fríggjadagur 5. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
17
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Gekk ikki so væl
Olive Schoenfelder hevur júst verið á ísinum í Vancouver
saman við Isabelle Delobel, men tað gekk helst ikki
eftir vild hjá teimum. Oliver stúrir í øllum førum fyri, at
hann fær av at vita, tá ið tey hava fingið síni skoðsmál.
Hvat býtt Oliver gjørdi, sigur søgan einki um...
Fyri nøkrum árum síðani, eg var
í Íslandi, hoyrdi eg eina skemti
sending í Ríkisútvarpinum. Har
hugleiddu tey og filosoferaðu
nógv og leingi um, hví ein handil,
sum dúgliga lýsti við, at har var
opið dag og nátt, alt samdøgrið,
hevði lás í úthurðini. Stuttligur
logikkur.
Ein spurningur av sama
logiska slagi er, hví hava vit
løgting og landsstýri.
Eg fari at endurtaka tað, sum
eg havi skrivað og sagt ofta
fyrr. Fáið Danmark at biðja ST
tilnevna tríggjar kvinnur, hvørja
úr sínum heimsparti, at stýra
Føroyum.
Kvinnur eru gløggari enn
menn. Og kvinnur eru bíligari
arbeiðsmegi enn menn. Hjá tí
almenna fáa tær minni løn. Og
børn eingin forðing.
Og leggið niður løgting og
landsstýri, í dag heldur enn í
morgin.
So kunnu føroyingar royna at
venda aftur til hatta tvætlið, tey
rópa demokrati, um 500 ár.
Leingi er til ólavsøku. Men
ballónirnar eru farnar upp, slept
ar, onkur mist kanska. Val ballónir
fullar av heitari luft og táragassi.
Bara góð tvey kreppuár eru
farin, síðani val var. Og nú verður
aftur val, siga tey, sum duga at
greina gassið í ballónunum. Og
so heldur sama samgongan fram
Undarligt, at samgongurnar
í Føroyum ongantíð megna at
fremja alt tað, sum øll í sam
gonguni eru samd um, tá
sam gonguskjalið hátíðarliga
verð ur undirskrivað beinleiðis í
loft miðlunum.
Í fjør summar sótu tríggir
floksformenn, ein løgmaður og
tveir landsstýrismenn, í fullum
álvara og billaðu tíðindafólki og
øllum øðrum, sum tímdu at lurta,
inn, at teir vóru samdir, samdir
um hetta, samdir um hatta,
samdir um alt.
Ólavsøkupakki rímar væl
saman við snakki. Annað enn
snakk var tað ikki.
Men, gevið teimum ein kjans.
Tey noyðast longu nú, í mars, at
vita, gita, hvussu nógvar pengar,
tey ætla at brúka næsta ár.
Og andstøðan spyr og spyr,
munnliga, skrivliga, ófráboðað,
ófráboðað, skrivliga, munnliga.
Spyr og spyr um alt. Men
andstøðan spyr ikki seg sjálva,
um støðan var nakað petti betri,
var hon samgonga. Tað var hon
sjálvandi ikki. Men, ókey, hetta er
demokrati. Vælgagnist.
Onkur er so djarvur at mæla
til, at allir flokkar eru í samgongu
í senn. Samgonga og andstøða
saman í einari samstøðu. Sam
støðu? Nei, andgongu.
Og tað ringasta er, tað mest
ræðandi er, at tað hevði ongan
mun gjørt, um ein flokk ur
einsamallur fekk meiri lutan
og kundi gera sam gongu við
seg sjálvan. Tær sam gongu
samráðingarnar høvdu tikið
líka langa tíð sum allar aðrar
samgongusamráðingar. Og so
hevði samstarvið endað við
ósemjum og klandri og solospæli
og øllum hasum ónollunum, sum
eyðkenna føroyskan politikk.
Sum eru tað mest eyðkenda, sum
eyðkenna føroyskan politikk.
Enn hevur eingin fingið prógv
í politiska kvøldskúlanum. Ella
dumpaðu øll?
Konsensus (tað ræður
altíð um at brúka minst eitt
fínt fremmandaorð, tá ein
skrivar, tí so halda teir fimm
lesararnir, at ein er so øgiliga
klókur), konsensus (endurtaka
fremmandaorðið) er heldur ikki
um, hvussu nógv ministeriini
eiga at vera. Monthy Python
høvdu eitt fyri undarligt
gongulag. Vit hava einki fyri
margháttligt samgongustev.
Politikkur er at tora, tora at
bakka.
Hví hevur ein handil, sum
ongantíð letur aftur, lás í
úthurðini?
Hví er gátt í løgtingshúsinum?
Ella har er kanska eingin?
UmaftUrafturum
HøgnI DjurHuuS
Áhugaverd bók
Bók teknar ljóta mynd
av Gordon Brownr
Dimma
Vónandi skateboard
við ketum á
Skipað verður fyri skí-, skateboard- og
sleðukapping leygardagin kl. 14.
www.nordlysid.fo
Clinton hevði aðrar óvanar
Obama skal leggja av at roykja
Portalurin
Bussleið letur sárini í
Suðurafrika uppaftur
Dimma
Hoyrdu teir hvønn annan?
Men floksformenninir tosaðu í
ávíkavist eystur og vestur, meðan
løgmaður tosaði í beinan sunnan.
Dimma
Vanligt at hava stongt
á nýggjárinum
Fleiri Posthús stongja á nýggjárinum
Sosialurin
Nýggjur várróður á landi
Nógvur fiskur á Toftum
Dimma
Undercover journalistikkur
Sosialurin hevur havt frænir
av, at fuglfirðingar eru farnir
at stinga høvdini saman
Sosialurin
Vit gleða okkum til
Føroyaferðina
Margretha drotning skal liggja í glasi
Dimma
ranga
í
strúpan
Súrt show
nógvir íslendingar eru fortørnaðir inn á fólkini, sum høvdu avgerandi leiklut í búskaparkreppuni,
sum hevur rakt landið so meint. Á einum vesi í reykjavík hevur onkur sett myndir av vinnulívs
monnum væl fyri, so at tað ber til at pissa á teir. jamen, um tað kann hjálpa fólki...
skilda Barbie
Ein maður kemur rennandi
inn í ein leikuhandil og sigur,
at hann skal brúka eina føð
ingardagsgávu til dóttirina
– tú kundi keypt eina
Barbie dukku, sigur kvinn
an í handlinum
– Ja, lat meg fáa eina.
– Hvørja skalt tú hava? Vit hava
veitslu Barbie fyri 250 krónur,
ítróttar Barbie fyri 275, skúla
Barbie fyri 248, og so hava vit
skildu Barbie fyri 3897 krónur.
– Hví kostar tann skilda
Barbie so nógv.
– tí tá fært tú eisini bilin
hjá Ken, húsini hjá Ken og
helvt ina av pengunum hjá
Ken við í keypinum.
mynd: pOlfOtO
andgonga