Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aftur átta miliiónir í avlopi Føroya Fiskasøla hevði aftur í fjør eitt gott ár við einum rakstraravlopið upp á meiri enn 8 milliónir og við tí av- lopinum eru hallini tey trý fyrstu árini vunnin inn aftur. Eginognin er nú størri enn upprunaligi partapeningurin og stjórin, Hans Johannes á Brúgv er sjálvandi væl nøgd- ur við avrikið, men tað kann gerast torført at varðveita hesa gongdina, sigur hann SVEINUR TRÓNDARSON Roknskapurin hjá Føroya Fiskasølu varð almanna- kunngjørdur í vikuni og enn einaferð kundi leiðslan á Fiskasøluni vísa eitt gott úrslit. Avlopið av vanliga rakstr- inum var góðar 8,4 mió. krónur og tað er tað sama, sum tað var í 1998. Tá var samanlagda árs- úrslitið merkt av at Fiska- sølan hevði selt bygningin yviri við Strond, verður sæð burtur frá teimum inntøk- unum, so var úrslitið tá eins og nú um 8,4 mió. krón- urnar. Høg renta Tað er ikki so langt síðani, at Fiskasølan var í so svárari neyð, at henni nýttist anda- hjálp. Fyrstu trý árini eftir um- skipanina var úrslitið heldur einki at reypa av, men nú er av álvara farið at ganga hin- vegin. Tað, sum tey trý fyrstu árini var mist er vunnið inn- aftur og fyri fyrstu ferð, síð- ani umskipanina er egin- ognin størri enn partapen- ingurin. Úrslitið í fjør er tað sama sum at eginpeningurin við ársbyrjan 1999 hevur fingið eina rentutilskriving upp á góð 13 prosent, og tað er stjórin Hans Johannes á Brúgv, serstakliga væl nøgdur við. – Tað er væl hægri enn nakar peningastovnur kann veita, sigur hann. Og tað gevur eigarin Framtaksgrunnur Føroya uttan iva stjóranum rætt í. Marknaðurin uppi ígjøgnum Orsøkin til góðu úrslitini hjá Fiskasøluni seinastu tvey árini skal sjálvandi síggjast í tí samanhangi, at markn- aðartreytirnar hava verið fiskasølunum til vildar. Hetta er stjórin fullgreiður yvir. – Tað er eingin loyna, at prísurin hevur verið uppi ígjøgnum. Bæði í rávøru- liðnum og eisini á markn- aðinum úti í heimi. Toska- fiskiskapurin í Barentshav- inum hevur verið minkandi og tað trýstir prísin uppeftir, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri. Samstundis var eftir- spurningurin eftir lidnum vørum størri enn hann hev- ur verið áður og tað hevði so við sær, at ein enn minni partur fór óvirkaður av landinum. Ein triðja orsøk var so, at nøgdin av eitt nú Alaska pollock, sum kappast við føroyska upsan, fall í fjør og tað hevði við sær, at prís- urin á upsa eisini hækkaði. Hetta vóru nakrar av ors- økunum til góða úrslitið hjá Fiskasøluni og fiskaseljar- um yvirhøvur, men sam- stundis er hetta nakað, sum kann vera orsøkin til, at út- litini fyri 2000 ikki eru so góð. Væntar prísfall Hans Johannes á Brúgv sig- ur, at hann ikki væntar sama góða úrslit fyri næsta ár, nevniliga av teirri orsøk, at prísirnir longu eru upp í gjøgnum. – Eg veit væl, at eg segði tað sama í fjør, men fyri tað hava prísirnir hildið sær. Tað eru ymsar orsøkir til tað, men eg dugi ikki at síggja, at tað framhaldandi kann halda sær har uppi. Eg skal kortini ikki sita og spáa at tað fer at ganga illa, men eg rokni við, at fiskivinnan fer at hava tað