hósdagur 16. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Eingin hevur enn váttað tað,
men samstundis er tað eing-
in, sum hevur avsannað tað.
Um ikki nakað heilt ser-
ligt hendir, so gerst formað-
urin í Arbeiðaraflokkinum,
Thorbjørn Jagland, nýggjur
norskur uttanríkisráðharri.
Hetta merkir eina týðuliga
broyting í norska uttanrík-
ispolitikkinum.
Fráfarandi norski uttan-
ríkisráðharri, Knut Volle-
bæk, er ein av best dámdu
norsku uttanríkisráðharru-
num nakrantíð. Í uttanríkis-
ráðnum eru tey hørm um,
at ein av teirra egnu fer frá.
Knut Vollebæk er ein ”sup-
erdiplomatur”, ið nú skal
aftur til virkna tænastu í utt-
anríkisráðnum — undir
leiðslu av tí meir politiska
Thorbjørn Jagland. Bert tíð-
in vil vísa, hvat fólk fara at
siga um Jagland, men eing-
in ivi er um, at norskur utt-
anríkispolitikkur nú gerst
meir politiskur.
Munurin millum Volle-
bæk og Jagland er tann dipl-
omatiska tyngdin móti tí
politisku tyngdini. Ramm-
urnar fyri norskum uttanrík-
ispolitikki eru rættiliga fast-
lagdar, og tað er ein breið
semja í Stórtinginum um
politikkin.
Stjórin fyri Nobel-stovn-
inum,
Geir
Lundestad,
segði í vikuni í eini samrøðu
við Aftenposten:
»Ein uttanríkisráðharri
sum fær hetta starv, tí
hann hevur høga fakliga
góðsku, kann, sum Voll-
ebæk, gera eitt gott ar-
beiði sum ’superdiplo-
matur’, innan givnar
rammur. Ein tungur pol-
itikkari kann hava onnur
mál, sum til dømis at
broyta rammurnar.«
Meir ES
Jens Stoltenberg hevur sum
mál, at nýggja norska
stjórnin skal vera meir
»virkin í ES-politikkinum«.
Hetta er tað einasta, sum
Jens Stoltenberg hevur sagt
um, hvønn politikk nýggja
stjórnin skal føra. Hetta er
samstundis eitt týðuligt tek-
in um, at nýggja stjórnin
meinar, at ES-limaskapur er
best fyri Noreg.
Tað verður eingin nýggj
umsókn um norskan ES-
limaskap send fyri Stór-
tingsvalið í 2001, men eitt
av málunum hjá parinum
Stoltenberg/Jagland verður
at fyrireika eina umsókn.
Arbeiðaraflokkurin
skal
hava landsfund í heyst, og
tá kann flokkurin fáa eina
semju um, at nú er tíðin
komin til at senda eina
nýggja umsókn.
Thorbjørn Jagland hevur
í røðum seinastu tíðina lagt
dent á ein meir virknan og
politiskan uttanríkispoli-
tikk. Hann hevur týðuliga
lagt herðslu á, at uttanríkis-
málaráðið eigur at virka fyri
at hjálpa norskum útflutn-
ingi innan fíggjarfyritøkur,
ídnað og serliga oljuvinnu.
Thorbjørn Jagland hevur
í nógv ár verið ein av heit-
astu talsmonnunum fyri
norskum
ES-limaskapi.
Fyri tíggju árum síðani
skrivaði Jagland bókina
»Min europeiske drøm«. Í
hesi bók vísti hann millum
annað til, at »arbeiðararørsl-
an varð borin í heim í Eu-
ropa. Her eru vit framvegis
sterk«. Støðan er galdandi í
dag, kanska enn meir enn
fyri tíggju árum síðani. Sum
floksleiðari hevur Thor-
bjørn Jagland eitt heilt ann-
að europeiskt samstarvsnet
enn tað, Bondevik-stjórnin
hevði og hevði møguleika
at brúka.
Meir altjóða politikk
Í dag vera 12 av 15 ES-
londum stýrd av sosialdem-
okratum og av flokkum,
sum standa javnaðarrørsluni
nær. Í einum heimi har glob-
aliseringin av og á tykjast
at ræða ein Thorbjørn Jag-
land, gerst ES tann skansin,
sum kann bjarga tí vælferð-
arhugsan, sum vit hava havt
í Norðanlondum í mong ár.
