hósdagur 16. mars 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 53 - 16. mars 2000
Rúsdrekka: Tá tøgnin verður
brotin hvørvir mystikkurin
Rúsdrekkatrupulleikarnir á tingi eru bara ovasti tindurin á ísfjallinum, sum fevnir um ov nógvan
drykkjuskap í Føroyum. Misnýtslan súrgar okkara samfelag, og persónligur sorgarleikirnir eru ovur-
honds. Alt samfelagið missir fleiri tíggjutals av milliónir krónur árliga, tí hundasjúkan leggur bakk
EFTIR JÚSTINUS
LEIVSSON EIDESGAARD
Hamborg, Sosialurin:
Gjørdist ikki sørt ovfarin, tá
eg læs føroysku bløðini
seinasta vikuskifti, har høv-
uðstíðindini vóru, at rús-
drekkatrupulleikar vóru á
tingi. Also, eg var ikki ov-
farin av, at ávísir tingmenn
drukku ov nógv, tað hava
teir altíð gjørt, men at bløð-
ini tóku hetta mál upp sum
eitt álvars-mál. Tøkk skulu
tit eiga fyri tað. Nú er hol
sett á ein búld, som í mong
ár hevur darvað føroyska
samfelagnum. At júst hol
verður sett á í okkara høga
tingi, kann hava gott árin á
samfelagið og kann eisini
breiða seg sum ringar út um
oyggjarnar. Tá tingmenn
kunnu hava rúsdrekkatrup-
ulleikar og leita sær hjálp
fyri hesar, so er kanska vón
hjá tí risthenta uppsagda
skrivstovumanninum, ella
aftur úr siglda línumann-
inum, ið stendur á trapp-uni
og bíðar eftir at Rúsan letir
upp, meðan hann heldur fast
um tær fáu krónurnar, sum
hann júst hevur stolið úr
kruvda Bassanum hjá børn-
um sínum.
Sjáldan havi eg lisið nak-
að so skilagott, sum út-
spælið
hjá
Tjóðveldis-
flokkinum um ein orðaðan
rúsdrekkapolitikk
innan
tingbólk. Serliga, at hesi
orð eru sett í verk: „Ikki at
tosa um persónin, men við
persónin“, tá íð eitt fólk
hevur rúsdrekkatrupulleik-
ar, tosa við tann sum líður
og ikki í skaðafrøði válka
sær. Eitt fólk við rús-drekk-
atrupulleikum hevur brúk
fyri hjálp og kærleika, held-
ur enn at verða sparkað
liggjandi. Ein og hvør, sum
møtir fullur ella ávirkaður
til arbeiðis, tað verið seg í
tinginum ella á øðrum ar-
beiðsplássum í landinum,
hevur risastórar trupulleik-
ar, sum koma at endurtaka
seg, fær hann ikki hjálp. Eg
tori at vedda upp á, at ikki
ein einasti av teimum 32
tingmonnunum ynskir at
koma sjónliga ávirkaður á
tingfund. Hendir hetta, so
hevur viðkomandi mist
tamarhaldið á lívinum tá
hann drekkur. Og roynd-ir-
nar
hjá
tíggjutals
milli-ónum av edrúum alko-
holikarum kring heimin
vísa, at hevur ein fyrst mist
tamarhaldið, so fær ein tað
ongantíð aftur. Tað er sum
at missa beinið. Tað veksir
ikki út aftur. Óteljandi eru
teir alkoholikarar í heim-
inum, sum drekka seg í hel
í royndini at stýra fløskuni.
Teir gerast altíð tapararnir.
Eg fegnist um, at málið
um rúsdrekkatrupulleikar er
tikið upp á so høgum støði
í Føroyum, tí hetta fer at
gera tað møguligt at hjálpa
longur niðri í samfelagnum
og føroyska samfelagið
hevur eins og øll onnur
samfeløg í heiminum stórar
trupulleikar av rúsdrekka.