truplari enn hon hevur havt tað tey sein- astu tvey árini. Tey hava nevniliga verið serstakliga góð, sigur Hans Johannes. Og so er ein spurningur, um føroyska fiskivinnan er før fyri at taka eina aftur- gongd. Taka vit Fiskasøluna, so er hon væl fyri, tí eginpen- ingurin er rættiliga stórur í mun til samlaðu skuldina við árslok 1999. Annað árið á rað hevði Fiskasølan eitt rakstraravlop upp á meiri enn átta milliónir krónur og við tí er eginpeningurin fyri fyrtu ferð hægri enn tær 50 mió. krónurnar, sum partapeningurin er savnsmynd Fiskasølurnar undir- grava hvørja aðra Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni sigur, at sølu- hátturin hjá teimum nógvu fiskasølunum kring landið kann enda við at undirgrava føroysku fiskivinnuna. – Kunnleikin til sølu og marknaðin er ikki nóg góður, sigur hann SVEINUR TRÓNDARSON Tað er nógv broytt í før- oyska fiskasøluheiminum tey seinastu nógvu árini. Fyrr var tað sum við sjón- varpinum - bara tann eina rásin at hyggja at, men tíðin hevur lagað tað soleiðis, at nú er ríkiligt at velja ímill- um. Trupulleikin er so bara at velja rætt, og tað er ikki altíð so lætt. Lesa vit ársfrágreiðingina hjá stjóranum á Fiskasøluni um føroyskar fiskaseljarar, so er hon ikki ólík søguni um sjónvarpsrásirnar. – Trupulleikin er ikki beinleiðis at tað eru so nógvar fiskasølur, men tað er meira mátin, sum tað verður selt uppá, sum eg havi at, sigur Hans Johann- es á Brúgv. Nýtt og ókent Hans Johannes leggur bein- anvegin dent á, at hann ikki sigur hetta, tí at hann sjálvur vil sleppa at selja fiskin, men tí, at tær fyritøkur, sum Fiskasølan kappast við, ikki hugsa seg nóg væl um, tá tær fara út á marknaðin. – Fyri mær sær tað út, sum tær gloyma at rokna vinningin upp í prísin og tað hevur við sær, at føroyskur fiskur verður seldur fyri undirprís, sigur hann. Hans Johannes greiðir frá, at nógvir av teirra rá- vøruveitarum nú sjálvir hava søludeildir, men at hesar søludeildir hava ikki tann neyðuga marknaðar- kunnleikan við í teirra dagl- iga arbeiði. – Taka vit prísin sum dømi, so má munur gerast á, um tú selur til eina heil- sølu ella til ein endabrúkara, tí annars trýsta vit sjálvir prísin niðureftir, og tað gongur út yvir okkum sjálvi. Hugsa tær, um kund- in vil gjalda 60 krónur og vit, tá vit selja beinleiðis til hansara selja tað fyri 30 krónur. Tað fer at hava við sær, at kundin framyvir ikki vil keypa vøruna fyri meiri enn 30 krónur. Tað sigur seg sjálvt. Hetta er serstakliga óheppið og kortini er tað nakað, sum vit vita hendir javnan, sigur stjórin á størstu fiskasøluni í landin- um. Orsøkina sigur hann vera manglandi kunnleiki til marknaðin og manglandi tilvitan til samlaða úrslitið. – Fyri mær sær tað út til, at seljararnir í ávísum førum bara fara eftir besta prísin- um ta løtuna, og teir hugsa ikki um, at tað teir gera kann enda við at skaða før- oysku fiskivinnuna meir enn tað gagnar, sigur Hans Johannes á Brúgv. Nógvir seljarar Talið av fiskasølum her á landi er økt sera nógv seinnu árini, men kundarnir úti á heimsmarknaðinum eru í roynd og veru teir somu, og teir eru ikki býttari enn so, at fáa teir ein prís frá einum føroyskum selj- ara, so kunnu teir ringja til aðrar og á tann hátt trýsta prísin niðureftir. – Hesum vilja vit gjarna sleppa undan, tí úrslitið er minni avkast. Og allar fisk- asølur eiga at gera alt fyri at sleppa undan tí. Vit hava merkt at jú nærri vit eru marknaðinum betri gongur, og tað sæst m. a. við, at uml. 65 prosent av umsetningin- um verður selt av dóttur- feløgum, sigur hann. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 Okkara kokkar - Sending nr. 5 Hesaferð: Joen Peter og Sigrún Nolsøe, hárfríðkanarkvinna. Skrá: Toskur bakaður í ovni við tomatsós, piparfrukt og fennikel Ræstur fiskur á ein øðrvísi hátt Uppskriftir: Toskaflak — hetta skalt tú brúka: 600 gr. av toskaflaki 4 spsk. av dijonsinnoppi Tomatsós — hetta skalt tú brúka: 1 leyk 1 fennikel 4 sólturkaðar tomatir 3 piparfruktir — reyða, gula og grøna 5 spsk. av olivenolju 1 ds. av flustum tomatum 1 hvítleyksbát 12 grøn oliven Salt og pipar Karvaða persillu 1. Sker fiskin í smá stykkir og legg hann í eitt eldfast fat 2. Smyr sinnopp á stykkini og set í ovnin í 8 min. á 200 stigum. 3. Karva leyk, karva fennikel, sker sólturkaðu tomatirnar í álir og sker piparfruktirnar í terningar. 4. Steik alt hetta í grýtu við olivenolju í uml. 5 min. 5. Koyr síðani flustu tomatirnar og hvítleykin í og lat kóka í uml. 5 min. 6. Borðreið við antin rísi ella pasta. Ræstur fiskur — hetta skalt tú brúka: 8 ræstar fiskar 3 tomatir 300 gr. av piparfrukt 2 hvítleyksbátar 1-2 leykir 400 gr. av rísi 100 gr. av mozarellaosti Soleiðis gert tú: 1. Kóka fiskin við eitt sindur av olju í uml. 10- 15 min. 2. Skrædla fiskin og legg hann í eitt eldfast fat 3. Steik leyk, piparfrukt, hvítleyk og tomatir á einari pannu í uml. 5 min. krydda við salti og pipari. 4. Stroy ost omaná og set fatið í ovnin í uml. 10-15 min. 5. Borðreið antin við rísi ella pasta. Í tíðindaskrivi frá Vinnuhús- inum, verður greitt frá, at Undirvísingar og Menta- málastýrið setti á vári 1999 ein arbeiðsbólk at útgreina hvønn tørv fiski- og alivinn- an hevði av fólki við út- búgving. Bólkurin handaði í apríl 1999 “Frágreiðing um førleikaviðurskifti og útbúgvingartørv í føroysk- ari fiskivinnu”. Henda frá- greiðingin skal nú verða grundarlagið undir víðari viðger av spurninginum um, hvussu føroyingar skulu menna skúlaskap á hesum øki. Landsstýrismaðurin í út- búgvingar- og mentamálum hevur í samstarvi við lands- stýrismonnunum í fiski- vinnu- og vinnumálum, sett eina felags nevnd at koma við einum tilmæli um, hvussu skipast kann fyri einum felags stovni, hvørs fremsta endamál er at menna fiskivinnuna á sjógvi og á landi. Hesin stovnur skal veita vinnuni ávísar tænastur og standa fyri teimum útbúgvingum, ið vinnan hevur tørv á. Enda- málið er at knýta útbúgv- ingarnar innan fiskivinnu og havbúna til ein menningar- depil, har útbúgvingarnar kunnu virka saman við øðr- um tænastum, ið tengdar eru at vinnuni. Menningardepil Arbeiðsetningurin hjá nevndini er, at koma við einum uppskoti um ein út- búgvingar- og menningar- depil, har undirvísing og menningarvirksemi innan fiskivinnuna eru savnað í eina eind, undirvísingin í stóran mun