hósdagur 16. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
um hvør hon er. So mang-
an hava vit hoyrt og sæð
fjalladun, upphald á fjøll-
um, havið ruskut sum
ývið høvur, brimið staðið
í grasið og hvirlurnar
farnar um fjørðin, eins og
frekir, dansandi mar-
mennlar. Tað, sum vit
hava tokkað til, eru vár-,
summar-, heyst- og vetr-
arløtur, hvar kvirran og
ljósið við sínum litum
hevur sett dám á. Hetta er
natúrligt, men ónatúrligt
verður tað, tá ið regn,
stormur, kavarok og turk-
ur verða so ógvuslig, at
tað stendur um lív manga
staðir. Hetta stendur bara
við og versnar. Ikki at tala
um skerpingin, sum hevur
verið viða um á Sunnaru
hálvu tey seinastu árini.
Er hetta orsakað av at
ójavnin í natúruni er kom-
in av dálking og burtur-
kasti? — Eingin ivi um
tað. Nú hoyrist eisini um
vatnflóð og glopraregn í
Afriku, sum ongangtíð
fyrr. Stynjar jørðin í sini
ómegd, tí megurð er kom-
in í?
Teir, sum balast á havi-
num, vita um alt hetta at
siga, tá ið veður og vind-
ur vísir sínar tenn. Hetta
er okkara umstøður, at
fara í bardaga ímóti natúr-
uni, fyri at yvirliva her á
klettunum. Tað vilja vit,
men svárt verður tað, at
bardagin verður kanska
ein annar, tá ið ójavnin er
komin í av órøkt, óskip-
aðum loysnum, atomburt-
urkasti, sóti - ja av dálk-
ing í sjálvum sær, sum
elvir til óregluligt veður-
lag.
Tann fagri, grøni liturin
er boðskapurin. Grønt
skal tað vera. Skótin er
boðberi og boðskapurin
er: Farið væl um natúru-
na, tað er keldan til lív
okkara!
Hornorkestrið, sum so
trúfast blæsir fyri okkum,
tá ið merkisdagar eru í
bygdini, ber fram í tón-
leikinum í dag grønar,
reinar vártónar.
1964 varð heitt á navn-
frama listamannin Cha-
gall (1887-1985) um at
mála hválvið í Paris opr-
uni. Hesum eftirlíkaði
hann. Chagall brúkar
bjartar litir i sínum máln-
ingum. Hválvið er eitt
meistaraverk. Litirnir eru
fyri tað mesta gulir og
grønir og umboða kend
tónaskøld. Í tí grøna liti-
num síggjast Hector Berl-
ioz, franskur komponistur
(1803- 69) og Richard
Wagner, týskur komp-
onistur (1813-83). Í tí
gula litinum er Tjaikov-
skij russiskur kompo-
nistur (1840 — 93).
Tónleikurin spríkir út
úr tí litfagra hválvinum.
Hesin farvuríki himmalin
ber boð um eina við-
kvæma sál, sum livdi fyri
listini og dugdi at týða
tónleikin í litum, sum
kom av pallinum, fór
kring rúmið, hevjaði seg
upp undir hválvið og_ to
sing like a bird without
themes or method, segði
Chagall, tá ið hválvið var
liðugt. Mozart er við í
rokanum við gandafloyt-
uni. Tann svarti liturin
hómast í støðum í hesum
hválvi, men javnvág er í.
Tónleikur tulkar tað,
sum er innast í sálarkrók-
unum. Fyri tað kann hann
vera einkultur sum lúðra-
ljóðið í dag ber boð um.
Ja, bert eitt lítið klipp úr
tí reyða nevinum er tón-
Grækarismessurøðan ár 2000 á Bugnum
Góðu skótar, góða horn-
orkestur og gott fólk.
Teir grønu skótarnir eru
grønir. Tjaldrið er hvítt,
svart og appelsingult.
Einki er so vist sum tað.
Litirnir hava alt at siga.
