum dámar, og hvat teimum ikki dámar við at ferðast í Norð- oyggjum EYÐUN KLAKSTEIN Ferðafólki í Norðoyggjum dámar náttúrna, grøna litin og vinarliga fólki. Men teimum dámar ikki órudd, vantandi kunning um tiltøk og regnið. Hetta kemur fram í kann- ingini, sum Olga Biskopstø, cand. comm., hevur gjørt av ferðavinnuni í Norðoyggj- um. Hon hevur spurt ferða- fólk, hvat teimum dámdu við at ferðast í Norðoyggj- um, og hvat tey ikki dámdu. Ferðafólkini eru væl nøgd við náttúruna, smáu oyggj- arnar, blíðskapin, hjálpsemi og fuglalívið. Tey, sum eru spurd, nevna eisini friðin, útsýnið, havið og reinu luft- ina. Sakna upplýsing Men ferðafólkini eru ikki nøgd við øll viðurskifti, og nakað av tí, sum tey finnast at, er samstundis tað, sum kanningin mælir til verður betrað framyvir. Nógv finnast at, at kunn- ing og upplýsing eru ikki nøktandi. Ferðafólkini sakna fleiri skelti, sum vísa til áhugaverd støð, tey vilja hava fleiri og betri upplýs- ingar um, hvørji tiltøk eru at fara til, og onkur heldur, at tað regnar ov illa... Ferðasambandið í viku- skiftinum fær eitt skot fyri bógvin, og somuleiðis halda ferðafólk, at tað er ov kostn- aðarmikið at ferðast. Summi sakna atgongd til internetið. Og onkur heldur eisini, at ov nógv órudd er uttan um húsini, og havt verður eisini at munni, at ov nógv fólk lata bilarnar verða í gongd, tá tey fara til hand- ils. Svarini hjá ferðafólku- num eru partur av umfat- andi kanning av ferðavinn- uni í Norðoyggjum, sum Olga Biskopstø hevur gjørt. EIRIKUR LINDENSKOV Tvey ára fongsul. Tey vóru boðini, ein 51 ára gamal maður fekk í Føroya Rætti mánadagin, tá dómur fall í einum máli, har ein maður varð skuldsettur fyri kyns- ligan ágang móti tveimum døtrum sínum. Maðurin varð varðhalds- fongslaður 11. februar í ár, og á rættarfundinum fyri afturlatnum hurðum mán- adagin tók hann við dómi- num, sum um framt fongs- ulsrevsingina eisini álegði manninum at gjalda døtr- unum 30.000 krónur í part. Tann 51 ára gamli mað- urin var dømdur fyri blóð- skemd, fyri samlegu við eldru dóttrina, tá hon var 18 ára gomul og fyri annað kynsligt samband enn sam- legu við yngru dóttrina fyrstu ferð tá hon var sjey ára gomul og síðstu ferð tá hon var 15 ára gomul. Maðurin varð kortini frí- dømdur fyri annað kynsligt samband við eldru dóttr- ina, tí hesar ákærur fullu fyri firningarfreistini. Eitt ár var millum tveir teir seinastu tilburðirnar, mað- urin var ákærdur fyri, go tí helt rætturin ikki, at talan var um eina samlaða til- burðargongd. Ákæruvaldið vildi ann- ars hava harðari revsing, men av tí at so long tíð var liðin fráliðin, síðani sein- astu tilburðirnar, sum vóru ávikavist á sumri í 1990 og á sumri í 1991, gjørdist revsingin linari. Misbrúkti báðar døtur sínar Ein 51 ára gamal maður var í Føroya Rætti mánadagin dømur í tvey ára fongsul fyri kynsliga at hava misbrúkt tvær døtur sínar øll barnaárini Sjúkrasystrar stovna áhugabólk Í samband við at 1999 varð skírt eldraár, tóku røktar- og ellisheimsleiðarar og dem- ensbólkurin hjá sjúkrasystr- afelagnum stig til at stovna fakligan áhugabólk fyri sjúkrasystrar, sum starvast við geriatriska og gerontol- ogiskar sjúkrarøkt og sum hava áhuga fyri hesi ser- grein. Endamáli áhugabólksins er: • at menna heilsu- og sjúkr- arøkt innan hesa sergrein • at stuðla hvørjum øðrum og menna fakliga førleikan • at fremja samstarvið mill- um fakligar áhugabólkar • at fremua samanhald millum limirnar í áhuga- bólkinum Á stovnandi aðalfundinum vóru hesi vald í nevndina fyri FÁG 4: Marjun Smith, forkvinna, Óluva Johann- esen, næstforkvinna, Hel- ena Poulsen, skrivari, Sigr- un Arnoldsen, kassameistari og Cecilia Vestureið, nevnd- arlimur. Eykalimir eru Sunneva Petersen og Maj Dahl. Ferðafólki dámar væl vøkru og grønu náttúruna, men ikki óruddið og regnið, staðfestir kanningin um ferðavinnuna í Norðoyggjum… Út at koyra fríggjadag Teigurin »út at koyra«, sum hevur verið í Sosialinum hvønn hósdag, verður framyvir í blaðnum fríggjadag. Í hesum teigi verður nýggir bilar lýstir, trivið verður í føroysku bilastøguna, eins og ferðsla og ferðslutrygd annars verður viðgjørd, eins og tað sum rørist í bilastarvsgreinini bæði heima í Føroyum og úti í heimi. ÓLAVUR Í BEITI – Løgtingið heitir á lands- stýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisitering- ar á Landsverkfrøðings- stovninum og Strandfara- skipum Landsins, soleiðis at undir Vinnumálastýri- num verður skipað deild, sum skal taka sær av øllum virkseminum, sum nú er hjá Landsverkfrøðings- stovninum og hjá Strand- faraskipum Landsins, og so nógv sum gjørligt av tí virkseminum, sum nú hoyrir undir hesar stovnar, verður privatiserað og út- lisiterað til privat at røkja, og at uppgávurnar hjá nýggju deildini skulu í høvuðsheitum vera ráð- geving, útbjóðingar og at vera eftirlitsstovnur fyri Føroya Landsstýri, er upp- skotið hjá Edmundi Joen- sen, sum hann hevur lagt fram vegna Sambands- flokkin. Stovnarnir endurskoðast Í viðmerkingunum til upp- skotið, sigur Edmund Jo- ensen, at nú annað árið á rað hava Landsverkfrøð- ingsstovnurin og Strand- faraskip Landsins virkað sum tveir lambskotnir al- mennir stovnar. Støðan hevur sostatt verið bæði ó- trygg og ótolandi. – Politiska viðgerðin av undirsjóvartunlinum og akutta støðan á Strandfara- skipum Landsins, nú talan er um at leggja skipini, vís- ir, at tíðin er komin, har hesir stovnar eiga at verða endurskoðaðir. Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíl- igastu tænastuna. – Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við einum fullfíggj- aðum uppskoti um, hvussu hetta best kann gerast, so endamálið við eini privati- seringar-/útlisiteringarætl- an av nevndu stovnum kann verða rokkið. Tæn- astan, sum kemur at av- loysa ta verandi, skal hava sum mál at útvega borgar- unum eina betri og ódýrari tænastu, sigur Edmund Jo- ensen m.a. í viðmerkingu- num til uppskotið. Tveir lambskotnir almennir stovnar Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsita og hevur mangan givið bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið, sigur Edmund Joensen m. a. í viðmerkingunum til uppskot um teir báðar stovnarnar LV og SL