byggir á verkligt grundarlag, eisini gjøgnum skeiðsvirksemi, ein tænasta er á deplinum, ið vinnulívið ger støðuga nýtslu av, t.d. starvsstovur, samstarv við aðrar útbúgvingar, gransk- ing og stovnar innan sama øki, bæði heima og uttan- lands, útbúgvingarstovnurin og vinnan nýta servitan og útgerð hjá hvørjum øðrum, gingið verður á odda í menningartiltøkum í fiski- vinnuni og leiðslubygnað- urin er skipaður soleiðis at áhugabólkarnir innan vinn- una kunnu gera seg gald- andi. Undirvísingar- og Ment- amálastýrið er av teirri á- skoðan, at fiskivinnuút- búgvingar eiga at vera sæddar í so breiðum sam- anhangi sum møguligt. Mett verður, at nú er tann stundin komin, at umboð fyri vinnuna saman við øðr- um áhugaðum pørtum taka støðu til menningarmøgu- leikarnar hjá høvuðsvinnuni í útbúgvingarhøpi og gera sítt tilmæli. 1. desember í ár Í nevndini sita: Guðrið And- orsdóttir, Føroya Fiskavirk- ing — formaður, Hans Andreas Dam Joensen, Tilmæli um menningarmøgu- leikarnar hjá fiskivinnuni Undirvísingar- og Menta- málastýrið, Regin Jacobsen, Bakkafrost, Rógvi Reinert, Faroe Seafood, Jákup Andr- easen, Fiskivinnuskúlin, Heðin Joensen, Fiskimála- stýrið, Johanna Vang, Kósin Seafood, Marita V. Rasmus- sen, Føroya Arbeiðs- gevarafelag, Óli Jacobsen, Føroya Fiskimannafelag, Jákup Sólstein, Føroya Reiðarafelag, Ingeborg Winther, Føroya Arbeiðar- afelag, Bárður Enni, Heils- ufrøðiliga Starvsstovan, Súni Poulsen, Menningar- stovan, Maria Róin, Vinnu- málastýrið, Hjalti í Jákups- stovu. Fiskirannsóknarstov- una og Hans Pauli Joensen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya. Álitið frá nevndini skal handast landsstýris- manninum í seinasta lagi 1. desember 2000. Íløgufeløg hava ein sera avgerandi leiklut ÓLAVUR Í BEITI – Um tað eydnast at byggja upp ein vælvirkandi, før- oyskan, skipaðan parta- brævamarknað, verður í størri mun møguligt hjá í- leggjarum at seta pening í partabrøv sum stuttfreistaða íløgu, uttan at váðin gerst lutfalsliga stórur. Ein væl- virkandi partabrævamarkn- aður er eyðkendur við stór- um handli við partabrøvum, og merkir hetta, at lættari verður hjá partabrævaselj- arum at finna keyparar til partabrøvini. – Møguleikar fyri at gera kollektivar íløgur í parta- brøv gjøgnum íløgufeløg virka eisini fyri, at íløgur í partabrøv í størri mun kunnu roknast sum styttri plaseringar, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri m.a. í viðmerking- unum til uppskot um íløgu- feløg. Og víðari sigur fíggjar- málaráðharrin, at íløgufeløg kunnu allýsast sum feløg, ið frá einum størri skara av privatpersónum, fyritøkum og øðrum taka ímóti pen- ingi til at gera íløgur í virð- isbrøv, mest børsnoterað, við eini grundreglu um váð- aspjaðing. Felagsformurin tryggjar, at íleggjast kann í vandamerkt pappír uttan at váðin hjá tí einstaka limi- num í felagnum økist. Passivir eigarar – Limirnir í donsku íløgu- feløgunum eru ofta smá- spararar, men seinnu árini hava stórir íleggjarar í størri og størri mun eisini víst á- huga. Hesir eru td. trygg- ingarfyritøkur og eftirlønar- grunnar, sum við ávísum deildum hjá íløgufeløgun- um kunna fara inn á