hósdagur 16. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
Nú mugu
Karsten
og Signar
semjast
– Arbeiðssteðgurin hjá lærarunum er
ein politiskur spurningur, sigur for-
maðurin í Skúlaráðnum í Havn
áheitan.
–Sum umboð fyri for-
eldrini heita vit á partarnar
í ósemjuni í fólkaskúlanum
um at fara undir sáttmála-
samráðingar sum skjótast
og at finna eina virðiliga
loysn á hesum máli, so at
tann kravda undirvísingar-
skyldan hjá næmingunum
verður vird og at næming-
arnir fáa teir undirvísing-
artímar, sum teir eiga eftir
lógini.
Í
áheitanini
minnir
Skúlaráðið eisini til við-
merkingarnar,
sum
tað
hevði, tá ið hendan nýggja
fólkaskúlalógin varð til við-
gerðar.
– Vit vóna, at myndug-
leikarnir liva upp til sína
skyldu á skúlaøkinum og
megna at fylla lógarkarm-
arnar út, so sum ætlanin er
við nýggju fólkaskúlalóg-
ini.
Skúlaráðið sigur, at tað
ÁKI BERTHOLDSEN
–Vit heita á partarnar í ó-
semjuni í fólkaskúlanum
um at fara undir samráð-
ingar sum skjótast.
Nú er eisini Skúlaráðið í
Havn farið at gera vart við
seg um standin í fólkaskúl-
anum, eftir at teir sáttmála-
settu lærararnir løgdu ar-
beiðið niður mitt í farnu
viku.
Týsdagin hevði Skúlaráð-
ið í Havn, sum umboðar ein
góðan triðing av føroysku
skúlabørnunum og foreldur
teirra, fund um støðuna,
sum hevur tikið seg upp,
aftaná at lærararnir løgdu
arbeiðið niður.
Niðurstøðan á fundinum
var, at ráðið samdust um at
senda
Lærarafelagnum,
Signari á Brúnni, landsstýr-
ismanni í skúlamálum og
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum eina
tekur málið í størsta álvara
og at tað vónar eina skjóta
og góða loysn.
Ein politiskur spurn-
ingur
Egon Øregaard, formaður í
Skúlaráðnum í Havn, vísir
á, at ráðið hevur ikki mynd-
ugleika til at gera nakað
sum helst. Og tískil fær
Skúlaráðið heldur onki
gjørt, uttan at vísa á, hvussu
óheppin støðan er.
Hann vísir eisini á, hetta
er ein spldurnýggj støða, tí
hetta er fyrstu fer, at lærarar
leggja arbeiðið niður.
– Tí er tað eitt sindur trup-
ult at vita, hvussu farast skal
fram.
Men hann leggur dent á,
at Skúlaráðið vil ikki leggja
seg út í samráðingarnar sum
so og tað vil tí heldur ikki
fara í parti við øðrum part-
inum ímóti hinum partin-
um.
Og tí hevur Skúlaráðið
heldur onga meining um,
hvør av pørtunum hevur
skyldu at taka stig til at taka
samráðingarnar uppaftur.
Sjálvur heldur hann, at
ósemjan í fólkaskúlanum er
ein politiskur spurningur.
– Eg haldi, at fyrsta treyt-
in fyri, at koma víðari, er,
at Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
og Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í skúlamálum
semjast um, hvat hendan
nýggja fólkaskúlalógin ber
í sær.
Hann heldur, at trupul-
leikin liggur í, at politik-
ararnir hava samtykt eina
nýggja fólkaskúlalóg. Men
samstundis hava teir ikki
verið til reiðar at seta tann
peningin av, sum er neyð-
ugur til at seta lógina í verk.
Egon Øregaard vísir á, at,
Skúlaráðið hevur alla tíðina,
vita at tað fór at fáa fíggj-
arligar avleiðingar at seta
nýggju fólkaskúlalógina í
verk og tað vísti Ráðið eis-
ini á, tá ið lógin var til við-
gerðar.
– Tí havi eg ilt við at
síggja, hvussu vit kunnu
koma víðari, fyrrrenn Sign-
ar á Brúnni og Karsten Han-
sen eru blivnir samdir um,
hvat tann nýggja lógin ber í
sær. Og fyrrenn teir báðir
eru blivnir samdir, fær fíggj-
armálastýrið sum so onki
gjørt.
– Tí er hetta fyrst og
fremst ein politiskur spurn-
ingur.
Men við hesum hevur
hann tó ikki sagt, at løg-
tingið eigur at leggja upp í
og at enda arbeiðssteðgin
við lóg.
Og hann leggur enn eina-
ferð dent á, at hetta er hans-
ara egnu sjónarmið, tí hetta
eru spurningar, sum Skúla-
ráðið ikki hevur viðgjørt.
