Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. mars 2010 – Nr. 45 Jóhan heldur fram NSÍ-heimasíðan skrivar, at evnaríki verjuspælarin, Jóhan Troest Davidsen, sum hevur fleiri A-landsdystir á baki, leingir sátt málan við felagið, so hann er galdandi hetta kappingarárið út. Burtur sæð frá einum hálvum ári sum leigusveinur á Skála, hevur Jóhan altíð spælt við NSÍ. Tó var hann í 2005 og 2006 í Onglandi, har hann var fótbóltslærlingur í Premier League- felagnum, Everton. Venjarar á ráðstevnu Fótbóltssambandið skipar 19. og 20. mars fyri eini ráðstevnu um barna- og ungdómsvenjing, har venjarar kunnu hittast og fáa eina rúgvu av tilfari, hugskotum og íblástri annars at taka við sær heim aftur til feløgini. Millum evnini er raðfesting av venjingini av ungum spælarum, ítøkiligar venjingar og hvussu útveljing av ungum fótbóltsspælarunum skal gerast og ikki. Í morgin verður Slóð­ ara skipanin hjá Svimji­ sambandinum aftur á vitjan í Sørvági, har bæði venjing, frálæra og kapp­ ing eru á skránni Dagurin í morgin verður lagdur til rættis upp á næstan sama máta, sum tá Slóðaraskipanin var og vitj- aði í Sørvági fyri tveimum mánaðum síðani. Tó er tann munur, at frálæran verður í tveimum, so tey minni royndu fáa venjing og frálæru klokkan 10 og tey meira royndu klokkan 11. Seinnapartin klokkan 13.30 verð- ur so svimjikapping millum børnini, og verður her lagt soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við. Svimjararnir fáa møguleika at svimja eftir teirra førleika, og teir fáa allir prógv fyri luttøku. Dagurin endar við einum fundi klokkan 15, har frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát er á skránni. Tá Slóðaraskipanin var í Vágum fyrst í januar mánaði, eydnaðist tiltakið sera væl, og Svimjisambandið sigur seg vóna, at hesi tiltøk gera tað møguligt at koma í samband við svimjiáhugað í Vágum og at økja um áhugan har fyri svimjing. hil Fyri smáum tveimum mánaðum síðani vitjaði Svimjisambandið í Sørvági, og í morgin verður væleydnaða tiltakið endurtikið Mynd: Svimjisambandið FSF mannar nevndir Nýggja starvsnevndin í Fótbóltssambandinum hevði mikudagin sín fyrsta fund. Har blivu allar tær ymsu undir­ nevndirnar mannaðar Starvsnevndin, sum er tann einasta, ið verður vald bein- leiðis á aðalfundinum hjá Fót- bóltssambandinum, er mann- að soleiðis: Christian Andrea- sen, forseti, Niklas á Líðarenda, varaforseti, Karl Vidtfeldt, Jákup Martin Joensen, Fríðin Ziskason, Róin Schrøter og Niclas Davidsen. Í kappingarnevndini sita Karl Vidtfeldt, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason, í landsliðsnevndini Niclas David sen, Róin Schrøter og Karl Vidfeldt, í dómaranevndini Niklas á Líðarenda, Fríðin Ziskason og Tummas Pauli Olsen, og í fíggjarnevndini Christian Andreasen, Róin Schrøter og Niclas Davidsen. Í útbúgvingarnevndini sita Jákup Martin Joensen, Niklas á Líðarenda og Rúni Heinesen, sum annars ikki varð aftur- valdur til starvsnevndina á aðalfundinum, men tó hevur fingið ein nevndarsess. Síðani eru tríggjar nevndir, sum partvíst eru mannaðar við starvsnevndarlimum, men eisini skulu hava nakrar limir aftrat, ið heldur ikki nýtast at vera starvsnevndarlimir. Í ungdómsnevndini sita Jákup Martin Joensen, Fríðin Ziskason og Karl Vidtfeldt, og har skulu so finnast tveir limir aftrat. Í kvinnunevndini eru Niclas Davidsen og Karl Vidt- feldt, sum skulu hava tríggjar limir aftur at sær, og í »grass- roots«-nevndini sita Niklas á Líðarenda og Róin Schrøter, ið somuleiðis skulu hava tríggjar limir aftur at sær. hil Um vikuskiftið verður onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambs­ dali, har ein rúgva av fimleikarum úr fimm feløgum fara at kappast Talan verður um ikki færri enn 23 lið og 381 fimleikarar, sum fara at kappast á Kambsdali, har Flog er vertur, men við góðari hjálp frá øðrum og royndum fólkum. Feløgini, sum eru við í kappingini, eru Flog, Klaksvíkar Fimleikarfelag, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Roknað verður við einari spenn- andi kapping, tí frá Fimleika sam- bandinum verður sagt, at tá fyrra steypakappingin var síðst í januar mánaði, sást stór framgongd á liðunum, umframt at kappingin var sera jvn í øllum bólkum. Tilsamans eru bólkarnir fimm í tali, og teir fevna um fimleikarar úr sjey ára aldri og uppeftir. Í morgin frá klokkan 14 kappast smágentur, unglingar og kvinnur, og sunnudagin frá klokkan 15 kappast pinkur og gentur. Tað verða 11 dómarar, sum út frá trimum ymsum førleikastigum skulu taka dagar ímillum, hvussu liðini standa seg, og enntá hava tveir av dómarunum, Elna Johannesen og Beinta Danielsen, í ár tikið annað stig av trimum á altjóða dómarastigi hjá IFAGG. Elna Johannesen, Maj Johannesen og Jeanette Blåsvær døma teknikkin, Beinta Danielsen, Dagmar Clouthier, Heidi Davidsen og Poula M. Kass eru listarligir dómarar, og Elin Michelsen, Elin Guttesen, Eva Mortensen Holm og Anna Rein skulu døma fram- førsluna. Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, umframt at steyp verða latin fyri samanlagt bestu avrik frá hesi og fyrru steypa- kappingini. Fimleikasambandið letur steyp og heiðursmerki. Aftur svimjidagur í Sørvági 381 fimleikarar kappast Næstan 400 fimleikarar úr fimm feløgum fara at kappast á Kambsdali í morgin og sunnudagin, tá onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki er á skrá einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen