fríggjadagur 5. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2010
Tíðindaskriv
Almennur fundur
um list og almennar
pengar verður í
Miðlahúsinum miku
kvøldið klokkan átta
Tað eru ikki nógvir pengar,
vit játta til listarliga skapan.
Men nakrar milliónir eru
tað kortini tilsamans.
Hvussu
skulu
hesir
pengar brúkast? Skulu vit
yvirhøvur, frá almennari
síðu, stuðla list, sum ikki
klárar at skapa sítt egna,
fíggjarliga grundarlag.
Og um vit skulu stuðla
list, hvussu skal tað so ger
ast? Hvør skal gera av, hvat
skal stuðlast? Skulu tað
vera
politikarar?
Ella
embætisfólk í Mentamála
ráðnum? Ella fólk við við
komandi útbúgvingum?
Og hvørji skulu kriteriini
vera? Hevur sokallað "góð"
list, sum vendir sær til fá
fólk, størri rætt til stuðul
enn meira fólkslig list, sum
fleiri fólk taka til sín?
Skulu vit, gjøgnum tann
almenna
stuðulin,
stýra
listini ein ávísan veg?
Hesir
spurningar
eru
aktuellir, nú ætlanin er at
umskipa
Mentanargrunn
Landsins, sum býtir út ein
stóran part av pengunum til
list í Føroyum. Og teir
verða umrøddir á almennum
fundi í Miðlahúsinum miku
kvøldið 10. mars klokkan
20.00 undir yvirskriftini:
Stýring ella villur vøkstur?
Við pallborðið sita fólk
úr føroyska listaumhvørvi
num, sum hava havt greiðar
meiningar um hesar spurn
ingar:
Oddfríður
Marni
Rasmussen frá Listafólka
sambandi Føroya, Inger
Smærup Sørensen, listfrøð
ingur, umframt eitt umboð
fyri Tjóðpall Føroya.
Tað er Tjóðveldi, sum
skipar fyri fundinum.
Frítíðarvirksemi
verður nú sett í verk
fyri ungdóm í Hoyvík.
Mentamálanevndin
hjá Tórshavnar býráð
hevur í dag einsmælt
samtykt eina royndar
skipan, sum byrjar
longu um eina góða
viku – tann 15. mars
UNGDÓMUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Okkara umsiting fyri børn
og ung hevur eftir áheitan
frá býráðnum mett um
tørvin
á
frítíðarátøkum
millum tey ungu í komm
ununi sum heild og mælir
til tílíkt virksemi í Hoyvík
beinanvegin, tí har er tørv
urin størstur, sigur formað
urin í mentamálanevndini
Jógvan Arge.
Virksemið verður í frítíð
arskúlanum við Hoyvíkar
skúla, sum skúlaleiðslan og
leiðslan fyri frítíðarskúlan
hava játtað at lata upp fyri
ungdóminum eftir vanliga
afturlatingartíð.
Í fyrstu atløgu verður
talan um tveir dagar um vik
una, mánakvøld frá klokkan
18 til 23 og leygarkvøld frá
klokkan 22 til 02 í tríggjar
mánaðir sum ein royndar
skipan. Aldursbólkurin er
millum 13 og 18 ár.
Hesar tríggjar mánaðirnar
verður arbeitt víðari við,
hvussu hetta ungdómsvirk
semið í Hoyvík kann skipast
eftir einum føstum leisti í
framtíðini. Haraftrat verður
arbeitt víðari við møgu
leikunum
aðrastaðni
í
kommununi.
Fólkatalið
í
Hoyvík
veksur alsamt og barnatalið
við. Jógvan Arge, nevndar
formaður, sigur at komm
unan hevur kannað møgu
leikarnar fyri sonevndum
klubbvirksemi fyri børnum
úr 3. til 6. flokk í Hoyvík.
Hesin spurningur er ikki
loystur enn, men arbeitt
verður víðari við ætlanini,
eitt nú í sambandi við, at
Hoyvíkshøllin verður út
bygd, sigur hann.
Í fjør heyst var ungdóms
tilboð sett í verk fyri ung
dómin í Nólsoy. Har lata
tey væl at átakinum hjá
Tórshavnar Kommunu.
Nýtt ungdómsvirksemi í Hoyvík
Skal listin stýrast?
Og hvør skal stýra henni?
Deyðin kom úr rúmdini
Eitt altjóða granskaralið er komið til ta niðurstøðu, at
dinosaurarnir vórðu útruddaðir, tí at ein risastórur
rúmdarsteinur og jørðin stoyttu saman fyri 65 milli
ónum árum síðani. Nakrir av teimum 41 granskar
unum, sum hava kannað málið, halda kortini, at teir
seinastu dinosaurarnir doyðu av fleiri sera drúgvum
eldgosum í Asia. Men teir flestu granskarnir halda, at
dinosaurarnir vórðu útruddaðir, tá ein risastórur
rúmdarsteinur, sum var um 15 kilometrar í tvørmát,
rakti tað, sum í dag er Meksiko.
Øði um yvirlýsing
Í Turkalandi eru fólk í øðini, tí at uttanríkisnevndin hjá
amerikanska Umboðsmannatinginum hevur samtykt eina
yvirlýsing, sum flokkar turkiska ágangin ímóti tí armenska
fólkinum undir fyrra heimsbardaga undir hugtakið
"hópmorð". Yvirlýsingin bleiv samtykt, hóast bæði Barack
Obama, forseti, og turkiska stjórnin mæltu frá. 23 limir í
uttanríkisnevndini atkvøddu fyri yvirlýsingini, og 22
atkvøddu ímóti. Turkiska stjórnin svaraði alt fyri eitt við at
biðja sín sendiharra í Washington koma heim.
Eyðmerking av blámusoppi í
bygningum, har væta er sloppin
framat
Nýggjasta gransking á økinum
Topp 10 – mest vanligu brekini í
nýggjum bygningum
Hvussu skal blámusoppur í
bygningum handfarast?
Kanning av bygging og
viðlikahaldsætlan
skeiðleiðari er Carsten Johansen,
serfrøðingur frá Teknologisk
Institut
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - Tel. 32BELL (322 355)
Tilmelding
og les meira um skeiði á
www.synergi.fo ella ring 322 355
Blámusoppur og
vánaligt inniumhvørvi
v/Teknologisk Institut
NýTT sKEIð 18. mars - pláss EfTIr
sKEIð 19. mars 2010 - úTsElT
Super aktuelt
skeið við
TEKNOLOGISK INSTITUT
NÝTT SKEIÐ
18. MARS 2010