Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2010 Tað undrar ikki løgtingsformannin, at tinglimir vilja kanna um tað er løgmaður, sum hevur skyldina av, at tey ymsu landsstýrisfólkini hvørt ár brúka nógv meiri pening, enn tey hava játtan til Kanningarstjóri Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hergeir Nielsen, løgtings­ formaður, heldur ikki, at tað er undarligt, at tinglimir vilja hava ein kanningar­ stjóra at kanna um teir fýra løgmenninir, sum hava sitið síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1995, hava misrøkt sína skyldu. Sum vit greiða frá í hinari greinini, er orsøkin til, at kanningarstjóri skal setast, tann, at landsstýrið hvørt ár hevur brúkt meiri pening, enn tey hava havt játtan til og nú vil ein bólkur av løg­ tingsmonnum hava kann­ ingarstjóra at kanna um løg­ menninir hava misrøkt sína eftirlitskyldu. Hann sigur, at fær hann eina áheitan frá 14 ting­ limum, fer hann sjálvandi at seta ein kanningarstjóra. ­ Fái eg 14 undirskriftir má tað sigast at vera ein nóg stórur partur av tinginum, sum vil hava eina kanning og so verður hon sett í verk. Hann dugir ikki at siga upp á standandi fót um løgtingsformaðurin kann seta ein kanningarstjóra av sínum eintingum. Men undir øllum umstøð­ um hevði hann sjálvur neyvan tikið stig til at seta ein kanningarstjóra. ­ Tað er ikki nakað, sum liggur so frammaliga í mínum hugaheimi, sigur Hergeir Nielsen. Undrar hann ikki Men at tinglimir vilja hava ein kanningarstjóra, skilir hann væl. ­ Politiskt er onki at undr­ ast á, at tær afturvendandi atfinningarnar hjá grann­ skoðarunum um yvirnýtsla fáa tinglimir at ressast. ­ Tá ið stýrisskipanin varð gjørd mitt í nítiárunum, varð rættiliga nógv tosað um, at nú mátti landsstýrið ansað sera væl eftir ikki at brúka meiri pening, enn játtað var á fíggjarlógini. ­ Og varð nøkur óheimiðl­ að meirnýtsla staðfest, skuldi tað fáa hóskandi av­ leiðingarnar. ­ Nú verður akkurát sama grundgeving brúkt fyri at verja óheimiðlaða meir­ nýtslu, tí nú verður sagt, at tað hevur altíð verið vanligt, at brúka meiri pengar enn játtað hevur verið á fíggjar­ lógini, uttan at tað hevur fingið avleiðingar, so tað er ongin saklig orsøk til, at tað skal fáa avleiðingar nú, stað­ festir løgtingsformaðurin. ­ Og nú ber illa til at krevja, at løgmaður skal taka sína eftirlitsskyldu á hesum øki í álvara, tí tá ið løgmaður hevur latið tað ganga fleiri ferðir, hví skal hann so pilka okkurt ein­ stakt landsstýrisfólk burtur úr nú og revsa tey, leggur hann afturat. Enn hevur ikki eydnast at finna 14 løgtingslimir at skriva undir upp á, at kanningarstjóri skal setast at kanna um Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen hava misrøkt sínar skyldur Kanningarstjóri Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Enn er ikki greitt um kann­ ingarstjóri verður settur at kanna um allir teir, sum hava verið løgmenn í Føroyum seinastu 15 árini, hava mis­ røkt sínar skyldur ella ikki. Í nakrar dagar hevur ein bólkur av løgtingslimum við Magna Laksáfoss á odda, roynt at fáa 14 løg­ tingslimir at skriva undir eina áheitan á løgtingsfor­ mannin um at seta ein kann­ ingarstjóra at kanna em­ bætisførsluna hjá teimum fýra løgmonnunum, sum hava sitið síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi á ólavsøku í 2005. Talan er um teir fýra Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eides­ gaard og Kaj Leo Johannesen. Løgmenn ella lógin Magni Laksáfoss heldur, at kanningin er neyðug fyri at staðfesta, hvussu tað ber til, at so stór meirnýtsla kann fara fram ár um ár, um tað eru løgmenninir, sum ikki hava røkt sína eftirlitsskyldu