fríggjadagur 28. desember 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 249 - 28. desember 2001
Nr. 249 - 28. desember 2001
29
Verkfrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi til havnadeildina hjá stovninum.
Havnadeildin hevur ábyrgdina av málum viðvíkjandi havnum og lendingum,
fysiskari planlegging á sjónum, geofysiskum mátingum og øðrum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru
hesar:
• Gera ætlanir fyri landshavnum
• Hevur hald og rakstur av havnum og lendingum um hendi
• Fysisk planlegging á sjónum
• Programmeringar, forkanningar og prosjektgransking
• Eftirlit við verkætlanum og
• Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi – helst við royndum innan nøkur av omanfyri
nevndu virkisøkjum.
Harafturat kundu vit hugsað okkum at umsøkjarin hevur edv kunnleika viðv.
scripting, dátugrunni, dynamiskari heimasíðu og hagfrøðiligari dátuviðgerð.
Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, skal duga at skipa sítt arbeiðsøki og
kann geva sítt íkast til menning av arbeiðsplássinum og vera førur fyri at
arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið
og Føroya Verkfrøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum,møguligum ummælum og lívsgongdarlýsing (cv) verða
at senda til Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn, og skulu verða
skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15.januar 2002.Brævbjálvin eigur at merkjast
»Verkfrøðingur til havnadeildina«. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Ewaldi Kjølbro á tel.31 13 33,lokal
316, (e-postur: ewald@lv.fo) ella fartel. 227864.
Kvinnur sum íbirtarar
Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74,
T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo
SKEIÐSDEPILIN VIÐ MARKNAGIL * SDM
TEKNISKI SKÚLIN
FØROYA HANDILSSKÚLI
Team 85 • 316511
• at luttakarar fáa kunnleika til hvussu ein
fyritøka verður stovnað og rikin,
• at styrkja førleikan hjá luttakaranum at meta
um og arbeiða við egnum vinnuhugskotum
• at leiðbeina um, hvar vitan um vinnu fæst,
• at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í
Føroyum í somu ella líknandi støðu og
millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið.
Endamálið við skeiðnum er m.a.:
Várhálvuna 2002 skipa Skeiðsdepilin við
Marknagil og Menningarstovan fyri skeiði sum
skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum
at stovna egna fyritøku. Byrjað verður 6. feb.
Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp-
gávutímar. Í uppgávutímunum verður dentur
lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum
kunnu taka støði í egnum vinnuhugskotum.
Ráðgevi/-ar verða við stóran part av tíðini at
hjálpa til og vegleiða tínari ætlan.
Kvinnur, sum hava ætlanir um at fara undir
og/ella longu hava egna fyritøku, verða bidnar
um at venda sær til Skeiðsdepilin við
Marknagilsvegin at fáa umsóknarblað um
upptøku á skeiðnum.
Fyri at tryggja dyggastu leiðbeining verður í
sambandi við umsóknina biðið um stutta
frágreiðing um vinnuhugskotið. Henda verður
hildin í trúnaði.
Kostnaðurin er 4.500 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 10. jan. 2002
Nærri fæst at vita við at venda sær til
TÓRSHAVN
Frá útskiftingarnevndini
fyri hagapartin Fjallið í Oyndarfirði
Á fundi 18. des. 2001 hevur útskiftingarnevndin
gjørt úrskurð um býti av matr. nr. 227, Fjallið, í
Oyndarfirði.
Eftir kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27. mars 1939
kunnu útskiftingin og úrskurðurin hjá útskiftingar-
nevndini kærast til yvirútskiftingarnevndina, og er
kærufreistin 3 mánaðir frá 2. januar 2002 at rokna.
Kærufreistin er úti 2. apríl 2002.
Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til
Sorinskrivaran, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, ið er
formaður í yvirútskiftingarnevndini.
Útskrift av úrskuðrinum liggur frammi hjá bygdar-
ráðnum í Oyndarfirði og á Matrikulstovuni í Tórs-
havn til kærufreistin er úti.
MATRIKULSTOVAN
N. v.
Øssur A. Midjord
útsk. form.
KUNNGERÐ
§ 1. Fyri 2002 verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin
fyri í alt 252 dagar.
Stk. 2. Umframt leygar- og sunnudagar verður ikki
útgoldið fyri hesar halgidagar:
Skírhósdag (28. mars)
Langafríggjadag (29. mars)
2. páskadag (1. apríl)
Dýra biðidag (26. apríl)
Kristi himmalsferðardag (9. mai)
2. hvítusunnudag (20. mai)
Jóladag (25. desember)
2. jóladag (26. desember)
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2002 og
er galdandi fyri alt árið 2002.
ALS
Arbeiðsloysisskipanin
P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 349550 • Fax 349551
teldupostur: als@als.fo
Kunnger› um útgjaldsdagar í 2002
Við heimild í § 16, stk. 4, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og
arbeiðsávísing, við seinni broytingum, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 13. desember 2001
Karin Kjølbro (sign.) formaður
/Elisabeth O. Gaardbo (sign.)
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri
bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita
arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 20
fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur
stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á
arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
Lýsið
við
brúktum
bilum
Verkfrøðingur til plan-
legging og prosjektering
Starv sum verkfrøðingur á plan- og prosjektdeildini hjá Landsverkfrøðinginum
er leyst at søkja.
Plan- og prosjektdeildin er deild undir vegadeildini.
Til rætta fólkið kunnu vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv, ið er fakliga
og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru
hesar:
• Gera ætlanir fyri landsvegakervinum
• Gera ætlanir fyri trygdartiltøkum
• Programmeringar, forkanningar, prosjektering og prosjektgransking
• Eftirlit við verkætlanum og
• Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi – helst við royndum innan nøkur av omanfyri
nevndu virkisøkjum.
Neyðugt er at viðkomandi hevur vanligan telduførleika. Umframt tey vanligu
forritini,nýta við harafturat Microstation og onnur serforrit innan vegaprosjekt-
ering.
Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, og rokna vit við, at
viðkomandi er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, dugir at skipa sítt
arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning av arbeiðsplássinum og er førur
fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Tænastustaðið verður skrivstovan í Havn. Løn og setanartreytir annars verða
sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verkfrøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til
Landsverkfrøðingin
Postboks 78
110 Tórshavn
og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. januar 2002. Brævbjálvin
eigur at merkjast »Verkfrøðingur til vegadeildina«. Allar umsóknir verða við-
gjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Finnleifi Durhuus, leiðari av vega-
deildini, á tel. 31 13 33, lokal 212, (e-postur: finnleif@lv.fo).
Í Býin
- Hvønn hósdag
Við tø
ynskja vit við
gott
P/F FØROYA L
Kopargøta 1 · Postbok
Tel. 31 11 11 · Fax 35 11
i
Sosialurin
C
M
Y
K
29
28