Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 5. mars 2010 6 VIKUSKIFTI tips lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Taskur til várið Føroysku handlarnir eru á tremur við Flottum Taskum. Frá líTlum Festtaskum til sTórar shoppingtaskir – prísirnir eru ymiskir, úr 35 krónum og upp í 3.300 krónir Brún leðurtaska frá House Doctor. Lilla fóður og nógvir lummar. Frú C kr. 1.449,- Bundin, hvít taska, við rundum mynstri. iR design, Sirri kr. 370,- patrizia pepe hondtaska við pink fóðri. Júnik kr. 1.599,- Bundin, hvít taska við flesamynstri. Minnir ikki sørt um eina skjúrtu. iR design Sirri kr. 525,- Lítil tøj taska til Visa-kortið og varrastiftina. Glimmur kr. 35,- Ljósabrún, leður taska frá A pair. Júnik kr. 2.799,- stór patrizia pepe taska úr leðri. Júnik kr. 3.300,- Reyð taska frá Nova. Kjallarin kr. 699,- svørt Nova leðurtaska við nógvum lummum. Kjallarin kr. 1.098,- Lítil festtaska við armringi. Glimmur kr. 49,- – Eg havi ongantíð hugsa aftur á, hvussu nógv hendan taskan kostaði. Eg ynskti mær hana so inniliga, eri sera glað fyri hana, og veit at eg fari at brúka hana restina av lívinum. Hon nýtir tasku hvønn dag, og tá tað ikki er Louis Vuitton, eru tað ofta ein av hinum báum; Mulberry ella Gucci, sum fylgja við henni út. Tær báðar kostað 3.000 krónur hvør. – Eg eri áhugað í móta, hvussu søgan hjá einum merki er, og hvussu tað mennist. Tí er tað stuttligt at eiga ein part av hesi søguni. Tað er væl sum tá ein biláhugaður keypir sær ein ávísan bil, greiður Elin frá. »Taskan er ljót« Reaktiónirnar upp á taskuna hava verið blandaðar. Summi halda, at Elin er svøk, tá hon brúkar so nógvan pen­ ing upp á eina tasku, og onnur hava sagt við hana, at taskan er ljót. Eg skilji væl at fólk, ið ikki nýta tasku dagliga, halda tað vera ørt at brúka so nógvar pengar uppá eina tasku. Men tað, tey kanska ikki hugsa um, er, at hendan taskan heldur so leingi. Ístaðin fyri at keypa einar 2­3 taskur um árið, fyri 300­400 kr. hvør, keypi eg hesa, og havi hana nógv longri, sigur Elin. Í Danmark hevur Helle Thorning Smith fingið eyknevnið »Gucci­Helle«,eftir at hon vísti seg við einari dýrari tasku av merkinum Gucci. Í Svøríki hevði Mona Sahlin eina reyða tasku fyri 6.000 krónur standandi við føturnar, tá mynd varð tikin av stjórnini og andstøðuni í Svøríki. Hetta hevur elvt til kjak, um tað er rætt hjá hesum báðum kvinnum at nýta so dýrar taskur. Um manligu politikaranir hava ein flatskerm fyri 15.000 heima í stovuni, hevur ongin nevnt eitt orð um. Heldur ikki krónprinsessan Victoria er sloppin undan tasku­kritikkinum. Hon er sædd við einari Birkin­tasku, ið ikki sær so nógv út fyri verðini, men kostar millum 60.000 og 120.000 krónur, alt eftir hvussu leingi ein hevur bíðað eftir taskuni. Pressufólkið hjá krónprinsessuni vóru tó skjót at greiða frá, at Victoria hevði fingið taskuna sum gávu og ikki hevði nýtt peningin hjá skattgjaldarunum til dýru taskuna. Elin Christiansen, redaktørur á plagg.fo, er ein av teimum, ið dámar dýrar taskur. Hon hevur goldið 5.000 krónur fyri dýrastu taskuna – eina Louis Vuitton – sum hon hevur brúkt næstan dagliga, síðani hon keypti hana Í grannalondum okkara hava taskur staði høgt á dagsskránni. Leiðararnir fyri javnaðarflokkarnar í bæði Danmark og Svøríki eru kvinnur, og báðar eru kritiseraðar fyri at hava dýrar taskur Eg fari at brúka mína Louis Vuitton restina av lívinum Taskur, sum provokera Kópaskinnstaska frá Great Greenland. Kjallarin kr. 2.700,- Ljós, stríput taska, fæst eisini í svørtum. Frú C kr. 340,- Elin Christiansen