Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 JÁKUP MØRK Eitt av teimum feløgum, sum í mun til undanfarna kappingarár hevur mist fleiri lyklaleikarar, er B36. Samanborið við hópin undanfarna ár, eru Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteins- son, Djóni N. Joensen, Øss- ur Hansen, Ninoslav Milen- kovic og Tomislav Sivic millum teirra, sum ikki verða at síggja í hvíta bún- anum komandi ár. Sjálvandi er hetta ein frá- gongd, sum merkist, men hóast hetta, so hevur til- gongdin av nýggjum leik- arum ikki verið so øgiliga stór higartil. Frá leiðsluni hava boðini eisini alla tíðina verið tey somu, nevnliga at felagið hevur ein breiðan hóp, og at grundarlagið fyri fyrstudeildarhópinum eigur at verða funnið innan egnar karmar. Íslend, svenskt og norskt Fyrst í hesum árinum frætt- ist tó, at nýggi svenski ven- jari felagsins, Pelle Anders- son, væntandi fór at hava ein landsmann við sær, tá hann kom til felagið, og na- kað seinka kom hesin eisini til landið fyri einum tveim- um vikum síðani. Umframt Håkon Lund- holm, sum navnið á svia- num er, skrivaðu vit tá eis- ini, at B36 hevði samband við ein norskan verjuleik- ara, men at hetta helst fór at verða tengt at, hvussu lag- nan hjá útlænta liðskipara- num, Jens Kristiani Hansen, fór at verða í Skotlandi. Nú tykist so at siga greitt, at liðskiparin kemur aftur til landið, men kortini hava teir í B36 ikki slept ætlanunum um at styrkja hópin við út- lendskum leikarum. Norski leikarin, Tummas Sørlig, sum umframt at spæla í verjuni eisini hevur roynt seg á miðvøllinum, kemur eftir ætlan til landið hósdagin, og harumframt kemur eisini ein íslendskur leikari, Ragnar Høgsund, hendavegin. Tummas Sørlig er 23 ára B36 meira norðurlendskt Í royndunum at styrkja meira um hópin, fær B36 seinni í hesi vikuni vitjan av tveimum norðbúgvum, sum eftir ætlan skulu leika við besta liði felagsins komandi kappingarár gamal, og hevur hann áður leikt í næstbestu norsku deildini, har hann hevur røkt uppgávuni sum verju- leikari og verjukendur mið- vallari. Ragnar Høgsund er 25 ára gamal, og hevur fyri tað mesta leikt í álopinum, har hann millum annað hevur verið íslendskur meistari við ÍBV, felagnum sum All- an Mørkøre nú spælir fyri. Sum skilst er talan um ein vælvaksnan leikara, sum eisini hevur roynt seg á fleiri U-landsliðum hjá Ís- landi. Kristian á Neystabø sigur við Sosialin, at teir við hes- um báðum leikarum helst hava fingið seinastu prikk- arnar til fyrstudeildarhópin, uttan at hann tó vil leggja seg fastan á, júst hvørjar uppgávur hesir leikarar koma at røkja. Meira líkt føroyingum - Í fótbólti í dag kann ein góður leikari røkja fleiri ymsar uppgávur á liðnum, so talan er sum so ikki um hvørki álops- ella verjuleik- ara, greiður B36-formaður- in frá. Her á blaðnum loyva vit okkum tó at gita, at norð- maðurin í øllum førum fer at verða nýttur í verjuni, har B36 tykist illa spert eftir frágongdina í vetur. Í álops- partinum stendur nakað bet- ri til, við tað at vandamesta álopsparið seinastu árini framvegis er heilskapað, men í øllum førum boðar hetta frá harðari kapping um framrættaðu plássini, har ný tilkomni sviin eisini er við í kappingini. Kristian leggur annars dent á, at teir í ár