Tað var júst rúsdrekka-
trupulleikar í okkara van-
liga gerandisdegi, sum
hendan kronikkin skuldi
snúgva seg um. Tingmenn
komu við høvinum og mínir
tíggju fingrar dansa nú aftur
og fram á knattaborðinum,
fyri at fáa nakað skilagott
burturúr hesum tabu-lagda
evni, sum vit tiga burtur, so
gott vit kunnu og næstan
altíð velja at tosa um per-
sónin, heldur enn við per-
sónin, tí bundna sum líðir.
Og tá ið tú skrivar um
rúsdrekka út frá einum per-
sónligum vinkli og setir
navn undir, so er altíð vandi
fyri, at onkur lesari rammar
nevan í borðið og rópar hart:
„Pínadoyð, at hatta skal
tora. Tað er øgiligt, hann er
vorðin skinhelligur. At hesi
orðini koma frá hasum,
Jesus forbarmi seg og nakað
væl afturat. Hvat gevir tú!“
At
nema
við
hetta
viðkvæma evni kann lætt-
liga føra við sær, at tú fær
dómin at vera frelstur ella
at tosa moral. Tað vil so
vera. Og áðrenn eg sigi eitt
sindur um meg sjálvan,
kann eg siga, at gavst eg
ikki at drekka, so skrivaði
eg einki í dag.
Ætlanin var ikki, at hetta
skuldi verða nøkur „be-
kennilsissøga!“ sum so.
Sjálvur havi eg seinastu
níggju árini, við góðari
hjálp, fótað mær sum edrúur
maður, ikki tí at mær ikki
dámar at drekka, heldur tí,
at mær dámar alt ov væl at
drekka, so væl, at eg havi
slett ikki tíð at arbeiða,
tíansheldur at røkja nakað
sum helst annað í lívinum,
tá ið eg drekki. So er tað
sagt
Nýggja rúsdrekkalógin
Tað eru eisini knappliga
níggju ár síðan vit fingu
eina nýggja rúsdrekkalóg í
Føroyum. Hagtølini siga, at
føroyingar ikki drekka stórt
meira nú, enn tá kassarnir
vóru í velmaktini. Tó er
sjónligt, at føroyingar nú
drekka meira javnt og eru
fleiri dagar um árið ávirk-
aður av rúsdrekka enn fyrr.
Ein
sannroynd
millum
tíggjutals
milliónir
av
edrúum alkoholikarum úti í
heimi er, at er tú fyrst bund-
in at rúsdrekka, so skal bert
ein ráki til, so festir í og tað
gerst eitt sálarligt „beset-
ilsi,“ at vera fullur eina tíð.
Kassaskipanin fyrr í Før-
oyum, so keðilig hon annars
var, so hevði hon ein góðan
eginleika fyri alkoholi-
karar, hon førdi við sær at
meginparturin ikki bestilti
meir enn tveir tríggjar kass-
ar um árið. Hesir vórðu
druknir skjótt, og so var
friður, hjá teim flestu. Tað
er sannlíkt, at vit næstu árini
fara at síggja fleiri sum
gerast bundin, júst tí at nú
er so lætt at fáa hendur á
løginum og rúsdrekka er
vorðin størri ein partur av
gerandisdegnum .
Tað finnst bara tveir bólk-
ar av fólkum, sum fáa stórar
trupulleikar av rúsdrekka.
Annar bólkurin eru tey, sum
dáma væl at drekka, drekka
nógv og hini eru tey, sum
eru bundin at rúsdrekka, tá
ið tey drekka. Fyrri bólk-
urin, tey sum drekka nógv,
eru munandi betri fyri. Tey
eru ikki bundin, tey kunnu
altíð gevast. Sigur konan: „
Nú kann tað vera nóg mik-
ið, eg fari, um tú heldur
fram,“ so gevst hann. Sigur
læknin: „Livratølini eru
vánalig, nú mást tú ansa
eftir ella leggja av,“ so
leggur hon av uttan trupul-
leikar og uttan hjálp frá
nøkrum. Sigur arbeiðsgev-
arin frá, at nú er ov nógv,
so gevst hann at drekka.
Tann bundni, alkoholik-
arin, kann ikki gevast at
drekka hvussu fegin hann
enn vil. Har er ongin
bremsa, har er ongin vilji,
sum er nóg sterkur. Hansara
støða er nógv álvarsligari.
