Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 45 - 5. mars 2010 viðmerkingar Hóast allir flokkar í sam­ gonguni látast vera ósamdir, so er alt spæl fyri gallarínum. Sam­ gongan er so sára samd um at verða sitandi og ongan politikk at føra. Og hon er sára samd um at niðurlaga vælferðina, seta lóg og rætt til viks, máa alt álit burtur á okkum sjálv og skapa andstygd fyri politikki Í Løgtinginum hava leið­ andi politikararnir í lands­ stýrinum sum einasta aftursvar til lemjandi at ­ finningarnar frá Tjóðveldi og øðrum (ið hava verið síðani 2004, tá ABC kom til valdið), at ”tjóðveldis­ fólk eru frustrerað”. Og tað er púra rætt. Hetta er helst tað einasta, ið samgongufólk siga í løtuni, sum er í samsvari við sannleikan. Víst eru vit ørkymlað í Tjóðveldi um politisku støðuna. Fyri bara at taka nøkur mál úr rúgvuni: − ABC­flokkarnir hava uppá bara 6 ár megnað at oyðilagt búskapin og skapt risahall, hóast ávarað hevur verið ímóti teirra avgerðum og anarkiii frá byrjan. − Teir hava miðvíst sett lógir og reglur til viks – og onki fær avleiðingar. Bara ólógligu meir nýtsl­ urnar frá 2004 til 2008 kosta okkum nú hvørt ár 400 mió. á fíggjarlógini (og tað er helvtin av hall inum á fíggjar lóg ini). − Bara skúladepilin í Suðuroy, har fullveldis­ samgongan samtykti at brúka 36 mió., tá hann byrjaði í Vági, hevur fyri bils kostað 95 mió. eftir at hann partú skuldi flytast til Hovs, og verk­ lagslógin er dyggiliga brotin. − Bara seinasta hálvtannað árið hava ABC­flokk ar­ nir lagt meira enn 50 lógaruppskot fyri tingið, sum ikki eru løgliga eftirkannað, soleiðis sum reglurnar fyriskriva. Hartil er meira enn 30 lógaruppskot løgd fram og samtykt við at bróta allar tíðarfreistir og tey hava rætt og slætt onga veruliga viðgerð fingið. − Øll mál, ið hava við okk­ ara framtíð og sjálvræði at gera, eru sett til viks og parkerað. − Vantandi fiskivinnupoli­ tikkurin hevur kostað okkum eina minking í avreiðingarvirðinum frá 2002 til 2008 uppá 600 míó. kr. ­ og talan er um milliardir í útflutnings­ virði, sum eru mist hesi árini. ABC skal frelsa okkum frá ABC? Og nú siga somu flokkar, at teir skulu frelsa okkum frá teirra egna skeiva politikki. Og tað einasta teir hava borðreitt við, er ein miðvís og tilvildarlig gnaddan av rættindunum og møguleikunum hjá veikastu bólkunum í samfelagnum. Vit í Tjóðveldi eru eisini djúpt ørkymlað, tí vit hava í veruleikanum hava so gylt høvi at leggja á annan bógv, um bara eitt minsta­ mark av politiskari leiðslu og veiggi sleppur framat. Onki land í heiminum hevur so stórar møguleikar at fáa vent búskapar gongd­ ini, tí megnað vit tildømis ein fiskivinnureform, sum Tjóðveldi hevur skotið upp hesi seinastu mongu árini, kunnu vit økja um og broyta inntøkugrundarlagið heilt skjótt. Mest ørkymlandi er kortini, at tað, sum heldur ABC­flokkarnar við valdið í løtuni, er at teir látast vera ósamdir og skiftast um at sleppa ókeypis framat í fjølmiðlunum at spæla vera í andstøðu til sínar egnu gerðir. Men onki fær avleiðingar og onki broytist. Tey málini, summi siga seg vera ímóti í dag, tey samtykkja somu fólk í morgin. Samdasta samgonga nakrantíð Sannleikin er jú, at samgongan er so sára samd: − Hon er samd um at verða sitandi, so at ein­ støku politikararnir kunnu brúka sínar lands­ stýrisessir og nevndar­ for manssessir til at sleppa í fjølmiðlarnar at profilera seg sjálvar. − ABC­samgongan er so sára samd um ongan politikk at hava, og tí eru allar hesar