Hygg at teimum farvuríku
føroysku bygdunum,
hvussu livandi tær liggja
við sævarstrond og pulka
sær við fjøruklettin! Men
eg má siga, at tað harmar
meg, at tað eru vorðnar so
nógvar svartar tekjur í
bygdunum kring landið.
Tað er ov tungt. Svart er
svart. Tað er tann tyngsti
liturin, ið til er, so eg fari
at heita á tykkum, sum
fara at skifta tekju í
summar, ikki at skifta til
svarta tekju heldur grøna
ella reyða ella onkran
annan lit, sum lyftir upp í
landslagnum. Tá ið tjaldr-
ið tekur land, er tað ov
tryst hjá tí at skoða tær
svørtu tekjurnar. Tey, sum
búgva ovaliga í bygdu-
num mugu ásannað, at
svá er.
Nú varð nomið við tann
svarta litin. Tjaldrið er
eisini svart. Men her er
skil í. Tað er javnvág
ímillum hvíta, reyða og
svarta litin. Soleiðis skal
tað eisini vera hjá okkum,
tá ið hugsað verður um
húsatekjurnar.
Vildi eisini ynskt at
javnvág var í, tá ið um
veður og vind galt.
Vandi er altíð í hvørjari
vælferð. Vit geva teimum
grønu rætt, tá ið tey vísa
á, at dálkingin frá Evropa
røkkur líka norður í arkt-
isku økini. Umstøðurnar
hja fólki, sum liva við
hesar strendur, gerast
verri og verri. Sót frá
sótsvørtum verksmiðju-
skorsteinum og guvuvatn
frá atomdrivnum kraft-
verkum fer út í natúruna.
Natúran er ikki so, at hon
klárar at niðurbróta alt rut
og rusk, ið kemur frá
hesum pørtum av ídnaði-
num. Tí kemur ódámur í
og livikorini hjá fólki, ið
býr fjart frá okkum ,
verða skerd av somu or-
søk.
Skótin er góður við
natúruna. Hann fer um
dalar og skørð við telti
sínum og tekur tað til sín,
sum eygað sær. Summar-
dagar liggja skótar í leg-
um saman við feløgum
aðrastaðni frá — úr Før-
oyum og øðrum londum
við. Bond verða knýtt fyri
lívið og træðrir frá hesum
døgum minna á, at natúr-
an er tað stoltasta, sum
okkum er givin. Hon
tilevnar teg sum menn-
iskja - hon bjóðar tær av.
Natúran hevur mangan
verið beisk, ótespilig og
kravt sítt. Hon vísir okk-
leikur fyri okkum. Hesi
løg bera grønan gróður
við sær. Gandafloytan hjá
Mozart rungar undir
hválvinum í Paris opruni,
lúðraljóðið rungar millum
fjøll í Fuglafirði og tað
lítla, fitta tjaldursklippið
syngur fyri okkum úr
vøggu í grøv undir hesum
megnar hválvi, sum er
kring Fuglafjørð. Jú,
grønt skal tað vera, og tað
er best! — Men svartar
tekjur — nei, tær hevði
Chagall málað grønar til
javnvág kom í.!
Vónandi verður tað so í
framtíðini, at tey sum
hava mátt og megi til at
broyta gongdina við dálk-
ingini, fáa góð kor at
arbeiða undir og vent
hesum ráki til tað betra,
so javnvág verður aftur í
natúruni.
Skótin er trúfastur, og
takk skulu tit hava, tit
grønu skótar, at tit fyri-
skipa hetta hald ár um ár,
at taka ímóti tí trúfasta
vár- og summargesti okk-
ara, tjaldrinum, tað er
tykkum til mikla tign og
sóma og tøkk fái hornor-
kestrið, at tit trúliga ár um
ár seta dám á tilveru okk-
ara við tónleiki tykkara.
Eg ynski tykkum øllum
eitt gott vár og gott
summar.
Frits Johannesen
Tá aðalorðaskiftið var í løg-
tinginum um framtíðar
vinnupolitikkin í Føroyum,
luttók eingin andstøðuting-
maður í orðaskiftinum, av
tí at samgongutingmenn
ikki kundu semjast um,
hvønn politikk landsstýrið
og samgongan hava á hes-
um øki.