Hann kann gott halda seg
edrúan eina tíð, eina viku,
ein mánað, eitt ár, kanska
fleiri ár. Men byrjar hann at
drekka aftur, so er hann full-
komiliga
maktarsleysur
mótvegis
alkoholinum.
Hann drekkur alt í sor, seg
sjálvan, tey sum eru honum
næst, tey sum eru honum
allar kærast, heldur enn at
gevast. Tað er ongin logikk-
ur aftanfyri, at hann byrjar
eitt tørn. Hann trýr inniliga,
at hesuferð fer hann at
drekka við máta. Men úrs-
litið er altíð tað sama, eitt
buldraligt tørn, og sálarliga
er hann í knúsi aftaná. Hann
veit ikki sjálvur hví hetta er
soleiðis og tað nyttar als
onki at tosa fornuft við
hann. Tað einasta, sum hann
er heilt vísur í er, at fløskan
hevur ikki feilin. Tað er alt
hetta keðiliga kring hann,
sum ger lívið so keðiligt.
Einasti mátin hann kann
fóta sær aftur er vil full-
komiliga at leggja av.
Tað eru bara eini 10 pro-
sent av teimum, sum drekka
í einum samfelag, sum
menna bundinskap at rús-
drekka. Í hinum stóra bólk-
inum, sum hevur eitt nor-
malt forhold til rúsdrekka,
finnast altíð fólk, sum eitt
ávíst tíðarskeið í lívinum
drekka meir enn onnur. Or-
søkirnar kunnu vera nógvar.
Bakkøst í lívinum av
ymiskum slag. Ólag í hjúna-
lagnum, uppsøgn á arbeiðs-
plássinum, hjartasorg o.s.v.
Men tá ringasti hvøkkurin
hevur lagt seg, so eru tey
aftur sum vanlig fólk. Tað
er eisini vanligt, fyrr, serliga
millum mannfólk, nú eisini
millum konufólk, at tey á
heilt ungum árum, tá íð tey
eru um at gerast vaksin,
drekka
rættuliga
nógv.
Kanska fyri at vísa hinum,
at tey eru nakað. Tey flestu
av hesum minka um nýts-
luna sum frálíður, men eini
10 prosent gerast alkohol-
ikarar og reika vónleyst í
kring, fáa tey ikki hjálp. Og
alko-holisman er arvalig. Er
annað av foreldrunum alko-
holikar, so skal tað vera
løgið um ikki okkurt av
børnunum mennir bundin-
skap at rúsdrekka. Hyggja
vit erliga í okkara egnu
familju, so síggja vit eisini
hvussu misnýtslan arvast.
Antin er tú uppá
vegin ella ikki
Er tú alkoholikari, so hev-
ur tú ongantíð bert smáveg-
is trupulleikar av alkoholi,
antin hevur tú ovurstórar
trupulleikar, ella er ongin
trupulleiki. Antin er tú upp
á vegin ella ikki. Og um ein
er alkoholikari ella ikki,
kann vera sera ringt at siga.
Tað hevur lítið og einki at
gera við hvussu nógv verð-
ur drukkið, heldur hvat rús-
drekka ger við ein, tá íð
drukkið verður. Og skal ein
alkoholikari hava hjálp, so
nyttar lítið, at onnur siga
honum, at hann hevur
trupulleikar, hann má við-
ganga hendan trupulleika
sjálvur,
áðrenn
nakað
munagott kann gerast.
Eg kann minnast einaferð
í áttatiárunum, at eg fekk
ein lista upp í hendurnar við
30 spurningum, sum kundu
benda á, at ein hevði rús-
drekkatrupulleikar. Svaraði
tú játtandi einum trimum av
hesum spurningum, so var
sannlíkt, at tú hevði onkrar
trupulleikar av rúsdrekka.
Eg kundi svara játtandi upp
á allar samlar, uttan tann
eina, har eg varð spurdur,
um eg drakk, tá ið eg var
uppá vegin, og hóast hetta,
so steðgaði eg ikki hesi
oyðimarkargongd fyrr enn
fleiri ár seinni.
