fríggjadagur 5. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
12
VIKUSKIFTI
Kalda Kríggið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru bæði viðhalds- og mótstøðu-
fólk, sum ikki hildu tað heilt stóra um
politisku evnini hjá Ronald Reagan,
hóast hesin í november mánaði í
1980 vann forsetavalið móti Jimmy
Carter.
Reagan, sum fram til 1962 stuðlaði
demokratunum, hevði annars verið
guvernørur í California, men bæði í
1968 og í 1976 gjørdist hann ov stutt-
ur til at verða forsetavalevnið hjá
republikanarunum.
Ein orsøk til, at hann varð undir-
mettur, var heilt víst fortíðin sum
filmssjónleikari og seinni radio vertur.
Tey vóru helst fleiri, sum hildu, at
framførslur hansara av røðara stól-
unum vóru meira sjónleikur enn
poli tikk ur, og at Reagan í stóran mun
var ein marionett hjá sterkum lobby-
istum.
Veruleikin var tó ein annar. Tað
kann væl vera, at spurnartekin kunnu
setast við búskaparpolitikk hansara –
Reaganomics – har færri handilsligar
forðingar, skattalættar og tálman av
almennu nýtsluni vóru hornasteinar.
Í øllum førum vísti modellið seg ikki
at halda í longdini.
Men veruleikin var helst – eru
fleiri søgu frøðingar samdir um –
Ronald Reagan samstundis var ein
tann besti globali strategurin í søg-
uni hjá USA. Og neyvan hevur nakar
amerikumaður havt eins stóra ávirkan
á tað, sum skuldi gerast endin á kalda
krígnum.
Tosaði seg til broyting
Fastlæsta støðan – détentin – sum
fast helt kalda krígnum í eini støðugari
vápnadubbing var ein góðtakan av, at
heimurin var í tveimum pørtum. At
kommunisman og kapitalisman vóru
støðugu mótsetningarnir, sum upp á
sín egna máta tryggjaðu heimsfriðin.
Í seinasta enda við sonevndu MAD-
strategi’ini, sum garanteraði totalt
ragnarok, um nýtt kríggj brast á. Ein
støða, har tað var hóttanin um álop,
ið tú ikki kundi verja teg fyri, sum
gjørdi, at eingin parturin veruliga
tordi at leypa á.
Endamálið við détentini var at
halda fram við kalda krígnum, og tí
var sannføringin hjá Ronald Reagan,
at skuldi ein endi fáast á kalda kríg-
num, mátti détentin jarðleggjast fyrst
av øllum. Ein sannføring, sum full-
komuliga breyt við alt tað, sum ameri-
kanskir og sovjettiskir leiðarar høvdu
hildið fast um seinastu trý tíggju ára-
skeiðini.
Nógv kundi ivaleyst endað øðrvísi,
um morðroyndin, sum ein sinnisjúkur
maður framdi tann 30. mars í 1981,
hevði eydnast. Endamálið hjá sinni-
sjúka manninum var at imponera
Jodie Foster, og hevði hetta eydnast,
hevði George H. W. Bush tikið sæti í
Hvítu Húsunum, og heimurin hevði
helst sæð øðrvísi út.
Bush fataði eins og flestu samtíðar
politikkarar kalda kríggið sum per-
manent, men eins og Lech Walesa,
Johannes Paul II pávi, Margaret
Thatcher og Deng Xiaoping dugdi
Reagan at síggja, at eisini permanentar
støð ur kundu broytast.
Eins og hesi – og kanska enn
betur – dugdi Reagan at gera nýtslu
av tos aða orðinum. Við dramatiskum
fram førslum í almennu røðum sínum
breyt hann gamla vanahugsan.
Ræddi kommunistarnar
Fyrsta dømið kom bara hálvan annan
mánað eftir morðroyndina, sum mundi
endað forsetaskeið hansara. Umframt
at tosa um ein betri heim, staðfesti
hann djarvt, at Vesturheimurin ikki
hevði fyri neyðini at innibyrgja
komm unismuna. Ei heldur at fordøma
hana. Vesturheimurin fór bara at for-
kasta kommunismuna sum eitt løgið
fyribrigdi í heimssøguni.
Heldur enn at fokusera upp á tví-
dystin við Sovjetsamveldið, valdi
Reagan at fokusera upp á, at talan
bara var um nakað, sum var komandi
og far andi.
Eitt ár seinni segði hann í røðu til
bretska parlamentið, at Karl Marx
hevði havt rætt. At valdið og bondini,
sum kúgaðu arbeiðarafjøldina, fóru
at bera uppreistur við sær. Men
Reagan segði, at hetta hendi í Sovjet-
samveldinum. Í eini skipan, sum
noktaði sínum íbúgvum frælsi, men
sum ikki megnaði at breyðføða somu
íbúgvum. Og hann staðfesti, at eitt
stýri, sum einans stendur fast við
bajo nettum, ikki festir røtur millum
fólkið.
Timingin var perfekt. Allur Eystur-
blokkurin var í svárari búskaparligari
og ideologiskari kreppu. Í Póllandi
hevði undantaksstøðan steðgað Soli-
daritet, men ónøgdin millum borgar-
arnar var stór. Afghanistan var vorðið
eitt blóðreytt heingipartí, og kavandi
oljuprísirnir tóku botnin undan bú-
skapinum.
Hann fekk sítt gJøgnuMbrot á hVíta lørIftInUm. Men tað var við
ølluM HeiMinuM suM leIKpallI, at ronald reagan sló sítt navn
fast suM ein tann gløggastI global-politikkarin í HeiMssøguni
Heimsins
størsti
sjónleikari
greInarøð
Keldur:
Den kolde krig, John Lewis Gaddis, 2005 Hitler and Stalin, Alan Bullock, 1992
Erindringer fra krig og genopbygning, Leonid Brezjnev, 1978 Perostrojka, Michael Gorbatjov, 1987
Stalin – Den røde zar og hans hof, Simon Sebag Montefiore, 2004 wikipedia