Andstøðan helt tað tí ikki
vera rætt, at luttaka í hesum
aðalorðaskifti, sum í roynd
og veru var ein samgongu-
fundur, har langt var ímill-
um partarnar.
Caragata álitið
Grundarlagið hjá landsstýr-
ismanninum í vinnumálum
fyri einum framtíðar vinn-
upolitikki í Føroyum kenna
vit øll. Tað var hann, sum
fekk Caragata álitið skrivað,
og hann hevur ongantíð dult
fyri, at hann av heilum huga
gongur inn fyri tí, sum hetta
álit sigur.
Ørvísi er við Tjóðveldis-
flokkinum, hvørs framsøg-
umaður hevði hug til at
traðka Caragata álitið undir
fótum. Sjálvt tey brotini,
sum
landsstýrismaðurin
hevði valt burturúr, fyri at
tekkjast sínum samgongu-
felagum, vórðu ruddaði av
borðinum.
Undir slíkum umstøðum,
verður tað trupult hjá and-
støðuni at luttaka í einum
aðalorðaskifti um politikkin
hjá landsstýrinum og sam-
gonguni.
Karráð liberalisma
Caragata álitið má sigast at
umboða ta sonevndu kar-
ráðu liberalismuna. Allar al-
mennar ognir skulu seljast,
og so at siga eingi krøv
verða sett til keyparan, ann-
að enn tað, at hann skal eiga
pening at keypa fyri. Eingin
sigur heldur, at keyparin
skal vera føroyingur, men
hann kann eins væl vera út-
lendingur, sum ongantíð
hevur givið sær far um, at
Føroyar eru á heimskorti-
num.
At privatiseringar kunnu
vera góðar, man neyvan
nakar ivi vera um. Men at
privatisera, við at avreiða
føroyskar ognir til útlend-
ingar, kann ikki verða rætta
leiðin at ganga. Eg dugi
heldur ikki at síggja nakra
meining í at privatisera, bara
fyri at privatisera.
Hvør keypir?
Sambandsflokkurin hevur
eitt uppskot liggjandi í løg-
tinginum, um at privatisera
Føroya Banka í smáum, so
síggjast kann, hvør undir-
tøkan er. Føroya Banki var
privatur undan kreppuni, so
í tí førinum kann tað væl
ikki vera nakar trupulleiki.
Men støðan er ein onnur,
tá Caragata álitið nevnir til
dømis Atlantsflog. -Hvør
keypir? Og hvar endar før-
oyska flogfelagið, um tað
verður privatiserað?
Tað verða neyvan vanligir
føroyingar, sum fara at nýta
sparipeningin til at keypa
eitt flogfelag fyri.
Harafturímóti er ikki ó-
hugsandi, at nakrir væl-
bjargaðir føroyingar, fara at
síggja møguleikan at gerast
uppaftur betri fyri, við at
keypa partabrøv í onkrum
felag. Úrslitið verður, at
gjógvin ímillum tey sum
kunnu og tey sum ikki
kunnu verður djúpari.
Skattalætti
Samgongan hevur nú lagt
uppskot fyri løgtingið um
at lækka partafelagskattin
niður í 20 prosent. Tað sum
er undrunarvert er, at øll
partafeløg
koma
undir
lækkingina. Ein hevði vón-
að, at tað bert var fiskivinn-
an sum fekk hesar sømdir,
tí tað tykist at vera torført
at gera nýiløgur, meðan
onnur vinna gongur strúk-
andi.
Tær 40 miljónir kr., sum
skuldu nýtast til íløgustuðul
til fiskivinnuna, vóru lov-
aðar sum skattalætti. Men
nú hevur landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum longu tag-
að burturav, og tí verður
helst ikki talan um nakran
skattalætta.
