Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 ¥ h—sdagur ¥ 16. mars 2000 ¥ 74. ‡rgangur K@T@-horniÝ Tíðindablaðið Sosialurin, Postboks 76, 110 Tórshavn, Telefon 311820, Telefax 314720 • T-postur til KT-hornið: kthornid@sosialurin.fo • Lýsingar: lysing@sosialurin.fo • Ábyrgdarstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Steinbjørn í Dali, Finn Jensen • Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin KT-hornið er fastur táttur í Sosialinum hósdag. Evsta mark fyri lýsingar er mánamorgun kl. 10.00. Síða 1. Grein um Alnótina – Bygnaður og nýtsla. Fragreiðing um hvat internetið umfatar, so sum www, teldupostur, kjaksíður og fílaflutningur. Tíðindastubbar uttan úr heimi. Síða 2. Petur Zachariassen skrivar grein, sum hann kallar "Frá roknisnurru til farteldu" – Nakrar KT-søguligar hugleiðingar. Spurnakassi, har lesarar hava høvi til at seta ser- frøðingum spurningar. –Leivur Dalsgarð frá ITEC á Argjum svarar 2 spurningar um modem og tráðleyst samband. Síða 3. KT virki hesa ferð er um ALNÓT-TELECOM, sum um stutta tíð ferð at taka kappingina upp við Føroya Tele. Síða 4. Heimasíðu ummæli hesa ferð er um nýggju heima- síðuna hjá Olivant, sum samanlagt fær 4 av 6 stjørnum. Topp 10 listin yvir mest vitjaðu føroysku heimasíðurnar. Káta Hornið við eini skemtisøgu. Alnótin kann lættliga samanlíknast við telefon- kervið. Báðar skipanir nýta aloftast sama kervið. Á sama hátt, sum okkum nýtist eitt telefonnummar fyri at tosa í telefon, nýtist okkum eina internet- adressu fyri at koma í samband við onnur um alnótina. Alnótin er í dag saman- sett av fleiri tænastum, millum aðrar eru: Heimsnetið Fyri at nýta heimsnetið, er neyðugt við einum leitibúnaði (sí umtalu í blaðnum næsta hósdag), ið kan lesa og skilja tað sum stendur á netinum. Við hjálp av einum leitibúnaði ber til at koma í samband við aðrar teld- ur á netinum. Fyri at koma í samband við ein annan brúkara, skal ein kenna adressuna hjá við- komandi, ið t.d. kann vera: www.olivant.fo Sum tað sæst, er adress- an býtt upp í tríggjar partar, við punktum ímillum. Fysti parturin (www), sigur at talan er um heimsnetið. Næsti parturin sigur nakað um navnið hjá viðkomandi móttakara. Triðji parturin er øki hjá brúkaranum, hetta nevnist á fremman- damálið domeni. Tað finnast nógv slík øki, ella heimstaðir, ið aloftast eru tengdir at londum og landakotum, millum onnur eru hesi: Adressan hjá móttakar- anum verður aloftast skrivað inn ovast á bredd- anum í forritinum vit nýta. Um vit skulu síggja ym- sar upplýsningar, ber til at skriva inn hesar adressur, eitt nú kunnu vit skriva: www.logting.fo Um vit ynskja upplýs- ningar um tingarbeiðið í Føroyum. Á sama hátt kunnu vit fara inn á www.folketinget.dk fyri at frætta frá danska tinginum, ella www.stortinget.no um vit vilja frætta frá nærmastu grannum okka- ra í eystri. (Legg til merk- is, at serføroyskir ella ser- danskir stavir ikki kunnu nýtast í adressuni). Av tí at alnótin er ein amerikansk uppfinning, hava amerikumenn eina aðra økisskipan. Í staðin fyri, eins og í Evropu, at býta økini upp geogra- fiskt, býta teir økini upp eftir evnum. Tey mest nýttu eru: Tað eru tó ikki bert stovnar í USA ið nýta hesi økisnøvn, eitt nú finna vit donsku fyri- tøkuna, Lego og heima- síðuni: www.lego.com Í USA finna vit millum annað lóggávutingið á adressuni: www.house.gov Somuleiðis finna vit Hvítu Húsini í Washington á adressuni: www.whitehouse.gov Tað er tó ikki altið