mánadagur 8. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 46 - 8. mars 2010
Samgongan klárar
ikki at loysa trupul
leikarnar í samfelagn
um og tí er neyðugt
broytingum, sigur
Magni Laksáfoss,
tingmaður. Hann
heldur, at ein
loysn kundi verið
at gjørt eitt nýtt
samgonguskjal
SamgonguStev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hendan samgongan hevur
mist trúvirðið og tað er
neyðugt við broytingum
fyri at koma víðari.
Tað
staðfestir
Magni
Laksáfoss, sum er løgtings-
maður fyri Sambandsflokk-
in og sum sostatt eisini er í
samgonguni.
Hann hevur nú mist alt
álit á, at hendan samgongan
megnar at loysa teir stóru
trupulleikarnar, sum sam-
felagið er í.
Nýtt samgonguskjal ella
nýtt landstýri
Men hvørjar hesar broyt-
ingar skulu vera, er hann
ikki heilt sannførdur um
enn.
- Men hann staðfestir, at
støðan í samfelagnum í dag
er
heilt
grundleggjandi
øðrvísi enn hon varð, tá ið
samgongan varð skipað.
Tí heldur Magni Laksá-
foss, at ein loysn kundi
verið at flokkarnir settu seg
niður at samráðast um eitt
nýtt samgonguskjal, sum
leggur upp fyri teimum
avbjóðingum, sum standa
fyri framman.
Ein annar máti kann verða
at skifta landsstýrisfólk út,
ella at onkur flokkur í sam-
gonguni verður skiftur út.
- Í Danmark ásannaði
Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharri, at nýggja
støðan
í
samfelagnum
kravdi broytingar og hann
fór so harðliga til verka, at
hann broytti tað alllarmesta
av stjørnuni, umframt at
hann í veruleikanum legði
eitt
nýtt
samgonguskjal
fram.
- Okkurt, sum bendir á
hendan bógvin kundi eisini
verið ein gongd leið hjá
okkum, soleiðis sum polit-
iska støðan er í Føroyum í
løtuni,
heldur
Magni
Laksáfoss.
- Tann mest dramatiska
loysnin er sjálvandi at út-
skriva nýval og tað er sjálv-
andi eisini ein møguleiki,
men tað er ikki sagt, at tann
endaliga loysnin altíð er
tann frægasta.
Álitið og trúvirðið
er farið
Magni Laksáfoss vil sostatt
ikki gera seg til talsmann
fyri,
hvørjar
broytingar
skulu gerast.
Hann vil heldur ikki siga,
hvørjar broytingar, hann
kundi hugsa sær í lands-
stýrinum ella í samgonguni
og hvørjir flokkar og hvørjir
politikarar skulu út og
hvørjir skulu inn, skuldi tað
komi so langt.
Tað einasta, hann veit, er,
at hann dugir ikki at síggja,
hvussu landsstýrisfólkini,
ið nú sita og tað samgongu-
skjal, vit nú hava, kunnu
loysa samfelagstrupulleik-
arnar og tí verður neyðugt
við broytingum fyri at fáa
politiska arbeiðið á glið
aftur.
- Eg komi ikki við nøkr-
um uppskoti, eg nevni bara
teir møguleikar sum eru, tí
samgongan
hevur
mist
trúvirðið.
- Trúvirðið er farið úti
ímillum fólk. Men eisini í
sjálvari samgongini hava
politikarar mist álitið á, at
hendan samgongan er før
fyri at loysa trupulleikarnar.
- Í Ólavsøkupakkanum
varð lagt upp til, at íløgurnar
skuldu hækkast og almenni
raksturin lækkast, men tað
hendi akkurát tað øvugta.
- Samstundis er inntøku-
trygdin enn á fíggjarlógini,
pensjónsreformurin er ikki
komin enn, langtíðaríløgu-
ætlanin er ikki gjørd enn
o.s.fr., o.s.fr.
Samgongan ikki
arbeiðsfør
Magni Laksáfoss staðfestir,
at tað sostatt eru nógv tekin
um, at samgongan er ikki
arbeiðsfør.
Men nú verður aftur og
aftur boðað frá, at hetta eru
alt mál, sum samgongan
arbeiðir við?
- Ja, men tú skalt eisini
trúgva upp á, at tað ber á
mál. Vit hava arbeitt í
níggju mánaðir við einum
ólavsøkupakka, sum ikki
bar á mál, fyri at nevna eitt
dømi.
- Samgongan krevur eitt
ávíst trúvirðið fyri at kunna
føra politikk, men tað hevur
hendan samgongan ikki og
tí haldi eg, at politikarar
heldur ikki ómaka sær at
legga ta heilt stóru orkuna í
at finna neyðugu semjurnar.
- Skulu politikarar veru-
liga fáast at leggja seg í selar-
nar, er tað ein fortreyt, at teir
trúgva upp á projektið, men
tað álitið er farið.
- Tí er neyðugt við broyt-
ingum, endurtekur hann.
John Johannessen, polit-
iskur formaður í Javnaðar-
flokkinum, hevur boðað
frá, at skal samgonguni
verða lív lagað, má hon
hava eitt projekt at vera
felags um, men tað hevur
hann ilt at fáa eygað á í
løtuni. Er tað ein staðfesting,
tú er samdur í?
- Ja, tað eri eg samdur í
og tað havi eg nevnt áður.
Magni Laksáfoss heldur,
at trupulleikin er størri í
landsstýrinum enn hann er í
løgtinginum.
- Seinast, fíggjarlógin
var fyri var tað fíggjar-
nevndin og Løgtingið, sum
gjøgnumførdi
skerjingar,
sum landsstýrið ikki megn-
aði at loysa, sigur løgtings-
maðurin.
Nú má samgongan
skipast av nýggjum
- Tað er neyðugt við broytingum, tí samgongan hevur mist alt trúvirðið. Ein møguleiki er at gera eitt nýtt samguskjal, men aðrir møgu-
leikar eru at skifta landsstýrisfólk ella at skifta samgonguflokk. Tað einasta, eg veit, er, at onkur broyting má gerast, sigur Magni Laksáfoss
Tingaðust um ES
Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, var í
gjár í Berlin og tosaði við týska starvsbróður sín, Guido
Westerwelle. Eitt høvuðsevni á fundinum var íslendska
umsóknin um limaskap í ES, og hvønn stuðul hon kann
fáa frá týskum politikarum. Týski uttanríkisráðharrin
segði, at týska stjórnin er fegin um umsóknina úr Íslandi,
og at ES-nevndin hevur mælt til, at veruligar samráðingar
verða tiknar upp um limaskap. Umframt ES-umsóknina
umrøddu teir báðir ráðharrarnir handilssamskiftið millum
Týskland og Ísland.
Kanna vitan um fisk
Í januar vóru granskarar hjá grønlendska náttúrustovninum í
Upernavik og bygdunum har um vegir og savnaðu vitan um
tey ymsu fislasløgini, sum fiskimenn har á leiðini royna
eftir. Vitjanin har er partur av einari størri verkætlan, sum
hevur til endamáls at savna vitan um, hvørji fiskasløg eru
hvar, og hvussu tey verða troytt í dag. Tilsvarandi kanningar
eru gjørdar aðrastaðni í Grønlandi fyrr. Arbeiðið á Uperna-
vik-leiðini hevur samband við, at oljufelagið Cairn hevur
fingið loyvi at royndarbora eftir olju í økinum Disko Vestur
í summar, sigur kringvarpið KNR.