Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 5. mars 2010 13 VIKUSKIFTI Í november í 1982 noyddist Brezjnev at geva skarvin yvir í dyst­ inum móti støðugum lívshættis ligum sjúkum, og Jurij Andropov, sum tók við, var longu plágaður av hættisligari nýrasjúku. Kommunistarnir høvdu snøgt sagt ilt við at finna mannin, sum kundi standa Reagan kurl. Og samstundis sum retorikkurin ræddi allan eystur­ blokkin, tók vápnadubbingin eina nýggja vend. Dubbaði vápna- goymslurnar niður Tá Carter fór frá, hevði tað enn ikki eydnast honum og Brezjnev at finna semju um SALT II, sum var ein av­ mark ing í vápnadubbingini. Reagan tók ikki stafettina í hesum víðari. Ístaðin kom hann við START­ avtaluni, sum av bæði amerikonskum og sovjettiskum serfrøðingum varð mett sum ein nyttuleys roynd at skerja kjarnorkugoymslurnar. Reaktiónirnar vóru tær somu, tá Reagan segði seg vera sinnaðan til ikki at seta upp Pershing II­missilir, um Sovjetsamveldið tók sínar SS­ 20 rakettir niður.Og tá semja ikki kundi finnast um hetta, gekk Reagan beint móti øllum tilráðingum við at leggja lítið í SALT og ístaðin økja um dubb ingina í europiska partinum av NATO. Størsta trumfin hevði hann tó fram vegis í ermuni. Reagan hevði ongan tíð verið stórvegis hugtikin av MAD, sum hann segði minti um ein western­film, har tveir revolvaramenn í allar ævir vórðu standandi við hvør sínum revolvara móti pannuni hjá mótstøðumanninum. Détentin hevði sum fortreyt, at tú ikki kundi verja teg móti kjarn­ orkuálopum, og tí var talan um eina modernaða útgávu av keisarans nýggju klæðum, tá Reagan í almennum sjón­ varpið setti spurningin, sum eingin hevði havt dirvi at hugsa um: »Hvat nú, um vit kundu fanga og oyðilagt kjarn orku løddar missilir, áðrenn tær tær raka okkum ella okkara sam­ eindu?« Saknaði mótspæl Fyri Reagan var talan um ein grundleggjandi spurning í hesum. Tá Sov jet samveldið ikki longur hevði ideologiskt vald á fólki sínum og hartil hevði mist sína búskaparligu styrki. Hví skuldu so fólk í eysturi og vesturi framvegis haldast sum gíslar í stríð num millum tvær skipanir, harav onnur var á veg av eggini? Svarið var SDI – Stjørnukríggj. Og í hesum komu sjónleikaraevnini Ronald Reagan til hjálpar. Sjálvur legði forsetin stóra orku í ætlanina, og milliardaupphæddir vórðu nýttar til gransking. Veruleikin var kortini, at SDI lá fleiri áratíggju frammi í tíðini. Men stóri sjónleikarin bluffaði. Hann sannførdi sovjettiskar serfrøðingar um, at tøkniliga yvir­ vágin hjá USA gav teimum møgu­ leikar, sum tileinkisgjørdu eina og hvørja sovjettiska hóttan. Júst tøkn­ iliga menningin hevði verið eyma hæl sinan hjá Sovjetsamveldinum, og tí pipr aðu leiðararnir í Kreml, meðan Reagan nóg illa sveittaði. Ætlanin hjá Reagan tók serfrøð­ ina á bóli. Sovjettiska valdið var trýst niður í knæ. Andropov mátti geva skarvin yvir í 1984, men maðurin, sum tók yvir, megnaði lítið og einki at gera. Konstantin Tjernenko var bæði gamal og veikur – ein ímynd av sovjettisku støðuni. Sjálvur vann Reagan tryggan sigur í for­ setavaldystinum móti Walter Mondale, men enn hevði hann ikki tikið seinasta fetið. Fyrst og fremst tørvaði honum kvalifiserað mót­ spæl, og tá Tjernenko andaðist í 1985, ljóðaði tað hálvum uppgev ­ andi frá Reagan: »Hvussu skal eg koma nakran veg við hesum russ­ unum, tá teir alla tíðina doyggja undan mær?« Ronald Reagan varð undirmettur, tá fyrrverandi filmssjónleikarin tók sæti í Hvítu Húsunum í 1981. Men blandingin av framúr sjónleikaraevnum og víðskygdum globalum fatanum var ein av mest týðandi liðunum í avtøkuni av kalda krígnum mynd: PolFoTo/Zuma PreSS Kalda KríggIð 20 ár eru liðin, síðani jarntjaldið fall, og kalda kríggi var av. Eitt kríggj, sum ongan tíð brast á, men sum tók sína byrjan við fyrstu kjarnorkubumbunum, og sum eftir Cuba-kreppuna fyri tað nógva helt heimin á pínubeinkinum í einum til tíðir heilt ítøkiligum ótta fyri einum altoyðileggjandi kjarnorkukríggi. Komandi Vikuskiftini seta vit fokus á og lýsa nøkur av teimum fyribrygdum, sum eyðkendu kalda kríggið, eins og ljós verður varpið á tær hendingar, sum virkaðu til, at kalda kríggið endaði.