ella um tað er stýrisskipanin, sum ikki er nóg neyvt orðað. Men verður ein kanning sett í verk, er óvist um hon skal fáa nakrar avleiðingar, tí tað stendur til Løgtingið at avgera, sigur Magni Laksáfoss. Tað, sum hesin bólkurin av løgtingslimum vil hava endaliga staðfest, er, um teir fýra hava røkt sínar eftir­ litsskyldu mótvegis lands­ stýrisfólkunum nóg væl. Tað, sum bólkurin hugsar mest um, er tann velduga meirnýtslan, sum hevur verið á fíggjarlógini sein­ astu árini. Tað er løgmaður, sum hevur eftirlit við lands­ stýrisfólkunum og bólkurin vil hava at staðfest um teir hava røkt hesa eftirlits­ skylduna nógv væl, tá ið hendan meirnýtsla kundi fara fram ár um ár. Magni Laksáfoss heldur, at kanningin er neyðug fyri at staðfesta, hvussu tað ber til, at so stór meirnýtsla kann fara fram ár um ár, um tað eru løgmenninir, sum ikki hava røkt sína eftirlits­ skyldu ella um tað er stýrisskipanin, sum ikki er nóg neyvt orðað. Men verður ein kanning sett í verk, er óvist um hon skal fáa nakrar avleiðingar, tí tað stendur til Løgtingið at avgera, sigur Magni Laksáfoss. Fyri at fáa ein kanningar­ stjóra settan, krevst, at 2/5 av løgtinginum skriva undir eina áheitan á løgtingsfor­ mannin og so skal hann til­ nevna ein kanningarstjóra. Sostatt skulu 14 undir­ skriftir til at fáa ein kann­ ingarstjóra. Mangla nakrar enn Roynt varð at lodda dýpið í tinginum týsdagin og tá segði Magni Laksáfoss, mikudagurin fór at gerast nokk av avgerandi. Men nú er mikudagurin farin aftur um og enn hevur ikki eydnast at finna 14 tingfólk, at skriva undir eina áheitan um kanningar­ stjóra. Magni Laksáfoss vil ikki siga, hvussu nógvar undirskriftir mangla. Hann vil heldur ikki siga, hvør hevur skrivað undir. Hann váttar kortini, at nakrar undirskriftir mangla enn og hann sigur sam­ stundis, at flestu tingfólkini eru spurd. Men hann hevur áður fortalt fyri Sosialinum, at í samgonguni hava bæði hann og Edmund Joensen skrivað undir – og Edmund er altso tann eini av løgmonnunum, sum skulu kannast. Hann sigur, at nú verður kannað eftir um fleiri hava hug at skriva undir og hinvegin eru tað heldur ikki øll, sum enn hava tikið støðu. Men hann sigur, at í næstu viku fæst at vita um tað verður egg ella ungi. Tað kemur ikki so øgiliga óvart á hann at tað tekur sína tíð at finna undirskriftir, tí hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál. Annars hevur Høgni Hoy­ dal, formaður í Tjóðveldi boðað frá, at ein kanning er avgjørd neyðug fyri at staðfesta ábyrgdina fyri meirnýtsluni. Men tað er ikki vist, at øll andstøðan tekur undir við kanningini heldur, tí Heini O. Heinesen hevur sagt, at hann sær onki endamál í hesum uttan at fylla lumman hjá onkrum løgfrøðingi. Leita enn eftir undirskriftum Hergeir undrast ikki Edmund Joensen hevur skrivað undir upp á, at hann skal kannast fyri at vita um hann misrøkti sína skyldu, tá ið hann var løgmaður Taparin í X Factor í kvøld Veddifyritøkurnar er púra samdar um, hvør rýkur úr donsku X Factor kappingini í kvøld. Nú eru bert seks luttakarar eftir, og ein av teimum er Anna Nygaard. Veddifyritøkurnar, sum lata fólk gita, hvør rýkur úr X Factor í kvøld, hava lægsta odds á Daniel. Bet365, Danske Spil og Ladbrokes hava øll Daniel sum greiðan favoritt til at tapa umfarið í kvøld. Í hølunum á honum er Tine, og síðani koma The Fireflies. Veddifyritøkurnar hava stórt álit á, at føroyska Anna Nygaard fer víðari í kappingini í kvøld, og favorittarnir til at vinna eru framvegis Thomas og Jesper. Bet365 metir soleiðis um, hvør rýkur úr X Factor í kvøld: Daniel (1.40), Tine (5.50), The Fireflies (7.0), Anna (11) Jesper (25) og Thomas (50).