fríggjadagur 5. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
15
VIKUSKIFTI
Rættir vinir stinga
teg í bringuna.
Oscar Wilde
10 tIng um Simon Cowell
Ríkar seg upp
av kjaftasliti
Bretski SImon Cowell er víðagitin sum tann
harði dómarin í TónleIKaKappIngum í Onglandi
Og usa – Og hann fOrvinnur óteljandi
milliónir fyri sína óSmædnu framferð
læRaRIn og myndamaðuRIn
JógVan Horn luRTaR eFTIR BBC
og leSuR maTemaTIKKlaSSIKaRIR.
Miðlarnir og eg
lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
50 ára gamli Simon Cowell er ættaður úr
Brighton í onglandi
Pápi hansara starvaðist
innan byggivinnuna, og mamman
er fyrrverandi balletdansari.
pápi hansara skaffaði honum eitt arbeiði hjá
plátufelagnum emI. Hann byrjaði í postrúminum,
men arbeiddi seg upp eftir og fekk at enda ábyrgd av
fleiri útgávum hjá emI í 80’unum.
Í 2001 byrjaði tað, sum Cowell er best kendur
fyri. Hann gjørdist dómari í sjónvarpskappingini
pop Idol í onglandi og árið eftir í american Idol.
2010 er seinasta kappingin, har Cowell er dómari
í american Idol. næsta ár skal ein X Factor
kappingin, sum Cowell sjálvur skipar fyri, sjósetast í
uSa.
Cowell hevur luttikið í ymiskum vælgerandi
arbeiði. millum annað fyri sjúkrahús fyri
doyggjandi børn. Hann er eisini við í átøkum fyri
djórafelagsskapin peTa.
Hann hevur viðurkent, at
hann brúkar Botox, sum skal
bøta um útsjóndina í andlitinum.
Cowell gongur í løtuni saman við mezhgan
Hussainy, og bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at
tey umhugsa at giftast og at fáa børn.
– gita hvørjir partar av upptøkunum, sum kunnu
varða í 11 tímar, koma við í sendingarnar.
Ikki løturnar, har eg eri fittur, men heldur tá eg eri
ódámligur, sigur Simon Cowell.
Í fjør keypti Cowell sær hús fyri umleið 100
milliónir krónur í Bevery Hills í uSa.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Mítt blað - dag og VIKUblað
Politiken og onki vikublað.
Mín HeIMasíða:
www.photoanswers.co.uk – har er nógv gott er at lesa um
myndatøku
Mín tónleIKUr
onki bestemt: The Beatles, leonhard Cohen, Johnny madsen,
Queen...
Mítt sosIala netVerK
Facebook
Mín dVd
»Revolver« hjá The Beatles
Mítt MagasIn
Digital Photo. enskt
fotomagasin, sum eg fái
sendandi við postinum.
Mín sJónVarpsrøð
Berserk!
Mítt útVarp
BBC Radio 5 live á 693 kHz
millumbylgju.
Mín bóK
»Fermat's last Theorem« eftir
Simon Singh
Mín telefon
nokia okkurt.
HVat VIl tú IKKI brúKa
MIðlatíð Uppá?
Tá hagtøl sum eru fullkomuliga
óviðkomandi fyri flestu fólk
gerast tíðindi. T.d. prosentvísar
broytingar í veiðibýtinum hjá
útlendskum skipum undir
Føroyum. geisp!
HVat IrrIterar teg í
MIðlUnUM?
Tá tíðindalesarar týðuliga ikki vita, hvat teir tosa um. T.d.
frættu vit fyrr í ár í eini tíðindasending, at Jupiter hevði landað í
neskauPPstaði í Íslandi!
HVat VIl tú HaVa MeIrI aV í MIðlUnUM?
Kritiskan holdning og ikki reint mikrofonhaldarí! Verulig bilaum
mæli, har vit fáa at vita bæði tær positivu og negativu síðurnar hjá
royndarbilunum.