fríggjadagur 5. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2010
15
um lítla land okkara so vita vit at
eini 7 oyggjar nokso lættliga
kunnu knýtast saman við
meginøki um oyggjatunnlar. Tað
kostar, men sum tíðin líður spara
vit tað innaftur við spard um
ferjuútreiðslum.
Soleiðis kunnu vit eisini vaksa
um landið.
”Bygdamenningin” verður á
einum øðrum og hægri støði.
Vit eru so mikið fá at vit
einans kunnu megna at hava ein
veruligan kraftdepil í land inum.
Og hann má vera sen tralt.
Knýta vit landið saman við
oyggjatunnlum eru vit munandi
nærri hvør øðrum enn tey íð
búgva í eitt nú London, Keyp
mannahavn ella New York.
Man ikki vera samhalds fastari
og skilabetri at knýta Hest,
Sandoy, Skúgvi, Dímun og
Suðuroy í meginøkið áðrenn
farið verður undir Skála fjarðar
tunnilin?
Og eiga vit ikki eisini at fáa
Svínoy og Fugloy og kanska
aðrar oyggjar ”uppí” Føroyar?
Eigur Løgtingið ikki at
samtykkja eina stóra víðsjóna
ætlan har vit knýta landið saman
og vaksa um lítla land okkara?
Og eiga vit ikki at gera tað
samhaldsfast?
Eins og føgru sjónirnar um
SEV fyri seksti árum síðani? Og
eins og vegakervið er útbygt
síðani LANDIÐ, við Mikkjal
Helmsdal og góðum fólki
veruliga fór til verka í fimmti
árunum?
Hetta loysir seg sum tíðin líðir
í spardum ferjuútreiðlum
umframt hópin av øðrum fyri
munum.
Men um Løgtingið samtykkir
at Skálafjarðartunnilin skal
gerast fyrst, so ynski eg inniliga
fyri føroyska samfelagið at hann
verður framdur so optimalt sum
møguligt.
4. feb. 2010 var frágreiðing og
tilmæli um koyritekniska breyt
latið landsstýriskvinnuni í Inn
lendismálum.
Í fororðunum verður sagt ”at
arbeiðisbólkurin fekk til upp
gávu at kanna møguleikarnar
at gera eina koyritekniska breyt
í Føroyum”
Í arbeiðissetninginum verður
sagt, at arbeiðisbólkurin skal
kanna, hvar ein møgulig koyri
teknisk breyt kann leggjast
o.s.fr.
Her fer arbeiðisuppgávan
beinanvegin ”av sporinum” tí
sjálvandi skuldi arbeiðs setning
urin í fyrsta lagi verið, um vit
hava brúk fyri einari koyri tekn
iskari breyt í Føroyum og í
hvønn mun hon kann minka
um ferðsluskaðarnar.
Við arbeiðissetninginum í
álitinum verður sostatt lagt til
grund, at vit skulu hava eina
koyritekniska breyt í Føroy
um, og álitið snýr seg tí einans
um at kanna, hvar og hvussu
stór hon skal vera, kostnaðar
ætlan, fígging, rakstur v.m.
Longu av hesari orsøk kann
tilmæli ikki nýtast sum
grundgeving fyri at gera eina
breyt.
Hava koyritekniskar breytir
aðrastaðni minkað um skaðar
í ferðsluni?
Í álitinum s. 7 stendur ”at
ongar ítøkiligar kanningar
visa, at frálæra á koyri tekn
iskari breyt minkar um talið
á ferðsluvanlukkum og á
deyðum í ferðsluni”
Hóast hetta sigur bólkurin, at
”yvirhøvur eru royndirnar av
koyritekniskum breytum í
grannalondunum jaligar”.
Hetta verður sagt, hóast
tvær norskar frágreiðingar
vísa neilig úrslit av
koyritekniskum venjingum hjá
royndum førarum!!!
”Hálkuskeiðið førdi til, at
hesir ungu menn høvdu
minni virðing fyri hálkuni
og størri trúgv á egnan
førleika, við tí úrsliti, at talið
av vanlukkum øktist”, álitið s.