Hann hevur sagt, at 10
miljónir kr., skulu nýtast til
botnfrádráttin til pensjon-
istar. Alt gott um tað, men
var tað ikki landstýrisins
egni brølari, at lógin upp-
runaliga var skeiv. Tí eigur
botnfrádrátturin ikki at tak-
ast av teimum 40 miljóni-
num kr., men beinleiðis úr
landsskassanum!
Aðrar 7 miljónir kr., fara
til barnafrádráttin, sigur
landsstýrismaðurin.
Hví
skal hann tað ? Var tað ætl-
anin, tá Javnaðarflokkurin
legði uppskot fram um at
hækka barnafrádráttin upp
í 18 ár?
Eg skilji ikki samanhang-
in í øllum vavstrinum hjá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum.
Í uppskotinum um parta-
felagsskattin stendur, at
gjaldast skulu 35 prosent í
skatti, tá vinningsbýti verð-
ur útgoldið, tí tað fer at
menna feløgini. Ólíka betri
Hví Caragata?
Viðmerking:
hevði verið at latið fólk
goldið skatt á vanligan hátt
av vinningsbýtinum, so
høvdu partafeløgini av álv-
ara verið styrkt.
Hvat ætlar landsstýrið?
Tað má sigast at vera stórt
spell, nú bert eitt ár er eftir,
til næstu sáttmálasamráð-
ingar verða á arbeiðsmarkn-
aðinum, at samgongan ikki
kann koma við greiðum
boðum, sum siga føroya
fólki, um inntøkuskatturin
fer at lækka ella ikki.
Øll minnast, hvussu støð-
an varð seinast, tá lønin
hækkaði. Tá fekk lønmót-
takarin ongan vinning av
lønarhækkingini, av tí at alt
gjørdist dýrari.
Samgonguskjalið lovar
skattalætta, meðan lands-
stýrismaðurin við skatta-
málum sigur, at løtan til tað,
ikki er tann rætta. Sam-
stundis krevja samgongu-
tingmenn, at landsstýris-
maðurin fylgir samgongu-
skjalinum.
Tað má vera eitt krav frá
fakfeløgunum og føroya
fólki, at tey fáa at vita, hvat
landsstýrið ætlar á hesum
øki. Hesin spurningur má í
øllum førðum verða svarað-
ur, áðrenn næstu sáttmála-
samráðingar byrja.
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Sjálvstýrishugleiðingar
á Grækarismessu
Tjøldur tita títt um teig,
hava strítt seg langa leið.
Ung og gomul kát seg frøa,
halda fund um vár at røða.
Døpur skýggj um fjallatindar,
bera boð um kaldar vindar.
Brátt er hvítt og kalt alt landið,
tjøldur svong og køld á sandi.
Men vónir góðar tjaldrið eigur,
væntar skjótt at byggja reiður.
Tol skal til, tað fer at linna;
sólin skal á vetri vinna.
Absalon Absalonsen
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygar-
kvøldið 18/3
spælir
"TAXI"
til dans
í Klubbanum
TAXI spælir
í Lognbrá
fríggjakvøldið 17/3
Sosialurin - 311820
Streymoy
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Kaggin
MOON
MOON
SHOT
SHOT
MOON
SHOT
TAXI
TAXI
TAXI
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja- og
leygarkvøldið
spælir
Hóskvøldið
spælir
Sosialurin - 311820
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.00 – 03.30
Leygardag
kl. 19.00 – 03.30
Sunnudag
kl. 17.00 – 23.30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Nor›oyggjar
Mat-
seðilin
Hósdagin 16. mars:
Bayonneskinka
Fríggjadagin 17. mars:
Entrecote
Leygardagin 18. mars:
Culottesteik
Mánadagin 20. mars:
Medistapylsa
Týsdagin 21. mars:
Fiskafrikadellir
Mikudagin 22. mars:
Bostonsteik
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Su›uroy
Sosialurin - 311820
HJARNAR
spæla til dans leygarkvøldið
18/3 í VB-húsinum
HJARNAR Í VÁGI
HJARNAR Í VÁGI
Sumbiar Ítróttarfelag
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650