Undan jólum kom ein
bók í føroysku bókabúðir-
nar eftir danska rithøvundan
Jørgen F. Nissen um rús-
drekkatrupulleikar á ar-
beiðsplássinum. Bókin eitur
„Ósjónligi fílurin“ og undir-
ritaði hevur týtt. Rúsdrekka
og Narkotikaráðið hevur
givið út. Meðan eg týddi
hesa bók, kom fram fyri
meg hvussu sníkjandi og
lúrin alkoholisma er. Jørgen
F Nissen lýsir gjølla alko-
holismuna, hvussu hon
spakuliga fer at at gera vart
við seg og hvat hendir, tá ið
tann bundni missir tamar-
haldið á lívinum, tá ið hann
drekkur. Einaferð, alkohol-
ikarin kann ikki siga tað
heilt neyvt, kanska innan
fyri eini tvey ár, so fór hann
um eina ósjónliga gátt og
knappliga dugdi hann ikki
longur at stýra lívinum, tá
ið hann drakk. Bókin lýsir
eisini hvussu sjúklig øll
kring tann bundna gerast.
Tey avarandi geva sær
sjálvum skuldina fyri mis-
nýtsluna hjá tí bundna:
„Hevði eg bert verið ørvísi,
so drakk hann ikki so illa.“
Tey vita ikki hvat er í vegin
og tey gera alt fyri at fjala
útyvir veruliga trupulleika,
at tann bundni drekkur ov
nógv. Hví tey gera so er ilt
at siga, men hetta liggur
djúpt í einum. Tað er so
eymt og tað er so stór
skomm ikki at duga at bera
seg at í brennivíni. Og tað
er ikki bara tey næstu sum
líða, eisini starvsfelagar,
arbeiðsplássið og vinir og
kenningar. Ongin av hesum
skilir rættuliga hvat hendir,
men sjónligt er hvat hendir.
Hjá tí bundna verður tor-
førari og torførari at stjórna
lívinum. Og at enda orkar
hann ikki meira. Antin má
hann gevast ella doyr hann.
Hvar er strikan?
Tað ber til at kjakast ó-
endaligt um, nær ein per-
sónur hevur rúsdrekka-
trupulleikar ella ikki. Og
tann bundni er til lítla hjálp.
Neyvan nøkur líðing verður
so avnoktað í heiminum,
sum júst alkoholisma. Tann
bundni kann um morgunin,
liggjandi á knøunum, við
høvdinum niðri í kummuni
og lova bót og bata. Eitt
sindur seinni út á dagin er
hann koyrandi aftur við
høgari sigarføring og góðari
kenning.
Og tað er júst hendan av-
noktanin, sum ger hesa líð-
Er hon ikki deilig?
ing so svára og so ringa at
lekja. Hjá vanligum fólki er
hugmyndin
av
einum
brennivínsbarni tann skitni,
ófýsni, órakaði maðurin í
síðum frakka, sum vildi giv-
ið eitt hálvt kongaríki fyri
eina fløsku av Aqua-velva,
var einki betri nær-hendis.
Men alkoholikarin kann
sanniliga eisini vera stjórin
í fína bilinum, sum fer pynt-
aður frá húsum hvønn
morgun. Hann kann eisini
verða vinarligi og skikkiligi
bróðurin í samkomuni, sum
av og á fer av landinum, fyri
at fáa sær eitt tiltrongt tørn.
Hann kann eisini verða
fryntligi grannin, sum ong-
antíð sæst úti fullur. Hann
kann vera presturin, sum
skinklar í kongunum á
prædikustólinum í berari
hundasjúku. Hann kann
vera læknin, sum fyri ikki
at lukta, hevur doyvt seg við
einum góðum tablettjavn-
ara, áðrenn hann hittir sjúk-
lingin.
Og alkoholisman verður
so illa góðtikin sum ein líð-
ing í okkara samfelag. Eitt
lítið dømið frá sjúkrahús-
inum. Har liggja tveir
manns á eini stovu. Tann
eini liggur illa plágaður av
lungnakrabba. Hann hevur
næstan roykt seg i hel. Hann
fær samkenslu, tey næstu
eru sorgarbundin um hann.
