Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 45 - 5. mars 2010 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Hvassir tónar Tónalagið millum andstøðu og samgongu gerst alsamt hvassari. Hetta sæst eitt nú av grein hjá Høgna Hoydal í dagsins blað. Formaðurin vil vera við, at samgonguflokkarnir látast vera ósamdir, men hetta er, skrivar hann, bert eitt spæl fyri gallarínum. Samgongan er nevniliga samd um at verða sitandi og ongan politikk at føra. Høgni sigur samgonguna vera samda um at niðurlaga vælferðina, seta lóg og rætt til viks, máa alt álit burtur á okkum sjálv og skapa andstygd fyri politikki. Hetta eru hørð orð, sum verða undirbygd við meira ella minni ítøkiligum dømum um, hvussu ógagn- ligur rikni politikkurin er fyri Føroyar í nútíð og í framtíð. Samgongan hevur oyðilagt búskapin, sett lógir og reglur til viks og skapt risahall á løgtings- fíggjarlógunum. Mint verður á meirnýtslur og dýrk- andi avgerðir og verður víst til skúladepilin í Suðuroy, har fullveldissamgongan samtykti at brúka 36 mió., tá hann byrjaði í Vági. Verkætlanin hevur fyribils kostað 95 mió., eftir at skúlin er fluttur til Hovs. Afturat hesum koma so atfinningar um lógarsjusk við tað, at lógaruppskot verða ikki løgfrøðiliga eftirkannað og framløgufreistir ikki hildnar. Síggja vit burtur frá seinastu atfinningini, sum kann vendast ímóti øllum samgongum, má helst ásannast, at nakað er um atfinningarnar. Hetta er serliga gald- andi fyri tað sagt verður um fiskivinnupolitikkin hjá ABC 2 samgonguni. Í greinini vil Høgni verða við, at (cit) vantandi fiskivinnupolitikkurin hevur kostað okkum minkandi avreiðingarvirði frá 2002 til 08 uppá 600 míó. kr. - og talan er um milliardir í útflutningsvirði, sum eru mist hesi ár. Hetta er ein hvøss atfinning, og hvøss skal hon væl vera, tí fiskivinnupolitikkur hevur altið verið hjartamál Tjóðveldis. Leggja vit upp fyri hesum veruleika, slepst illa uttanum at geva formanninum rætt. Vit hugsa í hesum høpi ikki so nógv um tapstølini fyri avreiðingarvirði – tey hava vit sum so ikki havt høvi at eftirkanna, men vit hugsa um tann ótespiliga veru leikan, at ABC2 enn ongan burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskivinnupolitikk hevur megnað at semjast um enn minni at leggja fram. Hetta er eymasta og veikasta punktið hjá sitandi samgongu. Herfyri kom ein av tinglimum Javnaðarfloksins fram við nøkrum spakmæltum atfinningum til Fólkafloksins fiskivinnupolitikk ella trot á sama. Hetta fall í so vánaliga jørð, at fyrrverandi formaður Folkafloksins úr útlegdini kendi seg kallaðan at koma sínum gamla og illa kroysta flokki til hjálpar. Lagt kundi verið afturat, at hetta nevnda dømið ber boð um, at tað framvegis prutlar undir lokinum, og at tað ivaleyst er ein ikki heilt lítil misnøgd millum tilvitandi samgongupolitikkarar um rikna fiskivinnupolitikkin. Samgongan er tí valla so samd, sum Høgni heldur. Hóast nógv kegl um skatt, infrakervi, skúlapolitikk, mentanarpolitikk og vælferð, so gerst tað alt meira greitt, at fiskivinnupolitikkurin er akillesarhælur sam- gongunar. Her mugu skjótt latast aðrir bollar í soðið, um burðardyggari fiskivinnu skal verða lív lagað og ikki minst um ávísir samgonguflokkar skulu hóra undan næsta vali. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Onki løgið er í tí, at ellis- og røktarheimini aftur eru á breddanum. Í hesum umfarinum legði Hans Pauli Strøm fyri og vardi ætlanirnar um at byggja ellis- og røktar- heim, sum eru aktuellar beint nú. Tær skula tryggja mestsum óhjálpnum fólkum virðiligt tilhald á heimum kring landið. Taki undir við Hans Paula. Vit eru soleiðis fyri, at vit kunna ikki lata vera við at byggja tey røktar- heimini, sum nú eru komin í stropa, meina vit nakað sum helst við, at okkara gomlu mugu hava eitt sømiligt lívskvøld. Bergtóra Høgnadóttir og tjóðveldisflokkurin hava eisini verið frammi í sama máli. Har verður heldur meira hugsað um, hvussu hesi viðurskifti skula leggj- ast til rættis í framtíðini. Víst verður á sjónarmið aðrastaðni um, at ellis- og røktarheim er ikki rætti formurin fyri eldrabú støð- um o.s.fr. Eldraíbuðir av ymsum slag í samanhang- andi byggingum verða nevndar sum betri loysn. Sjónarmiðið er áhugavert og eigur alla góða viðgerð uppiborna í framtíðarætl- anunum á eldraøkinum. Men tá mælt verður til at steðga teimum røktar- heimsbyggingum, sum eru í umbúnað, so gleppur ketan av hjá mær. Í Havnar kommunu er ongin ivi um, at vit noyðast at útvega tey 64 plássini á røktarheimi, sum nú eru í eygsjón. Fara vit nú at koppa runt eina ferð aftrat, so verður seinur dagur, áðrenn vit hava nakað at bjóða teimum sjeyti ella fleiri, sum standa á akuttum bíðilista til pláss á røktar- heimi í kommununi. Men vit eiga av øllum alvi at viðgera framtíðar- leistin, og tað fáa vit eisini skotbráð til nú. Landsstýri og løgting eiga at skapa fjølbroyttari fíggingarmøguleikar enn tann einasta, sum er tøkur í dag við 700.000 krónum í studningi til kommunurnar fyri hvørt røktarheims- pláss. Um tað verður landið ella kommunurnar, sum fara at umsita økið, er brúkaranum eitt feitt. Honum nýtist tænastuna, antin hon kemur frá hesum ella hasum. Tíðindaskriv Unga Tjóðveldið Tjóðveldi Tveir leygardagar á rað skipa Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi fyri hugsjónar- døgum, har flestu sam- felagsøki verða tikin upp í framløgum og kjaki. Leygardagarnar 6. & 13. mars verða tjóðveldis- áhugað fólk boðin at taka lut í eini hugsjónar bráð- pannu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður kl. 13.00 og hildið verður fram til kl. 17.30. Tíðin vit liva í er merkt av hugsjónaðarloysi og eins rætting. Standardi- sering. Trupult er at síggja munin á politiskum flokk- um, hesir eru viknaðir, og ideologiska tærið gerst lakari sum tíðin gongur, og í hesum døgum tykist tað sum, at tey flestu eru samd um onki. Politiskt vacuum er avleiðingin og úrslitið. Tørvur er á hugsjónarligari dubbing, greiðari politiskari kós og í ovurmáta er tørvur á føroyskari tjóðarbygging. Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi ætla sær at gera nakað við trupulleikan. Í fyrstu atløgu hava vit tikið stig til tveir hugsjónar- dagar, har vit hava heitt á átta “uttangarðsfólk”, á hvørt sínum samfelagsøki, um at leggja fram síni sjónarmið um søgu, fak- felagsstríð, frælsi, fiski- vinnu, almanna- og heilsu- mál, mentan, búskap og vinnu. Harumframt fara formenninir í UT og Tjóð- veldinum at boða frá, hvagar politiska leiðin gongur hjá ungmanna- felagnum og flokkinum. Báðar dagarnar verður kjak á skránni. Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveldið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu politikk økini, ið framman- undan eru varpað upp í framløgum og røðum. Fram løgufólkini hava ongar teymar á sær, alt stendur fyri teirra egnu rokning, tí kann væntast, at politiska “establishmentið” verður provokerað til heitt orðaskifti og kjak við hug- sjónarligum løðingum og krúti. Fyrra dagin – 6. mars – fara Hans Andrias Sølvará, Sonja J. Jógvansdóttir, Rói Patursson og Atli Greger- sen at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Gunnhild Dahl Niclasen fram røðu. Annan dagin - 13. mars - fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikkelsen, Magni Arge og Hermann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal fram røðu. Tónleikur verður eisini á skránni, og tað verða troubadurarnir Tróndur Enni og Uni Arge, sum fara at undirhalda við guitara og sangi. Í onkrum steðgi verður felagssangur sungin. Átakið er ætlað øllum tjóðveldisáhugaðum føroyingum, og byrjað verður stundisliga kl. 13.00 báðar leygardagarnar. við tjóðveldiskvøðu Røktarheim og eldraíbúðir býráðslimur í Havn JógvAN ArgE Politiskur hugsjónardagar