Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 46 - 8. mars 2010 Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Teknisku nevnd, og Bogi Andreasen, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hava sett hol á eina stóra verkætlan, sum skal betra um ferðsluviðurskiftini og trivnaðin í økinum um Steinatún RUNDKOYRING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fokus verður nú sett á Steinatún. - Har er bussterminalurin hjá okkum, og tað er sam- stundis knútapunktið, sum knýtir eysturbýin og vestur- býin saman. Har er rættiliga nógv ferðsla, og hon er ikki nóg væl skipað sum er, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð. Nú er so ætlanin at bøta um hetta. - Tað skal gerast betri fyri tey, ið koyra í egnum bili, fyri tey, ið nýta bussarnar, fyri tey, sum eru til gongu, og fyri tey, ið eru í koyristóli. Stutt sagt skal tað gerast betri fyri øll at ferðast í Steinatúni, sigur Marin Katrina Frýdal. Trivnaðurin skal í hásæti, men hvat er tað, sum ætlanin ítøkiliga gongur út upp á. - Enn er ætlanin á einum skitsuprojekt støði, men gerast skal ein rundkoyring í Steinatúni, og ætlanin er, at bussarnir skulu steðga inni í rundkoyringini, meðan hin ferðslan skal leiðast uttan um. Bussarnir skulu sostatt ikki ávirka hina ferðsluna, sigur Marin Katrina Frýdal. Ósvaraðir spurningar Talan verður um eina ovala rundkoyring, har bussarnir koyra og steðga beint inni í rundkoyringini, meðan øll hin ferðslan so koyrir uttan um. - Ætlanin er so, at tey, sum eru til gongu og skulu tvørtur um Steinatún niðan eftir ella oman eftir, skulu verða heilt trygg, og tað hevur verið upp á tal, at leggja dekk oman á Steinatún, so tey gangandi – ella tann »bleyta« ferðslan – verður heilt avskorin frá bilum og bussum, sigur Marin Katrina Frýdal. Málið hevur verið fyri í Teknisku nevnd hjá Tórs- havnar býráð, og eisini í Byggi- og býarskipanar- nevndini. - Enn eru so ógvuliga nógvir ósvaraðir spurningar. Hendan verkætlanin er sera umfatandi og krevur nógv pláss. Vit skulu jú taka støðu til spurningar sum skal tað verða koyrandi oman eftir Niels Finsensgøtu, skal tað verða koyrandi eftir Tórs- gøtu, hvat við parkerings- plássunum við Føroya Banka. Hetta bara fyri at nevna nakrar av teimum spurningunum, sum vit mugu fáa greiði á, áðrenn verkætlanin kann setast í verk, sigur Bogi Andreasen, formaður í Byggi- og býar- skipanarnevndini. Bussterminalur Finnast skal fram til, hvat er best fyri miðbýin og fyri økið við Steinatún. - Sum nevnt hevur verið tosað um at leggja eitt dekk á Steinatún, har so ein busscentralur kundi ligið, har fólk hittust. Tað hevði voksið munandi um plássið við Steinatún, sigur Bogi Andreasen. Hann viðgongur, at talan verður um eitt stórt inntriv í miðbýin, men at hetta er eitt neyðugt stig at taka, ikki minst sæð í ljósinum av, at tað um fá ár verður ein undirsjóvartunnil inn á Skálafjørðin, sum fer at økja enn meira um ferðsluna. - Enn ber tó ikki til at siga nakað um, nær ein slík vekætlan kann gerast veruleiki. Bæði eg sum formaður fyri Byggi- og býarskipan- arevndina og Marin Katrina Frýdal sum forkvinna fyri Teknisku nevnd eru á tí støðinum, at vit vilja fáa eitt kjak í lag, so vit kunnu finna fram til bestu loysn- ina. Talan er um eitt um- fatandi og dýrt projekt, og tað er av alstórum týdningi, at tað ikki verða gjørdar nakrar lappa – ella hovsa- loysnir, tí hetta er eitt sentralt øki fyri Havnina, sigur Bogi Andreasen. Trivnaður týdning Men eisini útsjóndin av ætlaðu byggingini hevur týdning. - Vit hava jú Tilhaldið har í økinum umframt aðrar grótlaðingar, og vit hava trø í økinum, og vit vilja varðveita tað umhvørvið. Tað er eisini ætlanin at planta fleiri trø í økinum, so talan er í stóran mun um trivnaðin í miðbýnum. Ferðslan skal ganga hond í hond við trivnaðín, sigur Marin Katrina Frýdal. Talan er sum nevnt um eina stóra og kostnaðarmikla verkætlan, sum enn er á skitsustigi, men verður hon framd er einki at ivast í, at hon fer at betra um um- støðurnar hjá bæði koyrandi og gangandi í hjartanum av Tórshavn. Rundkoyring í Steinatúni Eitt rungandi nei Íslendsku stjórnini nýtist ikki at gita, hvat veljararnir halda um Icesave-lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember. Á fólkaatkvøðuni leygardagin atkvøddu 93,2 prosent ímóti lógini. Tað er tó ein stórur spurningur, um úrslitið yvirhøvur fær nakran týdning. Jóhanna Sigurðar- dóttur, forsætisráðharri, hevur fleiri ferðir sagt, at fólka- atkvøðan var óneyðug. Steingrímur J. Sigfússon, fíggjar- málaráðharri, segði leygarkvøldið, at stjórnin fer at taka tingingarnar við Bretland og Niðurlond um eina nýggja Icesave-avtalu uppaftur beinanvegin. Kalt í Danmark Júst sum danir so smátt vóru farnir at gleða til várið, hava teir fingið bæði kava og kulda. Tær seinastu næsturnar hava verið kaldar, og í nátt frysti heili 19,1 stig við Vamdrup, sum er nakað vestan fyri Kolding. Hetta var sostatt tann kaldasta náttin í vetur. Tað fyrra metið var 19,0 kuldastig, og tað var í Horsens tann 20. desember. Danska veðurstovan sigur, at tann seinasta náttin var tann kaldasta í Danmark í fimm ár. Ta ferðina, í mars í 2005, vóru 20 kuldastig uttan fyri Roskilde, sigur DMI. Tann kaldasti mars í Danmark var í 1888, tá tað frysti 27 stig. Soleiðis hugsa Marin Kartina Frýdal og Bogi Andreasen sær, at økið við Steinatún skal síggja út í framtíðini, kanska við einum dekki í, so at gangandi og koyrandi ferðslan verða heilt atskild