fríggjadagur 5. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
11
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Eins og áarstreymur rennur.
Hvat stendur á tínum visitkortið?
Eitt sindur av hvørjum.
Hvat ger teg glaðan?
Tá mítt barn hevur tað gott.
Hvat ger teg illan?
Tá eg møti fordøming ístaðin fyri forstáðilsi..
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Soft ice og Djúpur.
Hvat heldur tú
vera løgið?
At fólk halda
tað er løgið at
fólk ikki eru
líka sum tey.
Hvat er
týdningar mikið
fyri børn?
At lurta eftir
teimum og vera
nærverandi.
Hvat listafólk hevur tú
stóra virðing fyri?
Havi virðing fyri øllum, ið hava drívkraft til
at skapa. Kann ikki pilka nakran ávísan út, tí
hvør setir sítt listaspor, ið avspeglar tíðina.
Hvussu skal ein urtagarður
vera, um tú slapp at ráða?
Nógvar kryddaraurtir, runnar og tulipanir/
páskaliljur ið sníkja seg upp um várið.
Hvørjar gardinur ert tú til?
Helst ongar, eg vil hava ljós!
Hvat brúkar tú hvønn dag?
Knekkreyð, kanel, sápu, undirbuksir,
tanntráð, krem, ... tja, skal eg blíva við?
Hvat slag av sjampoo brúkar tú?
Plagi at syngja »Eliiida sjampo er, besta
sjampo her í verð« (lag: Eg liti ljósið blátt)
Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?
Eri sera errin av, at eg havi stórar føtur.
Hvat er romantiskt?
Alt, um tað verður gjørt romantiskt.
Hvat hevur
lívið lært teg?
At fordómar eru
bara til fortreð,
og at tað nyttar
ikki at geva upp.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
Nógvar bøkur eru góðar, hvør til sína tíð.
Hvør er tín lívrættur?
Ræst kjøt við rótfruktum og einari
góðari súpan til við purrum, og
øllum góðum rávørðum í.
Hvat hevði tú
gjørt um tú var
ósjónlig ein dag?
Kett meg
ófatiliga nógv
og evt. avlýst
mína konsert.
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Royni at njóta hvørt eygablikk eg fái
her á fold, hatta við at blíva gamal,
taki eg tá/um tað kemur.
Hevði tú hugsa tær at búð nakra
aðrastaðni enn í Føroyum?
Nei.
jensina olsen
Eg eri sera errin av mínum fótum
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta jensina
Navn: Jensina Olsen
Aldur: 39 ár
Bústaður: Keypmannahavn
Starv: Tónleikari/sjónleikari og listafólk.
Familja: Gift við Tryggva
og eigi sonin Jóhannes
mynd: bEiNTA HARAlDSEN