fríggjadagur 5. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 5. mars 2010 – Nr. 45 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Hondbóltsfeløgini samdust
á fundi í gjárkvøldið um,
at tey skulu senda Hond
bóltssambandinum eina
áheitan um at víðka bestu
deildirnar upp í sjey ella
átta lið, so eingin niður
flyting verður, tá henda
landskappingin er liðug
Eina ferð í dag fær Hondbólts sam
bandið eina áheitan frá í øllum
førum 11 av 14 hondbóltsfeløgum,
har ynski verður sett fram um at
víðka bestu deildirnar hjá kvinnum
og monnum, so tær í mesta lagi telja
átta lið. Feløgini eru samd um, at ráð
snøgt sagt ikki eru til, at hondbólts
Føroyar gerast minni.
Hetta var úrslitið av einum fundi,
sum hondbóltsfeløgini í gjárkvøldið
høvdu í ÍSFhúsinum. Feløgini hava
áður ynskt at fingið í lag ein limafund
um málið, men tá innkallingin til
slíkan fund dró út, tóku feløgini
sjálvt stig til eina beinleiðis áheitan.
– Vit vóru samd um, at neyðugt
var at koma við hesi áheitan undan
dystunum um vikuskiftið, tí vit hildu
ikki, at tað bar til at bíða longur, sig
ur Gunn Ellefsen, næstformaður í
H71, sum hevði staðið fyri innkall
ingini til fundin, har eini 20 fólk vóru
møtt.
– Semja var um, at hetta var eitt
mál, ið feløgini áttu at taka avgerð
um, og í áheitanini stendur ikki
meira enn tað, at hetta ynskja feløg
ini. Nærri treytir fyri, hvussu deildir
nar skulu víðkast, mugu viðgerast á
einum limafundi, sum Hondbólts
sam bandið kallar inn til.
Vilja hyggja at tí
Hondbóltssambandið boðaði ann
ars herfyri frá, at ætlanin ikki var at
taka málið upp til viðgerðar fyrr enn
eftir kappingina, men hesum eru
feløgini ímóti, tí tey vilja hava eina
avgerð um talið á liðum í Sunset og
Atlantic Airwayskappingunum sum
skjótast.
– Tað gjørdu vit, tí vit ikki vildu
taka spenningin úr kappingini. Og
tá kappingin varð broytt til tað, sum
hon er nú, var tað eisini eftir eina
lokna kapping, at tann avgerðin
varð tikin. Tí hildu vit tað vera rætt
ast, at vit gjørdu upp á sama máta,
um nakað skuldi broytast aftur, sigur
formaðurin í Hondbóltssam band in
um, Kristian Johansen, sum vísir á, at
kappingin verður eftirmett á hvørj
um ári.
Hann hevði enn ikki sæð ella fing
ið áheitanina frá hondbóltsfeløg un
um, tá vit tosaðu við hann fyrrapartin,
so hann fekk illa gjørt ítøkiligar
viðmerkingar til hana. – Men eg
kann siga so mikið, at vilja feløgini
hava broytingar framdar nú, so vilja
vit sjálvandi hyggja at tí, sigur for
maðurin í Hondbóltssambandinum.
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 5. mars 2010
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Í morgin verða FMfinalurnar í fýra
av teimum yngru deildunum í flog
bólti spældar í ítróttarhøllini í Trong
isvági, har lagt verður til brots klokk
an 10 fyrrapartin og endað langt út
á seinnapartin. Spælt verður á ser
liga flogbóltsgólvinum, ið eitt nú
varð brúkt til steypafinalurnar hjá
teimum vaksnu herfyri.
Sum vanligt, verður eisini í aðrar
mátar nógv gjørt burtur úr hesum
stóra finaludegnum, sum TB skipar
fyri. Eitt nú fara ungir tónleikarar frá
Pakkhúsi 4 at spæla á pallinum mill
um dystirnar, og lokalir politikarar
og stuðlar fara at handa vinnandi
liðunum heiðursmerki. Eisini verður
besti spælari á hvørjum liði í hvørjari
finalu heiðraður.
