fríggjadagur 5. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
18
VIKUSKIFTI
Systir mín hevur
verið ótrúgv
Góða Rigmor
Systir mín býr í Danmark. Hon er 44 ár, eigur trý børn
og hevur verið gift við manninum í 17 ár. Nú havi eg
uppdagað, at hon hevur verið ótrúgv við einum av
"pleygarunum", sum tóku sær av pápa okkara, tá hann
lá til tað síðsta. Systir mín sigur sjálv, at hon hevði
brúk fyri onkrum, sum klemmaði seg, tá maðurin ikki
eingongd spurdi hana, hvussu hon hevði tað, tá pápi
hennara lá fyri deyðanum.
Eg trúgvi, at hetta er ein reaktión uppá sorg og
forvirring. Men eg veit ikki, hvat eg skal gera. Haldi,
at maður hennara átti at fingið hetta at vita, men tað
vil hon ikki. Hon hevur onki samband við "pleygaran"
longur sigur hon.
Heilsan ein systir
Góða systir
Eg rokni eisini við, at systir tín í sorgini hevur verið eitt
lætt offur hjá hesum (óprofessionella) pleygaranum.
Ikki minst, um hon hevur verið kensluliga forsømd
av manninum. Spurningurin er, um tað er hon ella
maðurin, sum hevur forbrotið seg mest: Hon, sum søkti
sær tryggleika í einum heitum favni, ella maðurin,
sum sveik, tá ið á stóð. Tí haldi eg ikki, at hennara
ótrúskapur, sum tú rópar tað, veruliga er tað, sum vit
rópa ótrúskap. Í øllum førum hevur maðurin eisini
svikið so dyggiliga.
At tey bæði ikki duga at vera ordilig við hvønn annan
er sum so ikki tín trupulleiki. Og maðurin fær onki
burtur úr, at tú fortelur honum, at konan fann sær troyst
hjá einum øðrum í neyðini. Lat tey um tað.
v. rigmor
______________________________________________
Vinmaðurin drekkur
Hey Rigmor
Eg havi ein góðan vinmann, sum eg stúri eitt sindur fyri.
Vit plaga at hugna okkum saman og fara í býin, men eg
havi illgruna um, at hann drekkur meira enn gott er. Eg
haldi, at hann eisini smakkar sær á gjøgnum vikuna, og
tað er komið fyri, at hann ikki er til arbeiðis mánadag,
tí hann er “sjúkur”. Hvat heldur tú, at eg skal gera? Skal
eg konfrontera hann við mín illgruna og kanska seta
okkara vinarlag upp á spæl? Ella skal eg heldur tiga?
Heilsan vinurin
Góði vinur
Hatta er ein góður spurningur. Tí óivað eru fleiri við tær,
sum dragast við sama trupulleika: Nær skulu vit blanda
okkum upp í, tá vit hava illgruna um, at ein av okkara
kæru møguliga hevur ein rúsdrekkatrupulleika. Eitt gott
orðafelli, sum verður brúkt í grannalondunum er, at vit
skulu agera í staðin fyri at acceptera. Í útgangsstøðinum
haldi eg, at tú skalt vísa umsorgan fyri tínum góða
vinmanni og fortelja honum um tín illgruna. Hann má
sjálvandi sjálvur velja, um hann fer í viðgerð, men ger
honum greitt, at tú stuðlar honum, um hann velur tað. Í
einum røttum vinarlagi eiga vit at vilja hvørjum øðrum
tað besta, og tú svíkur tín vin, um tú ikki ger títt til, at
hann kann fáa eitt betri og ruddiligari lív. Hetta er eisini
galdandi fyri arbeiðsgevarar og onnur, sum eiga at hava
umsorgan fyri øðrum.
Tá tað er sagt, er tað eisini umráðandi, at tú setir
teg í samband við onkran professionellan, sum kann
ráðgeva teg, áðrenn tú tekur málið upp. Bæði, so tú
ikki setir vinarlagið upp á spæl, og so tú ikki verður
drigin inn í hansara misnýtslulívsstíl. Tað eru fleiri,
sum bjóða ráðgeving innan rúsdrekkamisnýtslu, eitt nú
Heilbrigdið, Blái Krossur, Erna S. Hákunardóttir, sum
er alkohol- og familjuráðgevi og ráðgevingarstovan
Brúgvin, sum Carl A. Arge rekur.
v. rigmor
______________________________________________
X-damur
á Facebook
Góða Rigmor
Maður mín hevur profil á Facebook, og millum vinirnar
eru onkrar gamlar damur, sum hann hevur havt. Eg veit,
at hann eisini prátar við tær á Facebook. Mær dámar
hetta einki, men er í grundini nakað galið við, at hann
hevur samband við tær? Skal eg royna at seta mark fyri,
hvat hann ger á Facebook?
Vinaliga daman
Hey »daman«
Ja, er tað í grundini nakað galið við, at hann hevur
samband við tær? Hann hevur jú einaferð valt tær frá
og teg til.
Í hesum Facebook-tíðum er tað so lætt at koma í
samband við gamlar vinir og onnur fólk. Hetta merkir
ikki, at maðurin svíkir teg. Men vandin er sjálvandi
størri, og allar kanningar vísa, at alt fleiri fólk finna
saman umvegis netið. Kanska setir tað uppaftur
størri krøv til, at vit hjúkla um parlagið, tí tað er so
nógv lættari at koma í samband við aðrar møguligar
partnarar.
Eg haldi, at tú eigur at hava álit á manninum, so
leingi hann ikki hevur misnýtt títt álit. Hann kann
lættliga fáa klaustrofobi, um tú alla tíðina hevur eftirlit
við honum og hansara internetvanum. Vísir tú stórsinni,
ert tú eisini eitt stórt menniskja, men ert tú smálig, ert
tú eitt lítið menniskja. Tímur tú tað?
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Frá einum andbráðum og óttaleysum býráðspolitikara
citerar Sosialurin, at hann »ætlar ikki at stinga halan í
sekkin«.
Tað er sjálvsagt alla æru vert at vísa dirvi og støðufesti.
Men hevði tað ikki eisini verið klæðiligari at havt sínar
orðamyndir í ordan? Vit kenna orðafellið ‘stinga halan
millum beinini’ frá hundalívinum. Tá ið okkara ferføtti
blívur bangin, stingur hann halan millum beinini og tekur
til beins. Hann hevur jú fýra, so tað kann ganga skjótt. Hetta
hundabiologiska fenomen hevur so ríkað mannaverðina við
metaforinum ‘stinga halan millum beinini’ við týdninginum
‘blíva bangin, taka til rýmingar, vísa ódjarvan atburð’. Hin
máliskan, ‘stinga í sekkin’, hevur eitt heilt annað innihald.
Her man talan vera um koyggjusekkin. Ein fiskimaður í
slupptíðini fær tey ringu boð, at hann skal í land; hann
verður koyrdur av, og tí má hann stinga tað sindrið, hann
hevur í koyggjuni, í sekkin, koyggjusekkin, og stíga tey
tungu spor upp gjøgnum leytaran, aftur eftir dekkinum,
niður í bátin – og so í land. Hví hann verður koyrdur av
skipinum, vita vit ikki; orsøkirnar kunnu vera so nógvar;
ósemja, samanstoytur, illa í øgn við skiparan, ella tað bara
hevur verið psykiskt óúthaldiligt at vera í lugarinum...
Kanska skuldi ein politikari, sum hevur tað for strævið
í tí politiska, heldur stungið í sekkin, farið í land og fingið
sær okkurt annað at takast við. Eingin veljari hevði sagt, at
hann nú hevði stungið halan millum beinini, tí veljarar eru
eisini fólk, og tey flestu duga at forstanda psykiskt trýst og
unna einum troyttum politikara svalandi hvíld langt burturi
frá politiskum kegli og brigsli. At síggja vandan nærkast og
handla í tøkum tíma er kanska ein spurningur um at hava
nakað millum oyruni.
(SJ)
Millum beinini
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð