Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2010 3 lýsing Skal ikki almannakunngerast ella býtast út í USA, Kanada, Avstralia ella Japan Bakkafrost verður eftir ætlan skrásett á Oslo Børs 26. mars í ár. Felagið klárar seg væl samanborið við altjóða alifeløg, tá talan er um rakstur, og liggur í løtuni á einum 10. plássi mált eftir framleiðs lunøgd. Bakka frost ætlar at halda fast í hesa støðu, og ætlar sær at vaksa, tá ið høvið býðst. Flestu týðandi alifeløg í norðurlondum og ein­ støk útlendsk feløg eru skrásett á Oslo Børs. Nógvir greinarar meta við jøvnum millum bilum um avrik og útlit hjá feløgunum. Týðandi laksaframleiðari Bakkafrost varð við ársbyrjan 2010 lagt saman við Vestlax. Samanløgdu feløgini framleiddu í fjør 31 túsund tons av kruvdum alifiski og seldu fyri eina knappa milliard krónur. Úrslitið fyri skatt var 201 mió. kr, og eginognin var 573 mió. kr. Laksurin verður allur útfluttur, antin feskur, ísaður ella sum lidnar frystar porsjónir. Fram­ leiðslu orkan er 45.000 tons í rundari vekt, íroknað tvey nýggj økir. Bakkafrost hevur aliloyvir á 15 støðum, fimm smoltstøðir og tvey sláturvirkir. Í dag starvast 514 starvsfólk hjá Bakkafrost. Visión Bakkafrost vil umvegis langtíðar samstarvs sam­ bond bjóða kundunum virðisøkta og heilsu góða dygdarmatvøru. Bakkafrost ynskir at grunda sína framleiðslu á burðardygga matvøru og tilfeingi. Strategi Málið hjá Bakkafrost er at vera eitt óheft felag, ið tryggjar ein langtíðar og varandi vøkstur í gjøgn­ um eina effektiva og lágkostnaðar fram leiðslu. Royndir vísa, at lívfrøðin hevur stóran týdning í framleiðlsuni av alilaksi. Bakkafrost leggur tí alla orku í at fremja eitt so sunt lívfrøðiligt vakstrar­ umhvørvi sum gjørligt. Útboðið Boðin verða út í mesta lagi 22,4 milliónir og í minsta lagi 18,4 milliónir partabrøv fyri ein sølu kurs millum 27 og 31 norskar krónur báðar upphæddir íroknaðar. Sølan er skipað sum (i) eitt alment útboð í Føroyum og Noregi og (ii) eitt altjóða útboð til stovnsligar íleggjarar. Av samlaðu útboðnu partabrøvunum eru nýggj partabrøv fyri 75 mió. kr. Restin er søla hjá nøkrum av verandi partaeigarum. Umleið 44% av verandi partabrøvum verða sett til sølu. Úrtøkan frá útboðnum Seljandi partaeigararnir fáa úrtøkuna av søluni av sínum partabrøvum. Felagið fær úrtøkuna av søluni av nýggju partabrøvunum. Sølutíðarskeiðið Sølutíðarskeiðið byrjar 8. mars kl. 08.00 og endar væntandi 23. mars kl. 13.00 fyri minni íleggj arar og kl. 16.30 fyri stovnsligar íleggjar ar. Handilin við partabrøvunum byrjar væntandi 26. mars á Oslo Børs við frámerkinum BAKKA. Tillutan og minking Um eftirspurningurin eftir partabrøvum er hægri enn talið av partabrøvum, ið eru til sølu, kunnu mót­ tikin boð verða skerd í tillutanini. Før oy ingar, ið tekna seg fyri partabrøv í almenna út boð num fyri minni íleggjarar, kunnu fáa framíhjárætt. Minsta keyp er 500 stk. parta brøv. Prospekt Eitt prospekt, dagfest 5. mars 2010, ið er almanna kunngjørt í samband við útboðið, kann saman við einum boðsseðili takast niður frá www.bakkafrost.com ella www.foroya.fo ella umbiðast frá einum av føroysku sølustøðunum, ið eru Føroya Banki, Eik Banki, Norðoya Spari­ kassi og Suðuroya Sparikassi. Bakkavegur 9 · FO­625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com Tín møguleiki at keypa partabrøv í Bakkafrost og luttaka í framhaldandi menningini av felagnum BAKKAFROST Á OSLO BØRS ALMENN ÚTBJÓÐING AV PARTABRØVUM Í TÍÐARSKEIÐNUM 8. MARS TIL 23. MARS 2010 Gev gætur: Henda lýsing er einans til marknaðarføring. Allar íløgur í útbjóðað partabrøv skulu verða grundaðar á prospektið hjá felagnum, dagfest 5. mars 2010. Henda lýsing er ikki send út í USA, og má ikki býtast út til persónar í USA (sum lýst í Regulation S í U.S. Securities Act frá 1933 (‘Securities Act’) ella brúkast í útgávum, ið vanliga koma út í USA. Henda lýsing er ikki eitt tilboð ella ein innbjóðing at keypa virðisbrøv í USA. Partabrøvini í P/f Bakkabrøv eru og verða ikki skrásett undir Securities Act, og mugu ikki verða boðin út, seld, ella handaði í USA ella til persónar úr USA, uttan so at handilin er undantikin frá ella ikki umfataður av skrásetingarkrøvunum í US Securities Act, Stabilization/FSA. www.sansir.fo