Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 45 - 5. mars 2010 Nevnd og stjóri í Smyril Line hava vent fíggjarligu gongdini í felagnum frá einum undirskoti á 207 milliónir til eitt avlop á 16 milliónir krónur TURN-AROUND Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki bara neyð og el­endigheit í føroyskum vinnul­ívi. Vit hava í stóran mun hoyrt um frál­íku gongdina hjá Bakkafrost, og nú kann so enn ein sól­skinssøga stað­ festast í føroyskum vinnu­ l­ívi. Smyril­ Line l­egði í morg­ un fram roknskapin fyri 2009, og hann vísti eitt avl­op á 15,827 mil­l­iónir krónur. Og sæð í l­jósinum av, at úrsl­itið fyri 2008 vísti eitt hal­l­ á heil­ar 207 mil­l­i­ ónir krónur er tal­an um eitt turn­around av teimum gig­ antisku. Nú skal­ tað fyri rættvísis sakir við í søguna, at 121 av teimum 207 mil­l­iónunum í hal­l­i stavaði frá einari niður­ skriving av Norrönu, men kortini er tal­an um eina vend av gongdini við hundr­ að mil­l­iónum krónum. Hetta er í stóran mun gjørt við at skera burtur av útreiðsl­unum. Nettovinning­ urin er á nøkurl­unda sama støði sum í 2008, 211.513 mil­l­iónir í 2009 móti 207.830. Men tað er serl­iga í bruttovinninginum, at stóri munurin er at finna. Í 2009 var bruttovinning­ urin 109.360 mil­l­iónir og starvsfól­kakostnaðurin 48.657. Hesi tøl­ini vóru fyri 2008 ávikavist 52.874 og 60.556 og tað merkir, at úrsl­itið áðrenn av­ og niður­ skrivingar var 60.703 fyri 2009 ímóti ­7.682 fyri 2008. Ein munur á nærum 70 mil­l­iónir krónur. Broytt rutunet Høvuðsorsøkirnar til­ stóru broytingarnar í fíggjarl­igu gongdini, er ein uml­egging av rutunetinum. ­ Vit eru givnir at sigl­a upp á Noregi og Hetl­and, og í tí sambandi hava vit eisini spart burtur tær útreiðsl­ur vit høvdu í Bergen og Lerwick við skrivstovum og øðrum. Somul­eiðis hava vit skorið niður upp á starvsfól­katal­ið annars, so vit í dag sel­ja tað sama við færri starvsfól­kum, sigur Peter Hol­m, forstjóri í Smyril­ Line. Ein av stóru spurningun­ um í sambandi við uml­eggingina var, um teir megnaðu av avgreiða Norr­ önu innan ta tíðarfreist, ið var tøk í teimum trimum havnunum. ­ Vit umhugsaðu al­terna­ tiv, um vit ikki megnaðu at hal­da tíðarfreistina, men tað vísti seg al­s ikki at vera nakar trupul­l­eiki. Vit megn­ aðu ta einu ferðina at tøma skipið á Havnini fyri túsund ferðafól­k og 300 bil­ar og fáa onnur túsund umborð aftur saman við 300 bil­um eftir bert 55 minuttum, sigur Peter Hol­m. Broytta rutunetið við at sigl­a tvær ferðir upp á Hanst­ hol­m um vikuna umframt ein túr til­ Seyðisfjarðar merkir eisini, at Smyril­ Line nú hevur pl­áss at vaksa. ­ Goml­u ruturnar gjørdu, at skipið var ovurfyl­t á nøkr­ um rutum, meðan tað sigl­di hál­vtómt á øðrum. Við nýggja rutunetinum fl­yta vit meiri javnt av ferðafól­ki, og hava tí pl­áss fyri at vaksa, sigur Peter Hol­m. Samstundis sum rutunetið varð l­agt um, bar til­ at foku­ sera sterkari ávísar markn­ aðir við ávísum »produkt­ um«, og tí kunnu teir kon­ sentrera meiri um hesar marknaðir. Avbjóðingar eru Góða úrsl­itið fær eisini nevndarformannin, Cl­aus Kjærul­ff, at fegnast. Hann hel­dur, at tað hevur ómeta­ l­iga stóran týdning fyri fel­­ agið, at teir nú kunnu vísa á eitt avl­op, tí tað hevur ikki verið so vanl­igt hjá Smyril­ Line áður. ­ Smyril­ Line hevur ikki al­tíð havt tað besta orðið á sær fíggjarl­iga, men eg hal­di vit kunnu merkja, at okkara bankasambond eru meiri positivt sinnað mót­ vegis okkum nú, sigur Cl­aus Kjærul­ff. Hann l­eggur tó dent á, at tal­an enn bert er um fyrsta stigið á l­eiðini, og at avbjóð­ ingin verður at fáa l­íknandi úrsl­it í árunum frameftir. Eisini forstjórin ásannar, at tað l­iggja avbjóðingar fyri framman. ­ Vit hava sett sum mál­ at fáa eitt avl­op á uml­eið 13 mil­l­iónir fyri komandi ár eisini, men samstundis mugu vit sanna, at tað verður enn trupl­ari enn í ár, tí forsøgnir siga, at ol­juprísirnir verða 50% hægri í ár í mun til­ 2009 , sigur Peter Hol­m. Tað er eisini ein avbjóð­ ing, at meginparturin av inn­ tjeningini hjá Smyril­ Line er í summarhál­vuni, og tí kann tað gerast eitt sindur tungt við gjal­dførinum vetr­ arhál­vuna. Tað hevur tó ikki skapt trupul­l­eikar higartil­. ­ Tað positiva, sum vit l­ongu nú kunnu síggja er, at bíl­eggingarnar fyri 2010 eru enn fl­eiri enn tær vóru fyri 2009, so mál­ið er tað sama, sum í fjør, 13 mil­l­i­ ónir krónur í avl­opi, sigur Peter Hol­m. Hann staðfesti, at hóast nakað av tosi hevur verið um sigl­ing upp á Stavanger, so l­iggur eingin rutubroyting í kortunum. ­ Vit hava gjørt okkara broytingar í rutunetinum, og tað er hetta, vit hal­da okkum til­ frameftir, sigur Peter Hol­m, forstjóri í Smyril­ Line. Smyril Line risa turn-around Høvuðstøl / Financial highlights 2009 2008 Nettosøla / Net sales 211.513 207.830 Bruttovinningur / Gross profit 109.360 52.874 Starvsfólkaútreiðslur /Staff costs -48.657 -60.556 EBITDA / EBITDA 60.703 -7.682 Niðurskrivingar / Write downs 0 -121.461 Avskrivingar / Depriciations -20.345 -20.723 EBIT / EBIT 40.358 -149.866 Úrslit av kapitalpørtum / Result from 1.872 912 Fíggjar útreiðslur, netto / Interest payables -26.403 -58.930 Úrslit áðrenn skatt / Result before tax 15.827 -207.884 Ársúrslitið / Net profit 15.827 -207.884 Støðisogn til samans / Non current assets 553.798 554.106 Ogn í umferð / Current assets 42.741 65.783 Ogn til samans / Total assets 596.539 619.889 Eginpeningur / Equity 102.557 86.730 Avsetingar / Provisions 0 7.500 Langfreistað skuld / Non-current liabilities 416.694 451.809 Stuttfreistað skuld / Current and other liabilities 77.288 73.850 Skyldur til samans / Total equity and liabilities 596.539 619.889 Peter Holm, forstjóri, Claus Kjærulff, nevndarformaður, og Rúni Vang Poulsen, fíggjarstjóri í Smyril Line Mynd: Jens Kristian Vang Jóhanna situr heima Í morgin fara ísl­endingar á fól­kaatkvøðu at taka støðu til­ l­ógina, sum Al­tingið samtykti tann 30. desember í Icesave­ mál­inum, men sum forsetin ikki vil­di staðfesta. Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, fer ikki í val­høl­ið. Hon segði í gjárkvøl­dið, at royndin at fáa eina betri avtal­u við Bretl­and og Niðurl­ond hevur givið batar, men at ísl­endingar mugu byrja aftur av nýggjum, vrakar fól­kið ta seinastu samtyktina hjá Al­tinginum. Pol­itiska andstøðan í Ísl­andi mæl­ir fól­kinum til­ at vraka l­ógina frá 30. desember. Á aðrar oljuleiðir Hóast A.P.Møl­l­er­Mærsk hevði søgul­iga stórt hal­l­ í fjør, ætl­ar fel­agið at brúka fl­eiri mil­l­iardir krónur til­ íl­øgur í eitt nú nýggjar ol­jul­eiðir. Tað sigur stjórin, Nil­s Smedegaard Andersen, við Berl­ingske Tidende. Mil­l­um annað er ætl­anin at gera stórar íl­øgur í ol­jul­eiðir í Brasil­, Angol­a og Meksikanska Fl­ógvanum, og mál­ið er at tryggja fel­agnum ol­juvirksemi, tá kel­durnar í Norðsjónum fara at torna upp um nøkur fá ár. Tað fer eisini at ávirka ríkiskassan, at A. P.Møl­l­er­Mærsk fl­ytir ol­juvirksemið til­ onnur l­ond, tí ol­jan í Norðsjónum gevur ríkiskassanum nógvar mil­l­iardir krónur um árið.