hósdagur 16. mars 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
Høgni Mohr
Í kjallaranum hjá navn-
frama bátasmiðin á Sandi,
Mariusi Clementsen,
stendur 40 ára gamli
seksæringurin, Hvalurin,
úr Skopun. Útróðr-
arbáturin er gamal grøn-
landsbátur. Baldrutu ferð-
irnar í grønlendskum
sjógvi og útróðurin í Før-
oyum seinastu árini hava
sett síni spor á borð og
bond. Men nú er báturin
sum nýggjur.
Tað er Jóan Petur Cle-
mentsen, ið er sonur
gamla bátasmiðin, sum nú
leggur seinastu hond á
drúgva umvælingar-
arbeiðið. Fleiri borð og
bond eru skift, og
skvatliborðið er alt nýtt.
Marius hevur at kalla
lagt frá sær og Jóan Petur
hevur tikið um endan.
Men stóð tað til unga
bátasmiðin, tókst hann
heldur við at smíða
nýggjan bát.
– Føroyskt bátasmíð
hevur tað ikki gott. Fakið
eigur ongan góðan og
MVG‘ið trýstir prísin í
loft. Eg royni at fáa tað
strika, tá ið talan er um
nýggjar bátar, sigur
bátasmiðurin, ið roynir at
savna undirskriftir millum
fáu starvsfelagarnar í Før-
oyum. Hann heldur, at
varð MVG-ið strikað, so
hevði tað hjálpt væl, tí
hetta er so stórur partur av
prísinum, keyparin letur
fyri bátin.
Ongin nýbygging
Jóan Petur heldur tað vera
ein góðan spurning, hví
vit eiga at varðveita før-
oyskt bátasmíð.
– Nú eri eg sjálvur í
vinnuni, og eg dugi at
síggja, at sum er verður
fakinum ikki lív lagað. Eg
vil fegin varðveita ar-
beiðið. Tað snýr seg um at
vera til, ikki annað enn
tað.
Í løtuni, hevur ungi
bátasmiðurin á Sandi nóg
mikið at tríva í, men tað
hava verið soltnari tíðir.
Tíbetur eru
umvælingarnar somikið
nógvar, at okkurt altíð er í
at tríva. Men trupulleikin
er eftir øllum at døma, at
meðan umvælingarnar
økjast í tali, so er at kalla
ongin nýbygging.
- Nógv bátasløg eru í at
velja og tá ið fólk hoyra
um hetta MVG‘ið, so aftra
tey seg. Og so keypa tey
kanska heldur ein brúktan
bát, hugsi eg. Ovmikið er
til, staðfestir hann
turrisliga.
Eiga at smíða nýtt
Jóan Petur váttar, at
gomlu bátarnir geva sær
arbeiði, men hann heldur
tað vera minni áhugavert,
bara at arbeiða upp á
sovorðið gamalt.
– Mann fer av lagnum
at smíða, tá ið mann
ongantíð ger ein nýggjan
bát. Tað verður tyngri at
fara undir tað, tá ið langt
er ímillum, sigur Jóan
Petur, ið kortini ikki ætlar
sær at skifta arbeiði.
– Eg veit ikki, hvat ið
tað er, men mær dámar at
verða bátasmiðjur, og ein
bátasmiðjur eigur at smíða
nýggjar bátar, ikki bara
umvæla gamlar, sigur
hann og yppir øksl.
Tá ið nýggjur bátur er
liðugur, kennist tað ser-
stakt, heldur Jóan Petur.
Sum tá ið eini hús verða
reist.
Men, hví ert tú báta-
smiður. Er tað tí at pápin
og langabbin vóru tað?
– Nei, ikki bara. Tað er
eitt spennandi fak. Eg
havi ongar tekningar, og
eri ongantíð hundrað
prosent vísur í, hvat
úrslitið verður. Mann má
minnast væl, og duga at
meta. Tað kemur við
árunum, sigur 39 ára
gamli sandingurin, sum
enn fær eina hjálpandi
hond og onkur ráðini frá
pápanum.
Men Jóan Petur hevur
ikki bygt nýggjan bát í
meira enn eitt ár. Seinast
var tað vágbingurin, Lun-
dahl Augustinussen, ið lat
sær byggja eitt nýtt átta-
mannafar, Grettir nevndur.
Ikki ráð til
marknaðarføring
Tað, ið liggur fyri framm-
an, er bert umvælingar-
arbeiði. Fólk ringja við
jøvnum millumbilum og
spyrja seg fyri, men enn er
ongin ordri um nýbygging.
– Pengapungurin heldur
fólki aftur, gitar Jóan
Petur.
Áttu tit ikki at gjørt
meira vart við tykkum í
felag; t.d. við bátafram-
sýningum?
