Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 45 - 5. mars 2010 Anna Sjúrðardóttir í Hval­ vík, ættað úr Porkeri, fyllur 60 ár hin 5 mars. Anna hevur verið nevnd­ arlimur í Hvalvíkar missi­ ónshúsið í yvir 20 ár og hevur gjørt eitt stórt arbeiði í meinigheitini, og nú hon leggur frá sær, verður stórur saknur í henni. Hon hevur verið skrivari og havt skil á roknskapinum við kønari hond. Anna hev­ ur arbeitt í banka í nógv ár, so tað fellur henni lætt við tølum. Eisini hevur Anna trúføst røkt sunnudagsskúla­ arbeiði saman við øðrum øll hesi árini Seinastu mongu árini hevur hon arbeitt innan eldraøkið og hevur tikið sær útbúgving sum heilsu­ røktari. Vit í nevndini fyri missi­ ónshúsið vilja við hesum takka tær, góða Anna, hjarta­ liga fyri tað stóra arbeiði tú gjørdi fyri húsið, og ynskja tær og familju tín hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og Harrans ríku signing fyri framtíðina. Heilsan Nevndin fyri Hvalvíkar missiónshús Kirstin Jacobsen, form. Anna Sjúrðardóttir 60 ár Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 18. februar fingu Sólfríð og Hans Michael í Mittúni, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 19. februar fingu Rannvá Mortensen og Tóki Bjarkhamar, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4200 gr. 24. februar fingu Alika og Sigert Patursson, Vatna­ skarðar, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3100 gr. 28. februar fingu Mona og Hanus á Gørðum, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr. 28. februar fingu Joan Djurhuus, Selatrað, og Helgi F. Strømsten, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 1. mars fingu Guðrið og Bárður Debes, Trongisvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 2. mars fingu Guðni P. P. Andreasen og Jørgen Andreasen, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4750 gr. Føðingar 45 og 50 ára føðingardagur Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 60 ára føðingardagur Týsdagin 9. marts verða tvíburarnir Birita og Durita 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 6. marts í B36 húsinum. Vælkomst verður frá kl. 12. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 5. mars verður Erling Joensen við Gjógv 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 75 ára føðingardagur 10. mars fyllir Torleif Matras, Fosságøta 7, Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Leygardagin 6. mars verður Paula Maria Olsen, Tórshavn, ættað av Eiði, 80 ár. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Paulu, eru hjartaliga vækomin inn á gólvið úti á Suðuroyavegi 5 frá kl. 17. Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444 332, fartelefon 744 332 ella við telduposti hg.vang@kallnet.fo Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Brúdleyp Mikudagin 3. mars giftust Tamara í Túni, Toftir, og Karl Martin Stenger, Tønder, á ráðhúsinum í Holsterbro. Prógv Barbara Sonja Berg úr Havn hevur í februar 2010 lokið prógv sum kandidatur í námsfrøðiligari sosiologi á Danmarks Pædagogiske Universitet í Keypmannahavn. Merkisdagar Hendan myndin er send okkum av Cailean MacLean, blaðmanni á Isle of Skye. Hon er í eini bók, sum nýliga er útkomin við myndum frá oyggjunum South Uist og Benbecula á Hebridunum á vestursíðu Skotlands. Myndin er tikin í 1961. Mamman við tvíburunum er Anna Súsonna Poulsen, ættað av Sandi. Sambært myndatekstinum fingu hon og maðurin Angus tilsamans 15 børn. Um onkur veit meira um hesa familjuna, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Sosialin “Nøvn” tel. 341800. Anna Súsanna við tvíburum Dagurin 5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður í Kesarea. Navnið merkir hin gudelskandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)