Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 5. mars 2010 – Nr. 45 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33 Vinnur TB toppdystin sunnudagin ímóti Mjølnir, er TB í FM-finaluni saman við SÍ. Vinnur Mjølnir, er alt framvegis opið og skal avgreiðast í síðsta umfarinum Lítið man vera at ivast í, at alt sum kann krúpa og ganga á Tvøroyri og har um leiðir fer vestur í høllina sunnu dagin. TB-kvinnurnar hava spælt seg í ta støðu, at tær við einum sigri á Mjølnir kunnu tryggja sær atgongd í FM-finaluna ímóti SÍ, og tað man vera ein hending, ið helst ikki má gleppa hjá tvørafólki. Vinnur TB dystin, hevur Mjølnir ong an møguleika at taka TB aftur, men um Mjølnir hinvegin vinnur, so verða dystirnir hjá hesum báðum lið unum í allarsíðsta landskapp ing- arumfarinum í Eik-liguni hjá kvinn- um altavgerandi. Tá skal TB á heimavølli spæla ímóti Drátti, ið kann verða júst so vanda mikið sum Fleyr, ið kom til Trongisvágs at spæla »uttan at hava nakað at spæla fyri« – og fór avstað við sigrinum. Og júst Fleyr, sum í endaspurtinum er farið at lukta bronsu, hevur heimavøll í síðsta dystinum ímóti Mjølnir, sum sostatt heldur ikki tá kann kanna sær bitan. Botnur og grannar Hinir báðir dystirnir hjá kvinnunum sunnudagin eru ein botnuppgerð og ein grannauppgerð. Tey bæði nið astu liðini, KÍF og ÍF, møtast í Kollafirði, og tað er seinasti kjansurin hjá KÍF at fáa nakað stig í vetur. Og á Giljanesi skal Dráttur royna at hevna steypafinalutapi fyri SÍ í næstsíðstu viku, so har verður óivað eisini spælt av lívsins kreftum. Í Eik-liguni hjá monnum er bara tann eini dysturin, sum verður í Gunda dalshøllini í Havn, har Fleyr tekur ímóti SÍ. Hjá sørvingum ræður um at vinna, skulu teir fáa Mjølnir aftur, áðrenn landskappingin er liðug. Fleyr fer hvørki ein ella annan veg, men tekur hetta kanska sum síðsta møguleikan at arga steypa- vinnararnar. Lutakast um steyp Skjótt verður fótbóltskappingin skotin í gongd, og eitt tað fyrsta, sum verður á skránni, verður steypakappingin hjá monnum, kappingin um Løgmanssteypið. Mánakvøldið verður lutakast til undanumfarið og fyrsta umfar av steypakappingini í ítróttarsendingini 3-2. Samstundis verður eisini lutakast til steypakappingina hjá kvinnum. VB má vinna í Vestmanna Skal VB gera sær nakrar vónir um at sleppa av aftasta plássinum, so má og skal liðið vinna í Vestmanna sunnudagin Nú bara tríggir dystir eru eftir í Sunset-kappingini, skal VB nú fáa gongd á ein mestsum ófatiligan endaspurt, skal liðið ikki enda aftast og flyta niður – í øllum førum, soleiðis sum kappingin í skrivandi løtu er skrúvað saman. Higartil hevur VB tapt 15 dystir og bara vunnið tveir, samstundis sum fýra stig eru upp til StÍF og seks upp til VÍF. Men samstundis er náðileysa kravið, at VB vinnur teir tríggjar írestandi dystirnar. Teir báðir sigrarnir hjá vágskvinnum eru fingnir ímóti júst VÍF og StÍF, sum tó bæði tvær ferðir hava vunnið á VB. Sunnudagin skal VB til Vest- manna at spæla ímóti VÍF og aftur næsta sunnudag á Skála at spæla ímóti StÍF, áðrenn endað verður við heimadysti ímóti Stjørnuni. Teir báðar fyrru dystirnar kann VB vinna, men so skal eisini byrjast beinanvegin, og tí er kravið ein sigur á VÍF sunnudagin. Eitt tap merkir í øllum førum, at úrslitini í teimum báðum seinnu dystunum missa týdning, tí tá sleppur VB ikki av aftasta plássinum allíkavæl. Í hinum báðum dystunum í Sunset-kappingini sunnudagin eru tey bæði fremstu greiðir favorittar – Stjørnan á útivølli ímóti Neistanum og Tjaldur á heimavølli ímóti StÍF. Og óansæð, so koma Stjørnan og Tjaldur í FM-finaluna, meðan Neistin eigur bronsuna. hil Framvegis upp ella niður Manskappingin í hondbólti er framvegis so jøvn, at eingin kann siga, hvør kemur í FM-finaluna ímóti Neistanum og hvør endar aftast Teoretiskt ber til, at støðan eftir dystirnar sunnudagin fer at líkjast støðuni fyri nøkrum vikum síðani, tá bara eitt stig var millum nummar tvey og seks. Um dystirnir til dømis enda við sigri til StÍF á KÍF, javnleiki millum VÍF og H71 og sigri til Neistan ímóti Kyndli, hava KÍF, Kyndil, VíF og StÍF 15 stig, meðan H71 hevur 14. Hinvegin kann tað eisini enda við, at fýra stig verða millum nummar tvey og seks, so hetta er sjálvandi bara eitt gitispæl, tí vónleyst er at siga, hvørjum ein skal rokna við í Atlantic Airways-kappingini, ið má sigast at hava verið hin javnast nakrantíð – burtur sæð frá Neistanum, sjálvandi. Seinnapartin sunnudagin sæst so, um VÍF megnar triðja sigurin á rað ella H71 vinnur aftur eftir eitt tap og tveir javnleikir, um KÍF reisir seg aftur ella StÍF tekur annan sigurin síðani mitt í november, ella um Kyndil skal megna at fáa hevnd fyri tapið ímóti Neistanum í steypafinaluni herfyri… hil Hondbóltur Sunset-kappingin 07/03 14.30 Neistin-Stjørnan 07/03 14.30 VÍF-VB 07/03 15.00 Tjaldur-StÍF Atlantic Airways-kappingin 07/03 16.00 Neistin-Kyndil 07/03 16.00 KÍF-StÍF 07/03 16.00 VÍF-H71 Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 07/03 13.30 KÍF-ÍF 07/03 14.00 TB-Mjølnir 07/03 17.00 Dráttur-SÍ Eik-ligan, menn 07/03 15.00 Fleyr-SÍ Dystir um vikuskiftið TB kann taka sessin Tá TB sunnudagin tekur ímóti Mjølnir, er tað eitt slag av einari hálvfinalu í landskappingini, har atgongd til FM-finaluna stendur upp á spæl Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Eysturoyarlið kappast Um vikuskiftið verður endurreista Eysturoyarkappingin spæld í Fuglafirði. Innleiðandi dystirnir verða í morgin, tá NSÍ og Víkingur spæla klokkan 11 og B68 og ÍF klokkan 13. Vinnandi liðini spæla finaluna, sunnudagin klokkan 16, og tveir tímar áðrenn, klokkan 14, spæla t apandi liðini um triðja plássið. Vinnandi liðið fær handað nýtt ferðasteyp, ið kappast skal um komandi árini.