Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2000 HEIMARØKTIN Sigmundargøta 5 · Tlf. 317240 · Fax 319238 100 Tórshavn Summarfrítíðaravloysarar Søkt verður eftir avloysarum fyri heima- sjúkrasystrar og heimahjálparar frá 1. juni til 31. august 2000 ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir saman við neyðugum skjølum skulu vera økisleiðarunum í hendi seinast 15. apríl 2000, og sendast til: Øki 1. Suðurstreym Skálatrøð 14, Boks 1248, 110 Tórshavn att: økisleiðari Anna Maria Oskarsson. Øki 2. Norðstreym/Vágoy Heilsumiðstøðin, 370 Miðvágur att: økisleiðari Sonja Klein Øki 3. Eysturoy Heilsumiðstøðin, 620 Runavík att: økisleiðari Ása Hanusson Øki 4. Norðuroyggjar Bøgøta 34, 700 Klaksvík att: økisleiðari Elsba Lützen Øki 5. Suðuroy Heimarøktin, 900 Vágur att: Jeanna á Lágabø Øki 6. Sandoy Áargarður, 210 Sandur att: økisleiðari Ida Sørensen Heimarøktin P/F THOR Søkt verður eftir maskinmeistara/ motorpassara til eitt av skipum okkara Starvið: Er eitt avloysara starv, men møguleiki er fyri føstum starvi. Krøv og ábyrgd: Viðkomandi kemur at hava ábyrgd av, at formligu reglur á økinum, verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Førleikakrøv: • Vinnubræv sum maskimeistari/motor- passari • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Trygdarskeið (ikki treyt, men fyrimunur) • Roykkavara/sløkki skeið (ikki treyt, men fyrimunur) Løn og setanartreytir: Verður sett eftir avtalu. Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 422503, ella skrivliga til felagið. Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast tilber ella í seinasta lagi 24.03.2000. P/F THOR 420 Hósvík • www.thor.fo P/f Thor er eitt partafelag, sum rekur 6 skip, 3 av teimum eru í løtuni í Off-shore vinnuni og 3 í fiskivinnuni. Skrivstovustarv Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um: • Ábyrgd av ognarabókhaldinum • Avgreiðslu av viðskiftafólki • Kunna avloysa við EDV-skipanina • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Vit vænta at tú hevur: • Útbúgving og royndir innan skrivstovuyrkið • Royndir innan ognarabókhald • Hollan kunnleika til EDV og at tær dámar at samskifta við onnur. Vit kunnu bjóða: • Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • Møguleikar fyri útbúgving og persónligari menning • Góða løn í samsvar við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Umsókn við møguligum prógvum og við- mælum kann sendast til P/F Føroya Shell, Postbox 188, 110 Tórshavn og má vera okk- um í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2000. Um nóg góð undirtøka verður, er ætlanin at hava PENSIONISTASKEIÐ vikuskiftið 31. mars - 02. apríl. Nærri fæst at vita við at venda sær til Hotel Norð. Møguleiki er at tekna seg á tel. 45 12 44 ella 45 10 93 Sosialurin - 311820 Grafikari til Sosialin Søkt verður eftir grafikara til Sosialin at byrja 1. apríl ella skjótast tilber. Umsøkjarar við grafiskari útbúgving og royndum innan blaðumbróting hava fyrimun. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Prentarafelag og Føroya Prentsmiðjufelag. Umsókn, merkt grafikari, verður at senda til: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn Í seinasta lagi 20. mars. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sosialin 311820 og spyrja eftir Torkil Johannesen. Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Har starvast í dag umleið 25 fólk. Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna. Á prentsmiðjuni, sum er partur av fyritøkuni, verða umframt Sosialin eisini prentað onnur bløð. Sosialurin umsetti í fjør fyri uml. 10 milliónir krónur. Á grafisku deildini starvast 7 fólk harav 2 lærlingar. Deildin er útgjørd við teimum mest framkomnu teldunum og forritunum innan tað grafiska. Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 • Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' • Eykalutir til viðfestisvognar • Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord • Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! • Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a. • Tip - Ruskkonteinarir til trukkar • Spennireimar og lyftistroppar • Sleipikrókar til øll bilmerki! Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 22 K@T@-horniÝ ORÐALISTI Orð ið eru nýtt í K.T.Horninum í dag og frammeftir: Evnisyvirlit Emneregister Fílaflutningur/fílaveiting Filoverførsel Heimsnet World Wide Web Heimstaður/heimaøki Domæne Ímynd Ikon Kervi Netværk Kjaksíður Diskussionsgrupper Leitibúnaður Browser Leitimaskina/Netleitari Søgemaskine Ravtøkni Elektronikkur Ritbúnaður Software Tíðindasíður Nyhedsgrupper Tólbúnaður Hardware HEIMASÍÐU UMMÆLI: Eitt eyðkenni við kunn- ingartøknini er at alt verður flutt inn á teldu- skýggjan. Í staðin fyri at nýta fløgur, sjónvarp, telefon ella hvat tað nú skal vera, verður teldan sett sum miðdepil fyri øllum hentleikum. Hetta verður á fremmanda máli nevnt integratión. Á nýggja motorvegnum er tað teldan ið er hjarta í húsarhaldinum, har sein- asta fyribrygdi á økinum er at flyta útróðurin inn á alnótina. Vit siga at vit rógva út á internetinum, ella surfa sum onnur taka til. Eitt mið á hesi nýggju leið er WWW.Olivant.fo ið vit her fara at royna. Tey sum vanliga nýta alnótina, hava seinastu dagarnar lagt til merkis, at heimasíðan hjá Føroya Tele hevur skift ham. Hetta er í samband við at liðin eru 4 ár síðan inter- netævintýrið byrjaði í Før- oyum. At hendan síðan ikki kann halda føðingar- dag aftur fyrr enn um 4 ár, kemst av at valið hjá Føroya Tele at leggja til brots við alnótuveiting fall á sjálvan 29. februar. Eitt av endamálunum hjá hesi heimasíðu er óiva at geva brúkaranum eina gongda leið inn á alnót- ina. Hetta mið hevur sjálvsagt tann fyrimun, at vit kunnu royna okkum gjøgnum eina føroyska slóð. Eisini er hetta rætta staðið at byrja, um vit ynskja at leita eftir føroy- skum tilfari á interne- tinum. Men hvussu langt røkkur Olivant, og hvørjar av- markingar hevur hendan leiðin? Fyri tað fyrsta eru tað ongar náttúrligar avmark- ingar sum so, tí allar hurðar standa opnar. Tó er ein vansi við alnótini, at ein skjótt villist, og tað er júst hetta tey sonevndu evnisyvirlitini skulu nýtast til. Fyri uttan at vera al- mennur veitari av alnótini í Føroyum, hevur Føroya Tele heilt tilvitað lagt seg eftir at leiða okkum inn á nótina á ein tryggan hátt. Hetta verður millum annað gjørt við at bjóða nakrar slóðir, ið eru býttar upp í evni — also eitt evnisyvirlit. Vit mugu siga, at hetta er gjørt við umhugsni, og uttan at troðka burtur hugsaninar um at alt kann gerast betur, hevur tú eina kenslu av at valið er gjørt við følarum úti millum fólk. Um vit ímynda okkum at tað er okkurt serøki, ið hevur eins áhuga, ber skjótt til at nema sær nærri kunnleika um evnið, ella lesa seinastu tíðindini á økinum, við at nýta evnisyvirlitið hjá Olivant. Hetta við tí før- oyska verður tó ikki nak- að vit kunnu halda okk- um til, tí tað er sum kunn- ugt sera smátt við føroy- skum útbjóðarum á nótini í alheimshøpi. Um tú á hin bógvin vilt frætta nýggjastu heima- tíðindini, ber til gjøgnum Olivant, á ein skjótan og greiðan hátt, at finna allar føroyskar heimasíður. Fyri at venda aftur til evnisyvirlitið á Olivant, so eru tað 4 høvðusevni at velja ímillum, hesi eru: • Tænastur, har internet tænastur, forrit, web hotel og annað hent er at finna. • Heimasíður, ið er ein leitari til tær føroysku heimasíðurnar. Hesar eru býttar upp í vinnuligar heimasíður, privatar heimasíður, skúlar, feløg, stovnar og virki. Harafturat eru onnur evni at finna, eitt nú bløð og tíðarrit, ferðing, útbúg- ving, barnasíðan og kvinnusíðan. Leiðbeining, har prísir, umsóknarbløð og aðrir upplýsningar frá Føroya Tele eru at finna. • Teknikkur, har ymiskt um sjálva alnótina er at finna, eitt nú FAQ (títtir spurningar) og hagtøl um alnótina sum heild. Eisini finna vit eina rúgvu av bannarum á heimasíðuni hjá Olivant. Fleiri av hesum eru óiva stuðlar hjá síðuni. Millum hesar er sjálvsagt eisini www.nummar.fo ið er avloysarin hjá nummar- kall