at einum nýtist at skriva adressurnar sjálvur. Nógvar heimasíður hava slóðir (links) til aðrar heimasíður, og hetta ger sjálvsagt arbeiðið nógv lættari. Um vit skulu finna føroyskar heimasíður, ber til at fara inn á www.olivant.fo Net leitarar Á alnótini finnast ein rúgva av leitimaskinum, har tað ber til at skriva eitthvørt inn í ein rút, og síðan kemur leitarin framm við teimum upp- skotum, ið kunnu tengjast tað vit hava skriva. Umframt leitimaskin- urnar finnast eisini so- nevnd evnisyvirlit á somu heimasíðum. Millum kendastu Netleitarnar eru: www.jubii.dk www.yahoo.dk www.yahoo.com www.kvasir.dk www.altavista.telia.com og føroyska www.leitel.fo Tær allarflestu av hesum síðum hava eisini evnis- yvirlit, soleiðis at til ber at depla seg til ávís evni hendanvegin. Til dømis kunnu vit velja ítrótt, síðan fótbólt og síðan til dømis Liverpool ella Manchester United, og so framvegis. Annars verður víst til greinina um Olivant, ið ein kann nýta sum útgangstøðu áðrenn farið verður til brots í tí stóra heimi. Á Olivant finst nevnliga eitt evnisyvirlit, ið er viðgjørt í aðrari grein í hesum blaðið. So er bert eftir at siga, góðan róður á alnótini. Skrivað: Finn Jensen finn@sosialurin.fo Australia .au Brasilia .br Danmark .dk Canada .ca Finnland .fi Frakland .fr Føroyar .fo India .in Japan .jp Kina .cn Póland .pl Niðurlond .nl Noreg .no Týskland .de Stórabretland .uk Svøríki .se osfr. Fyritøkur .com Stovnar undir stjórnini .gov Útbúgvingar- stovnar .edu Áhugafeløg .org • Heimsnetið, eisini nevnt World Wide Webb • Elektroniskur postur • Kjaksíður • Fílaflutningur og fílaveitingar Finn Jensen Steinbjørn í Dali Citro‘n h—pframleiÝir Windows bil Teldusníkur er føroyska orði fyri "hacker". Ein teldusníkur er ein sum ólóliga fer inn á telduneti hjá øðrum. Endamálið er sum oftast bert at vísa hvat teldu- sníkurin er førur fyri. çvaring um teldupost virus Eitt teldupostvirus, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós seinasta summar, gongur nú aftur. Virusi spjaðist við at tað leggur seg sum eina viðlagda fílu (attach- ment) til allar adressur í adressulistanum í Out- look Express. Virusi hevur millum annað rakt brúka- rar í Danmark og tá er ikki so langt til Føroyar. Virusið roynir at senda seg sjálvan hvønn hálvan tíma, og kann tí skapa eitt satt ódnarveður um vit hugsa okkum eitt miðalstórt virki við at- gongd til internetið, skrivar CNN.com. Tann virussmittaði teldu- posturin sær út sum ein vanligur teldupostur, og avsendarin er ein sum móttakarin vanliga fær teldupost frá. Virusið er ein variantur av "w32/prettypark. worm", sum fyrstuferð sá dagsins ljós í juni mánaða í fjør. Tey sum brúka Outlook Express skulu vera varin og serliga hyggja eftir um innihaldið í evnilinjuni er "C:/coolprogs/ prettypark.exe". Viðlagda fílan kallast "Prette park.exe" ella í summum førum "Pretty~1.exe". FBI handtikiÝ teldusn’k Ein 17 ára gamal drongur er handtikin í USA, ill- tonktur fyri at vera teldu- sníkurin Coolio, sum skipaði fyri internet- álopunum á fleiri stórar amerikanskar heimasíður sum t.d. Yahoo, CNN og Amazon. Amerikanska løgreglu- liðið FBI hevur lagt hald á telduna hjá dronginum og har funnið prógv fyri internetálopum á fleiri internet heimasíður. Tað seinasta álopið bleiv gjørt á heimasíðuna hjá stóra amerikanska trygdar- tænastufelagnum RSA- Security, har Coolio kláraði at skriva sína heilsan inn á høvuðs- síðuna. FBI meinar tó at hesin 17 ára gamli