Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2010 21 Leygardagin 6. mars verður Paula Maria Olsen 80 ár. Paula er dóttir Theresu og Jógvan Jacobsen av Eiði, har hon er fødd. Her vaks hon upp á Flatabø saman við trimum beiggjum: Martin Sonne, Tór­ hallur og Knút Petur. Sum ung var Paula sera íðin hond­ bóltsleikari. Eisini dámdi henni sera væl at dansa ­ so væl, at hon plagdi at geva ungdóminum frálæru í hesum kynstri. Seinni fór hon til Kvívíkar at tæna, og síðani gekk leiðin til Havnar, har hon var arbeiðsgenta og seinni húsar­ haldskona hjá teimum í Smæruni. Eitt skifti starvaðist hon í Perluni, kendu matstovuni í miðbýnum. Mest hevur Paula starvast sum krambakvinna. Fyrst hjá Conrad Skaale, flestu árini í bakarínum á Abbatrøð, so hjá Frants Restorff, bæði á Áarvegnum, í Sverrisgøtu og seinni á deildini í SMS. Tá beiggin, Knút Pet­ ur, keypti Statoil­støðina í Gundadali, fór hon har at starvast. Paula hevur altíð verið sera arbeiðs­ som og var virkin sum náttarvakt á Vistarheiminum í Torfinsgøtu líka til 2004. Paula giftist Daniel Jacob Olsen, eisini nevndur Dalli, maskinmeistara úr Vestmanna. Tey fluttu úr Eystur­ býnum til nýggj hús í Vesturbýnum í 1965. Sum sjómanskona mátti hon duga eitt sindur av hvørjum, og kom tað tí væl við, at hon var so sera fitt í hondunum til bæði innandura og uttan­ dura arbeiði. At hon var so barngóð og tolin av lyndi gjørdi, at øll børnini í familjuni altíð savnaðust um hana, og gesta­ blídni hjá Paulu og Dalla hevur altíð verið stórt. Paula og Dalli eiga trý børn­ Jytte, Óla og Magna og sjey barnabørn. Seinnu árini er heilsan farin at bila, men tó er hon fús at halda føðingar­ dagin. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Paulu, eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið úti á Suðuroyavegi 5 leygar­ dagin 6. mars frá kl. 17. Fam. Paula Maria Olsen 80 ár Jógvan í Geil, ættaður úr Skálavík, búsitandi í Skopun, andaðist í heiminum mikudagin, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju sunnudagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Kaj Michael Fhilipsen Berg, Hvalba, vanliga nevnd­ ur Kaj, andaðist mikudagin 3. mars, 72 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæri maður, faðir, verfaðir og abbi okkara Sámal Mikkelsen Klaksvík andaðist, og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Sambýlinum í Bøgøtu, sum vóru so væl um hann ta seinastu tíðina. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til seinasta hvíldarstað hansara á foldum. Somuleiðis tøkk til talarar, sangarar, tónleikarar, berarar og øll tey mongu, sum hjálptu til við ervinum, og hava minst hann við blómum og við gávum til Zarepta og Sambýlið í Bøgøtu. Familjunnar vegna Esther, Mikkjal, Jákup og Jóannes Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi og abbi Jens Petur Jensen Hellurnar andaðist og var jarðaður. Takk fyri blómur og heilsanir og takk til tykkum mongu, sum sendu peningagávu til Bønhúsið. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og til tykkum mongu, sum fylgdu honum, til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Dorit, Jens Jacob, Robert og Dorthea Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kristianna Nesá andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Sambýlið Vesturskin. Takk til starvsfólkið á Vesturskin, fyri at tit tóku tykkum so væl av henni. Takk til Torleif Johannessen fyri góð orð, tá kistan fór frá Vesturskin, og til prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og til Jónhild fyri vakran sang. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og til tykkum mongu, sum fyldu henni, til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Børnini Fyri 25 árum síðan skrivaði Tíðindablaðið Sosialurin, tann 5. mars 1985, at Sjó­ vinnubankin er í ferð við at byggja nýggja høvuðsskriv­ stovu á horninum R.C.Effer­ søesgøta / Húsagøta í Havn. Tekningar av nýggja bygn­ inginum eru gjørdar á tekni­ stovuni hjá Mikkjali Olsen, byggifrøðingi. Ætlanin er at bygningurin skal vera liðugur til innflytan á heysti 1986. Blaðið skrivar eisini um, at á borgarafundi í Hoyvík varð samtykt at heita á løg­ tingið um at seta forboð fyri, at ein brennistøð verð­ ur bygd á Sandvíkarhjalla, meðan árinið av eini slíkari støð verður kannað. Kelda: Sosialurin 5. mars 1985 Fyri 25 árum síðan: Forboð móti brennistøð á Sandvíkarhjalla Nú skulu tey ríku gjalda, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, í sambandi við at sáttmálasamráðingar millum tey ymisku fakfeløgini og arbeiðsgevararnar nærkast nøvn