hósdagur 16. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
EDVARD JOENSEN
Hon er blíð og væl nøgd, tá
hon í rullustólinum tekur í
móti okkum heima í Bakka-
gøtu á Argjum. Fyrsti spurn-
ingurin er, um dóttirin ikki
skal geva monnunum ein
drekkamunn, nú teir eru
komnir inn á gólvið. Jú, hon
er longu í gongd, so har
man einki fara at mangla.
»Vælkomnir skulu tit
vera. Men tit mugu bera
yvir við mær, at eg eri eitt
sindur blind. Eg síggi ikki,
hvussu tit síggja út, men eg
hoyri væl. Og heilsan er
góð,« sigur hon á ramligum
eiðismáli, sum ikki fornokt-
ar upprunan.
Eg havi havt tað gott
Anna Sofía Jacobsen á Argjum, sum í dag sum fyrsti føroyingurin í hesum nýggja túsundáraskeið-
num fyllir 100 ár, er nøgd við lívið. Hon hevur havt tað gott og hevur bara gott at bera øllum
Anna Sofía varð fødd á
Eiði tann 16. mars ár 1900.
Foreldrini vóru Marin Sús-
anna -Marsanna- og Jógvan
Joensen í Skorini á Eiði. Tey
vóru sjey systkin, sum hon
ramsar nøvnini á, meðan
hon telur á fingrunum. Og
eingin fer burtur ímillum.
Øll verða nevnd í raðfylgju
eftir aldri.
Sum onnur livdu tá
Lívið á Eiði fyrst í farnu øld
var sum bygdarlív annars í
Føroyum. Tað var at vinna
til lívsins uppihald við land-
búnaði og útróðri. Onkur
var til skips.
Anna Sofía minnist, at
pápi hennara var heima-
maður. Røktaði uppi í Kolli,
røkti jørðina og róði eitt
sindur út, greiðir hon frá.
Skipsmaður var hann ikki.
Altíð til arbeiðis. Hann ar-
beiddi bæði tíðliga og síðla.
Tá ikki var verandi úti, varð
arbeitt inni. Rokkurin stóð
ongantíð stillur slíkar løtur.
Sjálv plagdi hon at ganga
til neytar, minnist Anna So-
fía. Á Eiði fóru neytini nið-
an í Koll, sum sagt verður,
um ta tíðina, seyðurin fór
av bønum. Har vóru tey til
jóansøku, tá tey vóru koyrd
í hagan. Tað var longri burt-
ur. Kollurin var meira at
rokna
sum
heimabeiti.
Neytini gingu so í haganum
frá jóansøku til mikkjals-
messu, og ta tíðina gingu
neytakonurnar so eisini í
hagan at mjólka.
Eisini var arbeitt í fiski,
greiðir Anna Sofía frá. Fisk-
urin varð turkaður á Eiði.
Ikki heldur hon kortini, at
alt, sum broytt er, meðan
hon hevur livað, bara er til
tað betra. Men hon vil tó
ikki finnast at nøkrum ávís-
um. Tað er henni so líkt at
láta væl at.
Eitt skip fer út um molan
og at kalla fram við stovu-
vindeyganum í Bakkagøtu
á Argjum. Hóast sjónini bil-
ar eitt sindur nú á gamals-
aldri, veit Anna Sofía væl,
at ferðingin er nógv undir
vindeyganum. Og hon hev-
ur tað á orði.
Samrøðan heldur fram,
hóast tað ikki gongur so
skjótt. Tað er jú heldur eing-
in unglingi, vit eru og vitja
í dag.
Umhvørvið, har
Anna Sofía vaks
upp, á Eiði.
Húsini til vinstru
eru í Skorini
Tvær gamlar, rukkutar hendur
sum einaferð slitu for fleir.
Nú eru tær lagdar í fangið,
tí ongum nýtist tær meir.
Tá ættin hjá Onnu Sofíu, Ejdesgaardættin, fyri
umleið hálvum øðrum ári síðani hevði ættar-
stevnu á Kambsdali, var hesin sangur, sum sam-
stundis kann vera ein føðingardagsheilsa til
Onnu Sofíu Jacobsen á 100 ára degnum, yrktur
og sungin:
Til ættina
Lag: Vit hoyrdu várið kalla.
So sjálvdan verður kvøðið
og tala um til heiðurs
teim, sum á hesum klettum í forðum reistu búð.
Tey løgdu okkum støðið
og vístu okkum leiðir.
Tað er av verkum teirra, vit landið byggja nú.
Við leypi og við haka
teir løgdu mangan fløttin.
Á knø og herðar litu - ei nakað annað var.
Teir vildu ikki slaka,
um brekkan mangan møtti.
Og gleddust so um verkið, tá bøur ávøkst bar.
Við stokkum og við vevi
varð virkað mangt eitt plaggið.
Úr lítlum mangan stórverk frá hondini varð lagt.
Við miklum stríð' og strevi
so langligt tóktist sjaggið.
Í sorg og gleði trúðu, alt stóð í Harrans makt.
Av okkar' tíðar virðum
tey høvdu sera lítið.
Við arbeiði í Guðstrúgv so strævin dagur gekk.
Bert knógva tungar byrðar
tað tykist ójavnt býti.
Men ivasamt í dag er, nær sálin meira fekk.
Í virðing teirra minni
í dag vit vilja æra.
Um ei vit duga skilja, hvat lagnan teimum bar.