ella telefonbókini fyri tey ið hava atgongd til alnótina. Eisini finna vit, eitt nú, Jolly Chat, ið er sera nógv umrøtt av teimum yngru nýtarunum. Eisini finst ein netleitari á síðuni, ið sera praktiskt er nevndur Olivant Leita- rin. Á nevnda leitara ber til at finna ymsar adressur og annað á ein skjótan hátt. Hetta verður ofta kallað Fast Finder ella Quick Search á enskum máli. Fyri uttan nevnda Olivant Leitaran, finst eisini ein innanhýsis (ella skuldu vit sagt innansíðis) leitari, har tað ber til at leita á síðunum hjá Føroya Tele. Seinast, men ikki minst, finst ein beinleiðis slóð til DMI, ið er danska veðurtænastan. Har ber til at finna upplýsningar um veðrið. Nevnast kann at hetta er sama kelda sum Útvarpsrásirnar í Føroyum nýta. Slóðin til DMI finst undir eini ímynd (ikon) ið nevnist Veðurtíðindi. Niðurstøða Aftaná at hava roynt síðuna eitt sindur nærri, herundir slóðirnar og tænasturnar, má ásannast, at síðan er hent og eitt gott mið á alnótar- vegnum. Eitt sum kanska telur eitt sindur niður, uttan at Føroya Tele kann gera nakað við tað sum so, er at ein sjálvsagt kann og eigur at krevja meira av hesi heimasíðu enn øðrum føroyskum heimasíðum. Fyri tað fyrsta, tí Olivant og harvið Føroya Tele stendur sum einasti núverðandi útbjóðari av internet tænastu í landinum, og harafturat er tað ongin í landinum, ið hevur nýtt so nógva orku, sum Føroya Tele, fyri at blíva hollari innan alnótina og nýtsluna av henni. Um lay-out, kunnu vit siga, at tað var í tøkum tíma at Føroya Tele fekk skift tann "bláa" skíggjan út við eina meira profess- ionella skipan. "Gamla" heimasíðan hjá Olivant var snøgt sagt ótíðar- hóskandi, og afturútsigld við nógvum fjóringum. Ætlanin er, her á síðuni, at vit í framtíðini fara at líta at øðrum heima- síðum, og út frá hesum geva okkara egnu við- merkingar og ummæli. Tey ummæli ið vera givin her, eru sjálvsagt okkara egna meting, og má tí standa fyri okkara egnu rokning. Alt tikið við, meta vit at heimasíðan hjá Olivant eigur 4 av seks stjørnum uppiborið, út frá hesum: Næstu ferð er ætlanin at hyggja eitt sindur nærri eftir KT-Deplinum, ið liggur undir adressuni, www.skular.fo Hetta er ivaleyst mest nýtta heimasíðan av teimum ungu í dag, í sambandi við at allir næmingar í fólka- skúlanum og miðnáms- skúlunum hava fingið ókeypis e-post adressu gjøgnum hesa síðu. Tað er Undirvísingar og Menta- málastýrið ið stendur fyri verkætlanini. Skrivað: Finn Jensen finn@sosialurin.fo Ummæli av www. olivant.fo: Tøknikkur: **** Stílur/snið: *** Hentleikar: ***** Møguleikar: **** Lætt at nýta: **** Skjótleiki: **** Samanlagt: **** Soleiðis leggur tú Olivant sum byrjunar- síðu á heimatelduna 1. Klikk á ímyndina fyri denne computer á skrivaraborðinum. 2. Klikk á Kontrolpanel. 3. Vel ímyndina fyri Internet. 4. Undir Generelt, adresse, skrivar tú: http://www.olivant.fo 5 . Klikk á OK! Næstu ferð tú fer inn á Internet explorer kemur heimasíðan hjá Olivant á skýggjan. Nr. 1 ¥ h—sdagur ¥ 16. mars 2000 ¥ 74. ‡rgangur Mest vitjaðu føroysku heimasíðurnar 1 1 2 Magnus Sørensen 2 2 7 Jógvan Heinesen 3 3 3 Faroese Chat 4 4 9 Tíðindablaði Sosialurin 5 6 2 Føroya Javnaðarflokkur 6 5 9 Dimmalætting 7 7 2 Leitel Tíðindi 8 8 7 Leitel Chat 9 10 2 NSÍ 10 9 2 B36 Kelda: www.leitel.fo Hesa Síðstu Vikur á vikuna viku listanum Síðunavn Elsta starv Ein lækni, ein verkfrøð- ingur og ein teldu- rágevari sótu og tjakað- ust um hvat varð elsta starv á jørð. Læknin segði "Jú, í Bíbliuni stendur skriva at Guð skapti Evu við einum rivjabeini, sum hann tók frá manninum. Tað sigur seg sjálvt at hetta hevur kravt eina skurðviðgerð og tí er læknastarvið tað elsta". "Halt uppat", segði verkfrøðingurin. "Áðrenn tað hendi, nevnliga í byrjanini av Bíblinum, stendur, at Guð skabti himmalin og jørðina burtur úr øllum ruðuleikanum, so tygum taka feil kæri lækni. Mítt starv er tað elsta!" Teldu- rágevarin setti seg aftur á og segði brasin "Hattar ljóðar alt gott hjá tykkum báðum, men hvør halda tit skapti ruðuleikan ?"