sokallaðu ósemjurnar reint spæl fyri gallarínum. Sam­ gongufólk samtykkja, tá samanum kemur, okkurt neyðaregg eftir at hava spælt ósamd í tíðind un­ um nakrar mánaðar afturat. − Og um pressan uppdagar og ger teimum greitt, hvat tey hava atkvøtt fyri, so fara tey bert aftur í fjølmiðlarnar at gartera móti sínum egnu avgerðum. Samtykt uppskot verða bara standandi, hóast tey ikki verða fylgd – eins og vit sóu við ólavsøkupakka, játtanarkørmum og øðrum. Og sum vit hava sæð við øllum fíggjar­ lógum hjá ABC, har lógarjáttanir ikki verða hildnar. − Samgongan er so sára samd um at máa støðið undan vælferðini við Føroyum við sínum skila leysa búskapar­ politikki og einføldu sparingum hjá teimum, ið hava minst orku at mótmæla, og sínum forðingum fyri øllum reformum. − Samgongan er so sára samd um, at lógir og reglur eru til fyri at brótast og at onki skal fáa avleiðingar. − Og samgongan er so sára samd um at skapa mis­ álit á okkum sjálvi og okkara politisku skipan. Samd um stillstøðu og samband Og er nakað løgið í tí? Um tú ongan politikk og onga hugsjón hevur, so ber jú heldur ikki til at vera ósamd um hugsjónir og politikk. Um endamálið bert er verða sitandi og at onki skal henda, so er besti vegurin at skapa so nógv mistreysti á politisku skipanina, at fólk gevast at taka nakað í álvara, og koyra allar flokkar og politikarar í sama pott. Tí tá verður ongin broyting ella framtøk, og valdið kann býtast á skinninum handan tjøldini. Hetta er eisini besti vegurin til framhaldandi samband. Skapa teir ótta millum fólk, so kann løgmaður sleppa at siga síni mótsigandi og mein­ ingsleysu orð og ístaðin vísa til tann sonevnda ”ríkisfelagsskapin”, sum trygd móti sínum egnu gerðum og vantandi politikki. Øll alternativ eru betri enn hetta So jú. Tjóðveldið er sera ørkymlað og tekur djúpa frástøðu frá tí ruðulleika og ábyrgdarloysi, sum ABC er trygdin fyri at fremja. Vit halda, at fyri hvønn minutt hendan samgongan situr, kostar tað pening, ábyrgd, moral og treysti fyri føroyska samfelagið og framtíðina. Vit skilja ikki, hvussu føroyskir fjølmiðlar og við­ merkjarar kunnu endurtaka ógrundaða uppáhaldið hjá ABC­flokkunum um, at onki alternativ finst til teir. Í fyrsta lagi er alt annað eitt betri alternativ enn núsitandi meiningsloysið – enntá ein starvsstjórn av embætisfólki hevði verið frægari. Í øðrum lagi hevur Tjóðveldi støðugt lagt fram greið, ítøkilig alternativ og hugsjónarligt veiggj. Men hetta fær onki fjølmiðla­ pláss, tí samgongufólk higartil hava tikið allar teigar til sín dagliga sjónleik við at spæla ósamd.. Nú er nóg mikið Men vit gevast sanniliga ikki, ella seta okkum upp afturá. Vit fara at koyra á og halda á. Í veruleikanum skulu bara 4 tingumboð flytast frá ABC­flokkunum til tess at bróta teirra krøking til valdið. Og verður bara ein partur av ljóskastaranum settur á, hvat í veruleikanum gongur fyri seg í ABC­ tómgongdini, munnu fólk fara at siga: Nú er nóg mikið. Her krevst poli­ tikkur, hugsjón, leiðsla og konsekvensur í føroyskum stjórnmálum. Og sjálvandi fara vit at megna at reisa okkum og fáa vón og framtíðarsjón til at menna føroyska sam felagið úr truplum tíðum. Eitt týdningarmikið ýtið hjá Tjóðveldi verður lagt fram á ting leygardagin 6. mars: Uppskot um fiskivinnureform og tilfeingismarknað. Samgongan er so sára samd Høgni Hoydal Fyri Vágarnar Nøkur føra fram, at eg skrivi greinar um flogvallar­ útbyggingina av tí, at eg vil gera teimum skaða, sum búgva í Sørvági