Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2010 Um ruskinnsavningin í Havn ikki fæst at rigga restina av mánaðinum, noyðist Tórshavnar kommuna at biðja onnur fólk fara eftir ruskinum, sum ikki verður tikið Ruskinnsavnan Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hósdagin vórðu eingir ruskposar tiknir í gjár, tí reusmenninir høvdu lagt arbeiðið niður. Tað gjørdu teir, tí teir ikki høvdu fingið løn fyri februar mánað. Lønina fingu teir sama dag, og í morgun fóru teir aftur tl arbeiðis. Men tað merkir ikki, at alt er í lagi. Boði Haraldsen, býar­ verkfrøðingur sigur, at seinastu tíðina eru komnar nógvar klagur inn um rusk­ posar, sum ikki hava verið tiknir. Av tí at Tom Hellisdal, sum enn hevur ruskinn­ savningina ikki hevur gjørt arbeiði sítt til lítar, hevur kommunan ikki goldið honum pening, og hann hevur so ikki kunna goldið fólki sínum løn, sigur Boði Haraldsen. 1. apríl er ætlanin, at nýggi ruskinnsavnarin, Jón Thomasen í Kvívík, skal taka við. Advokaturin hjá kommuni og advokaturin hjá Jón Thomasen sita nú og orða sáttmálan. Eyka innsavning Kommunan hevur longt sáttmálan við Tom Hellisdal til 1. apríl, tá ið hin tekur við. Boði Haraldsen sigur, at um óskilið við ikki tiknum ruskposum heldur fram henda mánaðin út, noyðist kommunan at fáa onnur fólk at fara eftir posunum, ið ikki verða tiknir. Út frá, har klagað verður, verður so gjørd ein ruta, og ein bilur fer hvønn dag eftir teimum posunum. Tom Hellisdal vísir aftur, at hann ikki hevur røkt innsavningina til lítar. Men tað hevur ikki gingið so væl allastaðni í seinastuni at fara eftir posum, tí ikki hevur verið grivið. Annars veit hann einki um klagur øll árini, hann hevur havt innsavningina ­ Nú havi eg fingið mítt frá kommuni, men eg skilji ikki, at ein kommuna kann lova sær at halda pening aftur fyri arbeiði, ið er gjørt. Í fjør hevði eg eina eyka­ rokning, sum kommunan hevur súltað, men nú havi eg fingið lyfti um, at eg skal fáa hvørt oyra í seinasta lagi 31. mars, sigur Tom Hellisdal. Rok um ruskið í Havn Sexgøla skakar Vatikanið Sexgølurnar í katólsku kirkjuni tykjast ikki taka nakran enda, og nú skriva fjølmiðlarnir um eina sexgølu inni í sjálvum Vatikaninum í Rom. Hesaferð snýr tað um, at eitt starvsfólk hjá sjálvum pávanum og ein kórsangari í Pæturs­ kirkjuni eru settir í samband við eitt mál um horkallar, sum italska løgreglan hevur avdúkað. Leiðslan í Vatikaninum kunngjørdi í gjár, at kórsangarin er koyrdur úr kórinum, sum hann hevur sungið við í 19 ár. Vatikanið legði dent á, at maðurin er ikki prestur. Kunnu selja oyggjar Grikska stjórnin hevur nú fingið eitt heldur óvanligt uppskot um, hvussu hon kann loysa ta stóru búskapar­ kreppuna, sum landið er í. Uppskotið, sum kemur frá tveimum týskum politikarum, mælir stjórnini til at selja nakrar av teimum nógvu oyggjunum, sum Grikkaland eigur. Í samrøðu við blaðið Bild vísa Josef Schlarmann og Frank Schaeffler á, at Grikkaland eigur umleið 6.000 oyggjar, men at bara 227 teirra eru bygdar. Bild væntar tó ikki, at hugskotið hjá teimum báðum samgonguting­ monnunum fær undirtøku í Griklalandi. Nógvir ruskposar í Havn hava ikki verið tiknir seinastu tíðina Eldur í Vestmanna Í morgun var eldur í gamla timbur­ handlinum inni á Fjørð í Vestmanna, men skaðin var ikki stórur ElduR Randi Jacobsen randi@sosialurin Klokkan var farin av níggju, tá ið boðað var frá eldi í gamla timburhandlinum inni á Fjørð í Vestmanna. Tað reyk illa. Ein maður hevur leigað ein part av høllini, har hann hevur ein minni træverkstað. Hesin maðurin var til arbeiðis í morgun. Hann var farin frá eina løtu, og beint tá sóu fólk roykin. Eldurin varð sløktur eftir 20 minuttum, tí sløkki­ liðsmenninir vóru so kvikir á staðnum. Johnny Jógvanson Joensen, sløkkiliðsleiðari heldur ikki, at skaðin er stórur á verkstaðnum, men nakað er farið. Eftir at eldurin var sløktur gingu tveir menn vakt við húsið í nakrar tímar, tí so nógv timbur var í húsinum. Kappróðrarbátar standa í høllini, men teir hava ongan skaða fingið. Eldurin fór ikki víðari frá verkstaðnum. Orsøkin til eldin er ikki staðfest enn. Tað reyk illa Mynd: Hilbert Elisson