Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2010 17 Nýggir møguleikar fyri foreldur hjá børnum við breki Í døgunum frá 10. – 13. mars kemur Larz Thielemann aftur til Føroya at halda fyrilestrar fyri foreldrum og fakfólki. Eisini bjóðar hann viðtalur til foreldur hjá børnum við heilaskaða. Tíðindaskriv Javni Í samstarvi við Javna kemur Larz Thielemann, nervapraktikari, til Føroya at hava viðtalur fyri foreldur at børnum við øllum sløgum av menningar­ tarni. Viðtalurnar verða í hølunum hjá Javna við Hoydalsvegin 40. Eisini fer hann at halda fyrilestur um heilaskaða, har hann eitt nú viðger spurningin um heilaskaði kann lekjast, og um tað finst nakar veruligur valmøguleiki til vanligu viðgerðina. Í 10 ár hevur Larz Thielemann granskað í neuro­ logiskari menning. Ígjøgnum árini hevur hann hjálpt meira enn 200 børnum við ymiskum serstøkum trupulleikum. Hann eigur dóttrina Evu, sum einaferð var ógvuliga heilaskadd, men í dag hevur hon tað gott og er væl fyri. Foreldraviðtalan inniheldur: • Útflýggjan av mappu við týdningarmiklum upplýsingum, greinum og leiðbeiningum. • Gjøgnumgrípandi útgreining við atliti til at finna fram til hvar í heilanum trupulleikarnir eru. • Skipan av eini funktionellari sjúkugreining í einum menningarprofili • Viðgerðarskrá við neyvum ávísingum um hvat foreldur kunnu gera her og nú. • Heimsins heilsubestu kostætlan við innbygdari skiftiskostætlan. • Møguleika fyri at keypa fiska- og plantuoljur Fyrilestrarnir innihalda: • Kann heilaskaði lekjast • Er nakað veruligur valmøguleiki til vanligu viðgerðina • Hvat kunnu foreldur veruliga gera • Hvat kunnu stovnarnir gera øðrvísi • Neurologisk venjing – hvat er tað og hvat er at gera • Matur sum heilivágur, aveitran og oljur • Ilt og andadráttar albøting. Fær heilin nóg mikið av ilt. • Filmsbrot av børnum sum venja og hava vant. • At lesa er at síggja. Lær barn títt at lesa. Skrá: Hósdagin 11. mars 2010 09.00 – 20.00 Foreldraviðtalur Fríggjadagin 12. mars 2010 13.00 – 16.00 Fyrilestur í hølunum hjá Fjálva í niðastu hædd á Hoydalsvegi 40 19.00 – 22.00 Fyrilestur í skúlanum við Løkin í Runavík Leygardagin 13. mars 2010 09.00 – 12.00 Foreldraviðtalur Kostnaður: Fyrilestur: kr. 100,00 Foreldraviðtala: kr. 2.900,00 Stutt og greitt: Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum, skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugt­ gjørdir. Hvørki meira ella minni. Borgarstjórin í Havn er fyri undirsjóvar­ tunnlinum, men fleiri býráðssamtyktir fyri­ liggja, sum áleggja hon­ um at fáa hesi viðurskifti í rættlag – samtyktir, sum bæði Jan Christiansen og Sjúrður Olsen hava tikið undir við, hóast teir nú frásiga sær ábyrgd. Tað er sera hugstoytt at lesa, hvat minnilutin í bý ráðnum førir fram, tí í fyrsta lagi er ikki rætt, at borgarstjórin er ímóti undir sjóvartunlinum. Borgar stjórin er fyri tunli­ num, men ger bert tað, sum eitt samt býráð, har- undir eisini Jan Christian­ sen og Sjúrður Olsen, hava álagt honum í minst tveim­ um ymsum býráðssam- tyktum, nevniliga at skipa soleiðis fyri, at tað slepst undan ferðsluruðulleika við innkomuvegirnar til høvuðsstaðarøkið. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er landsstýriskvinnan samd við kommununa um, at innkomuvegirnir mugu gerast. Vilji er bera ikki frá landsins síðu at seta pening av til endamálið. Ivi tók seg í 2005 upp í býráðnum, um tað er rætt at fremja tað ætlaða 1. byggistigið av nýggjum innkomuvegi til Havnar úr Krákugjógv undir Húsa- reyni norður í Sundsvegin, í tí líki, ætlanin fyriliggur. Fleiri orsøkir vóru til ivan. Nógv er broytt á sam- ferðsluøkinum, síðani hesin vegur var stungin út fyri 20 árum síðani. Fast samband er fingið í lag í Vágar og til Norðoyggjar, og um fá ár verður tunnilin millum Skálafjørðin og Suðurstreym ætlandi veruleiki. Aftrat hesum eigur eisini hædd at takast fyri føstum sambandi í Sandoynna í framtíðini. At enda mátti staðfestast, at verkætlanin hjá Lands­ verk var gjørd soleiðis, at Tórshavnar kommuna skuldi brúka fleiri tíggju­ tals milliónir uppá ser­ gjørdar vegaíbindingar, paralellvegir o.l., tí Lands­ verk vildi ikki loyva meira enn í mesta lagið tríggjar íbindingar á vegastrekk­ inum frá Kaldbaksvegnum til Marknagil. Tí metti býráðið tá, at hetta 1. byggi stig av innkomu veg­ num til Havnar átti at verða lagt og gjørt øðrvísi. Semja í býráðnum Ein meiriluti í býráðnum avgjørdi tí hin 15. desember 2005, at siga frá, at linjuføringin fyri inn­ komuvegurin eigur ikki at vera, sum hon er stungin út, men framd við tunli ella vegaføring upp um Húsa­ reyn. Landsverk varð tá farið undir arbeiðið at gera ein lítlan part av nýggja innkomuvegnum. Talan var um strekkið frá økinum norðan fyri útstykkingina millum Gilja og suður í móti Villingardalsvegnum. Landsverk boðaði frá, at at hetta strekkið skuldi verða liðugt í 2008, og at strekkið frá Skarðshjalla og suður ímóti verandi atkomuvegi skuldi verða liðugt í 2012. Spurninginum um hvørt innkomuvegurin frá Villingardalsvegnum og vestur í Marknagil skuldi gerast sambært ætlaðu linjuføringini hjá Lands­ verk – tvs. í brattanum paralell við Villingar dals­ vegin, ella sum tunnil undir Húsareyn, var við­ gjørdur millum kommuna og landsstýrið. Hóast at landið um somu tíð sprændi milliónaupphæddir í tunnlar kring landið – m.a. í Leirvík og Hovi, har arbeitt varð við verkætl an­ um frá 70 upp í yvir 100 mió, so kravdi Innlendis- málaráðið, at kommunan sjálv skuldi rinda fyri tunnil undir Húsareyn, hóast hetta var partur av landsveganetinum. Landið kravdi sostatt, at Tórs­ havnar kommuna skuldi rinda einar 30 mió av einum landsvegakervi – nakað sum ongantíð er hent fyrr í Føroyum fyri nakra kommunu. Full semja er í býráðnum í 2007 og 2008 um, at tað er sera umráðandi, at av­ og ákoyringar til nýggja innkomuvegin verða skipaðar í tøttum samstarvi við Tórshavnar kommunu. Tryggjast má ein góð fordeiling av ferðsluni, og at bæði verandi og kom­ andi kommunala veganetið er ført fyri at lofta ferðsl­ uni og fordeila ferðsluna á rættan hátt, fyri ikki at fáa ferðsluruðuleika inni í býnum. Hin 21. juni 2007 var málið umsíðir so nógv viðgjørt í umsiting komm­ ununar og býráðnum, at tásitandi býráð einmælt samtykti 20 punktir við krøvum sum kommunan setti til nýggja innkomu- vegin. Millum teir býráðs- limir, sum tóku undir við hesum vóru tveir av núver­ andi andstøðulimunum í býráðnum, Jan Christian- sen og Sjúrður Olsen, sum nú í tíðindaskrivi leggja alla ábyrgd frá sær, og ákæra borgarstjóran fyri at vera ímóti Skálafjarðar- tunnlinum. Enn ein samtykt Fyri at vera vísir í síni søk, bað býráðið eisini ferðslu- serfrøðingar hjá Rambøll & Nyvig um at gera eina ferðsluanalysu av verk­ ætlanini hjá Landsverk. Henda ferðsluanalysa mælti m.a. til, at flest møguligar íbindingar á nevnda strekki verða gjørdar. Eitt einmælt býráð, eisini Sjúrður Olsen og Jan Christiansen, tóku undir við hesum á býráðs- fundi 24. apríl 2008, og heitti samstundis á um sitingina at taka upp samráðingar við Vinnu­ málaráðið og Landsverk á hesum grundarlagi. Borgarstjórin og umboð fyri teknisku nevnd hava síðan saman við umsiting­ ini havt samskifti við lands stýriskvinnuna í innlendismálum – Anniku Olsen um málið. Men enn hevur Landsverk ikki broytt somikið sum eina striku í prosjektinum. Tað einasta, sum er hent er, at eitt lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin varð sent til hoyringar við eini ósakliga stuttari svarfreist. Lógaruppskotið er gjøg­ num seyrað av heimildum til landsstýrismannin at tryggja, at landskassin skal haldast fíggjarliga skaða­ leysur. Men ikki so mikið sum eitt orð er nevnt um at halda kommununar við endan av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja fram­ komiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er eini 25 ára gomul. Tað er hetta, borgar­ stjórin hevur mótmælt í sínum hoyringsskrivi. Og hetta mótmæli er ikki á nakran hátt í andsøgn við tær býráðssamtyktir, sum gjørdar eru í málinum, og sum Jan Christiansen og Sjúrður Olsen eisini hava tikið undir við. Í veru­ leikanum standa vit har í dag, at allir partar eru samdir um trupulleikan, men landsins myndugleikar hava ikki víst politiskan vilja til at seta pening av til endamálið. Hetta kunnu vit sum býarmyndugleiki sambært okkara egnu samtyktum ikki lata um okkum ganga, og tí skulu hesi viðurskifti heilt einfalt vera komin uppá pláss, áðrenn ferðslan kemur upp í Tórshavnar kommunu úr undirsjóvartunnlinum. Eg skal gera minnilutanum púra greitt, at linjan er løgd, og tað vera hvørki landsmyndugleikar ella privat feløg, sum broyta hesa støðutakan. Borgar­ stjórin stendur saman við meirilutanum um Tórs­ havnar kommunu. Havnin skal vera til reiðar til undirsjóvartunnilin borgarstjóri Heðin Mortensen viðmerkingar