mánadagur 8. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 46 - 8. mars 2010
tosar um tað, og so slettis
ikki elitiefeministarnir, sum
sambært
Munk
»leggja
meiri dent á, at teirra egnu
døtur fáa møguleika at fáa
ein nevndarsess í vinnu
lívinum.”
Heldur ikki í Føroyum
verður tosað um hetta, hóast
tøl vísa, at í fólkaskúlanum
her heima eru nógv fleiri
dreingir enn gentur, sum
hava trupulleikar í skúlan
um, staðfestir Sámal Matras
Kristiansen.
Spurd um tað kann hugs
ast, at Kvinnufelagið stríð
ist á skeivum hermóti, sigur
Tina K. Jacobsen, at hon
ikki rættiliga hevur sett seg
inn í kjakið um nýggja
proletariatið av monnum.
Um hatta er veruleikin,
er tað sjálvandi ein álvarslig
kreppustøða, sum onkur má
taka hond um. Eg eri tó ikki
vís í, at tað eru vit, sum
skulu gera tað, tí vit eru fyrst
og fremst eitt kvinnufelag. Í
nevndini er heldur ikki
semja um, hvørt mannfólk
skulu sleppa at verða limir
hjá okkum. Men ongin
forðar monnunum í at gera
eitt mannfólkafelag, og vit
vilja fegnar samstarva við
teir, um so er, sigur hon og
minnir á, at aftur her er tað
ein spuringur um, hvar felag
ið skal leggja sína orku.
Stríð móti mytum
Ongin skal tó vera í iva um,
at Kvinnufelagið fyrst og
fremst arbeiðir fyri rætt
indum hjá øllum kvinnum
og ikki bara teimum fáu
útvaldu, staðfestir Tina K.
Jacobsen, hóast hon ásann
ar, at myndin av felagum
úteftir er vorðin nakað
einsháttað.
Um fólk hava ta fatan,
at vit bara arbeiða fyri at
fáa vælbjargaðar frúur upp
í toppin á samfelagnum, so
er tað ein fatan, vit mugu
taka til eftirtektar og royna
at broyta. Møguliga er tað
okkurt, vit hava gjørt skeivt,
men tað kann eisini hugsast,
at fólk ikki hava fylgt nóg
væl við í okkara arbeiði ella
bara síggja tað, tey vilja
síggja.
Hon minnir á, at hetta
heldur ikki er fyrstu ferð
eitt kvinnufelag má berjast
móti gomlum mytum og
misskiltum fatanum.
Tað eru enn fólk sum
halda, at Kvinnufelagið er
ein samling av gomlum,
beiskum
kvinnum,
sum
hata menn og brenna bróst
haldarar. Hatta er ein ímynd
frá 1970’unum, sum kvinnu
feløg kring allan heim hava
stríðst við líka síðani. Og
tað er harmiligt í allar
mátar, ikki minst tí tað ger
tað trupult at røkka ungum
kvinnum.
Her hevur Kvinnufelagið
eisini eina stóra avbjóðing,
og tí verður nógv gjørt í
løtuni fyri at rista slíkar
ímyndir av sær. Millum
annað hevur felagið júst
fingið eitt nýtt búmerki,
sum signalerar, at javnstøða
gongur báðar vegir, eins og
heimasíðan nú fær eitt meir
modernað snið.
Heilt stygdar burtur eru
ungu kvinnurnar tó ikki, tí
sambært
forkvinnuni
í
Kvinnufelagnum er talið á
ungum kvinnum í limaskar
anum vaksið alsamt seinnu
árini.
Javnstøðuarbeiðið tykist at hava flutt seg frá arbeiðarakvinnum til at snúgva seg
um meir vald og fleiri nevndarsessir til vælbjargaðar frúur í mistaðarøkinum
”
Ongin forðar
monnunum
í at gera ein
mannfólkafelag,
og vit vilja fegnar
samstarva við teir,
um so er
Deyðin kom úr rúmdini
Eitt altjóða granskaralið er komið til ta niðurstøðu, at
dinosaurarnir vórðu útruddaðir, tí at ein risastórur
rúmdarsteinur og jørðin stoyttu saman fyri 65 millión
um árum síðani. Nakrir av teimum 41 granskarunum,
sum hava kannað málið, halda kortini, at teir seinastu
dinosaurarnir doyðu av fleiri sera drúgvum eldgosum í
Asia. Men teir flestu granskarnir halda, at dinosaurar
nir vórðu útruddaðir, tá ein risastórur rúmdarsteinur,
sum var um 15 kilometrar í tvørmát, rakti tað, sum í
dag er Meksiko.
Øði um yvirlýsing
Í Turkalandi eru fólk í øðini, tí at uttanríkisnevndin hjá
amerikanska Umboðsmannatinginum hevur samtykt
eina yvirlýsing, sum flokkar turkiska ágangin ímóti tí
armenska fólkinum undir fyrra heimsbardaga undir
hugtakið "hópmorð". Yvirlýsingin bleiv samtykt, hóast
bæði Barack Obama, forseti, og turkiska stjórnin
mæltu frá. 23 limir í uttanríkisnevndini atkvøddu fyri
yvirlýsingini, og 22 atkvøddu ímóti. Turkiska stjórnin
svaraði alt fyri eitt við at biðja sín sendiharra í
Washington koma heim.