– Jú, men tað kostar. Ein
nýggur bátur hevði bundið
nógvar pengar hjá okkum.
Vit hava ikki ráð...
Fáir liva av tí
Ikki er nógv samband
millum føroyskar báta-
smiðir. Jóan Petur veit
ikki, hvussu nógvir eru.
Og hann gerst eisini eitt
sindur speiskur, tá ið talan
fellur á amatørarnar, sum
eftir øllum at døma eru
nógvir í tali.
– Sum tað ljóðar, er ein
rúgva av bátabyggjarum
beint nú. Men eg veit ikki
um tað er nakar uttan eg,
sum havi bátasmíð sum
høvuðsinntøku. Kanska
Jóhan Olsen í Froðba, Kaj
Hammer í Havn og eystur-
oyingarnir, Sámal Hansen
og Símun Jóhan Wolles.
Men vit hava lítið og onki
samband við hvønn annan.
Orsøkin er kanska, at vit
eru í kapping. Men eisini
frástøða og vantandi kenn-
skapur hevur týdning.
Orka er heldur ikki til at
marknaðarføra okkum
sjálvar, heldur Jóan Petur,
ið hevur lært bátasmíð frá
barnsbeini.
Træ heldur enn
glastrevjar
Er føroyskt bátasmíð hótt,
ella er tað bara Jóan
Petur, ið hevur so lítið nýtt
at smíða?
– Hótt..? Eg dugi ikki at
siga tað. Men tá ið onki
nýtt verður gjørt, so er
fakið hótt av sær sjálvum.
Nakrir kappróðrarbátar
verða gjørdir, men tann
marknaðurin er skjótur at
metta.
Spurdur um, hví vanligir
føroyingar eiga at velja
sær ein føroyskan træbát,
fram um kanska ein glas-
trevjabát, er Jóan Petur
ikki í iva.
– Undir sigling er ein
føroyskur bátur nógv stútt-
ari. Hann hevur kanska
eini tíggju borð við skørp-
um kanti, sonevndum
súðum; tað er ein slengri-
kjølur í sær sjálvum, sigur
hann og samanber við teir
rundaðu súðirnar á glas-
trevjabátunum.
Hann nevnir eisini, at
glastrevjatilfarið ikki er
eitt upprunaevni, og tískil
vegna tættleika ikki hevur
eins gott samband við
sjógvin.
- Nei, træbáturin er
frægastur, sigur Jóan
Petur, sum saman við
pápanum man hava smíð-
að einar fimti bátar, flestir
teirra maskinbátar.
Munur á smiðjum
Bátasmiðir, sum Jóan Pet-
ur, síggja væl, hvør
smiðjurin er, tá ið hugt
verður at einum føroysk-
um báti.
– Tað eru nógvir amatør-
ar, og tað sæst aftur á bát-
unum. Fleiri ferðir er
komið fyri, at alt ov fáir
seymir hava verið í nýggj-
um bátum, og at eg havi
verið noyddur at negla
millum teir sum eru. Eg
vil siga, at tá ið slíkt kem-
ur fyri, kundi ein næstan
ynskt sær eftirlit, sigur
Jóan Petur.
Tað, sum hann hevur
hug at forsyndast inn á, er,
at summir, sum smíða
bátar, hava havt ovmikið
at gjørt hóast góðskan á
arbeiðinum er meira iva-
verd.
– Nógv av tí líkist akk-
urát ongum. Bert helvtin
av seymunum, sum eiga at
vera í, eru har í veruleik-
anum, og bondini eru onk-
untíð bert skoytt við einum
seymi. Tað kann ikki
halda. Tað eru so nógvir
smálutir í bátasmíði, sum
Hótt handverk
BÁTASMÍÐ. Jóan Petur Clementsen,
bátasmiðjur á Sandi, er ikki í iva. So
fáir føroyskir bátar verða smíðaðir av
fullkønum fólki, at hann heldur vanda
vera fyri, at fakið ikki hórar undan
Høgni Mohr
Vanligt er at brúka furu-
træ, lerk ella grann til før-
oyskar bátar. Kjølur og
stevni verða oftast gjørd
úr eik.
Tá ið avgjørt er, hvussu
stórur og hvussu høgt
reistur báturin skal vera,
verða bátamátini tikin í
nýtslu. Tey hava Jóan
Petur, pápin og langabbin
úr
Funningi,
Marius
Jóanesarson, ið eisini var
bátasmiður, gjørt. Tey eru
ikki annað enn máti-
stokkar við merktum
mátum fyri ymisku báta-
støddirnar.
Á
gomlu
stokkunum ber til at lesa
av rúmlongdir og onnur
smærri mát, sum alin og
føtur.