Læknin vísir honum virð-
ing. Hann fær hjálp, liggur
eina tíð, og so verður hann
útskrivaður. Hann byrjar
aftur at roykja. Tey næstu
eru eitt sindur óttafull, men
ongin dømir hann, ella
kveistrar hann frá sær.
Í hini songini liggur ein
sundurbrotin alkoholikari
við livrini í sorli. Hann er
einsamallur, fá koma at vitja
hann og ongin hevur sam-
kenslu við honum. Hansara
líðing er av slíkum slag, at
tað ber ikki til at tosa um
hana. Hann fær eisini hjálp
av sjúrkahúsinum og verður
útskrivaður. Hann byrjar at
drekka aftur, ógvusligari
enn nakrantíð, tey næstu øsa
seg upp, døma og venda
honum bakið. Hann doyr
einsamallur.
Báðir hesir persónar, sum
misnýta seg spakuliga í hel,
eru til fíggjarliga last fyri
samfelagið, men ymiskt er
hvussu samfelagið vigar
hesar. Munur er eisini á
minningarorðunum í bløð-
unum, bæði í longd og
eymleika.
Tað er sum sagt ógvuliga
ringt at siga, nær eitt fólk
hevur fingið trupulleikar av
rúsdrekka, men nøkur tekin
eru rættuliga álítandi.
Eitt ósvitaligt tekin um at
vandi er á ferð er, tá ið ein
persónur fer at drekka um
morgunin, ella enntá fyrr, á
nátt, fyri at kenna seg nøku-
lunda væl til passar, tá van-
ligi dagurin byrjar. Eitt
annað tekin er, um rús-
drekka leiðir hann, har hann
ikki ætlaði, tá ið hann
drakk. Onki menniskja
møtir sjónliga ávirkað av
rúsdrekka til arbeiðis, uttan
at tað hevur rúsdrekka-
trupulleikar. Eitt vanligt
fólk kundi ikki droymt um
at drukkið so nógv, at tað
ikki var av-runnið, áðrenn
tað fór til arbeiðis.
Ikki vónleyst
Hjá rúsdrekkabundnum
ber til at fáa hjálp, við-
ganga hesi, at tey hava
trupulleikar. Tað er fyrsta
treytin. Og tað er ikki bara
ein leið at ganga. Neyvan
nakað hevur hjálpt føroy-
skum brennivinsbørnum so
nógv at sleppa burtur úr
misnýtsluni, sum andalig
veking. Soleiðis hevur verið
seinastu øldina. Í øllum
samkomum finnast edrúir
drykkjumenn, sum í svart-
asta vónloysi leitaðu sam-
komur upp og steðgaðu
med alla, tí at teir fingu
trúgv á at eitt hægri vald,
sum var nógv sterkari enn
teir sjálvir kundi endurreisa
teir.
Ongin viðgerð lekir ein
alkoholikara. Edruskap-
urin má røkjast, antin í
felags-skapi í samkomu
ella í felagsskapi við
aðrar alko-holikarar.
Avbyrgir alko-holikari
seg eftir viðgerð, fer
hann aftur at drekka.
Einsamallur
klárar
hann einki. Tað ber
ikki til at fara á Heil-
brigdið, á Blákross
ella á Statshospitalið
og síðan rokna við,
at nú er ein lektur
eftir lokna viðgerð.
Í viðgerð ber til at
steðga misnýtsluni og
fáa góð ráð.. Men út aft-
ur komin er ger-andis-
dagurin júst tann sami, og
tá er neyðugt, í felags-
skapi við onnur, at læra
at fóta sær. Tað er bert
hend-inga, sum klárar seg
leingi edrúur uttan felags-
skap við onnur og tað er
lívshætti-sligt hjá vanlig-
um alkohol-ikarum at nýta
hendan sum fyrimynd.
Og hjá fríteinkjaranum er
eisini vón. Tí honum nýtist
ikki at trúgva á Gud, hann
kann bara trúgva á, at tann
máttur sum savnar hann og
aðrar drykkjubrøður sam-
an og heldur teir edrúar, má
vera nógv sterkari enn hann
sjálvur, sum sundurbardur
av alkoholismu, stríddist av
øllum alvi fyri, at hesuferð
skuldi hann drekka við
máta.