Thorbjørn Jagland hevur
eisini víst altjóða samstarv-
inum stóran ans, og meinar
at globaliseringin kann stýr-
ast politisk. Um ein fylgir
við í tí, Jagland hevur sagt
tey seinnu árini, so er tann
reyði tráðurin, at broyting-
arnar í heiminum eiga at
stýrast
politiskt.
Hann
meinar eisini, at Bondevik-
stjórnin hevur verið merkt
av »iva og mótstøðu«.
Bondevik hevur ikki viljað
Stjórnarskifti í Noregi:
Grundarlag fyri nýggjum
ES-orðaskifti verður nú lagt
Thorbjørn Jagland verður í morgin norskur uttanríkisráðharri, og við hesum
valinum leggur nýggja norska javnaðarstjórnin fyrsta part av grundarlagnum
fyri einum tættari tilknýti til ES. Helst ynskja Stoltenberg og Jagland, at Nor-
eg gerst limur í ES skjótast til ber
tikið støðu til, hvønn leiklut
Noreg skal spæla í altjóða
politikki og virksemi. Mill-
um annað meinar Jagland,
at Noreg eigur at arbeiða
meir innan felagsskapir sum
WTO (heimsins handilsfel-
agsskap) og ST.
Sambært Jagland hevur
Bondevik-stjórnin
verið
meir áhugað í at steingja
Noreg úti frá altjóða sam-
starvi — í staðin fyri virkið
at vera við í menningini av
hesum.
Hansara túrur
Tá Thorbjørn Jagland í
morgin setir seg í sessin
sum ovasti leiðari fyri utt-
anríkisráðnum, fær hann
møguleikan at gera nakað
við hugsanir sínar um al-
tjóða stýring, broytingar av
ST-felagsskapinum
og
nýggja tøkni. Nú skulu orð-
ini og hugsaninar broytast
til virknan politikk.
Í norska Dagbladet skriv-
ar blaðmaðurin Halvard
Helle, í eini viðmerking:
»Hann (Thorbjørn Jag-
land) hevur ikki ráð at
byggja eitt globalt luft-
slott í leiivdunum av Tí
Norska Húsinum«.
Tað Norska Húsið var
grundarlagið undir Jagland-
stjórnini, sum við fullari
ferð fór í knús í 1997 og
gav Bondevik møguleikan
at sleppa framat…
Thorbjørn Jagland
Føddur 5. november 1950 í Drammen
Giftur, tvey børn
Býr í Lier
Bakgrund:
Útbúgvin búskaparfrøðingur
Utredningssekretær i Arbeiderpartiet.
Konstituert partisekretær 1986-87.
Valdur floksskrivari frá 28. mars 1987 til 8.
november 1992.
Formaður Arbeiðarafloksins frá 8. november
1992.
Forsætismálaráðharri frá 25. oktober 1996-17.
oktober 1997.
Nøkur fyrrverandi álitisstørv
Limur í Buskerud fylkesting 1975-83.
Eygleiðari á aðalfundi ST‘sheystið 1976.
Formaður í Arbeidernes ungdomsfylking
(AUF) 1977-81.
Formaður í Det norske Arbeiderpartis (DNAs)
internasjonale utvalg fra 1986.
Skrivari í floksins »nedrustningskomite« frá
1982.
Formaður í tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokki-
num í Stortinget frá 1993.
Parlamentarisk formaður frá 1993.
Stórtingið:
Umboðsmaður nr. 1 fyri Buskerud 1993-97,
1993-97:
Limur í Odelstinget.
Limur í Utenrikskomiteen. Medlem Den utvid-
ede utenrikskomite. Medlem Valgkomiteen.
Medlem Nordisk Råd 1993-94.
Medlem Delegasjonen til en fellesparlamentar-
ikerkomité mellom Stortinget og Europapar-
lamentet
fakta um
Thorbjørn Jagland tekur í dag helst við sum nýggju
norskur uttanríkisráðharri
Mynd: Jógvan Hugo Gardar
Fyrrverandi forkvinna Arbeiðarafloksins og forsætismálaráðharrin, Gro Harlem Brundtland og komandi
forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg
HØGNI MOHR
Bygdarráðsformaðurin
í
Nólsoy, Marnar á Skúr, er
sjúkur. Seinastu tvey árini
hevur hann drigist við her-
viliga livrasótt, ið er honum
til miklan ampa.