hava roynt seg við norðulendskum styrki, tí tað allarhelst er lættari at fáa hesar leikarar at fella inn í hópin, tá hesir liggja nærri føroyingum enn eitt nú eysturlendingar, bæði málsliga og mentunar- liga. Helst veit hann, hvat hann tosar um, B36-for- maðurin, sum áður, og við skiftandi hepni, hevur roynt seg við russum, jugoslav- um, ungarum og polakkum. JÁKUP MØRK Sum kunnugt verða fyri fyrstu ferð í mong aftur leiktar steypafinalur í flogbólti. Luttakararnir til báðar steypafinalurnar vórðu funnir á tann hátt, at talan er um tey bæði liðini, sum hava staðið seg best í teimum báðum steypa- kappinginum, sum hava verið í Klaksvík og í Havn. Vinnararnir vórðu teir somu í báðum kappingu- num, nevnliga kvinnurnar hjá Mjølni og menninir hjá Fleyr, so hesi bæði liðini tryggjaðu sær lut- tøkuna á tann hátt. Seinnu finaluluttaka- rarnir máttu finnast við umdysti, tí tvey ymisk lið vunnu sær silvurmerkini í báðum kappingunum. Hjá kvinnunum stóð dysturin millum Fleyr og Dráttur, og endaði hesin við, at vágagenturnar vórðu tær drúgvaru, með- an Mjølnir stóð seg betur, tá menninir har norðuri leiktu umdyst móti Fram. Kvinnufinalan, sum so- statt verður millum Drátt- ur og Mjølnir, er sett at byrja klokkan 15.00, meðan mansfinalan mill- um Mjølnir og Fleyr er á skránni klokkan 16.30. Atkvøðugreiðsla á www Sum nakað nýtt hevur SvF valt at senda bein- leiðis frá steypafinalu- dystunum. Hetta er tó ikki tað ein- asta nýggja. Á heimasíð- uni hjá Flogbóltssam- bandinum, www.fbf.fo, ber nú til at gita, hvat lið fer at vinna tær báðar steypafinalurnar. Eftir greidda atkvøðu ber eisini til at síggja, hvørji lið verða mett sum størstu fa- vorittarnir uttanlanda. Slíkar atkvøðugreiðslur eru vanligar á útlendskum heimasíðum, men okkum kunnugt er hetta fyrstu ferð, at hetta verður roynt í Føroyum. Av higartil innkomnu atkvøðunum framgongur, at favorittarnir eru ávíka- vist Mjølnir hjá kvinnu- num og Feyr hjá monn- unum. Hetta man eisini vera í tráð við vanligu fat- anina millum manna, tí umframt at hava vunnið bæði í Klaksvík og Havn, hava hesi bæði liðini ver- ið fullkomuliga einaráð- andi í landskappingini. Einasta lið, sum hevur skalað Klaksvíksgentu- num í landskappingini er TB, sum eisini vann sil- vurmerkini, men tá tær ikki hava luttikið í kapp- ingunum í Havn og í Klaksvík, hava tær ikki havt møguleika at tryggja sær luttøku í steypafi- naluni. Hjá monnunum hevur Fleyr enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið, og ikki er hugsandi, at fyrsta tapið skal koma nú leygardagin. Við leikandi rumenska venjaranum á odda, hava teir higartil skúgvað alla mótstøðu til viks. Okkurt settið hava teir kortini tapt, men tá hevur hetta einamest ver- ið orsakað av væntandi ídni frá egnari síðu, held- ur enn dygdum hjá mót- støðuliðunum, og ikki kann væntast at hugburð- urin verður nakar trupul- leiki, tá steypafinalurnar standa á skránni. Í steypakappingum er tó alt gjørligt, so spenn- andi verður at vita, um favorittarnir megna at liva upp til heitið leygardagin, ella um talan verður um nakra sensatión í teimum báðum finaludystunum. Greiðir favorittar Steypafinalurnar í flogbóltskapp- ingini verða leiktar leygardagin Jákup Mørk Týskvøldið vórðu næst