fríggjadagur 5. mars 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
16
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er fødd 22. juli 1984. Hugnaliga
bygdin Sandur var karmur um hennara
barnaár og fyrstu ungdómsár. Her sleit
hon sínar barnaskógvar, og her gekk
hon í skúla, til hon í 2001 fór úr 10.
flokki á Sandoyar Meginskúla og á
studentaskúla í Hoydølum.
Unga og snøgga kvinnan, vit um
røða, er Jóhanna Henriksen, sum í dag
arbeiðir við minnisveikum á dag til
haldinum Stjørnulon í Jøkulsstræti í
Havn.
Búðu saman
– Eg og ein vinkona fluttu saman úr
Sandoynni til Havnar. Foreldur hennara
eiga hús í Havn, og vit fingu tey lagaliga
til leigu. Vit gleddu okkum at sleppa til
Havnar, og eg haldi, at hetta riggaði
ordi liga væl. Vit komu í góðan flokk í
Hoy dølum, har samanhaldið var gott,
sigur hon.
Eftir at Jóhanna hevði tikið students
prógv í 2004, var hon við Nærabergi í
umleið eitt hálvt ár. Tá hon fór í land
av verksmiðjutrolaranum, byrjaði hon
at arbeiða í heimarøktini í Havn. Her
arbeiddi hon frá á vári í 2005 til januar
í 2007, tá hon fór niður til Danmarkar
á sjúkrasystraskúla.
Men Jóhanna heldur ikki, at sjúkra
systraskúlin um hetta mundið var
akkurát hon.
– Vit vóru seks næmingar í mínum
flokki, sum góvust eftir umleið hálvum
ári. Sjálv haldi eg, at undirvísingin
tóktist mær ógvuliga teoretiskt, og eg
saknaði í størri mun at kunna brúka
onkrar av teimum royndum, eg hevði
gjørt mær í heimarøktini.
Hon sigur, at tá hon gavst á sjúkra
systraskúlanum, tímdi hon ikki upp til
Føroyar aftur beinanvegin, men fór at
hyggja seg um eftir einari útbúgving,
sum var meiri praktiskt orienterað.
– Eg gjørdi av at fara á heilsu
røktaraskúla og gjørdist liðug sum
heilsurøktari í 2009.
Jóhanna sigur, at henni dámar best
at hava tingini í hondini og arbeiða við
teimum haðani, sum hon tekur til.
– Á heilsurøktaraskúlanum høvdu
vit nakrar bøkur, vit skuldu lesa. Vit
høvdu soleiðis eitt ítøkiligt pensum, og
útbúgvingin tók eisini í størri mun hædd
fyri teimum praktisku viðurskiftunum í
starvinum, leggur hon aftrat.
Lærdi nógv
Jóhanna Henriksen heldur, at valið at
gevast á sjúkrasystraskúlanum og fara
á heilsurøktaraskúla, er eitt tað besta
valið, hon hevur gjørt.
– Eg lærdi ógvuliga nógv á skúlan
um. Hetta var ein góður skúli við góð
um lærarum. Vit vóru 20 kvinnur og
ein maður í flokkinum – úr ymiskum
heraðshornum í Danmark, eins og
onkur innflytari eisini var í okkara
flokki. Hetta var ein góður flokkur, tó
at vit vóru so ymisk.
Jóhanna varð liðug sum heilsurøktari
í Danmark fyrst í apríl mánaði í 2009.
– Longu hin 20. apríl var eg
heima í Føroyum aftur. Eg hevði
søkt um avloysarastarv ymsastaðni í
heimarøktini og tók av arbeiðstilboði
á Stjørnulon í Havn, sum er dagtilhald
fyri minnisveik. Tá eg byrjaði, var
heimið bara opið um dagin, men síðan
1. september í fjør hava fólk verið á
heiminum bæði um dagin og um
kvøld arnar. Heimið er soleiðis opið
fyri minnisveikum frá klokkan 9 á
morgni til klokkan 21 á kvøldi. Skiftið
fer fram um 15tíðina, og átta fólk eru
á heiminum ávikavist í dagtímunum
og í kvøldtímunum.
