fríggjadagur 28. desember 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 249 - 28. desember 2001
Nr. 249 - 28. desember 2001
27
Alt innan
hitaverk & sanitet
so sum:
Sp/f VVS-HORNIÐ
Lágpríshandil
Støkk inn á gólvið
ella ring
• Stoypijarnsketil
• Sanitet
• Kranar
• Baðirúmsmøblar
Landavegur 2 - 100 Tórshavn
Tel. 318023 - Fax 310963
Sosialurin - 311820
Ph.D. verkætlan á
Náttúruvísindadeildini
Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt 3 ára Ph.D.-lestrarstarv
tøkt frá 1. mars 2002. Tað verður væntað, at tann, ið settur verður, kann verja
arbeiði sítt fyri Ph.D.-gradina innan fyri tíðarrammuna uppá 3 ár.
Ph.D. verkætlanin verður skipað við atliti at føroysku jarðfrøðini og møguleikun-
um fyri at finna kolvetni í henni.Verkætlanin kann t.d.taka støði í einum av hesum
evnisøkjunum (dømir):
• Model fyri hvussu alisfrøðiligir parametrar fordeila seg í basalti kring Føroyar,
og hvønn týdning teir hava fyri jarðalisfrøðiligar metodur, ið verða brúktar til
kortleggingar av løgum undir basaltinum.
• Geodynamisk model fyri »syn-rift« og »post-rift« útviklingi av Føroya-plattform-
inum og økjunum nærindis.
• Kanning av hvønn týdning »offset« hava fyri seismiska avmynding av legugrýti
undir føroyska basaltinum. Hetta kann gerast teoretiskt, við digitalum modell-
um og við praktiskum dømum (»case studies«).
Umsøkjarar til Ph.D.-lestrarstarvið skulu hava prógv sum cand. scient. ella sivil-
verkfrøðingur (t.d. prógv í jarðalisfrøði, jarðfrøði ella kolvetnisverkfrøði). Tó eru
tey, ið eru ávegis at gera kandidatuppgávu, eisini vælkomin at søkja.
Tann, ið settur verður, kemur sum partur av Ph.D.-lestrarstarvinum at taka ymisk
skeið og luttaka á ráðstevnum og verkstovum. Dentur verður lagdur á at hava
gott samband við altjóða viðurkend granskingarumhvørvi, og tí má tann, ið sett-
ur verður, rokna við styttri ella longri tíðarskeiðum á læru- ella granskingarstovn-
um uttanlands.
Lønin er sambært stig 1 við førleikaløn stig 13 í sáttmála millum Fíggjarmálastýr-
ið og Magistarafelag Føroya. Fyrivarni verður tikið fyri niðurstøðu frá Ph.D. ar-
beiðsbólki, sum skal verða tøk 1. februar. Setanartreytir annars eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og Magistarafelag Føroya.
Umsóknarfreistin er mánadagin 21.januar 2002.Umsóknir við prógvum,ævisøgu
(curriculum vitae),viðmælum og møguligum greinum skulu sendast í 4 eintøkum
til
Fróðskaparsetur Føroya,
J. C. Svabos gøta 14,
Postrúm 272,
FO 110 Tórshavn.
Meira fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Morten Sparre Andersen,
professara, á teldupostadressuni mortensa@setur.fo ella tlf. 315306.
Á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya eru íalt 8 vísindastarvsfólk innan stødd-, alis-,
evna-, lív-, hav-, jarðalis- og ravmagnsverkfrøði. Harumframt eru tvey starvstovufólk á starvsstovuni og
eitt skrivstovufólk í umsitingini. Í løtuni eru tríggjar Ph.D.-verkætlanir í gongd á NVD, og eru tær innan
seismiskar signalviðgerðarhættir, mekaniskar eginleikar hjá basalti og simulering av oljureservoirum.
NVD veitir Bachelor of Science (BS) útbúgvingar innan lívfrøði, ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði,
teldufrøði og jarðalisfrøði. Undirvísingin verður veitt av starvsliðinum á NVD og av uml. 30 uttanseturs
undirvísarunum, ið eru á øðrum stovnum og virkjum bæði í Føroyum og uttanlands. Í løtuni eru um 40
lesandi á NVD.