seinastu dystirnir í bólki C og D í øðrum bólkaspæl- inum leiktir í eurpeisku kappingini fyri meistarar. Til samans var talan um fýra dystir, og meðan nøkur úr- slit gjørdu myndina greið- ari, viðførdu onnur, at spenningurin um seinastu fjórðingsfinalusessirnar gjørdist enn størri. Bólkur C Bayern fremst Bayern München, sum í undanfarnu viku tryggjaði sær frmhaldandi luttøku í fjórðingsfinalunum, tryggj- aði sær eisini fyrstaplássið í bólkinum, tá teir týskvøld- ið vunnu 2-1 á norska Ro- senborg. Í mun til eitt nú báðar sig- rarnar móti Real Madrid, kom spælið hjá týsku meist- arunum tó ongantíð upp á somu hæddir, men kortini var hetta nóg mikið til at basa botnproppinum í bólki C. Rosenborg hevði tó eisini sínar møuleikar at skora, men tá John Carew eftir góðan tíma endiliga megn- aði at leggja bóltin í netið, høvdu týskararnir longu fingið tvey mál, sum Mehmet Scholl og Poulo Sergio høvdu skotið við á- víkavist frí- og brotssparki. Hin dysturin í bólki C hetta kvøldið stóð millum Real Madrid og Dynamo Kiev, og her gjørdist end- aliga úrslitið 2-2. Heimaliðið legði seg á odda tíðliga í fyrra hálv- leiki, tá Raul sendi eitt brotsspark í netið, eftir at Morientes varð feldur í u- krainska brotsteiginum. Stutta løtu seinni, fekk Dy- namo Kiev møguleikan frá ellivu metrum, eftir at De- metradze varð feldur í span- ska brotsteiginum, men vanliga tryggi Rebrov mis- nýtti gylta møguleikan, tá Casillas bjargaði skotinum. Tíggju minuttir seinni gjørdi ukrainski starvsfelag- in, Shovkosky, honum kyn- strið eftir, tá Raul enn eina ferð fekk møguleikan frá ellivu metrum, og sostatt góvu trý brotsspørk innan 12 minuttir bert ta eina mál- ið. Beint fyri hálvleik javn- aði Dynamo Kiev, tá Kha- tskevich skallaði eitt inn- legg frá Rebrov í netið og í seinna hálvleiki tóku teir leiðsluna, tá Hierro avrætt- aði eitt skot frá Demetradze. Bjargingin hjá spanska liðnum gjørdist eitt fríspark, sum Roberto Carlos bank- aði í netið smáar 20 minuttir fyri leiklok. Javnleikurin ber við sær, at liðini bæði framhaldandi eru púra jøvn á stigatalvuni, men tá innahýsis upp- gerðirnar telja við javnstøðu í stigum, er Real Madrid á øðrum plássi. Avgerðin um, hvør skal fylgja Bayern München til fjórðingsfinalurnar, má so- statt bíða til seinasta umfar. Tá hava bæði liðini útivøll. Dynamo Kiev skal til Mün- chen og Real Madrid skal til Trondheim. Bólkur D Chelsea víðari Enska Chelsea gjørdist trið- ja liðið, sum tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinalun- um, tá teir á útivølli vunnu 3-1 á hollendska Feye- noord. Longu í áttanda minutti hevði Chelsea møguleikan at leggja seg á odda, men Lebeouf misnýtti brots- sparkið, sum Tore Andre Flo hevði vunnið enska lið- num. Chelsea kom tó á odda seint í fyrra hálvleiki, tá i- taliumaðurin Zola smoygdi sær inn um verjuna og legði bóltin í netið. Hollendsku meistararnir javnaðu til 1-1, tá 15 mi- nuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, men teir vóru nóg illa lidnir at takka Kalou fyri málið, tá Dennis Wise aftur hevði lagt Chelsea fram um. Fimm minuttir seinni var leyst og liðugt, eftir at nor- ski Tore Andre Flo hevði langað bóltin upp í trýkant- in. Chelsea er nú trý stig framman fyri Feyenoord