og øðrum bygdum í Vágum.. Ført verður fram, at eg ikki unni teimum at hava flogvøll og vil taka arbeiðspláss frá teimum. So er ikki. Sjálvt um tað vísir seg, at ein nýtiligur flogvøllur ikki kann gerast í Vágoynni, fer tað at vera til fyri­ mun fyri tey sum búgva í Vágum at fáa ein nýggjan flogvøll. Ein góður flogvøllur er heilt avgerandi fyri, at vit sum samfelag kunnu vera við í altjóða kapping um arbeiðspláss. Øll vit, sum her liva, hava áhuga í, at vit klára okkum væl í hesi kapping. Fyri nøkrum árum síðani var upp á tal at fáa eitt virki í lag í Vágoynni, sum kom at krevja eini 200 fólk. Hetta kom ikki í lag, og ein av orsøkunum sigst at vera, at flogsambandið Føroya og útlandið millum var ov vøkkult. Kanska var hetta ein undanførsla, men tað kann vera, at tað var rætt, og tað vísir, hvat ið talan er um í hesum máli. Tað, vit hava brúk fyri í hesum landi fyri at fáa vinnulívið at blóma, eru góðir samskiftismøguleikar bæði innanlands og við útlandið. Vit skulu hava atløgumøguleikar fyri stór skip og lendingarpláss fyri stór flogfør. Tá ið vinnulíviå blómar, fer at bera til hjá enn fleiri fólkum at búgva her, og tað er aftur avgerandi fyri at vit kunnu hava eitt blómandi mentanarlív um alt landið. Hetta er nakað, sum vit øll hava fyrimun av. Vit skulu minnast til, at stutt er millum bygdir okkara, og tí kunnu vit leggja fyritøkur allastaðni og fara til arbeiðis allastaðni. Hetta er nakað, sum eisini tey, sum búgva í Vágum, eins og tey sum vilja seta virki á stovn har, koma at hava almikið gagn av. Zakarias Wang Tíðindaskriv Krabbameinsfelagið Freistin at fáa ókeypis koppseting móti lívmóður­ hálskrabba fyri gentur, sum eru føddar í 1993 og 1994, gongur út 1. juli í ár. Tí eiga hesar gentur, sum í dag eru 15, 16 og nakrar 17 ára gamlar, at kvika sær at lata seg koppa. Allar gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, og sum hava fylt 14 ár, verða koppaðar ókeypis fyri lívmóðurháls krabba­ mein. Eftir galdandi regl­ unum skal koppsetingin verða liðug, áðrenn gentan fyllir 15 ár. Um ikki, má gentan sjálv gjalda fyri restina av viðgerðunum. Talan er um trý pirk, sum skulu setast við á leið tveimum mánaðum ímill­ um og innanfyri eitt ár. Eitt serligt tilboð er í løtuni galdandi fyri gentur føddar í 1993 og 1994. Hesar kunnu eisini verða koppaðar fyri lív móður­ hálskrabbamein, men hetta tilboð er bert galdandi fram til 30. juni 2010. Gentur í hesum aldurs­ bólki, sum ikki eru liðugt koppsettar tá, mugu sjálvar gjalda fyri partin av kopp­ setingini, sum restar í. Krabbameinsfelagið heldur tað hava stóran týdning at fáa so nógvar gentur, sum til ber, at taka av tilboðunum um ókeypis koppseting. Koppanin er rættuliga kostnaðarmikil – hon kostar millum 3500 og 4000 kr – og tí kann prísurin í sjálvum sær forða summum í at fáa hesa verju. Lívmóðurhálskrabbi er eitt sera vandamikið slag av krabbameini. Flestu tilburðirnir stava frá sonevndum Human Papillomavirus – stytt HPV. Koppsetingin verjir ímóti teimum báðum sløgunum av HPV­ virus,sum elva til nógv teir flestu tilburðirnar av lívmóðurhálskrabba. HPV eru ógvuliga vanlig virus, sum smitta lætt við kynsliga samveru. Kopp­ seting fyri HPV­virus virkar best hjá teimum, sum ikki eru vorðin smittað, og tað merkir oftast innan ein gerst kynsliga virkin. Tí verður mælt øllum ungum gentum at lata seg koppseta – eisini teimum, sum ikki fáa ókeypis koppseting. HPV-koppseting: Gentur føddar í 93 og 94 mugu kvika sær