fríggjadagur 5. mars 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
5
VIKUSKIFTI
Fakta eivør
Eivør Pálsdóttir er 26 ára gomul og uppvaksin
í Gøtu. 13 ára gomul vann hon kappingina
Ársins Songrødd, og sum 15 ára gomul gjørdi
hon av at gevast í skúlanum og brúka alla sína
tíð upp á tónleik.
Higartil hevur hetta kastað seks fløguútgávur
av sær, umframt at Eivør eisini hevur verið
partur av øðrum útgávum. Av teimum er tað
ivaleyst EP’in við Clickhaze frá 2002, sum
nógv minnast best. Tað var eisini við hesum
bólki, at Eivør vann Prix Føroyar í 2001.
Fløgurnar hjá Eivør komu út í 2000 (Eivør
Pálsdóttir), 2002 (Krákan), 2003 (Eivør), 2004
(Trøllabundin), 2007 (Mannabarn/Human
Child) og beint fyri jól kom sætta útgáva
hennara, ið var ein livefløga við gomlum
løgum.
Mikudagin 11. mars kemur EP-útgávan hjá
Eivør á marknaðin og í maimánaði kemur
fløgan.
myndir: rólanT waag dam
Eivør Pálsdóttir trívist ikki har
tað er ov trygt og behagligt, sum
hon sigur. Tí gongur hon nýggjar
leiðir við tónleikinum, sum nú er
skitnari og hevur meira kant
finna á fløguni, sum í fyrsta umfari
kem ur í føroysku, íslendsku og donsku
handl arnar.
– Tað hevur verið ein rættiliga
drúgv prosess, men tað hevur so
eydnast okk um at finna fram til
nakað, sum vit meta sum heilt unikt,
sigur Eivør Páls dóttir um samstarvið
við Jens L. Thomsen.
Hvussu verður og ikki, so er í
øllum førum talan um forkunnugt
tilfar á fløguni.
Millum annað hevur Eivør fingið
Trónd Bogason at seta sín dám á fløg
una. Hann hevur gjørt útsetingar fyri
strúkarar og kór, sum er innspælt av
íslendsku kvartettini Kaputt og før
oyska kórinum Mpiri.
Eitt annað, sum eisini merkir fløg
una, er, at hon er upptikin live.
– Eg ynskti at fáa ein orkesturdám
á upptøkurnar, og tí eru vit eisini
farin sum ein bólkur í upptøkuhølini,
greiðir Eivør Pálsdóttir frá.
EP við Nikolinu og Fríðbjørg
Tað ganga tó góðir tveir mánaðir, áðr
enn sjálv fløgan fæst til keyps. Inn
til ta tíð mugu vit taka til takkar við
einum slagi av brellbita, tí í næstu
viku kemur EP’in á marknaðin við
fýra løgum.
– Eg haldi tað klæddi hesum pro
sjektinum at geva eina EP út. Tað er
ein gammeldagsmáti at gera tað uppá,
og so fáa fólkini eisini mín nýggja
tónleik í smáum pørtum, sum kanska
eisini er gott, sigur Eivør flennandi.
Á hesi útgávu eru tað ivaleyst
mong, sum síggja fram til áður
umrødda Clickhaze lagi, meðan
onnur gleða seg til lagið Mussisjúk.
Hetta er eitt lag, har Eivør hevur
fingið Nikolinu av Kamarinum og
Fríðbjørg Jensen at syngja kór.
Sermerkt við hesum lagnum er
eisini, at tað – eins og lagið Monster
– einans vera at finna á EP’ini og ikki
vera partur av fløguni, sum kemur í
mai.
Hevur sett ein varða
Tær báðar føroysku songkvinnurnar
eru bert tvey av óteljandi
listafólkunum, Eivør Pálsdóttir hevur
arbeitt saman við seinastu tíggju
árini.
Føroya Symfoniorkestur, Íslendska
Symfoniorkestri, Bill Bourne,
Danmarks Radio Big Band og Nephew
eru onnur nøvn, Eivør hevur verið á
palli saman við.
Av øðrum verkætlanunum kann
ís lendski sjónleikurin Úlfhamssaga
nevnast, har Eivør gjørdi allan
tónleikin og spældi við sjálv, umframt
at hon eis ini hevur málað og sýnt
fram.
Hesi árini hevur Eivør eisini latið
seks fløgur úr hondum. Tann seinasta
var ein livefløga, sum virkaði sum eitt
slag av súmbolskum punktum fyri eitt
tónleikaskeið hjá Eivør.
– Við tí útgávuni vildi eg onkurs
vegna heiðra fortíðini og tí, sum er
gjørt. Fløgan skuldi virka sum eitt
slag av uppsamling og er ein varði í
míni tónlistarligu yrkisleið. Eg vildi
seta eitt virðiligt punktum, áðrenn eg
fór undir næsta kapittul, sigur Eivør
Pálsdóttir.
Punktum og so víðari
Við teimum báðum næstu útgávunum
gongur Eivør nýggjar leiðir reint
tónlistarliga. Sjálv samanber hon tað
við ein málara, sum er liðugur við at
mála eitt motiv, men kortini ikki er
liðugur at mála sum heild.
– Nú máli eg so eitt nýtt motiv,
sigur Eivør.
Føra vit henda metaforin víðari, so
kunnu vit siga, at Eivør í roynd og veru
málar á fleiri lørift í løtuni. Umframt
fløguútgávur, er Eivør Pálsdóttir eisini
partur av konsertferðini hjá Nephew,
har hon stendur fyri upphitingini og
er gestasangari. Aftrat hesum hevur
hon verið partur av konsertum hjá
Sebastian, luttikið á videolagi hjá
Høgna Lisberg og gjørt sáttmála við
plátufelagið Copenhagen Records.
Allar hesar verkætlanir eru tó ikki
nakað, sum fær Eivør Pálsdóttir at
missa fótafesti.
– Eg hvíli væl í tí, sum eg geri og
eri takksom fyri at eg kann gera tað,
sum eg elski at gera. Men eg havi brúk
fyri at merkja, at eg flyti meg, sigur
hon avgjørd og leggur aftrat, at hevði
hon havt tíð, so hevði hon málað eins
og hon onkuntíð hevur gjørt fyrr, so
hevði hon eisini gjørt tað nú.
– Faktiskt er lívið alt ov stutt. Tað
skuldi verið helvtina longri og tað
skuldi døgnið eisini verið, sigur Eivør
Pálsdóttir.