á triðjaplássinum, men við muninum í innanhýsis upp- gerðunum, eru onglending- arnir vísir í at koma fram til fjórðingsfinalurnar. Lazio vann seg upp á ann- að plássið í bólkinum, tá teir á heimavølli vundu burtur úr franka Marseille. Simone Inzaghi misnýtti eitt brotsspark, tá góður tími var leiktur av dystinum, men áskoðararnir hjá heimaliðnum munnu helst hava fyrigivið honum hetta, tí frammanundan hevði hann longu skotið eitt reint hat-trick. Tað vóru annars mong, sum rystu við høvdinum, tá svenski venjarin hjá Lazio, Sven Goran Erikson, hevði tikið Inzaghi fram um ki- lenska Marcelo Salas, men lítli italiumaðurin takkaði fyri álitið. Undan steðginum hevði hann longu skotið Lazio fram um 3-0, og eftir at Le- roy hevði minkað um mun- in stutt inni í seinna hálv- leiki, og Inzaghi sjálvur hevði misnýtt brotsspark, gjørdi hann aftur málið til 4-1. Móti endanum av dysti- num skeyt Alan Boksic La- zio upp á 5-1, og tapið hevði við sær, at Marseille nú er úti úr kappingini. Chelsea er nú víðari Fótbóltur, UEFA Champions League: Enska liðið gjørdist tað triðja, sum tryggjaði sær sess í fjórðingsfinalunum, nú bert eitt leikumfar restar í bólki C og D JÁKUP MØRK VÍF-Stjørnan 22-33 (14-17) Tá Stjørnan um vikuskiftið gjørdist fyrstu føroyameist- ararnir í hesi øldini, var tað ikki egnum dygdum fyri at takka, men heldur tí VÍF í seinastu sekundunum snáv- aði móti Kyndli, sum megn- aði at stjala annað stigið heim aftur við sær. Avrikið hjá Stjørnuni var als ikki sannførandi fyri annars suverenu klaksvíks- genturnar, og ein kundi kan- ska hildið, at tær nú vóru farnar at taka sær av løttum, tí tær longu høvdu tryggjað sær heitið. Tá VÍF samstundis hevði silvurmerkini at spæla fyri, kundi ein kanska ímynda sær, at hetta kundi gerast ein dystur, har vestmannagent- urnar fóru at geva Stjørnuni dygga mótstøðu, men hetta kom ongantíð upp á tal. Stórur munur á Stjørnan legði nevnliga fyri sum eitt óløgið, og við skjótum spæli, har serliga Joan gjørdi um seg, var tað skjótt at tær byrjaðu at draga frá heimaliðinum. Tá so VÍF als ikki fekk sítt spæl at koyra, og Hallfríð ikki hevði ein serliga góðan dag í málinum, var lítið at gera hjá vestmenningum. VÍF var annars nakað skert undan dystinum. Mar- jun Poulsen, sum vanliga hevur vart málið hjá teim- um, noyddist av vøllinum móti Kyndli, og skaðin var somikið álvarsamur, at hon helst ikki verður at síggja á vøllinum aftur hetta kapp- ingarárið. Eisini leikandi venjarin, Ioana Rápa, fekk skaða móti Kyndli, men hóast hon var riggað til, so hon kundi vera á liðnum týskvøldið, so var sjónligt, at hon var darv- að av skaðanum. Miðskeiðis í hálvleiki- num mentist VÍF tó nakað, tá Jacklin kom á vøllin í- staðin fyri Ioanu, og tað eydnaðist teimum eisini at minka nakað um munin, so- leiðis at bert trý mál skildu liðini í steðginum. Hetta at munurin nú minkaði, komst helst eisini av, at klaksvíksgenturnar nú tóku sær meira av løttum. Í øllum førum var sjónligt, at tær allar sum ein hugnaðu sær óført á vøllinum, og hó- ast skeivar sendingar og annað, hoyrdist ikki so mik- ið sum eitt ilt orð millum leikararnar. Ikki og lítið Fleiri áskoðarar tosaðu eis- ini í hálvleikssteðginum um, at tað kanska ikki fór at vera ógjørligt