17.
Ein svensk kanning kom til
tað úrslit, at størsti dentur skal
leggjast á, at arbeiða miðvíst
við hugburðinum, s. 18f.
Kostnaðurin at gera eina
koyritekniska breyt
Arbeiðisbólkurin metir kostn
aðin av at gera breytina mill um
29 og 35 mill. kr. uttan mvg.
Hetta er grundað á eitt gamalt
projekt frá 1992, s. 7.
Um breytin verður løgd í
Saksunardali, er einki lagt upp
fyri, at vegurin gjøgnum
Hvalvík og Saksunardal til
hálkubreytina skal broytast/
breiðkast ella enntá leggjast
oman fyri bygdina, so her
kunnu beinanvegin leggjast 30
– 50 mill. kr. afturat kostnað
inum.
Bólkurin mælir til, at íløgan
verður fíggjað
við játtan á fíggjarlógini.
Raksturin av breytini
Her mælir bólkurin til, at
kostnaðurin av at nýta tilboðini
hjá breytini verður ásettur
soleiðis, at raksturin ber seg
fíggjarliga og sostatt hvílur í
sær sjálvum, s. 8.
Hetta ætlar bólkurin skal
fíggjast við gjaldi frá:
1. teimum, ið taka koyrikortið
fyrstu ferð
2. eftirútbúgving av bilførarum
hjá landinum, kommununum,
statinum og vinnufyritøkum
3. eldri bilførarum, har
umhugsast skal, at slík skeið
verða lógarkravd.
Kostnaðurin verður ásettur
soleiðis, at koyritekniska økið
fær møguleika at bera seg
fíggjarliga, s. 29.
Við vanligum
menniskjaorðum merkir hetta,
at kostnaðurin av koyrikortinum
hjá teimum ungu, sum er nóg
dýrt frammanundan –
dýrkar kr. 35000,00 fyri
hvønn.
Harumframt skulu øll, sum
frammanundan hava koyrikort –
um neyðugt við lóg – áleggjast
at taka og gjalda kr. 3–5.000,00
fyri hálkubreytarskeið.
Hetta skal gerast einans fyri
at gjalda raksturin av koyri
teknisku breytini.
Smb. álitinum s. 9 skulu
gjøldini ásetast soleiðis, at
breytin ber seg fíggjarliga.
Endamálið við breytini er
sostatt bert at gera breytina fyri
síðani at áleggja bilførarunum
eitt gjald fyri eina tænastu, sum
einans verður ásett fyri at bera
raksturin av einari óneyðugari
almennari íløgu.
Hagtølini yvir ferðsluóhapp –
vanlukkur standa á s. 42 og eru
frá 19912000!!! t.v.s. at
hagtølini eru 10 – 20 ára
gomul.
Har eru eingi hagtøl um
hvørji óhapp/vanlukkur eru
hend í hálku ella um rús
drekka, ov nógv ferð, ella ov
slitin dekk v.m. vóru ella kundu
vera ein orsøk til óhappið/
vanlukkuna.
Tilmælið
Til landsstýriskvinnuna
Legg álitið í niðastu skuffu og
gloym tað.
Fyrimunir:
Landskassin
sparir 2935 mill. umframt
vegin 30 – 50 mill. kr. (mín
meting ).
Tey ungu sleppa undan
eykaútreiðslum kr. 35.000,00
tá koyrikortið verður tikið.
Allir bilførarir verða spardir
fyri lógarkravdum hálku
skeiðum, sum fara at kosta kr.
35.000,00 hvørja ferð.
Títtleikin av hesum skeiðum
verður ásettur soleiðis, at
raksturin hongur saman.
Saksunardalur verður ikki
oyðilagdur á hesum sinni.
Vansir:
Eingir
Koyriteknisk breyt
í Føroyum???
tíðargreinin
Poul Hansen
Tíðargreinin
Ætlaður longdarskurður