Millum tær mongu tíggj-
utals milliónir av edrú-um
alkoholikarum í heim-inum
í dag er semja um, at or-
søkin til, at tað eydnaðist at
gerast edrúur er júst, at alk-
oholikarin fekk trúgv á, at
eitt vald sterkari enn hann
sjálvur, loysti hann úr haft-
inum og at hann við at geva
vilja og lív sítt í hendurnar
á hesum valdi, misti tostan
og fekk styrki at halda seg
edrúan. Hetta merkir á før-
oyskum, at leggja vilja og
lívið í Guds hendur..
Eg lærdi nógvar edruar
drykkjumenn at kenna í
Singapore. Kinesarar, ma-
layar, jødar, indarar, ara-
barar o.s.v. Tað var stuttligt
at sita og práta um hvat helt
okkum edrúar. Vit tosaður
nógv um eitt hægri vald.
Hjá okkum kristnu var hetta
Gud, eisini hjá jødum, ara-
bararnir tosaðu um Allah,
sama gjørdu malayar og
indonesarar. Nógvir trúðu á
Buddha og Hinduismuna og
onkur kinesari hevði ein
telgdan
gud
standandi
heima í stovuni.
Men vit tosaðu ongantíð
um, hvør trúgv var rættast.
Vit tosaðu altíð um Gud,
sum vit sjálvir skiltu hann.
Á hendan hátt fingu vit ikki
eina
lidna
Gudamynd
smoygda niður yvir høvdið,
kanska eina mynd, sum vit
als ikki kendust við. Tá ið
vit tosaðu um, at Gud,
soleiðis sum vit skiltu hann,
hvør einstakur av okkum,
hevði tikið tostan frá okk-
um, hevði loyst okkum úr
brennivínsfelluni, og gav
okkum mót og styrki at liva
víðari, so var einki at kegl-
ast um. Tað eru nógv, menn
og kvinnur, sum hava eina
heilt aðra religión enn eg,
sum hava verið við til at
styrkja mín edrúskap hesi
árini úti í heimi.
Samfelagið bløðir
Eg byrjaði í tinginum og
eri nú komin til samfelagið,
sum tingið heldur á kós við
sínum lógarsmíði. Ongin
neyv uppgerð finnst av
hvussu nógv í krónum sam-
felagið missir av rús-
drekkamisnýtslu. Men tøl-
ini eru høg og missirin rakar
alt samfelagið, vinnulív, tað
almenna, familjur o.s.v.
Og tað er so tørført at tosa
um hvat samfelagið sum
heild missir av rúsdrekk-
amisnýtslu, tí avnoktanin er
so ovurhonds, og tað er ikki
bara familjan, men eisini
starvsfelagarnir halda hond-
ina yvir einum rúsdrekka-
bundnum. Tey halda seg
gera honum eina tænastu,
men úrslitið er øvugt. Tey
hjálpa honum heldur enn
longur niður.
Hvussu nógv minni ella
vánaligari ein persónur ar-
beiðir ein mánadag við
hundasjúku, eftir eitt vátt-
ligt vikuskifti, ja, kanska
týsdag við, er ringt at gera
upp í pengum. Men miss-
urin er stórur. Misnýtarin
plagar vanliga at vera sera
arbeiðssamur millum tørn-
ini. Men sum heild kann
sigast, at ein, ið ikki hevur
tamarhald á drekkingini,
eisini er vánalig arbeiðs-
megi. Hjá honum er neyð-
ugt at arbeiða tað forsømda
inn aftur, teir dagar, hann
antin hevur drukkið ella
verið hundasjúkur til ar-
beiðis. Hansara árliga avrik
verður vánaligari enn hjá
vanligum fólki, minni kem-
ur burturur roknað yvir allar
arbeiðs-dagar í árinum, av
tí einfaldu orsøk, at hann er
ikki upplagdur.
