hósdagur 16. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
K@T@-horniÝ
- NAKRAR KT-
SØGULIGAR HUG-
LEIÐINGAR
Petur Zachariassen:
Haldið mær til góða, at
eisini eg fari upp í tað
kórið, sum syngur: "Nógv
er broytt í mínari tíð".
Men á KT-økinum nýtist
ein ikki at vera so ógviliga
gamal, fyri at hava upp-
livað stórar og kollveltan-
di broytingar.
Og tað er ikki einans
sjálvtøknin, sum hevur
ment seg í risastigum,
men
eisini
samskifti,
arbeiðshættir, hugsunar-
háttur, ja mentanin øll er
ávirkað av hesum væl-
signaða
fyribrigdinum
KT.
Roknisnurran
og
roknistokkur
Sum ungur drongur sein-
ast í fimtiárunum kann eg
minnast, at onkur skriv-
stova í Havn hevði ein
sonevndan hondsvingara
ella eina roknisnurru at
hjálpa sær til at gera
útrokningar.
Umframt til saman-
legging og frádrátt ber
eisini til at brúka rokni-
snurruna til falding og
deiling.
Í søguligum høpi er vert
at nevna, at tær fyrstu
roknisnurrurnar av hesum
slagi vórðu gjørdir seinast
í 1800-talinum, men longu
Blaise Pascal (1623-1662)
brúkti eitt líknandi prin-
sipp til at smíðja eitt
samanleggingartól fyri at
lætta um hjá pápanum,
sum var tollavgreiðslu-
maður.
Um somu tíð, sum
einstakir skrivstovumenn
brúktu roknisnurru, sótu
vit í roknitímunum og
lærdu at brúka logaritmur
til falding og deiling. Tað
snilda við logaritmunum
er, at tú í staðin fyri at
falda tøl leggur logaritmu-
tøl saman. Til hjálpar
høvdu vit serligar loga-
ritmutalvur, sum vóru í
hvørjari
skúlatasku
(saman við eitt nú læru-
bókini Vor Fædrelands-
historie). Eg síggi enn fyri
mær tætt skrivaðar síður í
rokning við hópin av
logaritmum.
Prinsippið í logaritmu-
num er somuleiðis gam-
alt, frá umleið ár 1600, og
liggur eisini til grund fyri,
hvussu ein sonevndur
roknistokkur virkar.
Hann var eitt óføra hent
amboð í síni tíð, tað
munnu mangir tilkomnir
verkfrøðingar
kunna
vátta.
Serliga
hentur
var
roknistokkurin til eitt nú
tekniskar útrokningar, tá
ið 2-3 siffur vóru nøkt-
andi.
Tú vart neyvan ein
rættur verkfrøðingur, um
tú ikki vart í grønum
gummistivlum og hevði
roknistokk
í
jakka-
lummanum.
At roknistokkurin hevði
sítt pláss í skúlaskipanini í
seksti- og sjeytiárunum
sást á teimum rokni-
stokkum í stórari stødd
(um ein favn til longdar),
sum serliga realskúlar og
miðnámsskúlar
høvdu
hangandi í onkrari skúla-
stovu saman við tí kravdu
útgerðini til at brúka uppi
við krittalvuni: passari,
linjál og ein ella tveir
trýkantar í stórari stødd.
Lummaroknarin
Tíðliga í sjeytiárunum
broyttist alt hetta, tá ið
teir fyrstu lummarokna-
arnir sóu dagsins ljós.
Nú fekst tú gjørt allar
vanligar útrokningar við
hesum tólinum í lógva-
num.
Tað var í 1972, at eg
fyrstu ferð hevði ein
rættiligan lummaroknara
á hondum. Hann var frá
Hewlett
Packard
og
hevði,
umframt
teir
grundleggjandi
rokni-
hættirnar (+, – , x , / ),
eisini
eina
røð
av
funktiónsknappum.
Lummaroknarin kostaði
tá
eina
hampuliga
mánaðarløn, men eftir
fáum árum var prísurin
komin niður í umleið ein
tíggjundapart.
Loksins vóru rokni-
snurran,
logaritmu-
talvurnar og roknistokk-
urin goymd burtur á
ovasti lofti.
Onkur vil halda, at hesi
amboð ikki hava so nógv
við nútímans kunningar-
tøkni at gera.
Men skilja vit KT í
breiðari merking sum tól
og skipanir til viðgerð og
samskifti av upplýsingum,
so eigur menningin av
hesum roknitólum ein
týðandi leiklut í KT-
søguni.
Tey fyrstu edv-tólini
Hóast tey fyrstu hug-
skotini um virkisháttin í
einum edv-tóli – ella í eini
teldu, sum vit nú kalla
tólið – røkka aftur til 19.
øld, so henda tey stóru
framlopini í USA í 1940-
árunum við víðfevndum
granskingar- og royndar-
virksemi.
Ein tann mest týðandi
einstaklingurin var John
von
Neumann
(1903-
1957), ið sum tann fyrsti
kom við hugskotinum um
at goyma forritið í sjál-
vum minninum í telduni
saman við upplýsingum,
sum skulu viðgerast.
Hetta prinsipp kom at
vera grundleggjandi fyri
hvussu allar teldur síðani
tá hava virkað.
Í kjalarvørrinum á hesari
menning gjørdist USA
undangonguland á teldu-
økinum, bæði tøkniliga og
handilsliga – og er tað við
sama lag.
Og IBM gjørdist, serliga
í 1960- og 1970-árunum,
tann ráðamiklasta fyri-
tøkan á edv-økinum, og
hon er framvegis heimsins
størsta teldufyritøka, sum
bæði selur útgerð, forrit
og tænastur.
Edv-tól í Føroyum
Fyri Føroyar hendi tað
fyrsta stigið inn í edv-
øldina í 1965-66, tá ið
tænastuvirkið pf Data
varð sett á stovn og
peningastovnarnir
og
Tryggingarsambandið
saman
stovnaðu
pf
Elektron.
Tey fyrstu árini mundi
tann vanligi føroyingurin
ikki merkja nakað serligt
til hesa søguligu hending.
Tey fyrstu edv-tólini (frá
IBM sjálvandi) vórðu
einamest
brúkt
til
innanhýsis uppgávur hjá
fyritøkunum,
so
sum
bókhald og kundaskráir.
Viðgerðin tá bygdi á, at
upplýsingarnar
vóru
goymdar á sonevndum
merkingini at geva ella
fáa
kunnleika
um
eitthvørt, so í orðinum
kunning
hevur
tú
–
umframt
fyribrigdið
kunnleika – eisini eina
samskiftisdimensión.
Í onkrum høpi sæst
styttingin ICT (IKT á
donskum), har styttingin
C (communication) fyri
samskifti verður sett inn
ímillum I og T.
Við tí í huga hava vit
verið heppin við føroysku
styttingini KT.
Styttingin KT hevur
annars rættiliga fingið
fótin fyri seg og hevur
serliga verið nýtt sum
forfesti í orðum sum t.d.
KT-forum, KT-nevnd, KT-
skeið, KT-vørður og KT-
depil.
Frá roknimaskinu til
mentanaramboð
"Vit eru sjálvi søga"
hevur onkur vísur sagt,
men tað kann verða
trupult at seta nútíðina í
eitt søguligt høpi.
Seinastu 10-15 árini
koma vit kortini ikki
uttan
um
egintelduna
(PC) og internetið.
T.d. hava vanligastu
forritini á eginteldunum,
tekstviðgerð og rokniark,
gjørt miljónir av fólki
kring
allan
heim
til
dúgligar teldunýtarar.
Og so internetið. Vit
kenna
okkum
øll
so
bergtiknan
av
hesum
nýggja miðli, at vit við-
hvørt missa veruleika-
kensluna um hvat fer at
henda.
Kortini er tað eingin,
sum ivast í, at tað er ein
kollvelting, vit uppliva.
Men so leingi internet-
rúsurin ikki er avrunnin,
kann tað vera ilt at síggja,
hvar vit enda ella lenda.
Eitt annað heiti á hesum
hugleiðingum kundi eins
væl verið: "Frá rokni-
maskinu til mentanar-
amboð".
Fyrst í greinini nevndi
eg dømi um, hvat var í
skúlataskuni hjá tí unga
dronginum
í
1950-
árunum.
Vit kunnu nú staðfesta,
at í skúlataskuni hjá tí
ungu gentuni ár 2000 er
m.a. ein fartelda, ið kann
bindast í internetið og
kostar minni enn ein
mánaðarløn, og eisini ein
lærubók
um
Føroya
søgu.
Hvussu skjótt kann ein
vanlig telefonlinja koyra?
Eg havi leingi havt eitt
móthald (modem) sum
eitur
56K,
men
mítt
samband
við
Olivant
hevur bert verið 33K. Nú
havi eg lagt Windows 98
inn á telduna og nú fái eg
samband heilt uppí 44K.
Spurningar mínir ljóða
soleiðis:
er
nakað
samband ímillum mína
nýggja
windows
inn-
legging og skjótleikan á
modemsambandinum og
hvat er skjótasta samband
man
kann
fáa
við
vanligum
telefonsam-
bandi?
Mesta ferðin er 56Kbps
(Kilobit pr sekund).
Tú sigur at tú hevur havt
trupulleikar at fáa ferð við
eldri útgávu av Windows
og eftir at henda varð
dagførd er ferðin vorin
hægri. Hetta kemst helst
av at drívararnir í nýggju
útgávuni eru nýggjari og
duga betur at samskifta
millum teldu/stýrisskipan
og mótald. Annars er at
siga at umhvørvi ein er í
ofta er avgerandi fyri
ferðina á internet sam-
bandinum
um
vanligt
telefon
samband.
Til
dømis kunnu ávís merkir
av telefonum og fax’um
avmarka ferðina.
Hetta
er altso um mótaldið og
telefonin eru bundin at
sama telefon nummari.
Eisini
kann
órógv
á
linjuni gera sítt til at ferðin
gerst lægri. Frá Føroya
Tele verður sagt at mesta
ferð er 64Mbps (Megabit
pr sekund) tá er talan um
talgild (digitalt) samband.
Er
talan
um
samgilt
(analogt) samband so eru
mótaldini í dag uppí
56Kbps,
so
hetta
av-
markar seg í sær sjálvum.
Samanumtikið so er tað
fyrsta ein kann gera tá
slíkir trupulleikar stinga
seg upp, er at kanna um
teir nýggjastu drívarirnir
liggja inni og møguliga
taka
alt
annað
enn
mótaldið av kaðalinum.
Hjálpir hetta ikki so er at
fáa fatur á serkønari
hjálp!
Leivur Dalsgarð
Tráðleyst netsamband
Er tað sætt at netverk eru
tráðleys í dag, og at tað
ber til at samankobla
teldur í dag við hjálp av
infrareyðum
strálum?
Hvussu verður hetta gjørt
og hvør tøkni verður nýtt
til endamálið?
Tað ber væl til
Ja tað letur seg gera at
binda teldur saman í
einum tráðleysum neti.
Hetta verður oftast gjørt
við radiobylgjum. Tú spyr
eisini um tað letur seg gera
at binda teldur saman við
infareyðum strálum. Jú
tað leur seg gera, men
hetta er ikki eitt rættuligt
net av tí at infareyðar
strálur ikki so lætt fara í
gjøgnum heilt, so sum
veggir og annað. Tí hevur
ikki verðið so nógv gjørt
við hetta. Upprunaliga
ætlanin við infareyðum
var eitt minni net ímillum
teldur,
prentarar,
ljós-
lesarar og líknandi. Um
ein hevði eina farteldu og
kom inn á eina skrivstovu
og teldan varð tendrað, so
fann teldan beinanvegin út
av hvør útgerð var inni í
rúminum,
og
kundi
soleiðis beinanvegin fáa
samband við tey tól ið har
vóru. Men soleiðis er tað
ikki í veruleikanum. Tí
fyri tað fyrsta so hevur
stýrisskipanin ikki allar
drívarir liggjandi inni og
fyri tað næsta so krevur
hesin samskiftis háttur, at
tey infareyðu portrini,
skulu venda næstan beint
ímóti hvørjum øðrum.
Radiobylgjur eru betur at
arbeiða við. Um ikki ov
nógv av elektronisk órógv
eru
inni
í
einum
skrivstovuhølum, so letur
tað
seg
gera
at
fáa
samband millum teldur
upp í umleið 500 metur
avstand við 11Mbps, við til
dømis einum PCMCIA
korti, ið er innbygt í
telduna. Um størri net
skulu bindast saman so
letur hetta seg eisini gera.
Talan kann verða um
samskifti
ímillum
bygningar heilt uppí 10
km við 11Mbps, men tá
krevst eisini at antennur
verða settar upp.
Leivur Dalsgarð
Hevur tú ein spurning til
spurnakassan skriva til:
sid@sosialurin.fo
PANEL
Leivur Dalsgarð,
Elektronikteknikari
Hava tit ein spurning um
telduútbúna (HW) ella rit-
búna (SW), hvat tit hava
rætt og loyvi til ella okkurt
heilt annað, kunnu tit
senda tykkara spurning til
spurnaðarkassan.