at vinna hesi trý málini aftur, men tað var so langt ífrá, at VÍF kvinnurnar vóru í nær ná- mind hesum. Stjørnan ikki bara helst fast um leiðsluna, men økti eisini um hana, og tá tær so miðskeiðis í hálvleikinum fingu sjey mál á rað, var líka sum leyst og liðugt. Restina av dystinum meira ella minni hugnaðu Stjørnan gjørdi bart í Vestmanna Hondbóltur, kvinnur: Fyri lítlari viku síðani var VÍF einasta liðið, sum í teoriini kundi taka FM-heitið frá Stjørnuni. Hóast hesin spurningur var avgreiddur um vikuskiftið, so lat Stjørnan ongan iva vera eftir, tá tær týskvøldið vitjaðu í Vestmanna sær, og leikarar fingu loyvi at royna seg á ymsum pláss- um, og á tann hátt slíta eitt sindur av gulllakkinum av skónum. Endaligi munurin gjørdist heili ellivu mál, og tá tikið verður saman um, so var hetta ikki eitt mál ov lítið. Stjørnan var snøgt sagt nógv betra liðið hendan dagin, frá málmanni og út á uttasta vong. Veldst um Ioanu Stjørnan hevur sum kunn- ugt longu tryggjað sær meistaraheitið, og seinasti dysturin móti Tjaldrinum má nú metast at gerast ein rættuligur show-dystur, har leikararnir rættuliga sleppa at vísa síni kynstur. Hjá VÍF er eitt sindur øðr- vísi statt. Tær hava fram- haldandi silvurmerkini at berjast fyri, men hetta krev- ur sigrar í teimum báðum seinastu dystunum, úti móti VB og heima móti Neist- anum. Talan er uttan iva um tveir dystir, sum á pappírinum eru torførir, og sum ikki ger- ast nakað lættari av teirri sannroynd, at tær mugu ver- a Marjuna fyri uttan, eins og tað heldur ikki kann tak- ast fyri givið, at Ioana enn eina ferð bítur pínuna í seg og fer á vøllin. Tað ger hon nú nokk kort- ini. Hesin stóri rumenin, sum allarhelst er besti kvinnuligi leikarin í land- inum, hóast hon meginpart- in av árinum hevur noktað at fylgt ráðunum frá lækn- anum, og er farin á vøllin hóast stóra pínu í rygginum og nú eisini fótinum. Verður hon við, er væl hugsandi, at VÍF megnar at fáa neyðugu stigini burtur úr hesum báðum dystunum, men uttan leikandi venjarin er ilt at ímynda sær VÍF sum eitt seriøst boð upp á silvur- merkini. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Iona Rapa 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 4 (2), Jack- lin Durguus 3, Signhild Pet- ersen 3, Óluvá Poulsen 1, Randi Kúrberg 1 Stjørnan: Annika Ljósstein 9 (1), Anna K. Samson 5, Joan M. Joensen 4, Simona Hansen 4, Andrijana Milo- danovic 3, Vesna Tomajek 3, Sólvá Eystberg 2, Jastrid Gullaksen 2, Ragna Andre- asen 1 Brotskøst: VÍF 2, Stjørnan 1 Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 2 Domarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan9 8 - 0 - 1 545 426 119 25 2 Neistin 8 6 - 0 - 2 384 378 6 17 3 VÍF 8 4 - 1 - 3 441 410 31 16 4 Kyndil 8 3 - 1 - 4 419 380 39 14 5 VB 8 2 - 0 - 6 458 467 -9 8 6 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 300 486 -186 0 Støðan, 1. deild kvinnur Einki er at taka seg aftur í, at Ioana Rápa er týdningarmesti leikarin hjá VÍF. Týskvøldið kendi hon seg helst noydda at spæla, hóast hon var týðuliga darvað av skaðanum, sum hon fekk móti Kyndli Mynd: Álvur Haraldsen Stjørnan hevði alla tíðina takið á VÍF, og staðfestu aftur, at tær eru besta kvinnuliðið í landinum Mynd: Álvur Haraldsen