fríggjadagur 5. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
10
VIKUSKIFTI
– Hatta kanst tú siga, um tú um setir
orð fyri orð, tí tað ber ikki til, men tað
er heldur ikki tað sama sum at týða.
Fyri at gera eina góða týð ing, mást tú
duga at liva teg inn í yrk ing ina, áðrenn
tú umskrivar hana og letur hana fara
útaftur helst í eini betri útgávu. Mínar
týðingar eru ofta betri enn upprunaligu
yrkingarnar, tí sum týð ari hevur tú
skyldu til at bøta um eina yrking, har
tú kanst.
Hesum eru allir týðarar ikki samdir
í, men Alexandur Kristiansen tekur
sær frælsi til at leggja afturat ella taka
burtur úr eini yrking, um tað tænir
henni í týðingini. Tí loyvir hann sær
til dømis at skoyta sítt egna navn inn
ein setning sum hendan í eini týðing av
David Ray » og vit skulu kjakast um /
Buffalo Bill / eftir e.e. cummings / týdd
av Alexandur Kristiansen / og hví hann
nýtir orðið / hvokkin / «
– Hatta kann eg, tí tað er í tráð við
meiningina í yrkingini annars. Eg kann
gera tað, tí í týðingini geri eg yrk ing
arnar til mínar »egnu«, men altíð við
tí treyt, at eg má vera trúgvur móti
grundtankanum ella bulinum í upp
runaligu yrkingini.
Ber tað ikki til, ella fæst týðingin
ikki at sita vakurt á føroyskum í tráð
við upprunaligu meiningina, skalt tú
lata vera við at týða hana og góðtaka
tína avmarking, sigur Alexandur
Kristiansen avgjørdur.
– Tí eri eg eisini givin at royna
at týða russiska yrkjaran Alexander
Pushkin. Eg fái ikki orðini og rytmuna
at sita nóg væl og tí lati eg vera at týða
hann, sjálvt um eg so fegin vildi.
Ambitiónir vegna málið
Føroyska málið er hinvegin ongantíð
í sær sjálvum ein forðing fyri at týða
hvørja yrking, tað skal vera. Tvørtur
ímóti er Alexandur Kristiansen ongan
tíð vorðin skuffaður av føroyska mál
inum, tá tað ræður um skaldskap.
– Vit skulu tora at hava størri am
bitiónir vegna føroyska málið, tí í
grundini kann tað mesta sigast nógv
flottari á føroyskum enn á til dømis
donskum ella enskum. Í berari máls
ligari undirbrotligheit koma vit kortini
altíð fyrst í tankar um okkurt, sum ikki
kann sigast á føroyskum. Veruleikin er,
at tað finst minst líka nógv á føroyskum,
sum tað als ikki ber til at siga á øðrum
málum, sigur Alexandur Kristiansen
sum ikki nýtist at leita leingi eftir vøkr
um føroyskum skaldskapi.
Eftir hansara tykki eiga vit nógvar
fínar føroyskar yrkjarar bæði millum
eldru og yngri ættarliðini. Og hóast
hann framvegis er sera hugtikin av
gamla slagnum av yrkingum, sum
ríma, kunnu modernaðar yrkingar á
óbundnum málið sanniliga eisni vera
flottar, heldur Alexandur Kristiansen,
sum minnist týðiliga, tá hann fyrstu
ferð fekk eitt slíkt yrkingasavn upp í
hond ina.
– Tað var savnið Heimkoma hjá
Steinbjørn B. Jacobsen. Inntil tá helt
eg, at allar yrkingar áttu at ríma, so
tað var veruliga ein opinbering. Mær
dámdi beinanvegin hesar yrkingarnar,
tí orð ini vóru so sterk.
Tokkin til modernaðar yrkingar er
seinni vaksin alsamt, men Alexandur
Kristiansen viðgongur, at hann setur
størri krøv til innihaldið í yrkingum á
óbundnum málið. Í so máta er heldur
onki at fýlast á hjá hansara føroyska
yndisyrkjara.
– Hóast hann er nakað yngri enn eg,
er Jóanes Nielsen mín fyrimynd, Hann
sigur sovorðið, sum eg vildi ynskt, at eg
sjálvur tordi at siga og uppá ein máta,
har sjálvt tað ljóta blívur so óvanliga
vakurt. Tað er hasin sterki spenningurin
millum tað ljóta og tað vakra, sum er
so sermerktur hjá Jóanes. Eg havi lisið
nógvar aðrar yrkjarar, sum tora at
vera minst líka fúlir sum Jóanes, men
skaldsliga ikki koma í nánd av honum,
sigur Alexandur Kristinasen, sum eisini
telur Tórodd Poulsen millum fremstu
yrkjararnar í Føroyum.
– Tóroddur er fínur uppá sín egna
sermerkta máta, sigur hann uttan at
leggja upp til nakra samanbering ann
ars við seg sjálvan sum yrkjara
– Nei, sum yrkjari eri eg bara ein,
sum hangi uppi í Jóanesi og Tóroddi.
Harri í skrivikamarinum.
Hóast arbeiðið sum týðari og yrkjari
hevur fylt stóran part av hansara lívi,
er tað ikki nakað, familjan hevur merkt
nógv til. Móti endandum á prátinum
avdúkar Alexandur Kristiansen, at
kona hansara ongantíð hevur sæð hann
sitið og skrivað. Og tað hava børnini
heldur ikki.
– Eg havi altíð lagað mína skriv ing
soleiðis, at tað ikki órógvar gerandis
dagin í familjuni. Hatta við at nú mugu
øll tiga og ganga á tá, tí babba situr
og skrivar, skulu tey ikki plágast
við. Tí havi eg altíð bíðað við at
seta meg við skriviborðið, til eg
eri einsamallur inni ella hini eru
farin í song.
Men tá friður valdar er
Alexandur Kristiansen aftur
fyri harri yvir løtuni inni á
skrivikamarinum har hann
ræður yvir, hvørt tað verður
Horats, Ovid, Pope, Keats,
Goethe, Bukowski, Heaney
og ella onkur annar, sum
fær æruna av at sleppa
framat á føroyskum.
Fyribils telur úrvalið út
við 500 týð ingar, og týð
arin er heilt væl nøgd ur
við varðan, hann higar
til hevur sett eftir seg.
– Jú, eg haldi at tær
rigga, ikki bara sum
týðingar men eisini
sum góðar yrkingar á
føroyskum. Eg ivist
eisini í, um nakar
annar hevði gjørt
hetta, um eg ikki
gjørdi tað sjálvur.
Vit mangla eis ini
føroyskar týð
ingar av eldri
yrk ingum, og tí
hevði tað verið
spell, um hesar
bara fóru í
gloymsk una,
sigur hann
og
tek ur
F i l o m e l u
upp í hond
ina.
Tað er torført at velja millum
yndisbørnini. Hann steðgar við Horats,
men blaðar víðari, fær eyga á Keats,
smíl ist og mutlar »har var eg ordiliga
í støt inum«. Á seinastu síðuni dagar
»Grevstur« fram eftir írska Seamus
Heaney, ein av hansara yndisyrkj
arum, sum eisini hevur verið ein tann
torførasti at týða. Men sum so ofta
kundi hann ikki lata vera, tí orðini vóru
so sterk og vøkur, tí tey mintu hann
á, tá abbi hans ara bar hann í leypi út
at skera torv á Kambs dali, og tí tað
altíð finst ein orsøk til at geva ein
slíkan skaldsligan dýrgrip víðari.
Grevstur
Millum fremstafingur og tummil
hvílir klossuti pennurin; nett sum ein byrsa.
Uttanfyri glugga mín eitt eyðkent, gresjandi ljóð
tá ið spakin verður stungin niður í eyruta mold:
Faðir mín sum grevur. Eg síggi hann
har hann stendur við reyvini hægst og bukkar seg djúpt
niður millum blómubeðir, kemur upp tjúgu ár burturi,
kavar regluliga millum eplaryggirnar
har hann gróv.
Stóri stivlin førkaði seg til rættis á blaðnum,
harðliga varð skaftið lyft innanvert knæið.
Hann rykti høgar bløðkur upp við rót, hirdi ljósu eggina djúpt niður
at spreiða nýggj epli sum vit hentaðu
og vit elskaðu teirra svalliga harðleika í hondunum.
Á Guð, gamli dugdi at handfara ein spaka.
Eins og hansara egni faðir.
Abbi skar meira torv dagliga
enn nakar annar maður í bygdini.
Einaferð bar eg honum mjólk í einari fløsku
við einum ófantaligum pappírstøppi í. Hann fetti sær á
og drakk hana og legði so alt fyri eitt aftur í vaðið,
flagaði neyvt, tveitti flagbøkkar
aftur um herðarnar, rætti seg niður aftur og aftur
eftir tí góða torvinum. Gróv.
Kaldi lukturin av mold, slupsið og klamsið
av dýggjvátum torvum, bráðu høggini av einari egg
gjøgnum livandi røtur vakna í høvdi mínum.
Men eg eigi ongan spaka so eg kann gera sum teir
Millum fremstafingur og tummil
hvílir klossuti pennurin.
Honum fari eg at grava við.
»Digging«, Seamus Heaney, f. 1939, Írland
Týtt: Alexandur Kristiansen, Filomela, 2010, Sprotin
Tá eg týði, kenni eg tað sum mína skyldu
at bøta um yrkingina, har eg kann
Spæl fyrst við teir stóru, til tú finnur tín
egna stíl og týðingin til endan syngur seg
sjálva á føroyskum, næstan sum var hon
tín egna, sigur Alexandur Kristiansen
mynd: jens kristian vang