Verða allir sjúkradagarnir,
sum koma vegna ov nógv
drekkarí, roknaðir í peng-
um, so gjørdist talið høgt og
vóru allir arbeiðsgevarar
greiðir yvir hvussu nógvan
pening fyritøkan missir
árliga av hesum, so høvdu
teir ikki blunkað við at
fingið ein orðaðan rús-
drekkapolitikk á arbeiðs-
plássið.
Alkoholikarin er oftast
ein persónur, sum er vit-
ugur, skapandi og evna-
góður Hann er dugnaligur
til sítt arbeiði, ofta góða
útbúgving og er ofta førur
fyri at vinna meira enn
miðalmaðurin. Hví eitt so
skilagott fólk kann finna
upp á at drekka seg frá sans
og samling og oyðileggja
alt, sum er kring hann, og
seg sjálvan við, er ein stór
gáta. Og áðrenn hendan
gátan verður loyst, verður
tann bundni noyddur at
halda seg edrúan, ella at
drekka seg í hel.
Samfelagið bløðir. Sein-
astu 20 árini hevur miðvis
viðgerð verið fyri rús-
drekkamisnýtslu í Før-
oyum. Hvussu nógv fólk
hava verið gjøgnum við-
gerðarskipanina veit eg ikki
neyvt, men talan er um
nøkur túsund.
Og um ongi neyv hagtøl
finnast, so er talið av teim-
um, sum eru deyð av or-
søkum, sum stava frá ov-
nógvum rúsdrekka ovur-
honds stórt. Fólk doyggja í
ferðsluni, doyggja í báti,
doyggja av sjúkum, sum
stava frá ov nógvum rús-
drekka. Og í øllum Før-
oyum ganga ung og evnarík
fólk fyri púrasta einki, tí tey
orka ikki at arbeiða ella
kunnu ikki brúkast í arbeiði,
tí tey drekka ovnógv.
Ikki at gloyma allar tær
familjur, sum eru syndraðar
av alkoholi ella sum eru
endaðar á Almannastovuni,
tí hvørki av foreldrunum er
ført fyri at vinna nógv mikið
av peningi, tíans heldur at
uppala børnini. Dýrir pro-
fessionellir stuðlar vassa
uppi í hesum familjum, har
hvørt barnið eru vorðið ein
sak og hvør einstakur í
familjuni, ja um hann so enn
liggur í móðurlívi, er vorðin
ein byrða fyri samfelagið.
Alkoholikarin, sum ikki
longur kann røkja arbeiðið,
gerst sum frálíður ein bein-
leiðis byrða fyri samfelagið.
Samfelagið verður noytt at
geva honum mat og pening.
Ongin líðing í samfelag-
num verður so nógv av-
noktað sum rúsdrekkamis-
nýtsla. Av einari heilt óskilj-
andi orsøk hevur fjøldin av
fólki mannað garð um, at
hjá okkum er ikki talan um
rúsdrekkatrupulleikar.
Og hóast hetta, so doyr í
hvussu er ein føroyingur um
mánan, ofta nógv fleiri
beinleiðis av atvoldum, sum
stava frá rúsdrekkamis-
nýtslu
Nú flokkur á tingi hevur
tikið seg um reiggj og hevur
fest á blað ein orðaðan
rúsdrekkapolitikk, er stund-
in komin, at farið verður út
um landið við einum orð-
aðum rúsdrekkapolitikki.
Ikki bara á teimum stóru
stovnunum í Havn og hjá
Tórshavnar Kommuni.
Lat okkum fáa ein orðað-
an rúsdrekkapolitikk á hvørt
einasta arbeiðspláss í landi-
num, har fyrsta ávar-ingin
er ein hjálpandi hond.
Hendir hetta, so loysti tað
seg rættuliga, at tjóðveldis-
tingmenn høvdu kenning á
tingi, hóast tað at politikarar
drekka, avgjørt ikki er nak-
að sereyðkennið fyri tjóð-
veldisflokkin.
Veruliga átti ein als ikki
at sýnt nøkrum menniskja
samkenslu.
Tað er betri at hjálpa tí.
(Maksim Gorkij)
russiskt skald
Er hann ikki deiligur?