fríggjadagur 5. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
8
VIKUSKIFTI
AlexAndur
skorar
týðingAr
Ein góð týðing Er sum Eitt flott skorað mál, sigur týðarin
alexandur Kristiansen, sum Eisini trýr uppá, at tað mEsta kann
sigast nógv flottari á føroysKum Enn á øðrum málum
Portrett
anna V. ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hann setur peikifingurin í borðplátuna
og fluktar hann skjótt á skák fram
eftir
– Bam! Sum eitt perfekt skorað
mál í fóltbólti. Soleiðis kennist tað,
tá ein týðing situr, sum hon skal.
Eina løtu sær 60 ára gamli týðarin
og yrkjarin Alexandur Kristiansen
heilt væl nøgdur út við sína takkling
á borð inum. Tað ræður um at njóta
ímyndaðu skoringina
– Sumt hendir bara eina einastu
ferð. Tað ber jú ikki til at endurskapa
løtuna, sum fekk bóltin ella týðingina
at sita júst soleiðis. Tí ber eisini illa til
at fara afturum aftur og bøta um eina
týðing, tá hon einaferð er gjørd.
Tað er eisini ein orsøkin til, at fleiri
eldri týðingar eru slopnar við í nýggja
savnið Filomela við týðingum eftir
Alexandur Kristiansen, ið samstundis
er tað seinasta av fimm søvnum, sum
hann fór undir miðskeiðis í níti ár
unum.
Endamálið við søvnunum var frá
byrjan, at geva føroyingum møgu
leikan at lesa yrkingar eftir nakrar
av heimsins bestu yrkjarum á okkara
egna máli. At yrkingar kanska ikki
eru tað, fólk lesa mest av, tykist bara
at hava gjørt ætlanina enn meir
átrokandi.
– Yrkingar gera okkum ríkari í so
nógvar mátar. Tær lova okkum inn í
øðr vísi mátar at hugsa, samstundis
sum tær ofta vísa, at vit menniskju
als ikki eru so ymisk, sum vit kanska
billa okk um inn. Tí kann ein 2000 ára
gomul yrking eisini vera ein sonn
opin bering av størri samanhangum.
Um eg fái eg latið hesar yrkingarnar
í ein før oyskan málbúna, gevi eg enn
fleiri lesararum møguleikan at upp
liva tær, og tað ger meg glaðan
Fyri ikki at tala um, hvussu vøkur
tey kunnu vera – hansara »yndisbørn«,
sum Alexandur Kristiansen kallar
sínar týðingar, hóast hann kanska er
mest kendur fyri sínar mongu barna
rímur og yrkingar.
– Barnarímurnar og yrkingarnar
eru eisini míni børn, men týðingarnar
eru míni yndisbørn, tí eg havi havt
tær hjá mær so leingi og eri vorðin so
góður við tær. Eg havi til dømis sitið
við eini týðing av John Keats í eini 30
ár og verði kanska ongantíð klárur at
sleppa henni.
Týddi í týskttímunum
Fleiri hundrað týðingar av nøkrum
av heimsins bestu yrkingum er tað
vorðið til, og í mangar mátar er saml
aða verkið ein ferð gjøgnum lívið
sum týðari hjá kenda høvundanum
úr Fuglafirði, ið longu sum óviti
var púra bitin av yrkingum. Serliga
vóru tað yrkingarnar í lesibókini í
før oyskum, sum hann helt vera so
øgiliga vakrar.
– Eg fekk ikki eyguni av flottu
rím unum og gomlu orðunum, og tað
kitlaði í mær at vita, hvussu yrkj
ararnir gjørdu, fyri at fáa tað at sita so
væl. So eg setti meg at skriva yrking
arnar av í tímunum, tí sum oftast leyp
lærarin tær um, minnist Alexandur
Kristiansen.
So meðan hini í flokkinum vóru
himmalsfegin um at sleppa undan
yrk ingunum, sat ungi Alexandur og
fylti tær inn í eitt skrivihefti fyri og
annað eftir.
– Eg man eiga stakkar av hasum
skriviheftunum onkustaðni. Í dag
kann eg undrast yvir, at eg brúkti
so nógva tíð uppá at sita og skriva
av, men tað gav mær faktiskt eina
góða kenslu av, hvussu yrkjararnir
gjørdu.
Ikki minni avbjóðing bleiv tað, tá
týskt kom á tímatalvuna í 2. real, og
Alexandur fyrstu ferð fór at royna seg
sum týðara.
– Eg minnist serliga væl, hvussu
spennandi tað var at royna at týða
yrkingar hjá týska skaldinum Heinrich
Heine. Tá helt eg eisini mínar týðingar
vera øgiliga flottar, men í dag høvdu
tær ikki sloppið við í nakað av mínum
søvnum.
Betri enn yrkingarnar
Hóast fyrst royndirnar sum týðari
nokk mest vóru ein roynd at herma
eftir teimum stóru yrkjararnum, eigur
man ikki at undirmeta lærdómin í at
spæla við teir veruliga dugnaligu,
heldur Alexandur Kristiansen.
– Tað ræður um at fáa eina kenslu
av málinum, eina kenslu av, hvat tað
er, sum hendir, tá ljóð, rytma og inni
hald ganga upp í eina hægri eind. Ta
kensluna fært tú bara við at arbeiða
støðugt og áhaldandi við málinum, til
tú finnur tín egna stíl og týðingin til
endan syngur seg sjálva á føroyskum,
næstan sum var hon tín egna, sigur
Alexandur Kristiansen, sum tí held
ur ikki góðtekur kenda páhaldið
hjá yrkjaranum Robert Frost um at
»Poesiur er tað, sum verður mist í
týð ingini«.
Jóanes Nielsen sigur sovorðið,
sum eg vildi ynskt, at eg tordi at siga