Í panelinum at svara spur-
ningum hava vit serkøn
fólk at heita á.
Sendi
spurningin
til
sid@sosialurin.fo.
Í tí fyrsta blaðnum hevur
KT-hornið
sett
Leivi
Dalsgarði,
elektronik-
teknikara, sum dagliga er
stjóri á ITEC á Argjum,
tveir spurningar.
Nr. 1
¥
hsdagur
¥
16. mars 2000
¥
74. rgangur
Staravegur 5
www.tt.fo
>
>
>
Tlf.: 317620
Fax: 317699
Vit hava stórt úrval av:
Teldum
EDV-tilhoyri
Printarum
Scannarum
Forritum
Telduspølum
Fartelefonum
>
>
>
>
Telefax
Skrivstovumøblum
3
K@T@-horniÝ
Nr. 1
¥
hsdagur
¥
16. mars 2000
¥
74. rgangur
Um nakrar heilt fáar
mánaðir
tekur
Alnót
Telecom upp kappingina
við Føroya Tele og tá
verður tað við fullari
megi. Jónsvein Joensen,
verkætlanarleiðari, sigur,
at teir ætla sær at útvega
sær kundar við at bjóða
tilboð, sum kappingar-
neytin ikki bjóðar. Og
talan er ikki bara um
internet.
Sveinur Tróndarson
Fyri nøkrum mánaðum
síðani varð eitt nýtt felag
stovnað við navninum
VITA. Ætlanin var at
hetta felagið skuldi taka
kappingina upp við Før-
oya Tele og í fyrsta umfari
skuldi dentur leggjast á
internetið. Síðani hevur
ikki so nógv verið at hoyrt
frá felagnum.
Men tað er har kortini.
Nú við einum nýggjum
navni tí Vita-navnið kom
tvørt fyri hjá onkrum
øðrum og tí skifti felagið
navn til Alnót Telecom.
Málsetningurin hevur
vist eisini fingið eitt kvink
uppeftir, tí ístaðin fyri at
leggja dent á internetið
hevur felagið valt at
leggja dent á, frá fyrsta
degi, at vera ein seriøsur
kappingarneyti
hjá
Føroya Tele, sum annars
hevur sitið einsamalt á
øllum telemarknaðinum.
Kappast á øllum økjum
Sum skilst á verkætlanar-
leiðaranum,
Jónsveini
Joensen, so metir hann
tað vera góðar møgu-
leikar fyri at taka kapp-
ingina upp við Føroya
Tele. Eftir hansara tykki
er tænastan haðani ikki
betri enn næstbest.
- Tað liggja nógvir
møguleikar uttanfyri tað,
sum Føroya Tele bjóðar
og tað er tann vegin Al-
nótin ætlar sær at fara. Vit
ætla okkum at taka um
endan har hinir hava
slept, og tað fer at gagna
kundunum meiri enn á
ein hátt, sigur Jónsvein.
Hann vísir á, at tá ein
veitari fær kapping, so er
hann noyddur til at fylgja
við og tað fær kundin
gagn av. Samstundis plag-
ar kapping at síggjast
aftur á prísunum og tí fær
kundin eisini gagn av.
- Og tað er endamálið
við
kappingini,
sigur
Jónsvein.
Jónsvein vísir á, at
føroyingar eru langt aftan
fyri í menningini av eitt
nú internetsambandinum
og telekervinum og tað er
nakað, sum Alnótin ætlar
sær at gera nakað við.
Føroyskt felag
Tá eitt felag skal í holt við
eina so stóra verkætlan, er
sjálvsagt, at tað krevst
nógvur peningur til enda-
málið. Soleiðis er eisini
við Alnótini. Men hvussu
hava teir fingið peningin
til vega.
- Tá vit byrjaðu bjóðaðu
vit føroskum íleggjarum
at seta pening í felagið,
men tað gekk heldur
striltið. Fólk eru eitt
sindur varin, men vit hava
fingið eitt sera skilagott
samstarv við Framtaks-
grunnin, sum hevur víst
ein framúrskarandi vilja
til at fáa hesa verkætla-
nina upp at koyra, greiðir
Jónsvein frá.
Grunnurin hevur annars
ikki altíð fingið so góð
skotsmál í sambandi við
nýggjar verkætlanir, men
tað er ikki nakað, sum tit
kunnu taka undir við?
- So avgjørt ikki. Men
tíverri var tað ikki nóg
mikið við tí Framtaks-
grunnurin setti í, og tí
hava vit so avgjørt, at fara
út um landoddarnar at
útvega
okkum
tann
írestandi kapitalin.
