Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2010 13 viðmerkingar – Triðja grein av trimum kronikk Sámal Matras Kristiansen, samfelags­ frøðingur »Javnstøða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.« Ein trupulleiki við javnstøðu­ kjakinum er, sum nevnt í undan­ farnu grein, at kynini ikki einans verða sett á sama støði, men at tey eisini skulu vera líka. Javnstøða er í ov stóran mun vend móti at fáa kvinnur at vera sum menn – og at fáa menn at vera sum kvinnur. Men er tað í grundini hetta, javnstøða skal snúgva seg um? Er javnstøðu­ hugtakið ikki vorðið eitt morali­ serandi hugtak, heldur enn ein roynd at ávirka samfelagið ein ávísan veg út frá einum yvir­ skipaðum, hagfrøðiligum grundarlagi. Mín fatan er, at javnstøða nettup ikki skal vera eitt háttalag, men eitt yvirskipað mál. Tað skal ikki vera soleiðis, at kvinnur, ið ikki hava hug at átaka sær valds­ postar, skulu niðurgerast í mun til “Yuppie­kvinnurnar”. Og tað skal heldur ikki vera soleiðis, at menn, ið hava hug at átaka sær valdspostar, skulu síggjast sum ein hóttan móti Yuppie­ kvinnunum. Menniskju eru ymisk – allir menn eru ikki líka – og allar kvinnur eru ikki líka. Javnstøða má eisini merkja, at menn við góðari samvitsku kunnu gerast pedagogar og sjúkrasystrar og at kvinnur við góðari samvitsku kunnu gerast skiparar og lastbil­ førarar. Javnstøða sum møguleiki – ikki ein skylda Javnstøða merkir eftir míni fatan, at tað finnast javnbjóðis møgu­ leikar, og at kynini meiri ella minni troyta hesar møguleikar í sama mun. Hetta merkir ikki, at allar kvinnur skulu vera karrieru­ kvinnur. Hetta merkir heldur ikki, at allir menn skulu skifta blæur og støvsúgva. Tað finnast nógvar kvinnur, ið gjarna vilja nýta tindarnar av sínum lívi til at uppala eina familju. Og er nakað galið við tí? Tað finnast eisini nógvir menn, ið gjarna vilja nýta tindarnar av sínum lívi til at tjena eina rúgvu av peningi til húsar­ haldið. Og tað sigur seg sjálvt, at her kann talan vera um tveir persónar, ið hóska væl saman sum par. Umvent – og hetta er full­ komiliga avgerandi fyri javn­ støðukjakið – eigur tað ikki at verða sæð niður á teir menn, ið munnu hava hug til at vera heima gangandi, ansa eftir børn­ um, gera mat – og kanska fáast við seyð og gæs ella pjøssast upp á hús og urtagarð. Normarnir í verandi samfelagi høvdu sett ein slíkan mann í ringt ljós. Man hevði kallað hann tuflaðan ella eina fiasko. Kanska enntá eitt sindur smáklikkaðan... Javnstøða snýr seg júst um eisini at loyva monnum at átaka sær teir leiklutir, ið søguliga hava verið tengdir at kvinnunum. Og hondina á hjartað: vil tað ikki vera perfekt fyri eina hart­ arbeiðandi karrierukvinnu at hava ein heimagangandi mann, ið tekur sær av tí mesta í heimin­ um? Undirkúgaðu menninir Tað er púra greitt, at í síni heild – hagrøðisliga sæð – eru kvinnur meiri undirkúgaðar enn menn – bæði heima í Føroyum, men í uppaftur størri mun um farið verður til minni framkomin lond. Men meðan vit taka so synd í kvinnunum, eiga vit heldur ikki at gloyma, at tað eisini finnast kúgaðir menn*. Ein víðgongdur feministur hevði kanska hildið hetta verið gott – kanska sum okkurt slag av søguligum rættvísi. Men tey, ið fyrihalda seg nøkulunda seriøst til javnstøðu mugu eisini fyri­ halda seg til tann veruleika, at eisini menn koma illa fyri í sam­ felagnum, serliga tí teir hava trupulleikar í mun til útbúgv­ ingar skipanina. Tað finnast ikki so nógv tøl um hetta í Føroyum, men tøl vísa týðiliga, at í fólka­ skúlanum eru nógv fleiri dreingir enn gentur, ið hava trupulleikar í skúlanum og tískil hava tørv á serligum tilboðum. Eisini siga tey, ið hava vitan um lesifrálæru, at tað er munandi tyngri at fáa dreingir at sýna skúlagongdini áhuga. Hetta skal ikki