íløgu- øki, har teir ikki sjálvir hava neyðuga servitan. – Harumframt er lætt og skjótt at koma inn og fara út sum limur, tí felagið hev- ur skyldu til beinanvegin at loysa út prógvið, tá ein lim- ur biður um tað. Hesi við- urskifti hava týdning fyri smáspararan, tí einsamallur kann hann langt frá fáa somu váðaspjaðing. Eisini er tað dýrari hjá honum í gjøldum sjálvur at fremja íløgurnar, og tað kann lætt- liga koma at taka langa tíð at selja partabrøvini, um hann hevur tey sjálvur. – Íløgufeløg eru vanliga passivir eigarar í fyritøkum, samstundis sum framtaks- feløg oftast ynskja beinleið- is ávirkan á fyritøkuna, sum íløga er gjørd í. Her er talan um slag av íleggjarum, sum kunna hava stóran týdning fyri at fáa ein partabræva- marknaða í Føroyum at virka, sigur Karsten Han- sen. Fíggjarmálaráðharrin kunnar eisini um, at upp- skotið er gjørt í samarbeiði við umboð fyri Landsbank- an, Føroya Banka og Før- oya Sparikassa. “Nú er tann styndin kkomin til handa”, yrkti Jóannes bóndi á sinni. Tað kann end- urtakast nú tit eru á ferð til Danmarkar at samráðast um nýggju ríkisskipan okkara. Væl at vita at málið verð- ur ikki avgreitt á einum fundi, men í morgin verður spónurin settur í greytin. Upprit tykkara verður lagt fram, og frá nú av til móti sumri verður samráðst, og vónandi liggur greitt áðrenn longsta dag. Tað eru skjótt tvey ár síðani tit fóru undir megnar verkið at evna til eina nýggja frælsis- og sjálv- bjargnisskipan fyri land okkara. Tit hava ikki ligið á løtu síðani, men málrættað arbeitt við tí uppskoti, sum nú er førningur tykkara á ferðini til hitt landið, sum vit á javnbjóðis føti skulu arbeiða saman við. Politiskt illverður hevur kanska onk- untíð verið og eitt sindur sjabbut innanboða, og onkr- ir hvessingar úr øðrum flokkum hava roynt tað teir vóru mentir at órógva sigl- ingina og fáa skipið av kós. Men tit hava higartil klárað at siglt teinin og fara nú einsamallir á skipi inn í havnina, har menn skulu royna sítt avgerandi kynstur. Rúgvismikið arbeiði og tilfar liggur eftir tykkum. Uppskot í tinginum, upp- lýsingar av ymiskum slagi, hvítabók og mangt annað er ávegis lagt fyri Føroya fólk. Við spenningi bíðaðu mong av okkum eftir seinasta upp- ritinum, sum lagt varð fyri uttanlandsnevndina. Tað varð kunngjørt fyri nøkrum døgum síðani og vísti seg at vera eitt væla verk. Sam- gonguflokkarnir tóku undir við tí, Miðflokkuni var ikki avvísandi, men hinir báðir flokkarnir, sum mest hava sýnt hvessingalyndi, royndu til tað seinasta at loypa øði í grindina. Men ússaligar vóru viðmerkingar teirra. Ongar veruligar grundgev- ingar, bert orðini um, at teir vóru ímóti at farið var til samráðingar. Ein situr tí eft- ir við eini kenslu av, at hesir flokkar ongan vilja hava at arbeiða fyri eini loysn av hesum týdningarmikla máli. Tit arbeiða fyri eini góð- ari søk. Tit hava eitt gott grundarlag at byggja á. Tit eru væl fyrireikað, og vit eru mong, sum ynskja alt tað besta fyri tykkum við vón um eitt gott úrslit til Góða Eydnu, Anfinn og felagir frama fyri alt Føroya fólk, eisini fyri tey, sum í dag eru í móti. Góða eydnu. Jógvan Sudstein Viðmerking: