fríggjadagur 5. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Birita Michelsen
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
2 ræstir fiskar
1 spsk av olju
1 hvítleyksbát
2 leykir
1 piparfrukt
1 blikk av flustum tomatum
100 gr av rivnum osti
pipar og salt
Ræstur
fiskur
í fati
til 4 fólk
Skrallað fiskin, sker hann sundur og kóka hann í 10 minuttir.
Sker fiskin sundur í minni stykki og legg hann í eitt eldfast fat.
Hakka leyk og hvítleyk smátt. Sker piparfruktina í terningar.
Brúnka grønmetið í oljuni og lat flustar tomatir útí og smakkað
til við pipari og salti. Stroyð rivnan ost omanyvir og koyr inn
í ovnin í uml. 10 min. Ovnurin skal verða uml 200 gradir.
Borðreið við rís ella pasta og rákosti.
Mynd: álvUr haraldsen
yrkjari
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Skaldskapurin hjá virðislønta
danska yrkjaranum Peter Laugesen
er sermerktur við, at hann brúkar
tað vakra og pena saman við tí ljóta
og keðiliga. Tað vakra og tað ljóta
kunnu ikki skiljast at, tey treyta
hvørt annað.
– Tú kanst ikki renna undan
tí ljóta og óbehagiliga í lívinum.
Roynir tú at gera tað, so manglar tú
nógvar av royndunum, sum skulu
til fyri at liva eitt vanligt lív. Og
ikki minst hjá einum listamanni er
neyðugt at uppliva og brúka bæði,
sigur Peter Laugesen.
Men hvat dámar tær
betur, pen ella ill orð?
– Tað er tað sama við orðum. Tey
treytað hvørt annað, og eg kann
ikki siga, hvat mær dámar betur.
Bæði sløg av orðum mugu verða
har, ella kunnu vit ikki samskifta
ordiligt.
Brúk fyri at skriva
Peter Laugesen hevur skrivað eina
ørgrynnu av yrkjum, søvnini frá
honum eru nógv í tali, og hóast
hann nú nærkast teimum sjeyti, er
hann framvegis virkin yrkjari.
– Tað, sum drívur meg, er mín
tørvur at formulera, hvør eg eri,
hvaðani eg komi, og kanska hvagar
eg eri á veg. Og so vóni eg, at tað,
sum eg skrivi um meg sjálvan, kann
siga fólki, sum lesa mínar yrkingar,
okkurt um tey sjálvi, sigur Peter
Laugesen.
– At skriva yrkingar er við til at
halda meg á lívi. Mítt skriving ger
meg nøkunlunda greiðan yvir, hvør
eg eri, og eg havi støðugt brúk fyri
at formulera tað fyri meg sjálvan
fyri at verða til staðar.
– Tú kansT ikki Renna undan Tí
ljóTa og óbehagiliga í lívinum,
siguR yRkjaRin peter laugesen. í
hansaRa skaldskapi TRívasT Tað
vakRa og Tað ljóTa lið um lið
Tú kanst ikki
renna undan
tí ljóta
– Eg vóni, at tað, sum eg skrivi um meg sjálvan, kann siga fólki, sum
lesa mínar yrkingar, okkurt um tey sjálvi, sigur Peter Laugesen