Men er tá ikki vandi
fyri, at tað verða útlend-
ingarnir, sum fáa avgeran-
di orðið at siga?
- Nei, tað verður ikki
talan um í hesum før-
inum. Hóast talan er um
útlendskan kapital, so
verður avgerðarrætturin á
føroyskum hondum, sigur
Jónsvein, sum kortini ikki
vil siga hvørjir útlendsku
íleggjararnir eru.
Hetta verður almanna-
kunngjørt um ikki so
langa tíð og tá verður
eisini almannakunngjørt,
hvørjar útlendskar sam-
starvsfelagar
Alnótin
Telecom fer at fáa sær.
Samráðast upp á lívið
Tað, sum mesta tíðin í
løtuni fer við er, at fáa tær
ymsu samstarvsavtalurnar
upp á pláss. Alnótin skal
keypa seg inn á netið hjá
Føroya Tele og tað er ikki
bara sum at siga tað at
finna fram til ein prís.
Eydnast
tað
ikki,
so
verður skorið ígjøgnum
av landsstýrinum hóast
tað í veruleikanum er
Fjarskiftiseftirlitið, sum
ger tað arbeiði. Og Jón-
svein heldur, at Fjar-
skiftiseftirlitið hevur víst
ein sera positivan anda.
- Tað hevur verið sera
positivt at arbeiða saman
við teimum, sigur hann.
Hvussu samráðingarnar
fara at ganga er sjálvandi
ikki gott at vita, men
hóast tað, so væntar
Jónsvein, at lív kemur í
Alnótin Telecom áðrenn
summarið kemur. Og tað
fer at hava við sær nýggj
arbeiðspláss.
- Eg rokni við at vit
byrja við eini seks-átta
starvsfólkum, men við
vaksandi virksemi fer tað
vónandi at økjast, sigur
hann.
Tað merkir sostatt, at
føroyskir telekundar fara
at fáa møguleikar at velja
hvønn veitara teir vilja
brúka, og tað verður ikki
bara til internettænastu,
men
eisini
til
annan
flutning. Tað verði seg
vanliga
telefoni,
far-
telefoni, .....
Ólavur Ellefsen og Jónsvein Joensen á veg upp.
Í løtuni er Ólavur stjóri men tá Alnótin fer í luftina um nakrar mánaðir verður Jónsvein stjóri.
Og hann smæðist ikki fyri at siga, at Alnótin ætlar sær at taka dystin upp um kundarnar.
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177 ¥ FO 110 Trshavn
Tel. 31 88 13 ¥ Fax 31 33 74
T-postur: fh-sth@post.olivant.fo
HeimasÝa: http://sth.olivant.fo
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
útbúgving, eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla
F A R O E S E T E L E C O M
Tinghsvegur 3 ¥ Postrm 27 ¥ 110 Trshavn
Tel. 30 30 30 ¥ Fax 30 30 31
T-postur: ft@ft.fo
HeimasÝa: www.tele.fo
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS R
SKOTARÓK 14
100 TÓRSHAVN
TLF. 211861 og 311414
FAX 317534
Teldukoyrikortið er evropeiskt prógv, sum er grundað á góðkendan
KT-førleika. Ein førleika, sum prógvar at luttakarin hevur staðið sjey
royndir í nýtslu av teldu og mest vanligu forritunum.
Teldukoyrikortið er grundað á royndir innan tey sjey fakøkini, sum eru
mest umráðandi sambært KT-krøvunum í upplýsingarsamfelagnum í dag.
Royndirnar kunna takast á royndardepli, sum er góðkendur av Dansk
Dataforening. Skeiðstovan Kvasir er góðkendur royndardepil.
Nýggj skeið-
tænasta frá
Farodane
TELDU-
KOYRIKORT
TELDU-
KOYRIKORT
TELDUKOYRIKORT
SKEIÐHEITI: MI-SP
Mikudagar seinnapart, kl. 13.00-16.15
SKEIÐHEITI: TÝ&FR-FP
Týs- og fríggjadagar fyrrapart, kl. 09.00-12.15
SKEIÐHEITI: TÝ&HÓ-KV
Týs- og hóskvøld, kl. 16.00-19.30
TILMELDING frá heimasíðu okkara: kvasir.farodane.fo
- ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo
fd-3a-00
Fyrsta skeiðið byrjar
4. apríl
E L E K T R O N
...ein livandi leiklut í kunningarsamfelagnum
10