Fyrsta finalan verður klokkan 10
hjá dreingjum 14 ár, har Dráttur og
SÍ spæla, og klokkan 12 møtast Fleyr
og KÍF í finaluni hjá kvinnuungling
um. Klokkan 14 spæla TB og KÍF
finaluna hjá gentum 14 ár, og síðsta
finalan verður klokkan 16 millum
mansunglingarnar hjá TB og Fleyr.
Av tí at tær báðar síðstu finalurnar
eru við lokalum liðum, verður skipað
fyri ókeypis andlitsmáling frá klokk
an 13.
Ongum nýtist heldur at ganga
svangur í Trongisvági í morgin, tí
kantinan borðreiðir allan dagin við
stórum køldum borði.
hil
Flogbóltur
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1
Mjølnir
17
14 -
3
44
16 28
21
2
SÍ
16
12 -
4
40
21 19
18
3
Fleyr
16
6
- 10
32
35 -3
8
4
ÍF
17
0
- 17
4
48 -44
0
SÍÍF 31 (2225, 2517, 2520, 2519):
SÍ einki sannførandi
Tað sást ikki nógv til, at SÍ er FMfinalistur í Eikliguni hjá monnum, tá
liðið í gjárkvøldið tók ímóti ÍF í Sørvági. Spælið hekk illa saman og tað
tóktist, sum tóku menn ikki uppgávuna í nóg stórum álvara. Úrslitið var
eisini hareftir, tí hóast SÍ vann dystin, gjørdist talan um ein alt annað enn
sannførandi sigur.
ÍF var hinvegin til reiðar at vísa, at veiki innsatsurin mikukvøldið ímóti
Mjølnir ikki skuldu endurtaka seg. Og meðan SÍ helt, at dysturin kundi
vinnast av sær sjálvum, gjørdi ÍF bart í fyrsta settið og vann tað.
Fuglfirðingar vóru ídnir á gólvinum og fingu nógv uppaftur, og eisini
lá væl fyri hjá teimum at blokka, meðan tað hinvegin restaði nógv í í
álopsspælinum, sum eisini í undanfarnu dystunum hevur verið størsti
trupulleikin – serliga, tí móttøkurnar ikki hava verið nóg góðar.
SÍ byrjaði við Raiko Petrovic uttanfyri, men tá hann kom inn í øðrum
setti, bøtti tað munandi um slagkraftina, men flutti hinvegin ikki tann
veruleika, at SÍ gjørdi munandi fleiri servufeilir enn vanligt og ongantíð
veruliga kom í gongd. Sørvingar noyddust sostatt at stríðast við bæði
seg sjálvan og fuglfirðingar, áðrenn 31 sigurin at enda varð fingin til
høldar.
hil
Flogbóltsfinalur í Trongisvági
Nógv verður gjørt
burtur úr FM-finalunum
hjá teimum yngru í
Trongisvági
FSF fær nýggjan stjóra
Fótbóltssambandið skal nú hava ein tekniskan stjóra, ið skal vera
fakligur leiðari og hava ábyrgd av venjaraútbúgvingini, leikara menn
ingini og Ulandsliðsvenjarunum. Somuleiðis skal tekniski stjórin eitt
nú seta møguliga talentmenning í gongd og framleiða føroyskt
fótbóltstilfar.
Viðkomandi, ið verður settur, skal hava í minsta lagi UEFA Avenjara
lisens, umframt drúgvar royndir sum venjari á høgum stigi og royndir
sum venjarainstruktørur. Eisini krevjast fyrisitingarligir førleikar og
kunnleiki til enskt og KT.
Talan er um eitt nýtt starv í Fótbóltssambandinum, ið ynskir at fáa
tað sett sum skjótast. Freistin at søkja er úti 22. mars.
hil
Feløgini vilja víðka deildirnar
StÍF og VÍF eru tvey av fimm feløgum í manshondbóltinum, ið
annaðhvørt enda í FM-finaluni ella á aftasta plássi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir