Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 46 - 8. mars 2010 Nevndarsessir og politiskt vald til fínar frúur í Havn hevur fylt í so nógv í javnstøðuarbeiðinum, ásannar forkvinnan í Kvinnufelagnum í svari til, at javnstøðan í Føroyum er vorðin ov eliter AltjóðA KvinnudAgur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Tað er nakað grundleggj­ andi galið við javnstøðuni í dag. Javnstøðan er snøgt sagt ov eliter« So avgjørdur var sam­ felagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen í greina­ røð um javnstøðu her í blaðnum í farnu viku við yvirskriftini »Javnstøða fyri øll? Ella bara fyri Yuppie­ Kvinnur!« Í greinini spyr samfelags­ frøðingurin, um nógva tosið um kvinnur undir einum ikki bara er eitt trick at lokka »undirkvinnur« at atkvøða fyri »yvirkvinnum« ella »yuppiekvinnum» ­ teimum ungu, vøkru, væl­ útbúnu, sminkaðu við sól­ brillum uppi í hárinum og Guccitasku. Í øllum førum er nógv sum bendir á, at javnstøða í dag ikki merkir, at kvinnur sum heild skulu hava meiri polit­ iskt vald, men at ungar, væl­ útbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald, staðfestir samfelagsfrøðingurin. Massiv herferð Hóast hon ikki góðtekur uppbýtingina í »yvir­ og undirkvinnur«, hevur Sámal Matras Kristiansen kanska rætt heldur Tina K. Jacob­ sen, forkvinna í Kvinnu­ felagnum. ­ Jú, eg eri lutvíst samd í, at javnstøðuarbeiðið hevur flutt seg burtur frá arbeiðara­ kvinnum og í stóran mun er komið at snúgva seg um politiskt vald ella nevndar­ sessir til vælbjargaðar, stjóra­ frúur í miðstaðarøkinum. Hatta er nakað vit í Kvinnu­ felagnum eru varðugar við og fara at taka upp, sigur forkvinnan í felagnum. Hon vísir hinvegin á, at felagið hevur avmarkaða orku og tí má savna seg um ávís evni í senn, um nakað skal fáast á skaftið. Og tá júst spurningurin um vant­ andi kvinnuliga umboðan í politikki og nevndum er eitt evni, limir í felagnum hava eftirlýst í fleiri ár, hevur tað verið har, felagið hevur lagt nógva orku. Hvussu nógvar arbeiðarakvinnur eru við í limaskaranum hjá Kvinnu­ felagnum, veit forkvinnan hinvegin ikki at siga, tí hetta hevur felagið ikki tøl yvir enn. ­ Men at vit vilja hava kvinnur fram at valdinum merkir ikki, at vit ikki vilja arbeiða við øðrum. Vit hava til dømis havt nógv fokus á barsilsskipanina, umframt at átakið Sjálvhjálpin bein­ leiðis vendi sær til kvinnur, sum ikki eru so sosialt væl fyri. Har kann eg væl ímynda mær at sokallaðu »yvirkvinnurnar« kendu seg undirumboðaðar. At slík átøk kanska drukna í javnstøðukjakinum, kann eisini hanga saman við, at bæði Demokratia og Javn­ støðunevndin eisini hava havt politiskt vald og nevnd­ arsessir til kvinnur á dags­ skrá. Tí kann herferðin á hesum øki hava virkað rætti­ liga massiv seinnu árini, heldur Tina K. Jacobsen. Men tað er rætt, at nógv liggur á láni. Eitt nú hevið tað verið upplagt at sett størri fokus á innflytara­ kvinnur, einligar mammur ella kvinnur uttan útbúgv­ ing. Hetta eru øll stór og við­ komandi evni, men spurn­ ingurin er, hvar man sum felag skal byrja, heldur for­ kvinnan í Kvinnufelagnum. ­ Tá tað er sagt, so dugi eg illa at síggja, hvat skal vera so elitert við at vilja hava fleiri kvinnur inn á ting og í nevndarsessir. Hetta átti at verið ein sjálv­ sagdur rættur, sum ikki bara kemur øllum kvinnum men øllum samfelagnum til góðar, sigur forkvinnan í Kvinnufelagnum. Kynskvotur slóða fyri Tí hevur felagið eisini sett kynskvotur á skránna á 100 ára hátíðarhaldinum fyri Altjóða Kvinnudagin í kvøld. Nevndin skjýtur í hesum sambandi upp, at tað verður ásett við lóg at kvinnur verða valdar í í minsta lagi 40 prosent av øllum tingsessum og privatum nevndarsessum. Ein av røðararnum verður netupp áðurnevndi sam­ felagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen, sum er rættiliga skeptiskur, tá tað ræður um kynskvotur til privatar nevndarsessir. Har er tað júst avgerandi, at kvinnurnar fyrst byrja at gera seg galdandi í teimum ymisku sektorunum og síð­ ani byrja at krevja sín rætt út frá teimum førleikum, tær tá hava uppbygt, skrivar hann og leggur afturat: ­ Javnrættur snýr seg um at skilja millum skitt og kanel við støði í relevantum, fakligum grundgevingum. Eg arbeiði sjálvur dagliga við at sortera menniskju. Og ein sortering er neyðug, soleiðis at tryggjað verður, at fólk koma á sína røttu hyll og fáa ment síni talentir á ein skilagóðan hátt. Hesum er Tina K. Jacob­ sen púra samd í, og hon meinar á ongan hátt, at ein kvinna skal hava ein nevndar­ sess, bara tí hon er kvinna. ­ Tað verður heldur ikki aktuelt, tí vit hava ríkiligt av væl kvalifiseraðum kvinnum at taka av. Trupul­ leikin er bara, at tær sleppa ikki framat hesum sessum. Besta dømi um tað er nevndin í Atlantic Airways, har landsstýrismaðurin ikki dugdi at fáa eyga á nóg kvalifiseraðar kvinnur, sjálvt um tær stóðu beint fyri nøsini á honum. Sjálvt um forkvinnan í Kvinnufelagnum ikki hevur hug at umbera landsstýris­ mannin, viðgongur hon, at soleiðis hugsa tey flestu. Mannfólk hava sitið so leingi í flestu oddasessum, at tað sjáldan kemur okkum til hugs, at tað eins væl kundi verið ein kvinna. ­ Eg taki eisini meg sjálva í at koma í tankar um okkurt mannfólk fyrst, tá eg skal seta onkran á eina uppgávu, sum eg skal skipa fyri. So leingi kvalifiseraðar kvinnur ikki eru sjónligari, enn tær eru, verður tað heldur ikki myndin av eini kvinnu, tú fyrst sært fyri tær í slíkum førum. Tað ræður sostatt um at vit øll broyta hugsunarhátt, og fáa kvinnur inn í mentala sjónarringin, og har kunnu kynskvotur verða eitt týðandi stig á leiðini, sjálvt um tað ikki er ideelt við slíkum kvotum, heldur Tina K. Jacobsen. Men hvat hevði for­ kvinnan i Kvinnufelagnum svarað eini ungari kvinnu, sum kennir seg tikna til gísla av kynskvotum, tí tað kann skaða hennara fram­ tíðar karrieru at verað vald í ein sess, bara tí hon er kvinna? ­ Eg hevði svarað, at um vit ikki gera hetta nú, so hevur hon kanska als onga framtíðar karrieru, tí ongin veit av henni. Um hon ikki kann liva við hesum nú, er enn størri vandi fyri, at hon um 10 ár má liva við slett ikki at verður vald í nakran sess yvirhøvur. Men er tað ikki eisini at gera mismun, at útihýsa einum manni frá einum nevndarsessi, tí ein lógar­ ásett kynskvotering sigur, at kvinna skal hava plássið? ­ Jú, og tað er harmiligt. Men eg haldi ikki, tað er meir harmiligt, enn at kvinnur leingi hava verið útihýstar, tí vit hugsa so vanabundið, sigur forkvinn­ an í Kvinnufelagnum, sum tí eisini sær fyri sær, at kyns­ kvotur bara verða í gildi eitt styttri áramál, til tær ikki eru neyðugar longur. ­ Tað kann væl hugsast, at vit tá koma til ta niður­ støðu, at onkrar nevndir fungera best, um bara mannfólk ella bara konufólk eru við – væl at merkja aftaná at vit hava havt bæði kynini í huga. Rætt hermót? Okkurt bendir tó á, at tað kanska als ikki eru kvinn­ urnar men heldur menninir, sum verða við sviðið soð í framtíðini. Í áðurnevndu greinarøð vísir Sámal Matras Kristiansen til danska granskaran Martin Munk, ið staðfestir, at tíðarinnar nógv størsti javn­ støðutrupulleiki eitt vaks­ andi proletariat av monnum, sum hvørki hava útbúgving ella arbeiði. Men ongin Javnstøðukjakið: Fínar frúur fylla ov nógv ” Eg dugi illa at síggja, hvat skal vera so elitert við at vilja hava fleiri kvinnur inn á ting og í nevndarsessir. Tá átti at verið ein sjálvsagdur rættur Tina K. Jacobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn ” Eg viðgangi blankt, at eg sjálv oftast komi í tankar um okkurt mannfólk fyrst, tá eg skal seta onkran á eina uppgávu Um fólk hava ta fatan, at vit bara arbeiða fyri at fáa vælbjargaðar frúur upp í toppin á samfelagnum, so er tað ein fatan, vit mugu taka til eftirtektar og royna at broyta, sigur Tina K. Jacobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum Eiga at gjalda alt 45 prosent av danska fólkinum halda, at íslendingar eiga at endurrinda bretum og niðurlendingum alla Icesave­skuld­ ina. Fyrr hava tilsvarandi meiningakanningar í Noregi og Svøríki víst, at har halda ávikavist 33 og 21 prosent, at íslendingar skulu rinda alt. Men tá fólk vórðu spurd um renturnar ella kostnaðin av skuldini, var støðan ein onnur. Í Danmark halda 30 prosent, at tey trý londini skulu býta kostnaðin javnt sínamillum, tað sama siga 45 prosent í Noregi og heili 53 prosent av teimum spurdu í Svøríki. Orka gevur arbeiðspláss Ein nýggj verkætlan, sum hevur fingið heitið Energi på havet, skal útvega umleið 7.000 nýggj arbeiðspláss í Esbjerg tey næstu tíggju árini. Offshore Center Danmark, sum heldur til í Esbjerg, stendur aftan fyri ætlanina saman við umleið 40 fyritøkum, ymsum myndugleikum og nøkrum útbúgvingarstovnum. Orsøkin til átakið er, at oljuvirksemið í Norðsjónum er minkandi, og tað sæst aftur í Esbjerg, sum er høvuðsbýur hjá donsku frálandavinnuni. Eitt nú missa 400 fólk arbeiðið, tí at Mærsk Olie & Gas tekur tveir av sínum pallum úr framleiðslu, skrivar DR.