Byrjað verður við kjøl-
inum og reisingunum.
Upp við kjølinum eru trý
stykki í hvørjum enda:
Draghálsur, miðstykki og
stavnur. Tá ið hesi eru sett
saman verða kjalarborð-
ini fest upp á kjalarsíð-
una, og síðani eini fimm
borð afturat, hvørt um
annað.
Nú, ið skrokkurin er
vorðin einar tíggju tumm-
ar djúpur, verður niðasti
parturin av bondunum,
flábondini, festur í tey
Ein bátur verður
smíðaður
Føroysku bátarnir á Sandi verður mest gjørdir úr furu og eik.
Millum ein og tríggir mánaðir ganga frá tí, at kjølurin verður
strektur til skrokkurin fer av barkastokkum og út í túnið norðuri
á Klettum heima á Sandi
borðini, ið longu eru.
Síðani verða borðini, ið
eftir eru, fest, og oman á
rimina verða stokkar og
æsingar sett. Og síðani
remman, sum bekkjar-
endarnir verða feldir nið-
urí.
Tá ið bekkir og rengur
eru sett í, verða ennispón-
ar settir millum stokk og
stavn. Er árabátur, verða
tollar og árar sjálvandi
Jóan Petur: - Herfyri skriv-
aði onkur langkjølur í bløð-
unum...he...he...eg meini
tað...
Blaðmaðurin: ...Tað var
eg...
...Tað mást tú ikki skriva!
Bátasmíð
og orðasmíð
Grafikkur Sosialurin
vanlig fólk als ikki síggja,
sigur hann og leggur dent
á, at tú sjálvandi átti at
fingið ein betri bát, tá ið
tað eru køn fólk, ið gera
arbeiðið.
Trygdin gloymd
Sosialurin visti at siga
Jóan Peturi, at onkur nú er
farin undir at skrúva
føroyskar kappróðrarbátar
saman. Hetta hevði
sandoyingurin ikki hoyrt,
men við fyrivarni hevði
hann hug at fýlast á tað.
– Tað endar við, at bát-
arnir verða límaðir saman.
Har er eingin reglugerð av
nøkrum slagi. Eg haldi, at
trygdin verður skúgvað til
viks. Tað skal vera seymur
í, og borðini skulu hava
eina ávísa tjúkd, sigur
hann.
Eisini hevur verið at
frætt, at summir bert vilja
brúka træ við ongum kvisti
eisini gjørd. Og nøglin
undir øllum umstøðum.
Og so fer báturin av
barkastokkum og út í tún
norðuri á Klettum.
Jóan Peturi tekur tað
millum ein og tríggjar
mánaðar at byggja ein
lidnan bát. Men skal mo-
torur setast í og annað
eykaarbeiði annars ger-
ast, kann arbeiðið gerast
drúgvari.
í. Men Jóan Petur ger vart
við, at smáir kvistar í
roynd og veru hava nógvar
góðar eginleikar.
– Teir gera, at viðurin
verður meira fløktur; at
hann ikki kann sprotna
eftir allari longdini. Kvist-
arnir stegða rivunum, sigur
hann og peikar á onkrar
stuttar borðrivur í gamla
Hvalinum.
Jú, Jóan Petur heldur
fast við ta gomlu uppfatan-
ina av føroyskum báta-
smíði. Fyribils er hann
undir øllum umstøðum
noyddur til tess. Nú gamli
Hvalurin er liðugt um-
vældur, er annar gamal
bátur búgvin at koma í
hendurnar á honum. Tað er
eitt seksmannafar, sum
krevur stórar ábøtur, ið nú
stendur fyri tørni.
Best hevði verið at
smíða nýtt. Men mann
skal jú liva av onkrum...
Eisini bátasmiðir vanda sær um málið. Forn nøvn og heitir,
ið hava samband við bátasmíð, eru mong, og hjúklað verður
um tey. At munur kann vera á nýggjum orðabókum og
fornum heitum á Sandi, sæst kanska væl á hesum brotinum
úr samrøðuni millum bátasmiðin og blaðmannin:
...Hví..?
Tí onki eitur so!
Álvara..?
Nei!
Júmen, tað stendur í Móð-
urmálsorðabókini!
Hatta hevur onkur logið
Jóan Petur Clementsen, bátasmiður á Sandi, væntar, at sleppa bátasmiðir ikki undan MVG‘i, tá ið talan er um nýbygging, verður fakið hótt.
Mynd: Jens Kristian Vang
fyri teimum. Tað eitur
kjølur!
Bara kjølur..?
Tað veit Guð at tað eit-
ur. Hvussu langt tað so
verður...