síggjast sum ein háttur at skáka sær undan trupul­ leikanum við kvinnukúgan, men ein háttur at vísa á, at javnstøða má hugsast báðar vegir. Tíverri er tað framvegis rættiliga tabui­ serað at tosa um javnstøðu til frama fyri menn. Danski mobilitetsgranskarin Martin Munk kemur inn á hetta í eina samrøðu við Politiken 24. oktobur 2009 (mín leysliga umseting)**: ”Eingin tosar um tað – og slettis ikki feministarnir” “Men Danmørk er í fullari ferð at skapa eitt stórt proletariat av monnum uttan lestrarprógv ella arbeiði, ið verða avvístir av bæði arbeiðsgevarum og kvinnum og sum leggja trýst á Mændenes Hjem og almennu kassarnar. Tað er tíðarinnar nógv størsti javn­ støðutrupulleiki. Hóast hetta leggja elitufeministarnir meiri dent á, at teirra egnu døtur fáa møguleika at fáa ein nevndarsess í vinnulívinum.”(...) ”Menn eru bæði á tindunum og í botninum. Poengið er, at frástøðan millum teir, ið klára seg væl og illa, er munandi størri millum menn enn millum kvinnur. Dugnaligu menninir fara framhaldandi at gerast stjórar, og framtíðarinnar hjúnabandsmarknaður fer at gerast eitt sjálvtøkuborð fyri teir. Men menninir í botninum tapa. Hvørki arbeiðsgevarar ella kvinnur vilja hava teir, og teir verða útihýstir frá felags­ skapunum.” Tørvur á betri hagtølum Vit hava ikki sama góða hag tals­ grundarlag í Føroyum sum í Danmørk, men tá samfelagið verður alsamt meiri avíðnaðar­ gjørt, vil tað verða truplari hjá óútbúnum monnum at finna ein hóskandi leiklut í einum sam­ felagi, har nærum øll arbeiði krevja eina ávísa førleika­ menning. Hetta kundi eisini verið hóskandi at fingið fram í kom­ andi mann... ups eg meini fólka­ teljingini í 2011. Skulu vit fáa eitt meiri kvalifi­ serað javnstøðukjak, er tað neyðugt við størri hagfrøðisligari vitan um nógvar ymiskar partar av javnstøðumálinum. Tað er nógv lættari at leggja dent á viðurskifti, ið eru væl doku­ menter að, og serliga um tey eru kvantitativt dokumenterað. Inntil víðari má supplerast við kvalita­ tivum tulkingum ella enntá leysligum hillingum. Vónandi síggja teir ymisku javnstøðu­ fremjandi aktørarnir hvussu týðandi tað er at framleiða óundansleppiliga vitan um javnstøðumálið. Oddasetningurin var: “Javn­ støða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.” Hetta tykist ikki at vera satt. Hóast javnstøða í prinsippinum er eitt kynsneutralt hugtak í Javnstøðulógini, so er trupult at síggja tiltøk til frama fyri monnum, eins og tað sjáldan hoyrast javnstøðurøddir, ið verja kvinnur, ið veruliga hava hug at satsta upp á familjuuppaling. Tað er spell, at javnstøða nærum er vorðin eitt slag av “Miðflokki við umvendum fortegni”, tí tað eru nógv sera umráðandi mál, ið kundu verið innfangað av javnstøðuhugtakinum. Sosial og geografisk javnstøða Javnstøða snýr seg um so nógv annað enn at veita “Yuppie­ kvinnum” valdspostar. Tað finn­ ast nógvir aðrir undirkúgaðir samfelagsbólkar enn teir kyns­ tengdu. Vit hava seinastu árini havt eina nevnd, ið skuldi arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í poli­ tikki. Navnið er “Demokratia”, og tað er í grundini eitt misvís­ andi heiti, tá undirheitið meiri sigandi er “Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki”. Eg kundi ímyndað mær eina nýggja endamálsorðing fyri Demokratia, ið snýr seg um at breiða út demokratiska valdið til so nógvar samfelagsbólkar sum gjørligt. Tað eru nógvir aðrir bólkar enn kvinnur, ið eru undirumboðaðar í politikki: Um eitt geografiskt øki í landinum er undirumboðað, so átti at verið arbeitt fyri at tryggja hesum økjum luttøku. Enn er geografiska skeiklanin ikki serliga stór, men nú valdømini eru avtikin, er tað stórur vandi fyri, at ávís geografisk øki við tíðini koma at verða fyri vanbýti í politisku skipanini. Og í grundini