fríggjadagur 5. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
hvussu Beatles
fingu Kreml
at ridla
Í hesi BBC dokumentar sendingini verður feritt frá,
hvussu poppdreingirnir í the Beatles ávirkaðu eitt
heilt ættarlið í sovjetsamveldinum, hóast teirra
tónleikur var bannaður har. varaforsetisráðharrin í
russlandi greiðir frá, hvussu hann lærdi seg enskt
við at lurta eftir smuglaðum Beatles-plátum.
Hvussu THe BeaTles
fingu Kreml aT ridla
svf
leyagrkvøldið 6/3 kl. 21.40
Kappingin
harðnar
anna nygaard er framvegis ein av teimum, sum
kappast í X factor. higartil hevur hon ikki verið í
vanda fyri at fara úr kappingini, men so hvørt sum
fleiri rúka, harðnar eisini kappingin millum tey
bestu, sum eftir eru. remee hevur framvegis øll
síni trý fólk eftir í kappingini, men spurningurin
er, nær ein av hansara sangarum rýkur.
X facTor
dr1
fríggjakvøldið 5/3
kl. 19.00
Ævintýrfilmur
leikstjórin tim Burton smæðist ikki við at brúka litir og lív, tá ið hann ger sínar
ævintýrfilmar. nú hevur hann gjørt eina nýggja útgávu av klassisku søguni um alice
in Wonderland, og í enn einum filmi hevur tim Burton sent boð eftir Johnny
depp til ein høvuðsleiklut.
alice i evenTyrland
havnar Bio
frá hósdegnum 4/3
foreldur leita
eftir Bústaði
Burt og verona eru farin um tey 30,
hava hildið saman í nógv ár og skulu
nú verða foreldur. tey fara á ferð í usa
fyri at finna tann fullkomna bústaðin til
teirra nýggju familju. men alt gongur ikki
soleiðis, sum tey kundu hugsa sær.
away we go
dvd-filmur
10/3
UrIah hEEp
Kvøld á
TvøroyrI
deiggj hava seinastu árini verði á
konsertferð í Spanina og Finnlandi í
samband við sokallað heepvention tiltøk,
sum verða tilrættisløgd av Uriah heep
fjepparum. Farna vikuskifti fylti deiggj
havnar Klubba til Uriah heep kvøld, og
hetta vikuskiftið stendur Seglloftið á
Tvøroyri á skránni.
uriaH Heep Kvøld við deiggj
Seglloftið á Tvøroyri
leygarkvøldið 6/3
TrIlla
í vágarnar
leygardagin er ókeypis at koyra ígjøgnum
vágatunnilin, og tá plaga vágafólk at spíla seg
út við tiltøkum og tilboðum. og tey, sum vanliga
ikki koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, kunnu
gera sær ein túr í vágarnar, har tað ber til at
fara til handils, á hotell at eta ella kanska vitja
Krígssavnið.
vágaTunnilin óKeypis
leygardagin 6/3 06.00 til sunnudagin 7/3 06.00
reBellurin
sKrivar
arbeiðaradrongurin, listamaðurin og provokatørurin
erik Clausen greiðir í hesi bók frá ymiskum, hann
hevur upplivað í sínum lívi. Clausen vaks upp
í sydhavnen í Keypmannahavn. mamman var
støk, og pengarnir vóru ikki teir nógvu. men undir
hesum umstøðum var neyðugt við samanhaldi og
solidariteti, og tað hevur merkt erik Clausen síðani.
clausen
lindhardt og ringhof