Men kortini er Marnar
takksamur. So takksamur, at
hann er farin at stoypa sínar
takkarkvøður,
ið
allar
mynda verndareinglar, úr
betongi.
Ógrøðiligur livrabruni
Í 1998 gjørdist bygdarráðs-
formaðurin sjúkur umborð
á nótaskipinum, Pelagos.
Herðindini vóru so mikið
ógvuslig, at hann noyddist
at leggja seg upp á land.
Eftir stuttari tíð fór hann á
beinið. Staðfest varð, at
hann hevði ógrøðiligan
livrabruna. Á heystið sama
árið herjaði brunin so hart,
at hann mundi siglt av.
Immunverjan legðist eftir
livrini, og bygdarráðsfor-
maðurin varð fluttur á
Ríkissjúkrahúsið í Keyp-
mannahavn.
– Eg var ongantíð ræddur,
men eg fór at hugsa um lív-
ið, ið eg helt hava verið gott,
sigur Marnar á Skúr, ið
væntaði, at deyðin var vísur.
– So upptærdur var eg, at
tað gjørdi ikki mun um eg
andaði
ella
prumpaði;
dunsturin var øgiligur. Og
eg taki onki aftur, tá ið eg
sigi, at skarnið var hvítt, og
landið sum kaffi, sigur
bygdarráðsformaðurin, ið
minnist, at hann luttók á
einari læknaráðstevnu, har
hann varð vístur fram í sín-
um skirvisliga hami.
– Eg bað teir vælsignaðar
skera meg upp og brúka
meg til eykalutir, um so var,
at eg sigldi av, minnist
Marnar.
Tøkk til trúgva
eingilin
Men Marnar hevði, og hev-
ur framvegis, eina sterka
Guðstrúgv. Á sóttarsong
síni legði hann sær sjálvum
eina við, at hóraði hann
undan, skuldi okkurt minni
verða latið úr hondum hans-
ara: Ein tøkk til verndar-
eingilin, ið Marnar er full-
vísur í, hevur fylgt sær á
lívsleiðini.
Marnar kom livandi og
takksamur aftur til Nólsoy-
ar. Og úrslitið gjørdist ein
einglastandmynd úr be-
tongi, ið hann sjálvur skýrir,
Mariu Eide, tí einglaandlit-
ini minna um andlitsdrøgini
Takkarbøn úr betongi
DEYÐSHÁÐ. Meðan Marnar á Skúr, bygdarráðsformaður, lá í andarleypi á Ríkissjúkrahúsinum í Danmørk, legði hann
sær eina við, at reistist hann aftur, skuldi tøkkin fara til verndareingil sín. Tøkkin var standmynd úr betongi
Olmussugáva Marnars á
Skúr til verndareingil sín.
Onkur nólsoyingur hevur
mælt Marnari til at nýta
standmyndina til grav-
stein, men um so verður,
veit bygdarráðs-
formaðurin ikki at siga.
Mynd: Jens Kristian Vang
Marnar á Skúr,
bygdarráðsformaður í
Nólsoy. Á sjúkulegu lovaði
hann, at vann hann seg
upp á føtur aftur, skuldi
tøkkin verða ognað
verndareinglinum.
Mynd: Jens Kristian Vang
á navnframu lærarinnuni í
Funningi, ið var ættað úr
Nólsoy.
– Væl eru læknarnir góð-
ir, men verndareingilin er
nú bestur, sigur Marnar, ið
síðan olmussuna er hildin
fram við einglastoypingini
í kjallaranum.
Listarliga stoypingin er
náttarítriv. Tá ið friður er
undir lonini, og andvekur
ger um seg, fer bygdarráðs-
formaðurin, ið enn er nívdur
av sjúkuni, niðurundir. Hes-
ar løtur fær hann gagnnýtt
sínar skapanargávur og
grunda um Guðstrúnna
samstundis.