drongurin ikki er einsamallur um at goyma seg aftanfyri navn- ið Coolio. Ein annar bert 15 ára gamal drongur úr Can- ada, sum hevur brúkt navnið Mafiaboy, er eisini mistonktur fyri at hava verið við í hesum internetálopum. Ikki kann sigast annað at hetta eru ungir teldu- sníkar og at teir helst gera tað fyri spenningin, men nú verða teir revsaðir sum vanligir brotsmenn. Tað er tó heilt vanligt at tílíkir teldusníkar verða settir í góð størv hjá teldu- fyritøkum. Teir hava jú víst hvat teir duga til. Heimsins fyrsti hópfram- leiddi samskiftisbilur kemur nú á gøtuna frá Citroën, Ericsson og Microsoft. Leingi hevur trafikkurin uttanfyri stýrhúsið á bilu- num verið vandamikið. Nú er vandin eisini inni í stýrhúsinum á vinylinum á nýggja Citroëns Xsara Windows CE. Við útgerð sum adressubók, hand- free telefon, navigerings- tól, SMS, teldupost og aðra telduútgerð upp til bæði síðuspeglini. Væl- komnir allir bilførarar til "spamming", "hacking" og "biip" - "ulovlig hand- ling". Tann elektroniski motor- vegurin er fyri fyrstu ferð hópframleiddur siga teir hjá franska bilfram- leiðaranum Citroen, sum í samstarvi við Ericsson og Microsoft hava flutt eina T28 mobiltelefon um- framt eina teldu við Windows CE inn í stýr- húsið á bilinum. Teldan hevur beinleiðis samband við ein GPS-móttakara, sum stýrir navigatiónini. Fyribils kann tann rav- tøkniligi (elektroniski) bilførarin bert brúka internetið til teldupost, men Citroen upplýsir, at fyritøkan arbeiðir við at menna møguleikarnar við at bilurin fær sína egnu heimasíðu og at allir telduhentleikar kunnu stýrast við røddini. Skrivað: Steinbjørn í Dali sid@sosialurin.fo 3 tí›indabla›i› sosialurin NR. 86 - 8. MAI 1999 Umbýti av koyrikortum Mint verður á, at koyrikort, sum ikki eru í ES-sniði, fara úr gildi við árslok ár 2000 og skulu vera umbýtt áðrenn ta tíð. Mint verður eisini á, at tey sum ætla sær uttanlands í summar, eiga at umbýta gamla koyrkort sítt í góðari tíð við eitt nýtt koyrikort í ES- sniði. Roknast kann við eini avgreiðslutíð uppá 1 til 2 mánaðir. Umbýtið fer fram á Bileftirlitinum og uttan fyri Havnina á politistøðun- um. Umbýtið er skipað soleiðis, at viðkomandi býtur sítt koyrikort um í sama mánaði, sum føðingardagurin er. Umbýtið kostar 250 kr., sum skal vera goldið frammanundan, antin í banka ella á posthúsi við umbýti á politistøðunum. Hav gamla koyrikortið við, væltrofna portrettmynd (hattleys) og møgu- ligt navnabræv, um navnabroyting er farin fram. Tórshavn, hin 9. mars 2000 Bileftirlit Føroya Hoyvíksvegur 57 • 110 Tórshavn Tlf. 350400/fax 350401 Teldupostur: bef@bef.fo Bahá’í samfelagið í Tórshavn Miðstøðin í Gundadali »Áset tú mær, O harri mín, og teimum, sum trúgva á teg, tað, ið hild- ið er at vera best fyri okkum eftir tíni met- ing…« Baha‚i skriftir www.bci.org/bahai.fo Opið hvørt fríggjakvøld. Samkoma kl. 20 Betri svøvn Betri svøvn BIOflex magnetviðgerð tí: BIOflex magnetviðgerðin er avgjørt tann besta magnetviðgerðin í verðini! BIOflex hevur prógvað ávirkanina við dupultari blindtest! BIOflex hevur 100 ferðir størri ávirkan enn líknandi vørur! BIOflex er góðkent sum heilsuútgerð! BIOflex hevur víst, at yvir 92 % verða pínufrí og øll sova betri! Vøran er testað á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn. ¥ ¥ ¥ ¥¥ Nærri upplýsingar ella faldari fæst hjá: Vello Føroyar Boks 354 - FO-700 Klaksvík • Tlf: 217916 - Fax: 457916 Vello Skandinavia Sp/f hevur síðani 1989 selt fleiri enn 25.000 BIOflex viðgerðir í Danmark og virkið hevur framhaldandi framgongd við viðgerðini. BIOflex er best á marknaðinum innan magnetiska viðgerð. Viðgerð, ið virkar ímóti: ¥Øllum slagi av pínu¥Vøddastívleika ¥Trupulleikum við svøvni¥Órógv í blóðrenslinum ¥Einastandandi fyri ryggjatrupulleikar Magnetviðgerð er tað nýggjasta innan pínuviðgerð - og júst BIO flex undirdýnan, sum er vard við einkarrætti í allari verðini, hevur víst, at 92 % verða pínufrí. Vello Føroyar veitir tær aftur- sendingarrætt í 5 vikur, tá dýnan hevur verið brúkt í minst 3 vikur. Sosialurin - 311820 Ring 21 79 16 Kunningarfundur um produktivitet Dagur: týsdagin 21. mars Tíð: Kl. 14.00 til uml. kl. 18.00 Staður: Hotel Føroyar Heitið produktivitetur er lutfalsliga nýtt í føroyskum virkisbúskapi. Tá talan er um produktivitet og mátingar av hesum, eru tað onnur lyklatøl, enn tey mest vanligu roknskaparligu, ein skal hava fatur á. Á hesum fundi vil Símun Hammer frá Virkisráðgeving Sp/f vísa hvussu ein miðvíst kann arbeiða við at máta produktivitet í einari fyritøku. Eftir fundin skal ein kunna verða førur fyri at gjøgnumføra nakrar einfaldar produktivitetsmátingar, m.a. við hjálp av einum produktivitetsdiskli, ið luttakararnir fáa útflýggjaðan. Skráin verður í høvuðsheitum soleiðis: 14.00 Ólavur Gregersen frá TK-stovuni bjóðar vælkomin 14.10 Produktivitetshugtakið og teoretiskar greiningar í hesum sam- bandi. 14.30 Produktivitetur í praksis: Samanbering av nøkrum fyritøkum, ið uppnáa ymiskan produktivitet orsakað av ymiskum tillagingum. 15.00 Lyklatøl: Hvørji lyklatøl eru týdningarmikil í samband við pro- duktivitets-mátingar, og hvussu finnur ein fram til hesi lyklatølini. 15.30 CASE: Útgangsstøðið eru tær somu samanberiligu fyritøkurnar. 16.15 Kaffisteðgur 16.25 Produktivitetur og framleiðslustýring. Gjøgnumgongd av einari góðari framleiðslustýring, og kravfesting til hesa við atliti at einum høgum produkttiviteti. 16.55 Íverkseting av produktivitets betringum: Hvussu kann ein gerðar- ætlan síggja út, og hvat krevst fyri at fáa hetta gjøgnumført. 17.10 Luttakararnir fáa útflýggjaðan ein produktivitetsdiskil. Hvussu kann hesin nýtast í gerðandisdegnum í samband við útrokning av produktiviteti? Her verða konkret dømir gjøgnumgingin, har luttakararnir eisini fáa tey tølini, sum vit nýta í dømunum út- flýggjaði. 17.40 Produktivitetur gjøgnum samstarv. Øktur produktivitetur kann náast gjøgnum ”erfaringsútveksling” millum fyritøkur. Hetta hugtakið verður ofta nevnt “Benchmarking” og krevur eitt tætt samstarv á ávísum leiðsluøkjum millum fyritøkur. Stutt um hvussu hetta kann virka í praksis. 18.00 Samandráttur og høvi til at seta spurningar. Tilmelding: TK-Stovan, fax nr. 31 93 63, tlf. nr. 317366 ella teldupost tk@tk.fo Kostnaður: 350 kr. u/mvg Tilmelding í seinasta lagi mánadagin tann 20/3-2000 áðrenn kl. 12.00. DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Hús í Runavík/Glyvrum til prestagarð ynskjast til keyps Í sambandi við at nýtt prestagjald er skipað á Glyvrum, søkir Føroya Stiftsstjórn eftir hóskandi húsi til prestagarð. Áhugað biðjast venda sær til Føroya Stifts- stjórn, att: Johan Laksáfoss, arkitekt, tlf. 210935, skjótast gjørligt. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 8 • 110 Tórshavn Heimahjálparafelag Føroya lýsir til ársaðalfund í Havnar Klubba leygar- dagin tann 8. apríl kl. 13.00. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin -har tað hendir