Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2010 Tingaðust um ES Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, var í gjár í Berlin og tosaði við týska starvsbróður sín, Guido Westerwelle. Eitt høvuðsevni á fundinum var íslendska umsóknin um limaskap í ES, og hvønn stuðul hon kann fáa frá týskum politikarum. Týski uttanríkisráðharrin segði, at týska stjórnin er fegin um umsóknina úr Íslandi, og at ES- nevndin hevur mælt til, at veruligar samráðingar verða tiknar upp um limaskap. Umframt ES-umsóknina umrøddu teir báðir ráðharrarnir handilssamskiftið millum Týskland og Ísland. Kanna vitan um fisk Í januar vóru granskarar hjá grønlendska náttúrustovninum í Upernavik og bygdunum har um vegir og savnaðu vitan um tey ymsu fislasløgini, sum fiskimenn har á leiðini royna eftir. Vitjanin har er partur av einari størri verkætlan, sum hevur til endamáls at savna vitan um, hvørji fiskasløg eru hvar, og hvussu tey verða troytt í dag. Tilsvarandi kanningar eru gjørdar aðrastaðni í Grønlandi fyrr. Arbeiðið á Upernavik-leiðini hevur samband við, at oljufelagið Cairn hevur fingið loyvi at royndarbora eftir olju í økinum Disko Vestur í summar, sigur kringvarpið KNR. Nú ber til hjá øllum at leita í gomlu kirkju­ bókunum og øðrum skjølum, ið goyma ein hóp av søgum um okkara forfedrar og teirra livikor Søga Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Einar 15.000 síður av goml- um skjølum kirkjubókum, fólkateljingum og frágreið- ingum um livikor eru nú lagdar út á nýggju heima- síðuna www.history.fo, har øll í hava áhuga fyri okkara fortíð ókeypis kunnu leita fram upplýsingar og taka skjøl niður. Heimasíðan gevur ikki bara neyvt hagfrøðiligt yvir- lit yvir føroyingar heilt aft- ur til 1719. Handan tølini goyma seg eisini hópin av upplýsingum um, hvussu føroyingar livdu og arbeiddu í gomlum døgum, hvussu tey vóru fyri fíggjar- liga og sosialt og í onkrum førum hvussu væl ella illa tey skikkaðu sær. Kirkjubók frá 1719 Heimasíðan www.history. fo er skipað soleiðis, at skjølini eru býtt upp í bólk- ar antin í mun til evni ella í mun til hvør myndugleiki ið hevur framleitt tey. Hetta er gjørt so, at tað verður lættari hjá brúkaranum at finna skjølini. Størsti keldubólkurin hig- artil eru kirkjubøkur, sum innihalda upplýsingar um føðing/dóp, ferming, vígslu og deyð, hjá øllum føroying- um. Elsta kirkjubókin sum í løtuni er á heimasíðuni byrj- ar í 1719 og er fyri Sandoy. Yngsta kirkjubókin endar í 1910 og er fyri Suður- streymoy. Aðrir keldubólkar eru sokallaðar ‘frágreiðing- ar’ (Indberetninger), sum embætisfólk hava sent mið- fyrisitingini. Á tíðinfundi í morgun greiddi Rolf Guttesen, geo- grafur, nærri frá onkrum av hesum frágreiðingum, sum snúgva seg um livikorini hjá fólki í gomlum døgum. Har ber til dømis til at síggja, hvussu nógva ull, bátspartar, neyt, korn og annað ymsu húsarhaldini áttu. Av hesum frágreiðingum sæst týðiligt at einkjur og einligir menn ofta vóru sera illa fyri, og vit kunnu undrast yvir, hvat tey yvirhøvur livdu av. Í onkrum av frágreiðing- unum hevur embætisfólki havt til uppgávu at kanna ’lóg og landaskil’ í bygdini. Har eru mangar upplýsingar um drekkarí og annað sum eisini gevur eina enn meir nuanseraða mynd av sosialu støðuni hjá fólki tá á døgum, greiddi Rolf Guttesen frá. Kunnu rokna sjálvi Ætlanin er eisini, at aðrir stór- ir keldubólkar verða lagdir út á heimasíðuna. Ein teirra er sokallaðu ‘fólkateljingarnar’ harav tann elsta er frá 1801, meðan tann í løtuni yngsta alment atgongda er frá 1925. Hesar fólkateljingar verða væntandi tøkar á heimasíðuni komandi mánaðarnar. Flestu keldurnar eru lagdar út í upprunaformi, sum skanningar, meðan aðrar eru avskrivaðar. Løbner’sa Tabell- ir eru t.d. lagdar út í excel- formati, so øll kunna kopiera og beinleiðis rokna uppá tey mongu tølini, sum hendan keldan hevur. Ymisk fólk hava arbeitt við keldunum ella avskrivað tær. Í flestum førum eru tað limir í ráð- gevingarbólkinum, ið hava gjørt hetta arbeiði, men eisini onnur fólk hava tikið lut. Landsskjalasavnið og ráðgevingarbólkur Tað er Landsskjalasavnið, sum eigur og umsitur heima- síðuna www.history.fo. Ein ráðgevingarbólkur við 6 fak- fólkum, er knýttur at menn- ingini av heimasíðuni. Í hesum ráðgevingarbólki sita, fyri Landsskjalasavnið: Lena Nolsøe, savnsvørður/søgu- frøðingur, Gudny D. Rasmus- sen, KT-vørður og Sámal T.F. Johansen, landsskjalavørður/ søgufrøðingur. Aðrir limir í bólkinum eru: Rolf Guttesen, geografur, Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Arne Thorteinsson, fornfrøðingur. Landsskjalasavnið og ráð- gevingarbólkurin hava arbeitt við hugskotinum til heimasíðuna í eini 2-3 ár og hava brúkt hetta seinasta árið ella so til at skannað til- far og at geva síðuni enda- ligt snið. Sum nevt kunnu øll brúka tilfarið á heimasíðuni ókeyp- is. Einasta krav til brúkarar er, at tey vísa til kelduna. Okkara fortíð út á netið Rolf Guttesen, geografir og limur í ráðgevingarbólkinum, hevur arbeitt í fleiri ár við parti av tilfarinum sum nú liggur á www.history.fo The very best of Excel, Word, Power- Point & Outlook skeið 27. & 28. mai 2010 Brúkar tú Word, Outlook, excel og Power Point í tínum dagliga arbeiði? Gjørt tú tingini uppá tann ósmarta mátan við fult av umvegum? kundi tú hugsað tær at fingið ein lættari dagligdag við hjálp av forritunum? so er stundin komin at arbeiða eitt sindur smartari og gagnnýta tey amboð, tú longu kortini hevur. Við at arbeiða smartari, vinnur tú nógva tíð. skeiðleiðari er michael Bosholdt, ið fleiri ferðir er kosin ársins iT- undirvísari hjá skeiðsfyritøkuni Confex, sum synergi samstarvar við. TILBOÐ! Tekna teg áðrenn 11. mars SPAR 25% Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - Tel. 32BELL (322 355) Tilmelding og les meira um skeiði á www.synergi.fo ella ring 322 355 Øll kunnu nú leita fram upplýsingar og søgur um okkara fortíð á heimasíðini www.history.fo