Alt
- til skrivstovuna
· Brævordnarar
· Kopipappír
· Skiljibløð
· Pennar o.a.
Tað, sum vit ikki
hava á goymslu, fáa
vit til vega skjótt
Sp/f J.D.Hammer
800 Tvøroyri
Tlf. 372198 · Fax 371198
Søkt verður eftir húsavørði til Kirkjubøar
kommunu 15 tímar um vikuna, til skúlan og
barnagarðin.
Arbeiðið er í dagtímunum. Møguleiki er eisini
fyri, at fáa aðrar uppgávur, eftir nærri avtalu
við kommununa.
Viðkomandi skal hava handverkaraútbúgving
ella líknandi, og verður løntur eftir
sáttmálanum millum Havnar Handverkarafelag
og Havnar Handverksmeistarafelag.
Umsóknir við prógvum v.m. skulu sendast til
Kirkjubøar kommunu FO -176 Velbastaður att:
Annfinn Brekkstein og merkjast "Húsavørður"
Seinasta freist at lata umsóknir inn er
10. januar 2002
HÚSAVØRÐUR!
team 85 • 316511
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Sosialinum
tørvar blaðfólk
Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðs-
plássi, har tað er ferð á allan dagin, har ein
deadline er partur av hvørjum einasta arbeiðs-
degi, og har tú allatíðina fært nýggjar og
spennandi uppgávur, so er hetta kanska møgu-
leikin hjá tær.
Okkum tørvar blaðfólk, og vit bjóða eitt hend-
ingaríkt og fjølbroytt starv, har tú verður partur
av eini vælvirkandi redaktión og sleppur at
royna teg við alskyns uppgávum.
Seinastu tíðina hava vit økt um virksemi við at
skriva tíðindi til www.portal.fo. Hetta hevur
eisini ført til økt krøv til redaktiónina, men er
eisini við til at menna tíðindaflutningin, sum
støðugt verður dagførdur á internetinum.
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella jour-
nalistiskum royndum hava fyrimun. Tað er ein
treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt á før-
oyskum, og at tú fylgir væl við í tí, sum hendir
og rørist í samfelagnum.
Sosialurin er eitt blað, har tað hendir nakað. Vit
eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um
vikuna koma vit á gøtuna, umframt støðugu tíð-
indi á internetinum.
Umsóknir við møguligum prógvum og við-
mælum skulu sendast okkum innan mánadagin
8. januar 2002. Starvið verður sett skjótast
gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal »umsókn«
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóra, á telefon 211820 ella Eirik
Lindenskov, blaðstjóra, á telefon 216409
Sosialurin er eitt livandi og spennandi
arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk.
Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og
fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um
vikuna. (GG: Hetta er sama starv, sum varð lýst
leyst síðstu viku í november. Eftir áheitan er
freistin longd)
é
á
Kokkur søkist
Søkt verður eftir einum a la carte kokki.
Bill. mrk. 248
Íbúð til leigu
í miðbýnum í Havn.
Tlf. 212118
Skeið í 1. hjálp
Fyrstahjálparskeið 12 tímar og/ella 16 tímar byrja
11. og 12. januar, um nóg nógv tekna seg. Hevur
tú annað ynski, so sig frá.
Tú kanst tekna teg við at ringja tlf.319630 ella við
telduposti til: redcross@redcross.fo ella við at
senda henda lepa inn áðrenn mikudagin
09.01.02 kl. 21.00.
Skeiðini verða hildin um vikuskifti í Havn, uttan
so, at nóg nógv tekna seg aðrastaðni, so kann
skipast hold uttan fyri Havnina.
Navn ___________________________________
Bústaður ________________________________
Tlf. _____________________________________
Ynski ___________________________________
Starvsfólk
Søkt verður eftir starvsfólki til dagrøktarskipanina
at byrja 1. februar 2002.
Um eingin námsfrøðingur søkir, skilar kommunan
sær rætt til at seta annað fólk í starvið.
Arbeiðsøkið hjá viðkomandi verður í og út frá
spælistovuni, og hartil at vera til hjálpar hjá dag-
røktarmammunum og leiðaranum.
Skrivlig umsókn skal vera kommununi í hendi í
seinasta lagi 21. januar 2002.
Vestmanna kommuna
C
M
Y
K
27
26