hava vit longu nú eitt stórt geografiskt vanbýti, tí tá tað kemur til kvinnuumboðan, er hon als ikki geografiskt jøvn. Her eru tað – sum áður viðgjørt – serliga Yuppie­kvinnur úr Streymoynni, ið gera seg galdandi, meðan nógv onnur øki als ikki eru umboðaðar av kvinnum. Um ein búskaparligur sektorur í landinum er undirumboðaður, so átti at verið arbeitt fyri at fáa hendan sektor betri umboðaðan. Sum dømi kann eg her nevna flakakvinnur, ið einki umboða hava á tingi í dag. Hvør skal umboða flakakvinnuna, er trupult at vísa á. Men man kann í hvussu er argumentera fyri, at ein fiski­ maður úr sama øki sum flaka­ kvinnan hevur fleiri áhuga mál til felags við flakakvinnan enn al ­ ment setta Yuppie­kvinnan hevur. Eisini aldursbólkar kunnu vera undirumboðaðir. Til dømis eru pensjónistar og lesandi als ikki umboðað í politisku skipanini. Kynskvotur – kanska ein loysn? Tosað hevur verið um sokallaðar kynskvotur, ið skulu tryggja, at kvinnur í størri mun koma á ting. Tað kundi verið eitt hugskot, men umvent: nú hava vit avtikið valdømini, so tað vil vera sera dupultmoralskt at seta á stovn tvey “kynsvaldømi” í staðini fyri tey geografisku valdømini. Tá vit framvegis høvdu valdømini, spældi eg mær við tankanum um at innføra kyns­ kvotering innanhýsis í valdøm­ un um, og mín fatan er framvegis, at hetta hevði verið tann optimala loysnin. T.v.s. at innføra valdøm­ ini aftur, men hesaferð við kravi um at tey umdømisvaldu verða býtt javnari millum kynini. Harvið høvdu vit ikki bara fingið økta kvinnuluttøku, men eisini økt møguleikarnar fyri, at aðrar enn “Yuppie­kvinnurnar” koma til valdið. Umvent eri eg skeptiskur viðvíkjandi privatum nevndar­ sessum, tí her er tað júst avger­ andi, at kvinnurnar fyrst byrja at gera seg galdandi í teimum ymisku sektorunum og síðani byrja at krevja sín rætt út frá teimum førleikum, tær tá hava uppbygt. Tað er munur á politikki og vinnulívi. Vinnulív má fyrst og fremst uppala fólk við nøktandi førleik­ um til at taka sær av teimum ymisku uppgávunum, ið organisa tiónin krevur. Men í politikki eru førleikar ikki alt. Her er tað av minst líka stórum týðningi, at ymisk áhugamál verða umboðað. Tað finst eingin háttur full­ komi liga at kombinera frælsi og javnað. Talan vil altíð vera um tvey mótstríðandi grundvirði. Men í einum demokratiskum samfelagi setur man prís upp á bæði og má tí royna at náa ein gyltan millumveg, hóast tað kann vera frustrerandi ikki bæði at kunna uppnáa reint frælsi og reinan javnað. Og her at enda: Hvussu nógv frælsi hava vit hug til at ofra á javnstøðualtarinum? Hvar skal markið ganga? Tað finst neyvan nakað einfalt svar. * http://fpn.dk/liv/article1861948.ece ** http://politiken.dk/debat/ article815366.ece Javnstøða fyri øll – ikki einans kvinnur! Tað sær út, sum okkara vællærdu ungu menn hava bert eitt einasta ynski, og tað er at fáa sett so mangar kanningarstjórar sum møguligt Alt gott um læruna, hon hevur sítt stóra virði og er løtt at bera, men royndirnar til tað praktiska arbeiði skulu til. Eingin røður um at fáa skútuna aftur á rætt kjøl, fíggjarliga eru vit so illa fyri, sum hugsast kann. Vit liva uppá lán, og hvussu leingi gongur tað? Tað kann enda við, at okkum kemur at mangla mat á borðið. Frá kanningarstjórunum fáa vit einki at eta, tvørtur ímóti. Teir skulu hava seg væl betaltar fyri sítt arbeiði, hvaðani skulu teir pengarnir koma? Veljarin stendur spyrjandi, nær verða hesir flokkar, sum skulu stýra okkara landi, samdir um, hvat gerast skal? Vit blíva við at hoyra um ópopulerar avgerðir, ið mugu takast, men so einki meir. Skulu vit blíva við at liva í hesum óttanum fyri tí vánaliga, sum ikki blívur til nakað? Hetta er at halda fólk fyri spott og nokk so ábyrgdarleyst. Palli DalsgaarD Kanningarstjórar