Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 5. mars 2010 14 VIKUSKIFTI Minka um sukrið í matinum Jórun Klein, dietistur heIlsU lagt tIl rættIs: Inna Törnroos síðan Vit fáa alt ov nógv sukur, serliga børn og ung, íð fáa dupult so nógv sukur sum vaksin. Men hvussu nógv sukur er ov nógv? Eitt sindur av sukri nýtist ikki at vera ein trupulleiki, um tað er ein partur av einum sunnum, fjølbroyttum kosti. Føðslu se rfrøðingar meta, at upp til 10% av tí samlaðu orkuni í matinum kann vera sukur, uttan at maturin av teirri orsøk er ósunnur. Her er talan um tilsett sukur og ikki sukur, íð til dømis er í frukt. Tað svarar til 30-40 gram av sukri um dagin hjá einum barnagarðsbarni og 40-55 gram av sukri um dagin hjá einum skúlanæmingi. ½ litur av kola ella saft inniheldur 50 gram av sukri og ein lítil pakki av mata- dor miks á 100 gram inniheldur 45 gram av sukri. Ein spísiskeið við toppi svarar til 15 gram av sukri. Stórsti parturin av sukrinum, íð vit eta, kemur frá søtmeti, køkum og sodavatni. Av tí at sukur serstakliga er í útvaldum mat- vørum, søtmeti og sodavatni, snýr tað seg stórt sæð bert um at lata vera við at koyra hesar vørurnar í innkeypsvognin – Hetta vísir seg tó at vera lættari sagt enn gjørt. Longu sum nýføðingar læra vit at seta prís uppá tann søta smakkin. Móðurmjólkin er bæði feit og søt, so vit læra beinanvegin at sameina tann søta smakkin við nøktanini av grundleggjandi tørvum sum umsorgan, kærleika, troyst og hita. Vit læra so statt, at tann søti smakkurin kann seta gongd í fleiri fjálgar kenslur og tað er, sum um vit minnast hetta sambandið ímillum smakk in av tí søta og kensluna av vælveru, ígjøg- num alt lívið. Tá íð barnið byrjar at eta mos og greyt er tað tíðiligt, at tað dámar betri tað søta mosið, breyðsuppu og mat, íð inni heldur nógv natúrligt fruktsukur, heldur enn minnið søtan greyt og mos. So sjálvt um ein fylgir tilráðingunum og letur verða við at tilseta sukur í matin hjá smá- børnunum, so fáa tey allíkavæl smakk in fyri tí søta ígjøgnum tað natúrliga inni haldið av fruktsukri. Tað er so statt ikki so løgi, at tey flestu børnini eru glað fyri søtt. Trupulleikin við ov nógvum søtmeti er, at tað gevur óneyð ugar kaloriur, og tískil kann hava við sær yvirvekt. Sukur mettar eisini, og tekur tískil plássið frá teimum sunnu mat- vør unum, íð innihalda týdningarmiklar vita minir, mineralir, proteinir og tægrir (fibur) – føðsluevni, íð børn hava tørv á, fyri at virka og mennast best møguligt. Samstundis hevur søtmeti ta óhepnu ávirk an á blóðsukrið, at tað søta skjótt fær blóðsukrið til at hækka, og hetta førir við sær, at ein følir vælveru og lívsmegi eina løtu, men seinni fellur blóðsukrið ógvisliga, og hetta førir við sær at ein verður troyttur og óupp lagdur, og ein fær aftur trongd til at eta meiri søtt fyri at fáa blóðsukrið til at hækka og geva kroppinum meiri orku. Nakrir føðslu ser frøð ingar halda, at børn íð fáa ov nógv sukur, í størri mun eru órólig, troytt og óuppløgd enn børn, íð ikki fáa ov nógv sukur. Fyri at minka um nýtsluna av sukri hjá børnum gerandisdagar, er tað týdn ingar- mikið at finna út av, nær og hvar børnini veruliga fáa sukur. Tað kann til dømis vera í fríkorterinum, frí tíðar skúl an um, til føð ing- ardagar, hjá ommum og abbum og tá íð tey eru við og keypa inn. Um sukur er í øllum umhvørvunum, børnini eru í, verður tað samanlagt til nógv sukur uppá eina viku. Prei um hvussu minkast kann um sukurnýtsluna hjá børnum: • Lat ikki børnini blíva ov svong. Et reglu- ligar máltíðir, so hevur barnið minni trongd til søtmeti • Les vørulýsingar og kanna innihaldið av sukri • Groft breyð er betri enn hvítt breyð, av tí at groft breyð inniheldur fleiri tægrir (fibur) og mettar betri • Ver ansin eftir at saft, sodavatn og drekki jogurt fyri tað mesta innihalda nógv sukur. Les tí vørulýsingina og vel drykkju vørur við einum lágum innihaldi av kolhydratum og sukri • Ven børnini til at drekka vatn. Hav altíð eina kannu ella fløsku við vatni í køliskápinum • Í staðin fyri sodavatn kunnu børnini fáa vatn við frískum/frystum jarðberðum ella vatn við eitt sindur av djús • Ber og frísk frukt innihalda natúrligt søtt – og samstundis nógvar góðar vitaminir. Lat frukt ella grønmeti skorið í smátt standa frammi • Tað eru nógv sløg av turkaðari frukt og tey kunnu vera ein annar møguleiki enn søtmeti. Sukurinnihaldið í turkaðari frukt er 6-7 ferðir størri enn í frískari frukt. Tí skal tað vera smáar nøgdir • Halt eyga við hvussu nógv sukur tit eta. Tað leypur skjótt upp. Ein lættur máti at halda stýr á tí er við bert at eta søtmeti í vikuskiftinum Tey lekru, bláu berini eru ikki bara full av vitaminum, tey gera eisini, at farliga feittið rundanum búkin minkar. Tað vísur ein amerikansk kanning. Kanningin er gjørd á rottir, men hon vísir, at um tey skiftu tvey prosent av matinum hjá rottunum um við bláber, minkaði búk­ fitin, og rotturnar fingu betri insulin­ og kolesterolvirði. Kelda: Iform FlaTan búK vIð bláberum vælkenda føroyska plantan hjálpirótin verður ikki bara nýtt sum prýði í urtagarðinum. rhodiola rosea, ið er latínska navnið, er eisini kend fyri at hjálpa móti tunglyndi og møði. HjálpIróT ímóTI TunglyndI Føðsluserfrøðingar meta, at í mesta lagi 10% av tí samlaðu orkuni í okk ara mati kann vera sukur. í yvirlitinum sæst, hvussu nógv sukur, vit í mesta lagi kunnu fáa um dagin. 70 gram fyri menn – tað svarar til 33 sukurmolar 55 gram fyri kvinnir – tað svarar til 26 sukurmolar 30 gram fyri 2­5 ára gomul – tað svarar til 14 sukurmolar 45 gram fyri 6­9 ára gomul – tað svarar til 21 sukurmolar 55 gram fyri 10­13 ára gomul – tað svarar til 26 sukurmolar 65 gram fyri 14­17 ára gomul – tað svarar til 31 sukurmolar Flestu børn eta alt ov nógv sukur. stór nýtsla av sukri tekur plássi Frá teimum sunnu matvørunum. tí er tað eitt gott hugskot at minka um nýtsluna av søtmeti, køkum og søtum drykkum. Tað mesta av sukrinum kemur frá søtmeti, køkum og drykkjuvørum. í yvirlitinum sæst, hvussu nógv sukur er í nøkrum serkendum vørum. Sukurinnihald Gram pr. 100 gram SØTMETI lakress …………………………… 40­50 Sjokoláta ………………………… 50­60 bomm …………………………… 80 Karamellir ………………………… 50 gummibomm …………………… 40 DRYKKJUVØRIR Sodavatn og saft ……………… 10 KAKIR OG ÍSUR Kakir ……………………………… 15­30 ísur ………………………………… 20 í SøTa endanum 10% Kann vera SuKur mynd: ISTocKpHoTo