fríggjadagur 5. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2010
Innbygd spottljós, sum
sett vórðu upp fyri
nøkrum árum síðan,
og ikki eru í boks,
kunnu vera orsøk til, at
eldur kemur í hús
El-innlEggingar
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í fleiri ár hevur verið nógv
brúkt at seta spottljós upp í
loftið, og slík ljós vóru
eisini í húsunum, sum ein
familja í Havn keypti fyri
nøkrum árum síðan.
Nú ein dagin slóknaðu
óvanliga nógvar perur, og tá
ið tey pilkaðu eina av
lampunum niður, datt ymist
dust niður undan lampustað
num. Tað var eyðsæð, at har
var nakað brunnið, og familj
an skundaði sær at ringja
eftir einum elektrikara.
Elektrikarin
Heini
Magnussen var skelkaður,
tá ið hann sá skilið.
Tað kundi tað sama
verið komin eldur í húsini,
segði hann.
Heini Magnussen tók so
øll spottljósini niður, og
hann sá, hvat var galið, og
hetta
hevði
hann
sæð
aðrastaðni eisini:
Ljósini vóru sett beint
upp i loftið í træ og við ong
um kassa uttanum perurnar,
sum tað vanliga er nú.
Heini Magnussen veit um
fleiri hús aðrastaðni, sum
eru brunnin í grund av
somu orsøk.
Brendaroykur
Í húsunum, sum Heini
Magnussen var í, vóru
leidningarnir brunnir heilt
upp av hitanum, og viðurin,
har lampurnar høvdu sitið,
var svartur av hita. Brenda
roykur merktist.
Releið brýtur ikki frá, um
eldur kemur í spottljósini, tí
eingin jørðleidningur er til
hesar lampur.
Heini Magnussen veit, at
í fleiri húsum vórðu spott
ljós sett upp upp á henda
mátan, og tað gekk, til SEV
herdi eftirlitið, og nýggj
reglugerð
kom.
SEV
góðkennir allar innleggingar
í nýggjum húsum.
Nú skulu spott, sum
verða bygd upp undir loftið,
vera í kassum ella í dósum,
ið isolera. Hetta vita allir
elektrikarar. Tey óvardu
spottljósini fáast framvegis,
men Heini Magnussen ivast
í, um nakar innleggjari við
síni fullu fimm, fær seg til
at seta tey upp.
Tað er lívsetandi vanda
mikið, sigur hann.
Men tað kann vera, at fólk
sjálv gera tað, og tá varnast
SEV tað ikki, tí SEV
góðkennir bara innleggingar
í nýggjum húsum.
Heini Magnussen veit
eisini, at fólk, sum keypa
gomul hús og seta tey í
stand, ofta vilja hava spott
ljós bygd upp í loftið. Ofta
er trupulleikin, at loftið er
ov lágt.
Í slíkum føri sigi eg nei
til at seta spottljósini upp,
sigur Heini Magnussen.
SEV ansar eftir
Dánial Jógvan Hansson,
eftirlitsleiðari
hjá
SEV
sigur, at tá ið SEV skal
góðkenna eina innlegging,
verður hugt serliga væl at
innbygdum spottljósum, og
eftirlitsfólkini gera stundum
stakroyndir við at taka ljós
niður fyri at vita, at ljósini
eru sett upp eftir reglunum.
Tey góðkendu ljósini hava
aluminiusmreflektor, sum
kastar hitan fram, og hitin
fer ikki uppeftir. Ljósini eru
góðkend til ávísa perustyrki,
og tað er sera umráðandi
ikki at brúka sterkari perur,
tí spottini kunnu hervið
gerast ov heit.
Alt hetta eigur elektrik
arin at vegleiða fólk um, tá
ið hann setir ljós upp.
Ansað eigur eisini at vera
eftir, hvat tilfarið er, sum
amaturið verður sett á, tí
tað má ikki sita á brenn
barum tilfari.
Familjan,
sum
fekk
hvøkkin av brunnu spott
ljósunum hevur skift øll tey
vandamiklu ljósini út. Skelk
urin er ikki farin enn. Børn
ini sova á loftinum, og
ljósini sótu í gongsloftinum
og í loftunum yvir trappuni.
Hvat kundi ikki verið hent,
um eldur kom í?
Her kundi
endað galið
Viðurin rundan um lampustøðini var eisini merktur av ov nógvum hita
Leidningarnir vóru fullkomiliga smeltaðir av hitanum frá lampunum
Hvussu kunnu fólk vita, at vandin lúrar uppi yvir slíkum
spottljósi?
Eiga at gjalda alt
45 prosent av danska fólkinum halda, at íslend
ingar eiga at endurrinda bretum og niðurlending
um alla Icesaveskuldina. Fyrr hava tilsvarandi
meiningakanningar í Noregi og Svøríki víst, at
har halda ávikavist 33 og 21 prosent, at íslend
ingar skulu rinda alt. Men tá fólk vórðu spurd um
renturnar ella kostnaðin av skuldini, var støðan
ein onnur. Í Danmark halda 30 prosent, at tey trý
londini skulu býta kostnaðin javnt sínamillum,
tað sama siga 45 prosent í Noregi og heili 53
prosent av teimum spurdu í Svøríki.
Orka gevur arbeiðspláss
Ein nýggj verkætlan, sum hevur fingið heitið Energi på
havet, skal útvega umleið 7.000 nýggj arbeiðspláss í Esbjerg
tey næstu tíggju árini. Offshore Center Danmark, sum
heldur til í Esbjerg, stendur aftan fyri ætlanina saman við
umleið 40 fyritøkum, ymsum myndugleikum og nøkrum
útbúgvingarstovnum. Orsøkin til átakið er, at oljuvirksemið í
Norðsjónum er minkandi, og tað sæst aftur í Esbjerg, sum er
høvuðsbýur hjá donsku frálandavinnuni. Eitt nú missa 400
fólk arbeiðið, tí at Mærsk Olie & Gas tekur tveir av sínum
pallum úr framleiðslu, skrivar DR.