fríggjadagur 5. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 45 - 5. mars 2010
Uppskot er á Tingi um at lata
loyvi til eitt partafelag at gera
ein tunnil ímillum Sund og
Skálafjørðin. Tunnilin hevur
eina rundkoyring á 75 metra
dýpi í millum Strendur og
Toftir, og eina uppkoyring við
Sjógv, og eina við Toftavatn.
Ein kann ivast í, um 75 metra
dýpi er nóg mikið fyri at koma
undir morenutilfarið frá ístíðini.
Kostnaðurin sigst vera á leið
eina miljard krónur.
Uppskotið er sera leskiliga
lagt upp, og stórt arbeiði er lagt
í. Helst hevur tað ikki kostað so
lítið.
Seismiskar kanningar, roynd
arboringar, verkfrøðiarbeiði,
fíggjaruppsetingar og mangt
annað.
Kostnaðin hevur partafelagið
helst goldið.
Tekniska verkætlanin er á
donskum, so helst hevur donsk
ráðgeving eisini verið við í
arbeiðinum.
Lív og táverandi íslendska
Kaupting eiga felagið.
Nú man tað so vera Lív og
Eik.
Annars byrjaði hetta við at
ein áhugabólkur fór undir at
seta ætlanina út í kortið í 2002.
Áhugabólkurin seldi so
hugskotið til partafelagið fyri
partabrøv og onkur fyri reiðan
pening, meðan onkur ikki
komdi sær tað av gegnishøpi.
Fara vit so aftur um glans
bílætamyndirnar og fara at
hugsa um ætlaði tunnilin er
samfelagsliga bestur er myndin
ikki so ovurhonds glinsandi.
Á netinum kann síggjast
hvussu ætlaniner at gera
Skálafjarðartunnilin.
Hendan er eisini víst í
Sjónvarpinum og tað sá sera
lokkandi út um ein heldur at
hetta er ”sakin”.
Koyrast skal úr Tórshavn og
inn á Sund, síðani inn til
ímillum Toftir og Strendur, har
ein antin fer til Toftavatn ella á
Strendur.
Ein langur tunnil sum vænt
andi kostar á leið eina miljard.
Innlendisráðharrin, Annika
Olsen, leggur fram uppskotið
fyri Løgtingið í hesum døgum.
Hetta kitlar helst eggjandi í
fólkaflokkinum, tí verkætlanin
sigst vera sokallað ”privat”.
Í seinasta enda er tað eins,
um ein ætlan er almenn ella
”privat”, tí tað eru vit øll ið
her búgva ið skullu gjalda
gildið, so ella so.
Køn fólk á økinum eru
annars sannførd um at vit
fingu væl bíligari oyggja tunnlar
um Landsverk gjørdi teir, og
soleiðis kundi kanska eisini
sloppist frá bumm gjald inum,
sum jú darvar samfelags
gagninum av íløguni. Annar
møguleiki er at hækka veg
gjaldið eitt sindur tá koyri
møgu leikarnir økjast
Í hesi ætlan sær út til at
fremsti vegakøni myndugleiki
okkara, Landsverk, er koblaður
burturúr, og tað er stórt spell.
Kanska eiga vit at viðgera
málið neyvari soleiðis at
úrslitið verður sum frægast, um
málið verður samtykt, ella
betri enn tað nú sær út.
Tá Sjónvarpið spurdi innan
fólk hvat tey dámdu ætlanina
svaraðu øll at tey dámdu hana
væl, tí so varð so stutt til
Havnar.
Men um Streymoyarendin
kemur upp á Hvítanesleiðini, so
er væl styttri til Havnar. Eisini
slepst undan tí alstóra arbeiði
inni á Sundi har alt øki verður
mest sum avtaglað við vegum,
og nógvir hundrað metrar av
verandi vegi fara fyri skeyti.
Eisini skullu tvær brýr afturat
gerast um Sundsá. Nakrar
tíggjutals miljónir verða brúktar
á Sundi. Tær kunnu sparast.
Vil tí ditta mær at koma við
eini aðrari linjuføring, sum er
styttri og hevur kanska eini 67
kilometrar minni til Tórshavn.
Tað sparir væl av brennievni
og CO2útláti.
Eisini er henda linjuføring
helst nakað ódýrari.
Nøkurlunda hesi linjuføring
hava teir eisini arbeitt við, men
slept aftur.
EIN BETRI LEIÐ?