Síðan Jóhanna kom heimaftur til
Før oya sum útbúgvin heilsurøktari,
hevur hon okkurt skifti eisini loyst
av á Láargarði og á sambýlinum fyri
menningartarnað og sálarliga veik við
Fugloyarveg.
Gevur innihald
– Flestu fólkini, sum vit hava í Stjørnu
lon, eru á stovninum hvønn dag, men
onkur er einar tríggjar dagar um vikuna.
Yngsti borgarin er stívliga sjeyti ár – og
hin elsti er farin um tey níti.
Jóhanna sigur, at hennara starv
á Stjørnulon helst er knýtt at, hvørt
royndin við kvøldtilhaldinum fer at
halda fram.
– Upprunaliga skuldi henda ætlan
koyra í fýra mánaðir, men hon koyrir
enn, og eg vóni, at hon heldur fram.
Ungi heilsurøktarin vísir á, at her er
talan um tilsamans 16 minnisveik fólk,
sum hava eina tilveru ein stóran part
av samdøgninum í Stjørnulon.
– Um hesi fólk ikki sleppa á stovnin,
sita fleiri teirra helst einsamøll og keða
seg heima við hús. Fólk eru fegin um
tilhaldið. Vit matgera sjálvi, og eru tey
gomlu og minnisveiku so fræg, at tey
kunnu luttaka, kunnu tey vera við í
matgerð, baking ella stytta sær stundir
við at sita og binda.
Tá Jóhanna tók sína útbúgving í
Danmark, skrivaði hon høvuðsuppgávu
um alzheimers.
– Eg vildi gjarna læra meiri um
alz heimers og demens, og tí valdi eg
hetta evnið í høvuðsuppgávuni. Tá tú
arbeiðir við gomlum, skerst ikki burtur,
at tú samstundis kemur at arbeiða nógv
við minniveikum.
Tolsemi avgerandi
Jóhanna Henriksen sigur, at hon hevur
lært rættiliga nógv hesa lutfalsliga stuttu
tíð, hon hevur arbeitt í Stjørnulon.
– Eg havi lært nógv um demens,
og eg havi samstundis lært rættiliga
nógv um meg sjálva. Í fyrsta lagi havi
eg lært at vera meiri tolin, og eg havi
lært nógv um, hvussu eg ikki skal gera.
Tá tú arbeiðir við minnisveikum, skalt
tú hugsa teg væl um, áðrenn tú sigur
nakað, og tú noyðist at geva tær góðar
stundir.
Vit spurdu at enda Jóhonnu Henrik
sen, um hon hevur ætlanir um at
útbúgva seg meiri, nú hon enn bert er
25 ára gomul.
– Eg havi sjálvsagt hugsað um
ymiskt, eitt nú eina útbúgving sum
fysioterapeutur ella ergoterapeutur
– og eg havi eisini hugsað um
sjúkrasystraskúlan aftur. Men fyribils
eri eg skúlatroytt og trívist væl við tí,
eg geri, sigur Jóhanna Henriksen.
Hóast Hon bert er 25 ára gomul, Heldur tað Henni ikki aftur í at
brúka sín arbeiðsdag upp á at skapa minnisVeikum eina tilveru
Ung ansar minnisveikum
mynd: vilmund jacobsen
til arbeIðIs
starv: Heilsurøktari
besta við starvinum: at læra at vera tolin og lurta
ringasta við starvinum: Trívist við tí eg geri
størsti dreymur við starvi: at læra meiri um
minnisveik
størsta frambrot: Tilboðið um kvøldtilhald
starvstíð: síðan á sumri 2009
lívsstarv: ... aldrig sige aldrig :)
starvsfólk: 6-8
staður: stjørnulon, Jøkulsstræti, Tórshavn
leiðari: Ester Husgaard
fakTa jóhanna henriksen
– Eg havi lært nógv um demens,
síðan eg kom á Stjørnulon at
arbeiða, og eg havi samstundis
lært rættiliga nógv um meg
sjálva, sigur 25 ára gamla
Jóhanna Henriksen