Týsdagin hevði Skúlaráðið í Havn fund í býráðssalinum um støðuna í fólkaskúlanum, nú teir sáttmálasettu lærararnir
hava lagt arbeiðið niður. Frá vinstru eru tey Lissy Hansen, sum er varalimur hjá Svenningi av lofti úr Miðflokkinum,
Síðani situr Johan Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin, Jákup Simonsen er skrivari, fólkafloksmaðurin, Egon
Øregaard, er formaður og ytst høgrumegin situr Hildur Patursson, sum umboðar Tjóðveldisflokkin
Allan og Rúni bíða framvegis
fyrrenn teir fáa eina bein-
leiðis áheitan.
– Vit kunnu ikki fara til
arbeiðis, uttan at arbeiðs-
gevarin, Lærarafelagið og
fíggjarmálastýrið
biðja
okkum um tað, sigur hann.
Men hann leggur afturat,
at sum støðan er í løtuni, er
onki, sum bendir á, at boð
verður eftir teimum í bræði.
– Partarnir standa rætti-
liga langt frá hvørjum øðr-
um.
– Øðrumegin
stendur
fíggjarmálastýrið við einum
aðalmáli um ikki at víkja frá
einum ávísum fíggjarligum
karmi.
– Og hinumegin standa so
lærararnir við einum aðal-
máli um, at nýggja fólka-
skúlalógin áleggur teimum
eitt stórt, eyka arbeiði, sum
teir mugu fáa tíð til at gera.
Tí mugu fleiri lærarar set-
ast. Og tað kostar pening
útyvir teir karmar, sum
fíggjarmálastýrið arbeiðir
innanfyri.
Og Allan Skaalum heldur,
at fyribils tykist tað ikki,
sum um partarnir hava nak-
að sum helst at tosa um.
Men hann viðgongur, at
tað kom eitt sindur óvart á
hann, at báðir partar skuldu
vraka semingsuppskotið.
– Vit hildu okkum hava
funnið eina millumloysn,
sum gav báðum pørtum eitt
sindur í part.
Somuleiðis settu vit í
semjuna nakrar grundgev-
ingar fyri, hví hesar sam-
ráðingarnar eru heilt ser-
ligar og ikki kunnu sam-
anberast við aðrar samráð-
ingar, sum hava verið á ar-
beiðsmarknaðinum.
– Uppá ein máta, raktu vit
eina javnvág. Men hendan
javnvágin vísti seg tíverri at
vera undir vatnskorpuni,
sigur semingsmaðurin.
Hann heldur, at sum
støðan er, verður tað ikki
løtuverk at fáa semju í-
millum partarnar, so enn eru
ongi útlit fyri, at læraranir
fara aftur til arbeiðis.
– Hóast semingsroyndir-
nar skuldu byrja skjótt aftur,
hevði tað helst tikið fleiri
dagar at komu til eina
semju, heldur hann
Annar semingsmaðurin
í
Semingsstovninum,
John Rajani væntar ikki,
at
semingsroyndirnar
høvdu verið øðrvísi um
tað var stovnurin, sum
stóð fyri teimum.
– Aðrir semingsmenn
arbeiða ofta eftir lógini,
hóast teir ikki formliga
eru bundnir at henni, eins
og semingsstovnurin er.
– Semingsstovnurin
kann útseta eitt verkfall
eina viku, men aftaná tað,
kunnu partarnir leggja ar-
beiðið niður, nær tað skal
vera. Og er ongin møgu-
leiki fyri semju, so er onki
at gera.
– John Rajani sigur, tó
at
semingsmenninir
kunnu taka semings-
royndirnar uppaftur, uttan
beinleiðis at vera bidnir
um tað.
– Tað kann vera eftir
eini ábending í fjølmiðl-
unum, ella tí at aðrar á-
bendingar gera, at sem-
ingsmenninir halda, at tað
er vert at royna aftur, sig-
ur hann.
Tað kom eitt sindur óvart á Allan Skaalum, semingsmann,
at báðir partar skuldu vraka semingsuppskotið
Heinesen, ikki gjørt nakrar
royndir at fáa lærararnar og
fíggjarmálastýrið til sam-
ráðingarborðið.
– Vit kunnu ikki taka
semingsroyndirnar uppaft-
ur, fyrrenn partarnir bein-
–Tað verður ikki
løtuverk at fáa
semju ílag ímill-
um lærararnar
og fíggjarmála-
stýrið, heldur
Allan Skaalum,
semingsmaður
ÁKI BERTHOLDSEN
– Enn eru ongar ábend-
ingar yvirhøvur um, at
partarnir eru til reiðar at
taka samráðingarnar upp-
aftur.
– Og fyrrenn vit fáa
eina beinleiðis áheitan,
fáa vit onki gjørt.
Enn sita teir báðir, sum
skuldi royna at finna
semju í trætuni ímillum
Lærarafelagið og fíggjar-
málastýrið bara og bíða.
Síðani samráðingarnar
slitnaðu, hava teir báðir
semingsmenninir, Allan
Skaalum
og
Rúni
leiðis heita á okkum um at
gera tað, sigur Allan Skaal-
um.
Hann sigur, at teir eru ikki
semingsmenn hjá semings-
stovninum og tí kunnu teir
ikki taka arbeiðið uppaftur,
– Hatta er fjas
Soleiðis sigur
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráð-
harri, til tað, sum
forkvinnan í Før-
oya Lærarafelag
hevur ført fram
um, at Fíggjar-
málastýrið eigur
næsta leik í ó-
semjuni teirra
millum. Hann
vísir á, at tað var
Lærarafelagið, ið
boðaði frá verk-
falli
DAGFINN OLSEN
Arbeiðssteðgurin hjá sátt-
málasettu lærarunum hevur
nú staðið við í meira enn
eina viku og einki samband
hevur verið millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið, síðani 7. mars.
Fíggjarmálaráðharrin
Karsten Hansen metir, at tað
er av allari leið, tá forkvinn-
an í Føroya Lærarafelag,
Elsa Birgitta Petersen, førir
fram, at bólturin liggur hjá
Fíggjarmálastýrinum í ó-
semjuni millum Føroya
Lærararfelag og Fíggjar-
málastýrið.
Fjas
– Tað er fjas, at bólturin
liggur hjá okkum. Lærara-
felagið boðaði frá verkfalli
og segði við semingsmenni-
nar, at vit fara í verkfall á
miðnátt (týskvøld 7. mars,
blðm.).Semingsmenninir
eftirlýstu, um teir skuldu
halda fram og royna semju
og tað vóru vit til reiðar til,
men Lærarafelagið segði
nei. Elsa Birgitta Petersen
takkaði semingsmonnunum
fyri gott arbeiði, men gjørdi
greitt, at brúk var ikki meira
fyri teimum. At siga, at vit
hava bóltin, tað skilji eg
ikki. Tað eru ikki vit, sum
eru farin í verkfall, men vit
eru framvegis til arbeiðis,
sigur Karsten Hansen.
Krøv Føroya Lærarafelags
Niðanfyristandandi hoyrir við til ta
generellu lønarhækkingina
Generell lønarhækking 6,5%
Ískoytiseftirløn til allar eftirløntar limir felagsins.
Nakrar umflokkingar, sum ikki komu við í seinastu
semju.
Dagføring av ferðaendurgjaldi hjá lærugreinaráð-
gevum o.ø.
Reglugerð fyri nýggja álitisfólkaskipan sambært
nýggju fólkaskúlalógina.
Nýggj semja um arbeiðs- og lønarviðurskiftir hjá
limum felagsins á Sernámsdeplinum skal staðfestast.
Viðmerkingar til setanarsáttmálan frá 1998 skulu
staðfestast
Næmingatalið í øllum flokkum í fólkaskúlanum skal
ikki fara upp um 24.
Av tí at niðanfyristandandi er nýtt ar-
beiði, sum er álagt lærarum við lóg,
krevur Føroya Lærarafelag, at hetta
skal haldast uttan fyri ta generellu
lønarhækkingina
Í punkt 5 í semju millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið frá 31. okt. 1999 stendur, at sam-
ráðingarnar skulu verða um broyttar og meira álagdar
uppgávur sambært nýggju fólkaskúlalógini. Hetta
eru okkara krøv.
Víst verður til tær greinirnar í nýggju fólkaskúla-
lógini, sum áleggja lærarum økta arbeiði.
1. Tíð til felags ráðlegging, felags fyrireikina og
felags eftirmeting sambært § 14.
2. Tímaniðurskurð fyri økta umsiting og leiðslu
sambært § 21 og § 55
3. Tímaniðurskurður fyri økta flokslæraraarbeiði
sambært § 21
4. Dagføring av tímanýtslu í námsfrøðiliga tæn-
astudeplinum/skúlabókasavninum sambært § 23
5. Skipan fyri skúlavegleiðarar
6. Skipan fyri telduvørar
7. Skipan fyri savnsrøkt og røkt av serstovum.
8. Eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum eigur at
víðkast.
Vil tað so siga, at talan
er ikki um arbeiðssteðg,
men um verkfall?
– Tey hava fráboðað
verkfall. Vit hava ikki frá-
boðað verkbann, sigur Kar-
sten Hansen.
Karsten Hansen sigur, at
í Fíggjarmálastýrinum verð-
ur arbeitt víðari við máli-
num.
– Men kostnaðin kunnu
vit ikki ganga við til. Tað
ber ikki til og tað veit felag-
ið eisini av, men vit eru altíð
til reiðar at samráðast, sigur
Karsten Hansen.
– Nú er verkfall og vit
kenna sjálvsagt okkara á-
byrgd og royna at finna eina
loysn, vísir Karsten Hansen
á.
Tílmatalið
Tað er arbeiðstíðin, ið skilir
partarnar?
- Ja. Nú sigur forkvinnan
í Lærarafelagnum, at trupul-
leikin er ikki viðvíkjandi
lønini, men við semings-
menninar segði hon, at hon
var ikki nøgd viðvíkjandi
lønini, vísir Karsten Hansen
á.
Hann viðgongur tó, at
stóra ósemjan er um niður-
setta undirvísingartímatalið.
– Tað kann dokumenter-
ast, at í løtuni er bara Svø-
ríki, ið hevur lægri tímatal.
Hini londini liggja oman-
fyri, sigur Karsten Hansen,
sum veit, at Føroya Lærara-
felag hevur víst hesum aft-
ur, men hann sigur seg ikki
vita, hvar tey tølini stava
frá, tí Fíggjarmálastýrið
hevur síni tøl frá myndug-
leikunum í okkara granna-
londum, sum umsita hetta.
Játtan fylgir ikki við
Er hetta mál dømi um, at
peningajáttan fylgir ikki við
lógunum, sum ført hevur
verið fram?
– Tað hava vit so mong
dømi um. Tað er ofta, at lóg
verður smíðað, men pening-
ur kemur ikki eftir einum
ári. Hetta er einki eindømi,
sigur Karsten Hansen, ið
kann nevna fleiri dømi um
hetta, men hann vísir sam-
stundis á, at fólk fara ikki
til hús av hesi orsøk
Ikki ósemja
millum partamenn
Karsten Hansen vísir eisini
aftur prátinum um, at tví-
dráttur er millum parta-
menninar Signar á Brúnni
og Karsten Hansen, ið um-
sita ávíkavist skúlamál og
fíggjarmál.
– Tað er eingin tvídráttur
okkara millum, hóast vit
kanska síggja málini frá
ymsum síðum, men tað
hevur sínar náttúrligu or-
søkir. Men tá ástendur, so
vita vit hvar ábyrgdarbýtið
er, sigur Karsten Hansen.
Kann taka langa tíð
Hevur fíggjarmálaráðharr-
in nakað boð uppá, hvussu
longi íkomna støðan við ar-
beiðssteðgi kann vara?
– Nei, tað havi eg ikki,
men forkvinnan í Føroya
Lærarafelag hevur sagt
fleiri ferðir, at tað verður
longi, sigur Karsten Han-
sen.
Karsten Hansen sigur seg
ikki hava umhugsað møgu-
leikan, sum Føroya Lærara-
felag nevnir í Sosialinum í
gjar, um at lærarar, ið eru
tænastumenn, kunnu koma
fyri tingið og lønin har
verður ásett við lóg.
– Tað er sjálvsagt ein
møguleiki, men í mínari
verð eru samráðingar nú
einaferð samráðingar mill-
um tveir partar. Lat okkum
halda okkum til tað, sigur
Kartsen Hansen.
Hvussu longi kann slík
støða halda fram. Hevur
samfelagið ráð. Tað kann jú
hugsast, at foreldur fara
ikki til arbeiðis, tí børnini
eru ikki í skúla?
- Eg veit ikki reiðiliga.
Støðan er sjálvsagt óheppin
fyri børn og foreldur, men
tað er undirvísingarskylda
og tað hava vit eitt stýrið at
taka sær av sigur Karsten
Hansen, sum í dag er ímill-
um teirra, sum fer til Dan-
markar at samráðast við
danir um framtíðarstøðu
Føroya í ríkisfelagsskapi-
num.
Men hann ger vart við, at
hann er aftur longu í viku-
skiftinum og at fólk í Fíggj-
armálastýrinum taka sær av
málinum millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið.
Men skal Karsten Hansen
gera eina langa søgu stutta,
so er niðurstøðan, at bólt-
urin liggur ikki hjá Fíggjar-
málastýrinum.
Tað eru ikki
vit, sum eru
farin í verk-
fall, men vit
eru framveg-
is til arbeið-
is, sigur
Karsten
Hansen,
fíggjarmála-
ráðharri,
sum ikki
skilir, at
Føroya Lær-
arafelag
metir, at
Fíggjar-
málastýrið
eigur næsta
leik í ósemj-
uni millum
partarnar
Frá samráðingum.
– Tey hava fráboðað verk-
fall. Vit hava ikki fráboðað
verkbann, sigur Karsten
Hansen.
Kelda: Føroya Lærarafelag
Óivað eru fleiri, ið ikki heilt hava
fingið eina heildarmynd av, hvat
tvídrátturin millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálastýrið
snýr seg um Her er í stuttum tað,
ið Lærarafelagið hevur ført fram
við samráðingarborðið
Fakta