Farið verður av Saltnesi í gjøg
num fyrst eini 600 metrar av
vanligum tunnli og síðani í
gjøgnum ein á leið 600 metra
rørtunnil og so aftur í 600
metra vanligan tunnil, ið kemur
upp uttanfyri fyri Høvda á
Strondum. Har verður ein rund
koyring.
Hesin tunnil er eini 1800
metrar.
Síðani koyra vit út á Rak
tanga, og í oyggjatunnilin.
Longdin á honum verður á
leið 8000 metrar.
Hesin fer suður um Flesjar,
og har frá í boga yvir á Hvíta
nes og inn í Sandvíkar, har ein
rundkoyring verður.
Um seismiskar kanningar
vísa betri útlit her enn á Tanga
firði er møguleiki fyri styttri
longd um Hvítanesleiðina.
So kann veljast at fara stytstu
leið til Tórshavn ella inn um
Kallanes til komandi
ætlaða atkomuvegin til høvuðs
staðin. Hesin ytri ringvegur var
annars skilabetri um hann fór
frá Sandvíkahjalla og niðan til
ytra ringveg.
Sjálvandi er eisini møguleiki
fyri at snara tunnilsvega føring
ina soleiðis at vegurin kemur í
eina rundkoyring har oman
koyringin er til Hvítanes.
At fara av Raktanga og suður
á Flesjar liggur helst væl fyri tí
har er grunt. Tað kemur av at
tá ístíðin fílaði landið til hava
gletsjarirnir mata av Skálafirði
og Tangafirði, og ikki tikið
undirlendið av Raktanga og
suður eftir við sær.
Men helst er eins nógv av
morenutilfari ímillum
Flesjarnar og Hvítanes og tað er
á Tangafirði. Eini 75 metrar frá
botninum og niður á hellu.
Løgið er at vit vilja hava
minst 50 metrar av hellu frá
føstum botni og niður til
tunnils loft. Tað svarar til næstan
tjúgu húsahæddir. Tíggju húsa
hæddir átti at veri nóg mikið.
Annað er um tað er rætt at
fylgja norskum tunnilsnormum
sum nú krevja hægst 60
promillu hall. Landsvegir hava
sum kunnugt helst mest 80
promillur. 60 promillu hall
tørvar jú munandi longri
tunnlar.
Eitt annað sum er merkisvert
við verkætlanini er at ætlanin er
at hava tríggjar vegabreytir, tí
øll vegakunning sigur at tríggj
ar vegabreytir eru vanda mikl
astu vegir ið gjørdir eru nakran
tíð, og hava munandi fleiri
vanlukkur og deyða við sær.
Fyri ikki at tala um eldsbruna í
tunnilsvanlukkum.
Vit hava ikki roynt at gera
”søkkitunnlar” í Føroyum. Men
tað er roynt manga staðni við
góðum úrsliti.
Fleiri halda at tað er væl
dýrari enn at bora og sprongja.
Tað passar helst.
Aftur í móti eiga vit at rokna
samfelagsvinningin út, við at
spara longd og dýpd.
Kanska kunnu vit skapa
nýggja kollveltandi tøkni við at
nýta niðurgrivin stálrør sum
stoypt verður rundan um.
Annað er hvussu ferðslan til
eysturbygdirnar og Norðoyar
kann skipast best. Lítil ivi er
um at frægast er at fáa hana inn
eftir vestara armi á fjørðinum,
og eina ferð í tíðini gera tunnil
úr Skálafirði og eystur um.
Hetta liggur best fyri um
tunnilin kemur upp á Raktanga.
Ovurhonds grótmongd verður
at hugsa um av arbeiðinum. Ein
uppløgd loysn er at breiðka
Selatraðarvegin, sjálvt um tað
ikki hjálpir so nógv. Kanska
kann eisini gerast vegur av
Selatrað til Oyrar. Grótmongdin
verður meir enn 500.000
kubikkmetrar.
Vónandi er at Løgting og
avvarðandi myndugleikar vilja
taka hesi sjónarmið við í
málsviðgerðina sum vantandi
stendur fyri framman.
TUNNLAVÍÐSJÓN
At enda vil eg siga okkurt um
oyggjatunnlar.
Eysturoyggin hevur fast sam
band. Gott nokk er tað langt og
kann gerast styttri og ómaka
leysari við Skálafjarðar
tunnlinum. Tað vísir Alfred
Olsen eisini á í grein 1.mars.
Men hugsa vit samhaldsfast
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Skálafjarðartunnil
tíðargreinin
Hanus Vang,
verkfrøðingur
Tíðargreinin
Ætlaði Skálafjarðartunnilin
Ein onnur linjuføring