Tó fátæksligt var inni,
vit víst enn kunnu læra,
at virði hevur annað, enn tað, bert eygað sær.
ej
»Vita tygum hvat dato tað
er?« verður spurt. Nei, ikki
er heilt greitt, hvussu er við
tí. Tá so sagt verður, at tað í
dag er tann 10. mars, er hon
skjót at svara:
»So er minni enn ein vika,
til eg fylli hundrað.«
Skjót við tølum
Heilt eiðasørt er ikki enn,
hóast hon letur at, at tað
gongur ikki so skjótt, sum
tað onkuntíð hevur gjørt.
Treyðugt so.
Men ikki bilar. Serliga eru
tað tølini, sum ganga skjótt.
At telja og leggja saman
liggur væl fyri, letur Anna
Sofía at.
Um tað liggur serliga væl
fyri við tølum, er ikki gott
at vita, men Anna Sofía
minnist væl, nær hon giftist.
Tann 15. oktober 1923. Og
tað stendur rimmarfast. Tað
kann Landsfólkayvirlitið
vátta.
Tann dagin giftist Anna
Sofía Dánjali Jákupi Jacob-
sen, úr Leynum. Seinni
nevndur Dánjal Jákup í
Skipshandlinum.
Sjálv fór Anna Sofía av
Eiði til Havnar sum 19 ára
gomul at tæna hjá Jens
Evensen, handilsmanni. Har
var hon í eini tvey ár, og tað
mundi vera tá, hon møtti
Dánjali Jákupi, heldur hon.
Tey fingu seks børn.
Fimm døtrar, sum allar eru
á lívi, og ein son, sum doyði
í 1986 bert 56 ára gamal.
Aftur telur hon á fingru-
num, og kemur til rætta tal-
ið.
»Nú eri eg so sløv, at eg
má brúka fingrarnar at telja
á«, flennir hon.
Hóast vit nú hava sitið
eina rættiliga fitta løtu og
prátað, og kaffikopparnir
eru tømdir fleiri ferðir, er
Anna Sofía framvegis líka
birg og væl uppløgd.
Nógvar eftirkomarar er
tað vorðið til. Elsta ommu-
dóttirin er í dag 56 ár, so
nakað væl kann vera lagt til.
17 eru ommubørnini, 34
langommubørn og 8 old-
ommubørn eigur Anna So-
fía, nú hon rundar øldina.
Og hon veit, at ikki øll
búgva í Føroyum. Minni
enn so. Onkur býr í A-
merika, og tá hon hevur
fingið greiði á, hvør tann
ommudóttirin er, veit hon
eisini at siga, at maðurin er
amerikanari. Jú. hon fylgir
við, hóast aldurin er høgur,
og okkurt rímiligvís fer
framvið uttan at verða skrá-
sett í fyrsta umfari.
Familjukær er hon
Men eingin er farin aftur til
Eiðis kortini, heldur hon.
»Tað fall ikki í teirra lut«.
Men eiðisfólk er hon
kortini, hóast tað nærkast
øldini, síðan hon fór av Eiði.
Tað er ikki bara málið, sum
sigur frá upprunanum. At
heimbygdin ikki er gloymd,
vitna myndirnar á veggi-
num um. Málningar av Eið-
isbygd í fyrra parti av øldini.
Ein av húsunum í Skorini
og grannahúsunum. Og so
ein fotomynd av pápanum,
Jógvani í Skorini. Staddur í
kava Uttan fyri Garðar, í
hettu og koti við fjallstavi í
hond og seyðafylginum
rundan um seg.
Tað gleðir Onnu Sofíu, at
ein skyldmaður í triðja ætt-
arliði hevur keypt húsini í
Skorini og nú við familju
býr aftur á gamla staðnum.
Nei, Anna Sofía hevur
ikki hugsað nakað serligt
um at gerast 100 ára gomul.
Tað kemur bara av sær
sjálvum hjá tí, sum livir so
leingi, heldur hon.
Anna Sofía letur væl at,
at hon fær nógva vitjan.
Hon býr hjá eini dóttir, sum
arbeiðir úti, so har verður
hugt inn upp á skift.
Men tað gera tey sanni-
liga eisini uttan eftir vakt-
arskipan. Og nógv eru jú til,
so tað trýtur ikki við vitja-
num.
»Eg vóni, at tað kemur
nógv fólk í føðingardag, nú
eg fylli 100,« sigur Anna
Sofía.
Tað munnu tað fara at
koma, heldur Thurid, dótt-
irin, sum hon býr hjá. Av-
gjørt er at halda dagin í sam-
komuhúsinum Hebron á
Argjum hósdagin tann 16.
mars klokkan 18.
»Hvat skammin skulu tit
fara út við mær til«, er Anna
Sofía so knøpp at við-
merkja. »Tað er vanligt at
taka í móti gestum heima,«
flennir hon, men skilir tó
væl, at hendan dagin kann
rúgvan væntast at gerast so
mikið stór, at húsarúmdin í
Bakkagøtu fer at ganga und-
an, hóast hjartarúmið er
stórt.
Myndamaðurin
tekur
nakrar myndir av føðingar-
dagsbarninum, áðrenn farið
verður avstað aftur. Anna
Sofía tekur í armin á und-
irritaða og minnir á, at eg
endiliga má koma í føðing-
ardag.
Eina hjartaliga heilsu fáa
vit við á vegnum við ynski
um, at vit mugu fáa tað gott,
meðan vit liva.
Jú, tað ber bert til at á-
sanna, at her sitir ein nøgd
kvinna, sum hevur nátt
aldri, sum bert teimum
fæstu er untur, og samstund-
is hevur fingið í lut altíð at
vera nøgd við tað, sum
hendi.
— Eg havi livað eitt gott
lív við góðari heilsu. Eg
eri væl nøgd, nú eg havi
nátt so høgum aldri«,
sigur Anna Sofía Jacob-
sen, sum í dag fyllir 100
ár